Søga snýr seg um, hvussu fólk hava livað saman, og hvussu tey hava virkað í mun til samfelag og náttúru frá fornøld til okkara dagar. Søga gevur vitan um hendingar og menningargongdir og um, hvussu viðurskifti og hendingar hanga saman. Søga er við til at skapa ein felags uppruna fyri menningina av samleika og tilviti. Kjarnin í søgu er at tulka tær slóðir, sum søguliga gongdin hevur lagt eftir seg, og hvussu tulkingar av søguni verða nýttar. Søga er bæði ein hugvísindalig og ein samfelagsfaklig lærugrein.