• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:


Tilfarið til lærugreinina er skipað eftir floksstigi og øki sambært námsætlanini. Tú kanst velja floksstig og øki ovast til vinstru.

Á síðuni eru eisini slóðir til temasíður, útgávuheimar, tíðindi, tiltøk, aðrar heimasíður o.a.

Kunning

Bólka eftir:
Vísir 1 til 30 av 46
14.09.2017
Send flokk tín kring Norðurlond
Vit bjóða øllum skúlanæmingum til ókeypis skúlakjatt 20. september 2017
16.03.2017
Savna plast í 15 minuttir
Tín flokkur kann vera við í Norðurlensku Plastkappingini og Norðurlendskum Skúlakjatti
29.10.2015
"Dýr og plantur í fjøruni" fæst aftur
Henta og væl umtókta handbókin "Dýr og plantur í fjøruni", sum hevur verið útseld, er nú aftur at fáa.
04.11.2014
Atlas til heim og skúla
Atlasið komið til landið
23.10.2014
Veðurstøðir tøkar til láns
Verkætlanin Staðveðrið hevur í summar fingið nýggjar veðurstøðir, ið lærarar kunnu lána fyri einki í sambandi við undirvísing í náttúruvísindum.
27.04.2012
Firvaldabók ummæld í Veingjasuð
Fuglafrøðifelag viðger bók hjá Námi
28.01.2012
Googlebody aftur á netinum.
Netborna mannalikamið, ið fleiri kenna frá Googlebody, er nú aftur virkið á netinum, men nú undir navninum zygotebody. Hygg á www.zygotebody.com
05.09.2011
Næmingar á flot við Westward Ho
Í september 2011 er høvi hjá fólkaskúlanæmingum at fara á flot við Westward Ho. Á túrinum fáa næmingarnir kunning um trygd, fiskireiðskap og um sluppina. Túrarnir eru á leið 4 tímar langir, og fiskireiðskapur er umborð.
07.08.2011
Norðurlendskur veðurlagsdagur 2011
Fríggjadagurin 11.11.11 er norðurlendskur veðurlagsdagur, og í hesum sambandi verður skipað fyri ymsum undirvísingartiltøkum. Evnið í ár er matur og veðurlag.
26.01.2011
Landsroyndir 2010 á Snar
Landsroyndirnar frá í fjør eru nú lagdar út á Snar. Tær eru at finna á serstaka síðuni, sum er gjørd til Landsroyndirnar.
21.01.2011
100.000 ringmerkingar av fuglum
2010 gjørdist árið, tá vit rundaðu tær 100.000 ringmerkingar framdar í Føroyum. Ringmerking er ein sera týðandi liður í at fáa meira vitan um fugl, t.e. hvussu hann livir og ferðast. Men tað er tó ikki nóg mikið bara at seta ein ring á fuglin. Fyri at arbeiðið skal hepnast, er minst líka týdningarmikið at fáa fráboðanir, tá fólk finna bæði livan...
16.09.2010
Læruríkar eygleiðingar - Savnsfagnaður 2010
Nú ber til hjá skúlaflokkum at tekna seg til Savnsfagnaðin. Tekningin verður send við telduposti til lms@lms.fo í seinasta lagi fríggjadagin 24. september.
19.08.2010
Danskur nattúruvísindafestivalur
Í viku 39 fara danskir skúlar at halda ein nattúruvísindafagnað. Hetta er fimta árið á rað, og hesaferð er evnið "Menniskju og maskinur".
08.06.2010
Skúlakapping
Í samband við at ST hevur lýst 2010 at vera altjóða ár fyri lívfrøðiligt margfeldi, fara vit at skipa fyri kappingum fyri næmingum í 1.-7. flokki, við tí endamáli at varpa ljós á lívfrøðiligt marfeldi. Talan er um 2 sløg av kappingum: Ein fyri 1.-3. flokk og ein fyri 4.-7. flokk.
03.06.2010
Savnsfagnaður verður aftur fyri skúlar í heyst
Í heyst verður – eins og undanfarin ár – Savnsfagnaður á teimum fýra stóru søvnunum í Havn: Náttúrugripasavninum (Jarðfeingi), Sjósavninum, Listasavninum og Fornminnis-savninum. Í heystfrítíðini verður opið fyri almenninginum og í viku 42 eiga skúlarnir tíð 18. til 22. oktober.
20.04.2010
Eldgosið undir Eyjafjallajökli
Nógv hugsa um eldgosið í Íslandi, tí hetta er okkum so nærverandi og ávirkar eisini okkara samband til útheimin. Á íslendsku heimasíðuni http://eldgos.mila.is/ ber til at síggja eldgosið.
09.04.2010
Nyttar einki at klikkja á dósina
Nógv klikkja við fingrinum á sodavatnsdósina, áðrenn tey opna hana, soleiðis at hon ikki skal brúsa so illa, men hjálpir hetta? Serfrøðingarnir halda ikki.
06.04.2010
Skúlaútferðir til Nólsoyar/Borðuna
Skonnartin Norðlýsið ger skúlaútferðir til Nólsoynna í summar. Á ferðini kunnu næmingarnir uppliva náttúruna frá sjónum og annars fáa kunning um ymiskt umborð.
01.03.2010
Náttúrufilmar á LMS
LMS hevur stórt úrval av filmum at nýta í undirvísingini. Millum tað nýggja eru náttúrufilmar frá DR og BBC. Allir hava danska talu ella danskan tekst.
19.01.2010
Talgild uppvørpa
Nú samvirknu talvurnar verða brúktar í skúlastovunum, er sera hent eisini at hava talgildar uppvørpur, sum kunnu avmynda næstan alt, ið liggur undir tólinum, og flyta mydina upp á veggin við hjálp av teldu og ljósvørpu.
04.12.2009
Kendar náttúrussendingar á LMS
Kenda BBC-røðin "Vores planet" og "Klodens kræfter" eru nú at fáa til láns sum DVD frá Landsmiðstøðini.
19.10.2009
Fyrilestur um didaktik í náttúrulærugreinunum
Hósdagin 22. oktober kl. 15.00 fer Jens Dolin, leiðari á "Institut for Naturfagenes Didaktik" á universitetinum í Keypmannahavn, at halda fyrilestur um didaktiskar trupulleikar í undirvísingini í náttúrulærugreinunum.
08.10.2009
Savnsfagnaður: Náttúrugripasavnið er altíð spennandi
Føroya Náttúrugripasavn er ímyndin av Heystfagnaðinum, sum nú er vorðin til Savnsfagnað. Á Náttúrugripasavninum hava tey sum vanligt nógv at vísa teimum vitjandi, og til ársins evni, orku, eru fleiri nýggir spennandi aktivitetir settir upp. Tú sleppur m.a. sjálvur at framleiða streym.
02.10.2009
Fyrilestrarrøð á søvnunum
Sum eina upphiting til Savnsfagnaðin skipa søvnini fyri fyrilestrarkvøld frá 5.- 8. oktober. Fyrilestrarnir eru brellbitar til vaksin, fjølmiðlar og lærarar. Vitjandi fáa eina hóming av, hvat søvnini bjóða børnum, ungum og vaksnum í Savnsfagnaðinum.
29.09.2009
Vitjið Listasavnið í Savnsfagnaðinum 2009
Savnsvitjanin kann gerast spennandi og lærurík. Lærarar og næmingar kunnu nú heinta tilfar á Snar at fyrireika vitjan á Listasavn Føroya. Savnslærarin, Oggi Lamhauge, hevur gjørt fjølbroytt tilfar at brúka bæði áðrenn og eftir savnsvitjanina. Øll kunning og tilfar um Savnsfagnaðin 2009 er savnað á serligari síðu á Snar, www.snar.fo/savnsfagnadur, s...
23.09.2009
Savnsfagnaður 2009
Stórt og spennandi tiltak fyri skúlaflokkar. Í vikuni eftir heystfrítíðina, frá 19. til 23. oktober, bjóða fýra søvn 4., 5. og 6. flokkunum til læruríkar upplivingar í flestu lærugreinum. Søvnini boða frá fjølbroyttum framsýningum við uppgávum, har næmingar fáa spennandi avbjóðingar. Ætlanin er at varpa ljós á evnið ORKA, og tí verður serliga hugsa...
22.09.2009
Landsroyndirnar savnaðar á Snar
Allar landsroyndirnar frá 2008 og 2009 eru nú savnaðar á eini síðu á Snar. Eisini eru skjøl um landsroyndirnar frá Mentamálaráðnum á síðuni.
14.09.2009
Fuglar flúgva inn í skúlastovuna
Undirvísingarportalurin Snar er komin við nýggjari fuglasíðu, har tað ber til at síggja filmsbrot og hoyra ljóðbrot við føroyskum fuglum. Heimasíðan hevur eisini dygdargóða kunning og spøl.
10.09.2009
Tíðarlinjur sum undirvísingaramboð
Eitt alternativ til vanliga uppgávuskriving kann vera at lata næmingarnar lýsa eitt evni við eini tíðarlinju, ið kann innihalda tekst, myndir og filmsbrot.
03.09.2009
emu.dk 10 ár.
Danski skúlaportalurin www.emu.dk heldur 10 ára føðingardag, og í hesum sambandi hevur danski skúlaportalurin fingið heimasíðuna dagførda.
Vísir 1 til 30 av 46
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019