Skip to main content

Tíðindi

21.06.2024

Roknibøkur til tey yngstu

Les meira
22.02.2024

Forvitnislig bókarøð, ið er ætlað til…

Les meira
13.02.2024

Leikritini "Páll fangi", "Vónbrot" og…

Les meira

Nýggjastu útgávur

Náttúra og umhvørvi

Landafrøði. Arbeiðshefti
Náttúra og umhvørvi
Náttúra og umhvørvi

Íheftinum eru uppgávur um jørðina, veðurlagið, havið, veðurlags- og gróðurbelti, jarðarknøttin, kort og Føroya jarðfrøði.

Mentan og umhvørvi
Mentan og umhvørvi

Menniskju eru við til at skapa umhvørvið. Tey byggja hús, gera verksmiðjur og vegir.Tey taka ráevni úr jørðini og dálka. Tey flyta vørur um allan heimin og ávirka soleiðis umhvørvið. Bókin er um,…

Mentan og umhvørvi

Landafrøði. Arbeiðshefti
Mentan og umhvørvi
Mentan og umhvørvi

Í heftinum verða menniskjans vinnuvegir viðgjørdir; hvat vit virka, hvussu nógv vit virka, og til hvørji vit virka. Hefti gevur einum betri møguleika at skilja nógvar av teim trupulleikum, vit…

Rættskriving

Fyrri partur
Rættskriving
Rættskriving

Bókin er soleiðis skipað, at í mesta lagi annar hvør tími er fyrisøgn, og annar hvør tími gevur næmingunum møguleika at arbeiða sjálvstøðugt. Aðrar uppgávur krevja stuðul frá lærara og kunnu…

Barnabíblia - 50 bíbliusøgur
Barnabíblia - 50 bíbliusøgur

Føroya Skúlabókagrunnur og Bókadeild Føroya Lærarafelags hava givið bókina út í felag. Á Barnabíbliuni eru 50 kendar bíbliusøgur úr Gamla- og Nýggja Testamenti, sum kendi danski presturin,…

Hav- og landbúnaður

Árbók fyri Føroyar 6
Hav- og landbúnaður
Hav- og landbúnaður

Arbeiðshefti til 6. kapittul í Árbók fyri Føroyar. Meginparturin av tilfarinum er uppgávur, sum eggja næmingunum sjálvum at eygleiða og kanna ymisk viðurskifti. Stutt søguligt yvirlit er yvir…

Handil, privatar og almennar tænastur
Handil, privatar og almennar tænastur

Arbeiðshefti til 10. kapittul í Árbók fyri Føroyar. Greitt verður frá um vinnumentan í søguligum høpi, vinnumenningina í Føroyum og tænastu- og kunningarsamfelagið. Nógvar uppgávur og spurningar…

  • Føroysk flora
    Føroysk flora

    Føroya Skúlabókagrunnur hevur við hesum verki givið út fyrstu fullfíggjaðu føroysku floruna í litum. Føroysk flora er skrivað teimum mongu, sum hava áhuga fyri plantum, men er tó í fyrsta lagi ætlað sum undirvísingarmiðil í skúlunum. Á floruni eru plantuættirnar, plantuskipanin,…

  • Bein og vøddar
    Bein og vøddar

    Bein og vøddar

    Myndatalva

    Bein og vøddar lýsir bein og vøddar í kroppi okkara.

    Talvurnar eru 52 x 76 cm, plastaðar og tí haldgóðar. Hettar eru myndatalvur, ið væl kunnu prýða skúlastovur, stovnar og heim.

     

  • Evropa
    Evropa

    Evropa

    Veggjakort

     Gevið gætur! Útgávan er útseld og verður ikki prentað aftur 

    Veggjastødd 120 x 160 cm. Lutfall 1 : 2…

  • Eygað
    Eygað

    Eygað

    Myndatalva

    Myndatalva av eyganum við stuttari kunnandi frágreiðing og føroyskum heitum.

    Sjey myndatalvur í røðini eru komnar út. Tær eru 52 x 76 cm til støddar, plastaðar og tí haldgóðar. Hettar eru myndatalvur, ið væl kunnu prýða skúlastovur, stovnar og heim.

  • Fiskivinna
    Fiskivinna

    Fiskivinna

    Árbók fyri Føroyar 5

    Arbeiðshefti til 5. kapittul í Árbók fyri Føroyar. Meginparturin av tilfarinum er uppávur, men greitt verður eisini í stuttum frá um fiskiveiði, skipan av veiðini, veiðihagtølum, fiskileiðum og hýrum. Heftið er ætlað sum stuðul at lesa og skilja Árbók fyri Føroyar, so at…

  • Flutningur og samferðsla
    Flutningur og samferðsla

    Flutningur og samferðsla

    Árbók fyri Føroyar 8

    Arbeiðshefti til 8. kapittul í Árbók fyri Føroyar. Stutt søguligt yvirlit er yvir flutning fyrr í tíðini, yvir politiska orðaskiftið um samferðslu um miðju 20. øld og um samferðslu og flutning nú. Heftið kann nýtast í lærugreinunum søgu/samtíð, samfelagsrokning og…

  • Fuglar í Norðurhøvum
    Fuglar í Norðurhøvum

    Bókin er um fuglin í Føroyum, Áslandi, Hetlandi, Orknoyggjum og Ytru Suðuroyggjunum (Hebridunum). Hon er handbók, sum er ætlað at hava hjá sær at greina fugl eftir. Nøvnini á teimum fuglunum, sum eru sæddir í Norðuratlantshavi, 466 í tali, eru dagførd at 1. juni 1990. Einar…

  • Føroyskar bókmentir 2
    Føroyskar bókmentir 2

    Á hesum bindi eru verk eftir føroyskar rithøvundar, føddir fyri 1880. Rithøvundarnir eru: J. Dahl, Jógvan Dánialsson, Rasmus Effersøe, A.C. Evensen, J.P. Gregoriussen, V.U. Hammershaimb, Johanna M. Skylv Hansen, C. Holm Isaksen, Jakob Jakobsen, Maria R. Mikkelsen, Tróndur Olsen,…

  • Føroyskar bókmentir 3
    Føroyskar bókmentir 3

    Á hesum bindi eru verk eftir føroyskar rithøvundar, føddir í tíðarskeiðinum 1881-1902. Rithøvundarnir eru: J.H.O. Djurhuus, Jákup Hansen, Jóan Chr. Poulsen, Nyholm Debess, H.A. Djurhuus, H.M. Ejdesgaard, Rikard Long, Louis Zachariassen, Gudmund Bruun, M.S. Viðstein, Victor…

  • Føroyskar bókmentir 4
    Føroyskar bókmentir 4

    Á hesum bindi eru verk eftir føroyskar rithøvundar, føddir í tíðarskeiðnum 1905-1938. Rithøvundarnir eru: K.O. Viderø, Jákup Berg, Andreas Andreasen, Valdemar Poulsen, G.L. Samuelsen, Sigurð Joensen, Karsten Hoydal, Jens D. Jacobsen, Óli Dahl, Bernhard Brim, Regin Dahl, Bergur…

  • Føroyskir rithøvundar
    Føroyskir rithøvundar

    Føroyskir rithøvundar

    - frá Hammershaimb til Oddfríð

    Teldutøk rithøvundaskrá, skipað í tíðarrøð, við almennum inngangi um føroyskar bókmentir.

  • Føroyskir soppar
    Føroyskir soppar

    Bókin viðger vistfrøðina og lívfrøðina hjá soppum, eyðkenni, bólking og vakstrarstøð. Nógvir soppar eru sera vakrir, nógvir eru góðir átusoppar, og nakrir eru eitursoppar. Litmyndir eru av teimum vanligastu soppunum. Umframt til undirvísing er bókin hent handbók og góð at…

  • Venus fyri Sólini
    Venus fyri Sólini

    Stødd 60 x 42 cm.

    8. juni í 2004 kl. 06:00 – 12:20 stóð Venus fyri Sólini. Hetta fyribrigdið var seinast at síggja í 1882. At taka myndir, sum hesar, av fyribrigdinum í síni heild, fer ikki at bera til aftur í Føroyum fyrr enn 11. juni í 2247. Myndirnar vórðu tiknar í…

  • Havfrúgv og Nykur
    Havfrúgv og Nykur

    Havfrúgv og Nykur

    Tvær sagnir

    Í hesum bóklingi eru tvær sagnir. Onnur um hvussu havfrúgv er vorðin, og hin um hvussu nykur er vorðin. Bóklingurin kann nýtast í frílesingini, sum lesiskeið og til evnislesnað. Arbeiðstilfar fæst á Landsmiðstøðini.

  • Heimurin 3
    Heimurin 3

    Heimurin 3

    Sólskipanin

    Hesi evni eru viðgjørd: 1. Sólin og fylgisveinar hennara, 2. Sól og gongustjørnur í røttum lutfalli, 3. Yvirlit yvir sól og gongustjørnur, 4. Jørðin og sólin árið íkring, 5. Mánin eina sól, 6. Mánaýtan og 7. Alheimurin. Støða okkara í rúmdini, at hyggja út í rúmdina - og…

  • Heimurin 4
    Heimurin 4

    Heimurin 4

    Streymur og sjóvarfall

    Bóklingurin greiðir frá sjóvarfalli, bæði flóð og fjøru og sjóvarfalsstreymi; harumframt verður eisini nortið við streym yvirhøvur og onnur viðurskifti í havinum, serliga havinum kring Føroyar. Sjóvarfalsstreymur stavar frá mána og sól, og greitt verður frá hesum sambandið.…

  • Heimurin 6
    Heimurin 6

    Heimurin 6

    Ídnaðarlond og menningarlond

    Bóklingurin er knýttur at bókini Heimurin í hagtølum og evnum og viðger evni innan landalæru, søgu og kunning. Ídnaðarlond og menningarlond verða lýst, og londini Belgia, Gana og Føroyar verða viðgjørd í hesum sambandi. Evnini heimsins fólkavøkstur, miðallívsævi, gjaldoyra,…

  • Heimurin 7
    Heimurin 7

    Heimurin 7

    Veðurlag og gróðurbelti

    Bóklingurin er serstakt knýttur at bókini Heimurin í hagtølum og evnum og viðger evni innan landalæru, søgu og kunning. Fylgjandi evni verða viðgjørd: Veðurlag og gróðurbelti: veðurlag, lufttrýst og vindur, lágtrýst, ið flyta seg, sólvindur og monsunur, havstreymar, avfall,…

  • Íbúgvaviðurskifti
    Íbúgvaviðurskifti

    Íbúgvaviðurskifti

    Árbók fyri Føroyar 2

    Arbeiðshefti til kapittul 2 í Árbók fyri Føroyar, ið umfatar íbúgvaviðurskifti. Meginparturin er uppgávur til næmingarnar, men greitt verður eisini frá, hvussu hagtøl verða savnað. Heftið kann nýtast í lærugreinum sum søgu/samtíð og landalæru, men eisini í evnum sum t.d…

  • Íbúgvaviðurskifti 2.2
    Íbúgvaviðurskifti 2.2

    Íbúgvaviðurskifti 2.2

    Árbók fyri Føroyar

    Bóklingur, ið viðger hugtøk, ið nýtt verða, tá ið fólkið í einum landi skal verða lýst. Á nógvum lærugreinum verður nomið við viðurskifti í teimum ymsu londunum. Flestu uppgávurnar eru gjørdar soleiðis, at tær skulu verða loystar saman við Árbók fyri Føroyar. Til bóklingin er…

  • Íbúgvaviðurskifti 2.2. Arbeiðshefti
    Íbúgvaviðurskifti 2.2. Arbeiðshefti

    Arbeiðsheftið, sum er einnýtishefti, er ætlað at nýta at loysa summar uppgávur í bóklinginum Íbúgvaviðurskifti 2.2.

    Uppgávurnar eru: Fólkatalið framroknað, fólkatættleiki, búsetingarkort, fólkið í Føroyum býtt í høvuðsøki og eftir kommunustødd, broytingar í…

  • Káin og Ábel - Næmingabók
    Káin og Ábel - Næmingabók

     Gevið gætur! Útgávan er útseld og verður ikki prentað aftur 

    Næmingabókin hevur 7 høvuðsevni, ið øll viðgera…

  • Káin og Ábel - Lærarabók
    Káin og Ábel - Lærarabók

     Gevið gætur! Útgávan er útseld og verður ikki prentað aftur 

    Marjun Bæk og Karolina Matras hava gjørt…

  • Káin og Ábel - Grundbók
    Káin og Ábel - Grundbók

    Káin og Ábel - Grundbók

    - ein mýta um tveir brøður

     Gevið gætur! Útgávan er útseld og verður ikki prentað aftur 

    Hetta er nýtt og fjølbroytt tilfar til…

  • Káin og Ábel - Glærir
    Káin og Ábel - Glærir

     Gevið gætur! Útgávan er útseld og verður ikki prentað aftur 

    Glærusavnið er ein mappa við 13 glærum í litum av…

  • Kirkjumál
    Kirkjumál

    Kirkjumál

    Árbók fyri Føroyar 20

    Bóklingurin Kirkjumál er ætlaður sum stuðul at lesa og skilja kapittul 20 í Árbók fyri Føroyar og viðger m.a. hesi evni: Hvat ger fólkakirkjan? Hvør er limur í fólkakirkjuni? Hvat gera kirkjuráðini? og hvat gera kirkjutænararnir? Aftast í bókini eru spurningar. Bóklingurin er…

  • Kvæða- og vísuskrá
    Kvæða- og vísuskrá

    Á skránni er yvirlit yvir meginpartin av tí, ið komið er á prent, og sum kvøðið hevur verið í Føroyum. Skráin er skipað eftir heiti ella byrjunarreglu, stundum báðum, og víst verður til, hvar kvæðini og vísurnar eru at finna, og eisini til løg og niðurløg. Kvæða- og…

  • Kærleikssøga aldarinnar
    Kærleikssøga aldarinnar

    Kærleikssøga aldarinnar er sjálvævisøgulig og viðger hjúnalag Märtu Tikkanens við listarmannin Henrik Tikkanen. Savnið er eitt úrval av yrkingum úr Kærleikssøga aldarinnar, sum kom út á svenskum í 1976. Yrkingasavnið viðger trupulleikarnar í eini familju, har maðurin er…

  • Lær teg enskt
    Lær teg enskt

    Lær teg enskt er ætlað undirvísingini í framhaldsdeild fólkaskúlans, miðnámskúlum og hægri skúlum, men hon er eisini væl hóskandi til sjálvlestur hjá teimum, sum vilja læra seg enskt. Bókin er skrivað út frá royndum hjá høvundunum sum lærarar í fólkaskúla og læraraskúla. Lær…

  • Mállæra
    Mállæra

    Mállæran er skipað í tríggjar høvuðspartar, sum vanligt hevur verið í mállæruskriving: ljóðlæru, bendingarlæru og orðalagslæru. Fremst í bókini er eitt sindur um málsøgu og orðasmíð, reglur um teknseting, orðasundurbýti, byrjanarbókstavir, ein listi er við…