• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:


Tilfarið til lærugreinina er skipað eftir floksstigi og øki sambært námsætlanini. Tú kanst velja floksstig og øki ovast til vinstru.

Á síðuni eru eisini slóðir til temasíður, útgávuheimar, tíðindi, tiltøk, aðrar heimasíður o.a.

Kunning

Bólka eftir:
15.03.2011
Sangskrivarakapping hjá Amnesty
Hevur tú hug at luttaka í sangskrivarakapping hjá Amnesty við evninum "Vit eru øll fræls! Verða vit øll viðfarin á sama hátt?"
14.03.2011
Lesi- og skrivilega 2011
Heldur tú tað er keðiligt og torført at lesa og skriva? So er henda daglegan kanska nakað fyri teg. Her lesa og skriva vit við spølum, teldum, myndum og øðrum.
25.02.2011
Norðurlendskt mál til viðgerðar
Norrøni málsamskiparin vitjar Norrøna Felagið. Grannamálsundirvísingin í føroyska skúlaverkinum verður til viðgerðar á almennum kjak- og kunningarfundi, sum Norrøna Felagið í Føroyum skipar fyri mikudagin 2. mars.
18.02.2011
Svarlistar til Eg skrivi 8 og 9
Nú eru svarlistar til Eg skrivi 8 og 9 tøkir á snar.fo
03.02.2011
Fýra nýggjar bøkur
Í hesum døgum gevur Bókadeildin fleiri góðar bøkur út. "Vit Mala" er til tey yngstu, "Skrímslahæddir" til tey 2-6 ára gomlu, "Mannajagstranin" til tey stóru børnini og "Sniðskjúttin" til tey ungu.
26.01.2011
Landsroyndir 2010 á Snar
Landsroyndirnar frá í fjør eru nú lagdar út á Snar. Tær eru at finna á serstaka síðuni, sum er gjørd til Landsroyndirnar.
23.11.2010
Krabbastovnurin veksur alsamt
Sjey nýggjar bøkur eru komnar út í lættlesirøðini krabbabøkur hjá Bókadeild Føroya Lærarafelags og Føroya Skúlabókagrunni
22.11.2010
Orðabøkur Sprotans á Snar
Nú ber til at leita í netorðabókunum hjá Sprotanum beinleiðis á Snar. Til ber at gera tvær ókeypis leitingar. Vilt tú leita meira, mást tú keypa orðabókahald á heimasíðuni hjá Sprotanum.
18.11.2010
Eingir ránsmenn eru í skóginum
Eingir ránsmenn eru í skóginum er ein spennandi, men eisini rólig søga um drongin Pætur, dukkuna Mimmi og Fiolito, ránsmnannahøvdingin, hvørs fjøruti røvarar gera eftir hansara boðum. Astrid Lindgren hevur skrivað.
27.09.2010
Stóra ævintýrbókin
Bókadeild Føroya Lærarafelags gevur út Stóra ævintýrbókin. Í bókini er 8 ævintýr. Tvey teirra koma fyri fyrstu ferð út á føroyskum.
23.09.2010
Tríggjar bøkur frá bókadeildini
Lávus brúkar suttu er til tey 0-2 ára gomlu, Bjørnin Alfred er til tey 3-6 ára gomlu, og Mannajagstrarin er til tey 7-12 ára gomlu.
16.09.2010
Læruríkar eygleiðingar - Savnsfagnaður 2010
Nú ber til hjá skúlaflokkum at tekna seg til Savnsfagnaðin. Tekningin verður send við telduposti til lms@lms.fo í seinasta lagi fríggjadagin 24. september.
15.09.2010
Tekna tað tú sært og ikki tað, tú heldur teg síggja!
Undir hesi yvirskrift bjóðar Listasavn Føroya skúlaflokkum at njóta ein tíma á savninum saman við savnslæraranum Oggi Lamhauge. Savnsfagnaður fyri skúlaflokkar verður í vikuni eftir heystfrítíðina frá 18. til 22. oktober.
08.09.2010
Elskar, elskar ikki
Í hesum døgum gevur Bókadeild Føroya Lærarafelags út bókina Elskar, Elskar ikki, sum er eitt savn av norðurlendskum kærleiksstuttsøgum. Bókin kemur út á 8 málum samstundis og er úrslit av norðurlendskum samstarvi, sum hevur fingið stuðul frá Kulturkontakt Nord og Nordisk Ministerråd.
02.09.2010
Nýmáni
Í vikuni gevur Bókadeild Føroya Lærarafelags út bókina Nýmáni. Nýmáni er framhald av bókini Skýming, sum kom út í fjør.
01.09.2010
Undirvísingartilfar frá Sprotanum
Forlagið Sprotin hevur sent út kunningarskriv um ymiskt undirvísingartilfar til lærugreinina føroyskt á miðnámi og í fólkaskúla. Talan er bæði um mállærutilfar og bókmentaligt tilfar. Lagt út: Sólvá Jónsdóttir, lærugreinaráðgevi
30.08.2010
Feilur í eg skrivi 9
Tíverri er ein feilur funnin í Eg skrivi 9. Hesin feilur er á síðu 10 í posti 3. "Orðini" skulu vera: stroya / drotning / hampiligur / kippa / ráða / blóðga / garður. vh Marjun Ziskason, ritstjóri
24.08.2010
Fýra nýggir gulir krabbar – og tríggjar aðrar
Sjey nýggjar bøkur eru komnar út í lættlesirøðini krabbabøkur, fýra bøkur til lægsta torleikastig, tvær til annað torleikastig og ein til fjórða torleikastig.
25.06.2010
Herviligi Henry, Eg hjálpi babba og Songartíð
Bókadeild Føroya Lærarafelags gevur í hesum døgum 4 nýggjar bøkur út. Tær eru 'Eg hjálpi babba', 'Songartíð' og tvær bøkur um Herviliga Henry.
18.06.2010
Nýtt undirvísingartilfar til 1. flokk
Arbeiðsbók 1 og Arbeiðsbók 2 til Súluna eru komnar! Í arbeiðsbókunum er dentur lagdur á at gera ljóðarbeiði stuttligt.
18.06.2010
6 bøkur frá bókadeildina
Bókadeild Føroya Lærarafelags hevur givið út 6 bøkur, smábarnabøkur, barnabøkur og bøkur til størri børn og ung. Tær eru Lítli dunnuungin/Lítli kettlingurin, Heidi, Narnia, Lisa í leikaland og Barn undir krígnum.
15.06.2010
Nordspråk skeið í talgildum miðlum
Nordspråk skipar í døgunum 29. oktober - 1. november 2010 fyri skeiði í talgildum miðlum við heitinum "Mobilkultur." Skeiðið verður hildið í Stokkhólmi og er ætlað føroysk- og dansklærarum á miðnámi og í framhaldsdeild fólkaskúlans.
14.06.2010
'Summar-fuglar'
Í tíðarskeiðnum 28. juni til 2. juli verður Summar-fugla legan, ið er lesi- og skrivilega fyri næmingar í 3., 4. og 5. flokki komandi skúlaár.
03.06.2010
Savnsfagnaður verður aftur fyri skúlar í heyst
Í heyst verður – eins og undanfarin ár – Savnsfagnaður á teimum fýra stóru søvnunum í Havn: Náttúrugripasavninum (Jarðfeingi), Sjósavninum, Listasavninum og Fornminnis-savninum. Í heystfrítíðini verður opið fyri almenninginum og í viku 42 eiga skúlarnir tíð 18. til 22. oktober.
26.05.2010
Nýggj bók við málmanninum í útvarpinum
Málprátini, sum hava verið í útvarpssendingini “Góðan morgun, Føroyar” við Jógvan í Lon Jacobsen, málfrøðingi á Føroyamálsdeildini, koma nú út í bók.
21.05.2010
Upprunaføroyska ungdómsbók frá Bókadeildini
Bókadeild Føroya Lærarafelags hevur givið út ungdómsbókina 'Skriva í sandin' eftir Marjun Syderbø Kjelnes. Hetta er fyrsta upprunaføroyska ungdómsbókin frá Bókadeildini í 15 ár.
14.05.2010
209 sagnir á Snar
Serstaka sagnasíðan á Snar lat upp í fyrst í árinum við 92 sagnum hjá Jakob Jakobsen. Síðan eru sagnirnar, sum V.U. Hammershaimb og Andreas Weihe savnaðu, eisini lagdar út. Tað ger, at nú eru 209 sagnir á Snar.
05.05.2010
Meira um nýggju krabbabøkurnar
Í dag koma sjey nýggjar, spennandi bøkur í røðini krabbabøkur, sum Bókadeild Føroya Lærarafelags og Føroya Skúlabókagrunnur geva út. Tríggjar í fjórða torleikastigi, tvær í fimta, ein í sætta og ein í sjeynda.
03.05.2010
Reyðhúgva - Tú veitst hvat tú fært
Bókadeild Føroya Lærarafelags gevur út bókina um Reyðhúgvu. Tað serliga við hesi útgávuni eru litríku myndirnar, ið megna at skapa eitt slag av retro huglagi.
29.04.2010
“Ein krabbi’” um forelskilsi og seks aðrir
Bókadeild Føroya Lærarafelags og Føroya Skúlabókagrunnur geva út sjey nýggjar bøkur í sera væl umtóktu krabbabókarøðini. Hesaferð eru tríggir viólbláir krabbar, tveir bláir, ein grønur og ein gráur. Grøna krabbabókin er ein faktabók um forelskilsi (... og um tað at mussast)
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2020