• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:


Tilfarið til lærugreinina er skipað eftir floksstigi og øki sambært námsætlanini. Tú kanst velja floksstig og øki ovast til vinstru.

Á síðuni eru eisini slóðir til temasíður, útgávuheimar, tíðindi, tiltøk, aðrar heimasíður o.a.

Kunning

Bólka eftir:
25.06.2019
Brynhild um falstíðindi
Læraraskeið í november
14.11.2018
Temasíða um miðlar
Nýggj temasíða um Miðlar er komin á Snar
06.02.2017
Útvarp í 60 ár - Søgulig tíðarlinja
Góð at brúka til undirvísing í miðlum og miðlasøgu.
24.01.2017
Nýtt tilfar frá SSP
'Um at ferðast á netinum' er heitið á tilfari frá SSP, sum er lagt á Snar.
14.12.2016
Andrias Høgenni
Tveir nýggir filmar til undirvísing
13.04.2015
Hillary stillar upp
Nýggjar uppgávur
18.09.2014
Dýrið bløðir
Nýtt evni í filmstemanum
05.05.2011
Stuttfilmur til skúlabrúks
Nú verður høvið at síggja føroyskan stuttfilm í skúlanum. Nám hevur keypt rættindini at brúka filmin ‘Passasjeren’ hjá Sakaris Stórá í undirvísing á miðnámi og í elstu flokkum fólkaskúlans.
30.08.2010
Børn, ung og kunningartøkni
Spennandi temadagur 14. september 2010. Alnótin, telduspøl, fartelefonir og sjónvarp mynda í stóran mun spælið, samskiftið og ta sosialu samveruna millum børn og ung.
14.05.2010
Nóllywood - filmssummarskúli fyri framhaldsdeildirnar
Í tíðarskeiðnum 12. til 18. juli 2010 bjóða Klippfisk og Blanka ungum føroyskum filmsspírum á summarskúla í Nólsoy...
16.02.2010
Fjølbroytt myndasavn
Nógv kenna óivað myndasavnið hjá KT-deplinum. Allar myndirnar í myndasavninum eru tiknar í Føroyum. Myndir eru av oyggjum, bygdum, fjøllum, dýrum, bygningum og mongum øðrum. Myndirnar eru ókeypis at brúka í skúlanum. Í myndasavninum eru í løtuni 3046 myndir
20.01.2010
Ung í Føroyum 2010
– Bert hugflogið setur markið Stevnan har tey ungu kreativu hittast verður nú aftur! Tann 26. til 28. februar letur Norðurlandahúsið hurðarnar upp fyri 60 ungum í Føroyum, sum tora og duga og vilja. Øll sum eru 13 ár, men enn ikki 19 kunnu tekna seg innan tann 29. januar á www.ungiforoyum.info!
19.01.2010
Talgild uppvørpa
Nú samvirknu talvurnar verða brúktar í skúlastovunum, er sera hent eisini at hava talgildar uppvørpur, sum kunnu avmynda næstan alt, ið liggur undir tólinum, og flyta mydina upp á veggin við hjálp av teldu og ljósvørpu.
16.09.2009
Dátueftirlitið skipar fyri plakatkapping fyri tannáringar
Dátueftirlitið varpar ljós á eygleiðing og skipar í hesum sambandi fyri plakatkapping fyri tannáringar. Evnið er eygleiðing í breiðum týdningi og kann millum annað vera um Eygleiðing við vakmyndatóli, Arbeiðsgevarin ella lærarin sneytar í tínum telduposti, Foreldur halda eyga við børnum o.s.fr.
15.09.2009
Kapping um at gera sjónvarpslýsing
Í sambandi við landsinnsavningina Føroyar móti krabba, sum verður í Norðurlandahúsinum og í Kringvarpi Føroya 31. oktober í ár, bjóðar Krabbameinsfelagið øllum 9. og 10. flokkum umframt miðnámsflokkum at taka lut í kappingini um at gera eina sjónvarpslýsing móti misnýtslu av solarium.
10.09.2009
Tíðarlinjur sum undirvísingaramboð
Eitt alternativ til vanliga uppgávuskriving kann vera at lata næmingarnar lýsa eitt evni við eini tíðarlinju, ið kann innihalda tekst, myndir og filmsbrot.
09.09.2009
VLC miðlaspælari
Javnan hendur tað, at teldan ikki vil spæla ein ávísan film frá fløgu ella frá netinum, tí eitthvørt vantar. So ørkymlandi hetta kann vera, eins lætt er tað at loysa. Finn VLC miðlaspælaran og legg hann inn á telduna.
21.04.2009
Hvussu ert tú sum foreldur at børnum, ið eru nógv á internetinum?
Foreldur sleppa børnunum uppá fjall, um tey ikki vísa áhuga fyri ella fylgja við, hvat tey gera á internetinum.
19.03.2009
Hundraðtals síður
Á Snari eru hundraðtals síður, sum umboða ymiskar samansetingar av lærugreinum og floksstigi. Fyri at halda stýr á, hvat skal vera á hvørjari síðu, verður alt, ið er skrásett á Snar, flokkað í viðkomandi flokkingar, og síðan toga út aftur á ymisku síðurnar út frá hesum flokkingum.
19.03.2009
Ein smidlig heimasíða
Tøkniliga skipanin aftanfyri Snar er soleiðis háttað, at Snar er ein sera smidlig heimasíða, har møguleiki er at skipa síðurnar nærum, sum einum lystir. Tí kunnu heimasíður gerast til nærum eitt hvørt endamál innan skúla og undirvísing. Komandi árini er ætlanin at halda fram at menna Snar eftir tíðarinnnar krøvum.
12.03.2009
Lærarar kunnu logga á Snar
Lærarar kunnu logga á Allir lærarar í føroyska skúlaverkinum hava fingið teldupost sendandi á First Class við upplýsingum um brúkaranavn og loynorð at logga á Snar við. Hetta gevur øllum lærarum møguleika at skráseta egið tilfar og slóðir á Snar. Ritstjórnin skal tó góðkenna innsent tilfar og slóðir, áðrenn tað verður alment
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019