• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:


Tilfarið til lærugreinina er skipað eftir floksstigi og øki sambært námsætlanini. Tú kanst velja floksstig og øki ovast til vinstru.

Á síðuni eru eisini slóðir til temasíður, útgávuheimar, tíðindi, tiltøk, aðrar heimasíður o.a.

Kunning

Bólka eftir:
15.11.2013
Tann góða lesitilgongdin
Annika Høj og Lív Magnussen hava týtt grundbókina í lesistimbran "God läsutveckling / Det gode læseforløb".
15.11.2013
13 føroyskar orðabøkur í lumman
Nú er appin til orðabøkurnar á sprotin.fo klár! Hevur tú teldil ella snildtelefon, er nógv fittligari at brúka appina heldur enn vanligan internetkaga.
04.03.2013
Kapping fyri næmingar í 8. flokki
Føroyar Lærarafelag skipar fyri stílakapping fyri næmingum í 8. flokki við evninum "Mín framtíð". Høvuðsvinningurin er ein iPhone 5.
20.02.2013
Nýggj útgávurøð – Ternubøkur
Bókadeild Føroya Lærarafelags er farin undir nýtt slag av útgávum.
09.10.2012
Netborin skriviblokkur
At samstarva um internetið kenna vit flestu, og tá hugsa vit vanliga um teldupost. Men aðrir møguleikar eru, t.d. ein netborin skriviblokkur, sum fleiri kunnu skriva í samstundis uttan at vera á sama staði.
21.05.2012
Orðabankin opin fyri øllum
Nýtt forrit stuðlar lesingini
08.05.2012
Hervør og Høgni enn nærri
Støðuroyndir til Hervør og Høgna á Snar
03.05.2012
Bókmentasøgan ummæld í Fróðskapi
Bókin er prógv um framsøkið Fróðskaparsetur, sigur rithøvundur
20.04.2012
Lurta eftir Les
Les bøkurnar fingið heimasíðu
26.03.2012
Føroyskar orðabøkur í altjóða lærarablaði
Grein um Nám í The Learning Teacher Magazine
22.03.2012
Norðurlandadagur
Hin 23. mars 1962 skrivaðu Norðurlond undir Helsinki avtaluna.
19.03.2012
Móðurmálsdagur
25. mars verður virðisløn handað.
30.11.2011
Loynivinir og jólahald
Snar og nýggjar skúlabøkur gera desember hugnaligari.
20.11.2011
Talgildar próvtøkur
Undirvísing og próvtøka skulu vera sambærilig
10.11.2011
Venjingarhefti til Súluna
Nú ber til at keypa venjingarhefti til væl dámdu súluheildina.
04.11.2011
Humor í Norðurlondum - Norðurlendska bókasavnsvikan 2011
Mánadagin 14. november byrjar Norðurlendska bókasavnsvikan. Í ár er evnið ‘Humor í Norðurlondum’, so tað skuldi gjarna blivið ein stuttlig vika.
18.08.2011
Nýggj temasíða um grannamál
Nýggj temasíða um grannamálsundirvísing á Snar.
05.06.2011
Sjónleikur fyri 1. - 4. flokk
Í august og september framføra leikarar frá Tjóðpalli Føroya ævintýrleikin um Snata. Leikurin er ætlaður 1. - 4. flokki.
12.05.2011
Rap it up!
Dámar tær væl at rappa? Ein stór norðurlendsk kapping er júst byrjað fyri ung í aldrinum 14-22 ár. Stór finala verður í Stokkhólmi í heyst.
10.05.2011
Nýggjar bøkur frá BFL
Í hesum døgum gevur Bókadeild Føroya Lærarafelags fleiri bøkur út til børn og ung.
05.05.2011
Stuttfilmur til skúlabrúks
Nú verður høvið at síggja føroyskan stuttfilm í skúlanum. Nám hevur keypt rættindini at brúka filmin ‘Passasjeren’ hjá Sakaris Stórá í undirvísing á miðnámi og í elstu flokkum fólkaskúlans.
04.05.2011
Veiða vind
Undir heitinum Veiða vind geva Nám og Bókadeild Føroya Lærarafelags út myndabók við tónleiki og upplesturi á fløgu. Veiða vind er tónleikaævintýr eftir Kára Bæk og Rakel Helmsdal við tekningum hjá Janusi á Húsagarði. Tónleikin spælir Føroya Symfoniorkestur og Annfinnur Heinesen lesur ævintýrið.
04.05.2011
e-bøkur á føroyskum
E-bøkur floyma inn á marknaðin, tí tøknin ger tær lættar at lesa og handfara á einum I-pad ella øðrum e-bókalesara. Tær hóska til tíðina og eru ógvuliga brúkaravinaligar. Tú kanst skriva viðmerkingar í tær, leggja bókamerki í tær, goyma týðandi leitingar o.a. Tú kanst í royndum gera alt tað, tú vanliga gert við eina vanliga bók, umframt, at hon le...
02.05.2011
Lær teg mál við myndum
Nýtt telduforrit ger tað lætt at læra orð á føroyskum – og øðrum málum. Telduforritið, Myndaorðabókin, hevur ljóð, myndir og uppgávur og hóskar væl til frálæru í føroyskum og byrjanarundirvísing í fremmandamáli.
02.05.2011
Ljóðbussurin
Børn skulu læra nógv ljóð, áðrenn tey eru før at læra at lesa av álvara. Tí hevur grafikarin Hannis Egholm funnið uppá ein buss, sum er fyltur við ljóðum. Vit kalla hann Ljóðbussin. Hann er ætlaður at brúka í fyrsta flokki at læra ljóðini.
18.04.2011
Teldil
Føroyska málnevndin hevur mælt til, at føroyska orðið fyri tablet computer verður teldil.
11.04.2011
Tvær ferðir Emil
Í 2009 gav Bókadeildin bókina Emil og Ida í Lønnibergi út, og nú koma bøkurnar Hann sjálvur Emil og Tá Emil skuldi taka tonnina hjá Linu.
29.03.2011
Ókeypis føroyskur rættstavari
Fróðskaparsetur Føroya hevur yvirtikið stavaran og gjørt hann ókeypis. Í løtuni er hesin tøkur til Microsoft Office og til LibreOffice/ OpenOffice. Ætlanin er at menna hann víðari til aðrar skipanir.
22.03.2011
Nýggjar bøkur frá BFL
Bókadeildin gevur út fimm nýggjar bøkur. Okkurt er til allar aldursbólkar.
20.03.2011
Norðurlendska barnabókaviðurslønin til Marjuna Kjelnæs
Dómsnevndin í norðurlendska skúlabókavarðafelagnum hevur á fundi í Keypmannahavn gjørt av, at Norðurlendska barnabókavirðirlønin 2011 skal fara til Marjuna Syderbø Kjelnæs fyri ungdómsbókina Skriva í sandin, sum varð givin út av Bókadeild Føroya Lærarafelags í fjør.
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2020