• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:


Tilfarið til lærugreinina er skipað eftir floksstigi og øki sambært námsætlanini. Tú kanst velja floksstig og øki ovast til vinstru.

Á síðuni eru eisini slóðir til temasíður, útgávuheimar, tíðindi, tiltøk, aðrar heimasíður o.a.

Kunning

Bólka eftir:
Vísir 1 til 30 av 35
02.10.2017
Royn tíni kynstur í støddfrøðini
Við netspælinum Lognumber fáa næmingar høvi at spæla einsæris ella í bólki.
15.01.2016
Nýggjur roknisangur
Steintór Rasmussen, lærari í Klaksvík, sum eisini er kendur úr Frændum og Kulum Rótum, hevur gjørt nýggjan roknisang.
03.11.2015
Plakatir av tølunum
Nú ber til at taka niður plakatir av tølunum í útgávuheiminum til Rokning.
14.10.2015
Altjóða støddfrøðidagur
Altjóða støddfrøðidagurin, sum UNICEF skipar fyri, fellur í ár á 14. oktober. Eini 5 milliónir næmingar úr fýra árum upp í 18 ár úr 240 londum taka lut.
26.08.2014
Samvirkin rokning
Teldutøkar uppgávur og tilfar til samvirknar talvur til Rokning 1a er lagt út á Snar.
16.04.2012
Støddfrøðihjálp á føroyskum
Íslendski Stærðfræðivefurinn rasmus.is nú eisini á føroyskum
21.12.2011
Ymisk pappír til støddfrøði
Talan er um um ternut pappír, millimeturpappír, normalbýtispappír, logaritmupappír og fleiri onnur pappír.
07.09.2011
Veðurlagstoppfundur í skúlanum
Lutaleikur til næmingar í framhaldsdeild og á miðnámi.
09.08.2011
Støddfrøði og Skygni
Við útgávuni Skygni 7 er røðin fullfíggjað.
29.03.2011
Syngið tabellirnar
At falda við sangi er ein øðrvísi og stuttligur háttur at læra støddfrøði. Joan Hovgaard hevur gjørt sangir til tær lítlu tabellirnar. Í samstarvi við sínar næmingar í Sørvágs skúla hevur hon innspælt og sungið løgini til barnaútvarpið.
26.01.2011
Landsroyndir 2010 á Snar
Landsroyndirnar frá í fjør eru nú lagdar út á Snar. Tær eru at finna á serstaka síðuni, sum er gjørd til Landsroyndirnar.
23.08.2010
Venjarin á emu.dk
Næmingar í fólkaskúlanum og í miðnámi kunnu nú um internetið fara inn á træneren.emu.dk at læra seg og venja sín førleika.
13.08.2010
Nýggj roknibók
Nú er aftur ein bók í Skygnirøðini komin út. Gongst eftir ætlan verður bókarøðin Skygni fullfíggjað í 2011. Tá kunnu allir flokkar í fólkaskúlanum, frá fyrsta til níggjunda, rokna á føroyskum undir savnandi heitinum Skygni.
20.04.2010
Føroysk hagtøl inn í skúlarnar
Í samstarvi millum undirvísingarportalin Snar og Manntal verður nú farið undir at gera undirvísingartilfar til næsta skúlaár.
02.03.2010
Próvtøkur fólkaskúlans 2010
Mentamálaráðið hevur sent øllum skúlum við framhaldsdeild skriv um skrivligu próvtøkur fólkaskúlans 2010. Fyrstu skrivligu royndirnar verða mánadagin 17. mai. Munnligu próvtøkurnar byrja mánadagin 7. juni.
21.01.2010
Læruspøl til tey allar minstu
Læruspøl av ymsum slag. Stuttlig skap og ting, ið gnýsta, nógvir litir og nógv ljóð.
19.01.2010
Talgild uppvørpa
Nú samvirknu talvurnar verða brúktar í skúlastovunum, er sera hent eisini at hava talgildar uppvørpur, sum kunnu avmynda næstan alt, ið liggur undir tólinum, og flyta mydina upp á veggin við hjálp av teldu og ljósvørpu.
22.09.2009
Landsroyndirnar savnaðar á Snar
Allar landsroyndirnar frá 2008 og 2009 eru nú savnaðar á eini síðu á Snar. Eisini eru skjøl um landsroyndirnar frá Mentamálaráðnum á síðuni.
03.09.2009
emu.dk 10 ár.
Danski skúlaportalurin www.emu.dk heldur 10 ára føðingardag, og í hesum sambandi hevur danski skúlaportalurin fingið heimasíðuna dagførda.
18.08.2009
First Lego League 2009
Aftur í ár er møguleiki at vera í tiltakinum First Lego League, (FLL). Eitt avbjóðandi, mennandi og spennandi tiltak fyri børn og ung í aldrinum 10 – 16 ár.
18.08.2009
Støðis-og fimisgreining serstaka síðu
Støðis- og fimisgreiningar fáa nú sína serstaku síðu á Snar. Á síðuni verður alt, sum hevur við støðis- og fimisgreinginarnar at gera. M.a. eru uppteljingarbløðini bara til taks á Snar.
11.05.2009
Frumtøl kunnu brúkast til okkurt
Helst hava fleiri spurt seg sjálvan, um frumtøl kunnu brúkast til nakað sum helst. Svarið er, at tað kunnu tey, og faktiskt brúka vit tey alla somlu tíðina uttan at vita av tí.
28.04.2009
9 ára gamla Simona vann 1. umfar av teknikappingini
Vinnararnir av 1. umfari av teknikappingini, Tekna ein granskara, eru nú funnir. Tær innsendu myndirnar hava ligið á netinum, har møguleiki hevur verið at givið teimum atkvøður. Nú 1. umfar er runnið, so er greitt, at 9 ára gamla Simona hevur fingið flestar atkvøður. Nummar tvey gjørdist 11 ára gamla Elisabet Andrea og 8 ára gamli Árni gjørdist num...
20.04.2009
Tað ber til at rokna við Merkinum
Kunnu vit rokna við Merkinum - tí føroyska flagginum? spyr Petur Zachariassen frá Náttúruvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum í áhugaverdum tilfari um Merkið ætlað lærugreinini støddfrøði í framhaldsdeildini. Nú ber til at fáa lærugreinina støddfrøði við í tvørgreinaliga undirvísing um flaggdagshald og Merkið.
15.04.2009
Flaggdagstema á Snar
Ein temasíða til flaggdagin er nú stovnað á Snar. Á hesi síðuni verður alt, sum hevur við flaggdagin og "Merkið" at gera savnað.
14.04.2009
Felag fyri støddfrøðilærarar
Mikudagin 15. apríl 2009 verður skipað fyri einum fundi í samkomuhøllini í Studentaskúlanum í Hoydølum. Endamálið er at skipa eitt felag fyri støddfrøðilærarar og onnur, ið starvast við støddfrøði.
02.04.2009
Minsti skúlin vann ársins SEV-kapping um orkunýtslu
Tað er fest og gleði á Velbastað. Elsti flokkurin í Velbastaðar skúla varð seinnapartin í gjár kosin vinnari av landsumfatandi skúlakappingini hjá SEV fyri 7. flokkar. Velbastaðarbørn vunnu samanlagt ein bæði sannførandi og uppibornan sigur.
31.03.2009
Nú skulu vinnararnir finnast av 1. umfarinum í Tekna ein granskara
Tíðindi frá Granskingarráðnum: Tað eru komnar 61 myndir inn til 1. umfarið av kappingini Tekna ein granskara, nú freistin er úti. Tekningarnar eru bæði stuttligar og flottar, og tað sæst, at tað er lagt nógv hugflog og arbeiði í tekningarnar. Ein av teimum, sum hevur sent tekningar inn, skrivaði: "Hetta var ein stuttlig uppgáva - gott hugsað av ...
26.03.2009
Spyr læraran um First Lego League
Á tíðindastevnuni í First Class verður heitt á næmingar um at spyrja læraran um loyvi at vera við í ársins "First Lego League kapping".
26.03.2009
Gomlu Sigmabløðini á Snar
Nýggj áhugaverd síða við gomlu Sigmabløðunum frá 1979 - 1983 er nú løgd inn á støddfrøði- og alis- og evnafrøðisíðurnar.
Vísir 1 til 30 av 35
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019