Náttúra og tøkni er læran um náttúruna, samspæl menniskjunnar við náttúruna, hvussu menniskju hugsa sær náttúruna skipaða og samansetta, og hvussu tøkniliga framgongdin hevur ávirkan á okkum menniskju og náttúruna, vit liva í. Náttúrufrøðin hevur ment seg sum úrslit av menniskjunnar forvitni eftir og tørvi á at finna sannleikan um sín egna uppruna og sína tilveru í náttúruni og alheiminum. Sum slík er náttúrufrøðin ein partur av okkara mentan.
Undirvísingin í Náttúru og tøkni leggur grundstøði undir tey hugtøk og teir førleikar, ið næmingurin skal vera brynjaður við til undirvísingina í lærugreinunum landafrøði, alisfrøði, evnafrøði og lívfrøði á 7. floksstigi og uppeftir...