• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:


Tilfarið til lærugreinina er skipað eftir floksstigi og øki sambært námsætlanini. Tú kanst velja floksstig og øki ovast til vinstru.

Á síðuni eru eisini slóðir til temasíður, útgávuheimar, tíðindi, tiltøk, aðrar heimasíður o.a.

Kunning

Bólka eftir:
13.04.2015
Hillary stillar upp
Nýggjar uppgávur
26.03.2012
Føroyskar orðabøkur í altjóða lærarablaði
Grein um Nám í The Learning Teacher Magazine
22.11.2010
Orðabøkur Sprotans á Snar
Nú ber til at leita í netorðabókunum hjá Sprotanum beinleiðis á Snar. Til ber at gera tvær ókeypis leitingar. Vilt tú leita meira, mást tú keypa orðabókahald á heimasíðuni hjá Sprotanum.
13.09.2010
Grundleggjandi kunning um Pit Stop
Fleiri lærarar hava víst á, at tørvur er á einari stuttari kunning um Pit Stop-bøkurnar. Ein slík kunning er nú løgd út á serstaku Pit Stop-síðuna á Snar.
23.08.2010
Venjarin á emu.dk
Næmingar í fólkaskúlanum og í miðnámi kunnu nú um internetið fara inn á træneren.emu.dk at læra seg og venja sín førleika.
22.06.2010
Nýggjar spennandi bøkur til enskt í 6. og 7. flokki
Føroya Skúlabókagrunnur gevur út nýggjar bøkur til enskt í 6. og 7. Flokki. Pit Stop 6 og Pit Stop 7 eru fyrstu útgávurnar í bókarøðini Pit Stop. Seinni koma Pit Stop 8 og Pit Stop 9.
02.03.2010
Próvtøkur fólkaskúlans 2010
Mentamálaráðið hevur sent øllum skúlum við framhaldsdeild skriv um skrivligu próvtøkur fólkaskúlans 2010. Fyrstu skrivligu royndirnar verða mánadagin 17. mai. Munnligu próvtøkurnar byrja mánadagin 7. juni.
19.01.2010
Talgild uppvørpa
Nú samvirknu talvurnar verða brúktar í skúlastovunum, er sera hent eisini at hava talgildar uppvørpur, sum kunnu avmynda næstan alt, ið liggur undir tólinum, og flyta mydina upp á veggin við hjálp av teldu og ljósvørpu.
22.11.2009
Google dugir ikki einans at týða, men lesur eisini tekstin fyri tær
Nógv kenna Google Translate, ið er eitt amboð, sum kann týða tekst til og frá nógvum ymiskum málum. Vit kunnu nevna danskt, norskt, svenskt, enskt, týskt og spanskt. Tað nýggja við Google Translate er, at teldutala er løgd inn. Enn er henda bert á enskum, men helst fara vit skjótt at hoyra onnur mál á Google Translate.
11.09.2009
Skúlar kunnu nú brúka Mingoville
Til tykkum, sum enn ikki kenna Mingoville, so er tað ein læruheimur á netinum til børn, har tað er stuttligt at læra enskt. Mingoville er ein heilur heimur av flamingofigurum, og meðan vit ferðast í býnum hoyra vit enska talu, vit sleppa at tosa enskt, loysa uppgávur, spæla og syngja. Her á Snar er slóð til Mingoville, og beinleiðis tilskrift er ww...
10.09.2009
Tíðarlinjur sum undirvísingaramboð
Eitt alternativ til vanliga uppgávuskriving kann vera at lata næmingarnar lýsa eitt evni við eini tíðarlinju, ið kann innihalda tekst, myndir og filmsbrot.
03.09.2009
emu.dk 10 ár.
Danski skúlaportalurin www.emu.dk heldur 10 ára føðingardag, og í hesum sambandi hevur danski skúlaportalurin fingið heimasíðuna dagførda.
05.08.2009
Darwin á Náttúrugripasavninum
Í kvøld kl. 19.30 verða tveir fyrilestrar um Darwin, samfelag og mentan á Náttúrugripasavninum.
06.04.2009
Ensk læruspøl á gruble.net
Snar slóðar nú til nøkur ensk læruspøl á norsku heimasíðuni gruble.net.
19.03.2009
Hundraðtals síður
Á Snari eru hundraðtals síður, sum umboða ymiskar samansetingar av lærugreinum og floksstigi. Fyri at halda stýr á, hvat skal vera á hvørjari síðu, verður alt, ið er skrásett á Snar, flokkað í viðkomandi flokkingar, og síðan toga út aftur á ymisku síðurnar út frá hesum flokkingum.
19.03.2009
Ein smidlig heimasíða
Tøkniliga skipanin aftanfyri Snar er soleiðis háttað, at Snar er ein sera smidlig heimasíða, har møguleiki er at skipa síðurnar nærum, sum einum lystir. Tí kunnu heimasíður gerast til nærum eitt hvørt endamál innan skúla og undirvísing. Komandi árini er ætlanin at halda fram at menna Snar eftir tíðarinnnar krøvum.
12.03.2009
Lærarar kunnu logga á Snar
Lærarar kunnu logga á Allir lærarar í føroyska skúlaverkinum hava fingið teldupost sendandi á First Class við upplýsingum um brúkaranavn og loynorð at logga á Snar við. Hetta gevur øllum lærarum møguleika at skráseta egið tilfar og slóðir á Snar. Ritstjórnin skal tó góðkenna innsent tilfar og slóðir, áðrenn tað verður alment
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019