Skip to main content

Sveinur Tjúguskegg Haraldsson (uml. 960-1014)

Sveinur Tjúguskegg er stóri danski víkingakongurin. Hann var sonur Harald Blátonn og Tove av Danmark. Sveinur gjørdist kongur í Danmark í 986/7, eftir stríð við faðirin Harald Blátonn, og ráddi til hann doyði í 1014.

Sveinur Tjúguskegg var saman við Eiriki jalli og svenska konginum Ólavi Skotkonung í badaginum í Svoldur í Oyrarsundi í ár 1000, tá ið Ólavur Trygvason fall. Eftir bardagan í Svoldur gjørdist hann norskur kongur við jallunum Eiriki og Hákuni sum undirkongum

Sveinur Tjúguskegg herjaði í fleiri umførum í Onglandi, og í 1013 gjørdist hann fyrsti danski kongur í Onglandi.

Keldur:

Hans J. Debes: Føroya Søga 1

Hans J. Debes: Ólavur Haraldsson og Noregs ríki - ein søgu lýsing

Wikipedia