• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Sameindu Tjóðir

Stovnurin Sameindu Tjóðir varð stovnaður í 1945 fyri at forða fyri fleiri kríggjum sum fyrra og seinna heimsbardaga. Tú hevur uttan iva hoyrt um føroyskar politikarar, sum hava verið á ST-aðalfundi í New York. Og kanska kennir tú mannarættindasáttmálan hjá ST ella veitst um onkran, sum hevur verið ST hermaður.

Føroyar eru ikki sjálvstøðugur limur í ST – Sameindu Tjóðum, men eru partur av danska limaskapinum. Næstan øll fullveldislond eru í ST, har tey  samstarva og samráðast um øll heimsins viðurskifti.  Hóast Føroyar ikki eru stjálvstøðugur limur, so hava vit tó atlimaskap í felagsskapum, sum eru knýttir at ST.

Sameindu Tjóðir er týdningarmesti altjóða felagskapurin í heimskipanini.  Stórur partur av øllum altjóða samstarvi fer umvegis ST ella ein av stovnunum í sonevndu ST familjuni, og stovningarsáttmáli Sameindu Tjóða (Charter of the United Nations) verður mettur sum eitt slag av stjórnarskipan fyri allan heimin.

ST er skipað í seks høvuðsstovnar: Aðalfundur Sameindu TjóðaTrygdarráðiðBúskapar- og AlmannaráðiðSkrivstovan og aðalskrivarinAltjóða Dómstólurin og Tilsjónarráðið.  Hesir stovnar verða nærri lýstir á næstu síðunumm.

Harumframt eru fleiri sjálvstøðugir stovnar, sum hoyra til ST familjuna, til dømis Heimsbankin, WFP (World Food Programme) og IMO (International Maritime Organisation).

Forða fyri kríggi

“Vit fólkasløg Sameindu Tjóða hava avgjørt at bjarga komandi ættarliðum frá plágu krígsins, sum tvær ferðir í okkara livitíð hevur givið mannaættini ósigandi lýðing”

Hetta er fyrsti setningurin í stovningarsáttmála Sameindu Tjóða, sum 50 lond skrivaðu undir 26. juni í 1945.

Eftir at seinni heimsbardagi hevði kravt yvir 30 milliónir mannalív, samdust politisku leiðararnir í sameindu londunum um at gera ein felagsskap, sum skuldi forða fyri fleiri lemjandi kríggjum. Vónin var at fáa frið og virðing fyri mannarættindum við at stegða kríggi, fátækdømi, sjúku, analfabetismu og umhvørvisoyðilegging.

Skipanin tók lutvíst støði í Fólkasamgonguni - FS, sum varð sett á stovn eftir fyrra heimsbardaga, men varð bygd á onnur virðir. Fólkasamgongan bygdi á rættvísi, ST harafturímóti varð grundað á trygd og støðufesti. Tá seinni heimsbardagi brast á, varð hildið, at ein av orsøkunum til kríggið var, at Fólkasamgongan hevði ikki nóg stórt vald til at forða fyri stórkríggi. Hetta førdi til, at ST fekk sonevnda Trygdarráðið. Í Trygdarráðnum fingu fimm tey valdsmiklastu londini, sum vóru í parti við teimum sameindu, fastan sess. Hesi londini eru USA, Russland, Frakland, Bretland og Kina.

 

Í sambandi við at ST fylti 60 ár í 2005, varð felagsskapurin lýstur frá byrjan til í dag. 

Sendingin greiðir frá upprunanum hjá Sameindu Tjóðum, hvussu ST er skipað, og hvussu arbeitt verður í ST skipanini. Eisini verður komið inn á sjálvsavgerðarrættin og menningarætlanina, sum ST aðalskrivarin Kofi Annan legði fram í 2005. Harumframt verður munurin millum Fólkasamgonguna og ST viðgjørdur við serligum denti  á hugtøkini rættvísi og trygd. 

  1. Kanna yvirlitið yvir ST bygnaðin, (UN organizational chart) á ST heimasíðuni.
  2. Hvussu arbeiðir ST?
  3. Hvat er sjálvsavgerðarrættur, og hvønn týdning hevur hann í ST høpi? 
  4. Finn broytingaruppskotini hjá Kofi Annan og nevn 3 høvuðstættir. Hvussu hevur gingið við menningarætlanini?

Millumtjóða

ST er ein millumtjóða felagsskapur, og meginreglan er, at bara fullveldislond kunnu verða limir. Dømi eru tó um lond uttan fullveldi, sum hava verið limir. Ukreina og Hvítarussland vóru limir í ST, hóast tey vóru partur av Sovjetsamveldinum undir kalda krígnum. Hildið verður, at Sovjetsamveldið kravdi at fáa størri vald í ST, og at hetta varð gjørt við at geva Sovjet-lýðveldunum Ukreina og Hvítarusslandi status sum ST-limir og harvið fullan atkvøðurætt.

ST sum heild hevur ikki yvirtjóða heimild, og ST-avgerðir eru vanliga ikki bindandi fyri limalondini. Tó eru avgerðirnar hjá Trygdarráðnum bindandi fyri øll limalondini, so á hesum øki er ST ein yvirtjóða felagsskapur.

Aftur  Næsta síða

 
Hvørji lond eru ikki við?
Spurningar

Hevur ST tryggjað heimsfriðin, síðani tað varð sett á stovn í 1945?

Hvussu heldur tú, at heimurin hevði sæð út í dag, um ST ikki var til?

Hvat merkja myndirnar í búmerkinum hjá ST? Hvat sigur búmerkið um ST?

Er nøkur miðlasøga hesa vikuna, sum hevur nakað við ST at gera? 

Hvat heldur tú um, at Føroyar ikki eru sjálvstøðugur limur í ST?

Hvussu heldur tú, at ST átti at ment seg í framtíðini?

 

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019