Skip to main content

Ólavur Halgi (995-1030)

us and them david sedaris online essay good topics for research papers high school dissertation innovation investissementÍ 1015 kom aftur ein mætur víkingur heim til Noregs at krevja kongsvald. Hann hevði verið í mangari orrustu í Fraklandi, Onglandi, møguliga heilt suðri í Spania. Hesin maður var Ólavur Haraldsson, eisini nevndur Ólavur Digri í samtíðini og seinni oftast nevndur Ólavur Halgi, tí at hann eitt ár eftir, at hann doyði varð útnevndur halgimenni av Grimkell biskuppi í Tróndheimi, og kanoniseraður í 1164 Alexanduri 3. páva. Ólavur Haraldsson var norskur kongur frá 1015 til 1028. Hann var sonur norska smákongin Harald Grenska og Ástu Gudbrandsdóttir, ið var gift við Sjúrða Sýr - einum av smákongunum í Upplondum.

Vit hoyra um Ólav Halga í kapittul 43 í Føroyingasøgu, tá ið hann hevur sent boð eftir Gilla løgmanni og øðrum føroyingum, og Leivur og Gilli og Tórálvur gerast hirðmenn hansara:

Men tá ið føroyingarnir komu til Ólav kong, kallaði hann teir á tal við seg og hevði fund við teir. Hann kunngjørdi teimum tá tey ørindi, sum búðu undir ferðini, og segði teimum, at hann vildi hava skatt av Føroyum, og tað við, at føroyingar skuldu hava tær lógir, sum Ólavur kongur setti teimum.

Ólavur kongur vann valdið í øllum Noregi í bardagnum ímóti Sveini jalli í Víkini pálmasunnudag í 1016. Sveinur jallur rímdi av landinum og doyði stutt eftir.

Ólavur hevur fingið heiðurin av at kristna Noreg, men hetta er helst ivasamt. Hann fekk harða mótstøðu fra norsku stórmonnunum og stórkongunum, m.a. tí hann við svøri vildi innføra kristindómin, men eisini tí, at norsku kongarnir høvdu minni vald undir Ólavi, sum yvirkongi, enn teir høvdu undir útlendskum yvirkongum, sum nærum ongantíð komu til Noregs.

Ólavur Haraldsson hevði við valdstøku sínari gjørt seg inn á áhugamálini hjá bæði Danmarkar kongi og Svøríkis kongi. Tað eydnaðist honum at koma til sættis við svenska kongin, Ólav Skotkonung, fekk hann við sær at herja í Danmark og giftist við dóttur hansara Ástrið. Men Knútur Mikli í Danmark gjørdi framvegis krav uppá valdið í Noreg og viðurkendi ikki Ólav Haraldsson sum kong.

Ólavur mátti lúta í stríðnum við Knúti Mikla, tí at hann misti stuðulin frá stórmonnununm, og Knútur gjørdist aftur Noregs kongur og setti Hákun jall at stýra.

Eftir hetta var Ólavur í útlegd í Russlandi, men í 1030 gjørdi hann enn eina roynd at taka valdið í Noreg, men tá tóku flestu norsku stórmenn seg saman ímóti honum. Herarnir brustu saman í baradganum í Stiklastøðum, og Ólavur doyði 29. juli 1030. Deygadagur Ólav Halga - Ólavsøka - er enn í dag, so nógv ár eftir bardagan á Stiklastøðum, tjóðardagur í Føroyum.

 

Keldur:

Føroyingasøga

Hans J. Debes: Føroya Søga 1

Hans J. Debes: Ólavur Haraldsson og Noregs ríki - ein søgu lýsing

Wikipedia