• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Koralds kvæði

 

CCF 111 B

Einki  TSB-nr.

 

1 Ríkaldur ræður for langari lund,

keisarin fyri Sakslands grund,

við ástum leiddi lystigt sprund,

mætur unti miðjar lund.

 

2 Korald nevni eg aldur hans,

vóks tar upp við miklum sans,

tók av øllum saksum lívið,

listir og vísdóm prýddi.

 

3 Koraldur vóks har upp við prýði,

tók av øllum saksum lívið,

miklum gávum mest stýrdi,

listir lærdi og vísdóm prýddi.

 

4 Ríkaldur átti dóttur tá,

Sigurlið er hon nevnd for mær,

leingi var tann brúðurin kær,

sum søgan sigur í dømum mær.

 

5 Jallurin gisti kongin heim,

hann kravdi síni orð við góðari grein,

til sigling býður hann teim heim,

við tukt hann lærdi tann unga svein.

 

6 Rubert kom so, reystur og vitur,

hittir nú á, hvar Sigurlið situr,

gestur talar til brúður vitur,

branda bitur og seggja litur.

 

7 Vuksu upp á kongafund,

Rubert og tað væna sprund,

gótu barn við leyvarlund,

forlagdagur er mongurn [tungur].

 

8 Tað bar til á onkuntíð,

Sigurlið gár for faðir sín:

“Tú bygg mær sal við ternu mín,

víða sveimar garpi tín!”

 

9 Frúgvin varð leidd við ternur tvær

í Hildarsal, og tað var væl,

einki óttast frúgvin sær,

standið borgir og hallir væl!

 

10 Kongsins dóttir mæt og teit,

listilig væl ærum veit,

har var jólum alvæl sneitt,

svinn varð frú til songar leidd.

 

11 Tað bar til á onkuntíð,

Sigurlið blandar mjøð og vín,

býður nú Koraldi heim til sín,

við sorgum drekka høviskir vín.

 

12 Tað bar til á onkuntíð,

Sigurlið blandar mjøð og vín,

býður nú Ruberti heim til sín,

við sútum drekka fljóðini vín.

 

13 Hetta er okkara deyðasøk,

sigst so til í dømum røk,

høviskir, vekið hilmar gløð,

brúður ver í orðum spøk!

 

14 Rubert kemur so reystur og vitur,

hittir nú á, hvar Sigurlið situr,

gestur talar til brúður vitur,

branda bitur og seggja litur.

 

15 Tað bar til á onkun dag,

Koraldur ræður sín faðir at tala:

“Alin er svein í Sildarsal,

dult er fyri tær kvinnutal.”

 

16 “Er tað satt, tú sigur frá,

illa skulu tær leikir gá,

skilja tann garpa við lívið so,

tú skalt teg á gálgan gá.”

 

17 Koraldur studdust fram á spjót,

leggur ráð for faðir góð:

“Tó hann tær hevur brotið ímót,

tær skuluð vera honum ráðagóð.”

 

18 Ríkaldur vísir Ruberti veg,

biður hann ikki koma for seg:

“Eg trúði honum væl, tá sveik hann meg,

síðan ger hann so við teg.

 

19 Gud hevur skapað so mangan mann,

hvør skal for øðrum biðja sann,

tú gev honum til ta fyrstu at,

øðru og ta triðju sak!”

 

20 Ríkaldur vísir Ruberti veg,

biður hann ikki koma for seg:

“Eg trúði honum væl, tó sveik hann meg,

síðan ger hann so við teg.”

 

21 Koraldur stár for faðir sín:

“Lat tó Rubert njóta mín,

høviskir vekið seggjastríð,

hilmir, ver í huga blíður!”

 

22 Ríkaldur vísir Ruberti veg,

biður hann ikki koma for seg:

“Eg trúði honum væl, tó sveik hann meg,

síðan ger hann so við teg.”

 

23 Koraldur snúðist haðan tá,

Ruberti hann sigur frá:

“Tú mást teg av landi gá,

ikki mást tú hans eygun sjá.”

 

24 Rubert tekur til orða svá,

Koraldur stóð og lýddi á:

“Hvøssu skal eg av landi gá,

uttan eg tín tá njóta má?

 

25 Havið tær nakað hoyrt frá tí,

báran brýtur á land so stríð,

Miklagarði [er] mektigt vív,

mektig prýðir yvri fríð.”

 

26 Tað bar til á onkuntíð,

Koraldur gár for faðir sín:

“Tú skalt búgva virtur og vín,

tí forligt er í ferðum mín.

 

27 Havið tær nakað hoyrt frá tí,

báran brýtur á land so stríð,

Miklagarði [er] mektigt vív,

mektig prýðir 'ærvi' frítt.

 

28 Hvøssu skalt tú teir kongar kanna?

vita, tað geldur um nakrar manna,

tú kanst eina tungu tala,

hvøssu skalt tú høviskum svara?”

 

29 “Sannheit vil eg siga tær,

Rubert hann skal fylgja mær,

hann kann allar tungur tala,

hann skal fyri os báðar svara.”

 

30 Ríkaldur vísir Ruberti veg,

biður hann ikki koma for seg:

“Eg trúði honum væl, tó sveik hann meg,

síðan ger hann so við teg.”

 

31 Kongurin talar for Ruberti trú:

“Koraldi tað tænar tú,

í øllum lutum ver honum trú,

lat tað frætta keisarans frú!”

 

32 Vundu upp seglini gul og blá,

sigldu øllum londum frá,

skamt løgdu teir knørrin frá,

sjógvurin breyt á bunkan tá.

 

33 Dreingir halda for gaman sær,

rakkar førdu hátt í træ,

eyguni kvik í hilmar høll,

drógu niður á drekans fjøll.

 

34 Sigldu nátt sum ljósan dag,

blíðan byr, ið Gud teim gav,

Koraldur steig á bunka fram,

fyrstur sá hann Miklaland.

 

35 Sigldu inn á Sildarvág,

strykaðu segl á bunka bráð,

skamt løgdu teir knørrin frá,

har býr kongur, dóttur ár.

 

36 Koraldur kom tá fyrstur í høll,

honum var vorðin tungan snjøll,

undrast tók tá hirðin øll,

frætti hon tað hin blóman tøll.

 

37 “Bjartur maður at biðja teg,

tú ert so von, tú fjón ikki meg,

til miskunn vil eg heita á teg,

tó tað man falla ein annan veg.”

 

38 Keisarin tekur til orða svá:

“Hvat er tað for ein mann, har stár?

leingi havi eg undrast á,

eg ongan annan tílíkan sá.”

 

39 “Rubert skalt tú nevna hann,

hvar mangar listir, ið hann kann,

tílíkan sóu teir ikki mann,

ótrúgvur er hann royndur á sann.

 

40 Tílíkan sóu teir [ikki] mann,

ótrúgvur er hann royndur á sann,

harra, varnist henda mann,

tína dóttur svíkur hann.”

 

41 “Er tað satt, tú sigur frá?

illa skulu teir leikir gá,

hann skal upp á gálgan gá,

skilja tann garpa við lívi svá.”

 

42 “Harra tær muguð tað ikki gera,

á vára tænastu latið hann vera,

frætti ikki høviskir heim,

eg skiljist so við mín fylgdarsvein.”

 

43 “Søgur eru mær sagdar frá tær,

mær er hann so vorðin kær,

……………………………….

men hvat kann hann við skaft og skær.

 

44 Koraldur reikar um Hildartún,

gull brá á hans hár og brún,

moyggjar allar undrast á,

tílíkan ei við eygum sá.

 

45 Nú skal lætta av um stund,

Grattur fór eftir brattari lund,

Koraldur ríður á hallargrund,

hann býðst at ganga á garpafund.

 

46 Koraldur gekk tá síðan í sal,

skygdan hjálm á høvdi bar,

við dýrum steinum settur var,

hann ljómir um allan Sildarsal.

 

47 Mathild kastar høgindi blá,

Koraldur stóð og sá uppá,

mæla tók, ið leikin kná,

seggin bað hon sita á.

 

48 Mathild prýðir mangt og vitur,

gongur eftir silkiglitur,

gestur talar til brúður vitur,

branda bitur og seggja litur.

 

49 “Koraldur ger sum eg man minna,

før tíni orð, sum eg kann inna,

lat tað ongan livandi vita,

hvør teg lærdi list at gita!

 

50 Koraldur ger, sum meg man minna,

før tíni orð, sum eg kann inna,

lat tað ongan livandi fá,

hvør teg lærdi listir tá!”

 

51 Snarliga tróð hann breytarsyld,

vendi aftur á hallar 'hild',

saman bar tann brúðurin gild,

søtan kysti hann Mathild mild.

 

52 Tað barst til á onkun dag,

Koraldur ræður at skemta sær,

Rubert búði ikki fyri honum væl,

sum søgan sigur í dømum mær.

 

53 Hann steingir nú aftur borgarlið øll,

Koraldur vendi sín hest frá høll,

hann vendi sín hest aftur á vøll,

hann sá sær onga ríða frá høll.

 

54 Koraldur ristir kross fyri sær:

“Sannur Gud veri nú við mær,

Koraldur hoyrdi tey lótini til,

so eymliga ýldu dýrini við.

 

55 Koraldur tók sítt skaft og skeyt,

ljónur tvær við ljónur kleyv,

ljónur var við ljónur tvær,

bindur hann sær við skaft og skær.

 

56 Hann tekur nú bæði búk og bein,

bindur upp á sín fylgdarsvein,

tað var skamt frá herðagrein,

tá sterkir bóru bógvar heim.

 

57 Koraldur reið á borgina tá,

sum upprørini stiklaðu á,

reið sín falk og gjørdist svá,

borgarlið hann koyrdi frá.

 

58 Koraldur reið á borgina tá,

sum upprørini stiklaðu á,

reið sín falk og gjørdist tungur,

borgarlið hann koyrdi sundur.

 

59 Koraldur reið á borgina tá,

sum upprørini stiklaðu á,

reið sín falk og gjørdist ný,

glumdu á jørð, og bivaðu ský.

 

60 Tá kom upp, sum síðst um vardi,

Rókur í høll og Ringur stardi,

blikna tóku dreingir gævir,

dýrið tað var illa farið.

 

61 Hann kastar nú greipur fram á borð,

ógvuligt var hetta morð,

eingin tordi tala eitt orð,

Rókur, Hóvur og Ringur Skor.

 

62 Keisarin tekur til orða svá,

Koraldur stóð og lýddi á:

“Antin er hetta kappin reystur,

ella er hann í gívrum treystur.”

 

63 “Harra, tær talið ikki slíkt.

annað tykir os vera líkt,

dýr ið hevur ligið í døkkum dvala,

í loyndum hevur hann til tað farið.”

 

64 Koraldur gekk at sita tá,

dýrið legðist honum hjá:

“Lovað veri drottin vár,

hann sum øllum skiftir mál.”

 

65 Árla var um morgunin, sett var ting,

alt gekk fólkið saman í ring,

keisarin setst í hásætið hægst,

Rubert situr honum næst.

 

66 Árla var um morgunin, sett var ting,

alt gekk fólkið saman í ring:

“Ríkaldur eitur faðir mín,

Keisarin, gev mær dóttur tín!”

 

67 Rubert var ikki við tað lætt,

havið tær hoyrt frá slíkum sagt,

hann fell sum í 'Dismarrat',

sprakk á føtur og gekk burt glatt.

 

68 Keisarin tekur til orða snúgva:

“Vant er tveimum høviskum at trúgva,

tit skuluð tykkum til ferðar búgva,

síðan at kanna 'kjirja brigva'.

 

69 Koraldur tekur til orða svá,

keisarin stóð og lýddi á:

“Harra viljið tær leikin sjá,

í morgin skulu vit ríða gá.”

 

70 Árla var um morgunin, sólin skein,

Koraldur krevur sín fylgdarsvein,

hann krevur sín hest, við dyst hann reið,

av gulli glógvar hans gríma breið.

 

71 Árla var um morgunin, sól skein víða,

dreingir búgvast at ríða,

stendur í gluggum glæstri fríða,

tekkilig var moyggin blíða.

 

72 Koraldur reið á markir vítt,

við hørðum høggum bresti títt,

moyggjar halda frøði frá,

tær ongan annan tílíkan sá.

 

73 Koraldur reið teim øllum frá,

allir mundu sjá tará,

allir mundu undrast á,

hvør sum henda leikin sá.

 

74 Átjan fet leyp hestur hans hátt,

tað fremjist so mangt í henda tátt,

í lofti vendi hann sær íkring,

hann kom so niður á miðal ting.

 

75 Rubert tekur til orða snúgva,

keisarin ræður hans orðum at trúgva:

“Ormarnir munnu hjá gullinum búgva,

hagar skal hann listir snúgva.”

 

76 Upp stóð Mathild væna sprund,

Koraldi fylgdi í grøna lund:

“Tá ið tú kemur á fílafund,

lat tá galtin rína um stund!”

 

77 Koraldur var so rask ein mann,

ríður á tað ormaland,

Mathild gár bæði út og inn,

títt rann tár á hennara kinn.

 

78 Koraldur skemtar sær við brand,

sum mangt eitt djór for honum rann,

við fótum tróð hann reyðan sand,

til hann kom á fílaland.

 

79 Legði hann skip á glæstriskeið,

skutu skip, og skútan leið,

saman bar tann gívrin greið,

tóku høvn í sólarreið.

 

80 At ýla tók tann nóbils á,

stóran stíg og eikitræ,

neistar mundu svidna á,

hvar løvar lutur á vølli lá.

 

81 Myrk er nátt for døkkan grein,

hann kom í blíðan birtings heim,

tá var ei í skoppum sein,

tá skakkur risti kappabein.

 

82 Reyðum steinum kastar títt,

tá var at søkja blítt,

láta lív var ikki frítt,

mangt vann hann við treytir slíkt.

 

83 At heglast tóku ormar tveir,

Koraldur ræður á báðar teir,

ormarnir bæði grimmir og stórir,

tretivu alin teinirnir vóru.

 

84 Upp leyp ein av ormum stór:

“Koraldur, hvat eitur títt fljóð?”

“Mathild eitur hon enn sum áður,

tí standi eg her bæði [følin og bláur]”.

 

85 Koraldur tók sítt skaft og skeyt,

ofta hevur frægur vunnið treyt,

hann rendi inn á hallarleik,

hann brá á loftið, tar hann skeyt.

 

86 Koraldur sveipar gullið saman,

góðar gávur Gud honum gav,

dvørgar halda frøði frá,

ongan annan tílíkan sá.

 

87 Tá var lokin seggja pína,

Koraldur søkir kappar sínar,

høviskir blanda mjøð og vín,

við sútum drekka ervi fín.

 

88 Hann ristir fyri sær merki dýr,

tey kundu øllum ódnum stýra,

hann sá yvir land so víða,

hoyrir ódnir og ikki fríðar.

 

89 Koraldur ristir kross fyri sær:

“Sannur Gud veri nú við mær.”

Koraldur fór tá uttar í vrá,

letur nú høggini dynja á.

 

90 Tekur at vaksa vanda kvíða,

ormarnir taka kykir at skríða,

borgin tók á hvælum at ríða,

kyrjalssteinur skeiklast víða.

 

91 Mong vóru merki, hartil stór,

sum leyv í gras á herðum gól,

hann tók upp tær kannur tólv,

sum fræðir drukku forðum jól.

 

92 Koraldur var so rask ein mann,

ormarnir tók hann sær í hond,

Koraldur gekk í hallina inn,

sum Mathild sat bæði still og svinn.

 

93 Legði hann hond um frúnnar háls,

tá var Ruberti fátt til máls,

Ruberti varð so illa við,

hann fell niður í óviti.

 

94 Dýrið lá for Koralds knæ,

gullkeðu um hálsin bar:

“Hetta skal Mathild hava nú,

vil hon vera Koralds frú.”

 

95 Mathild hugsar við sjálvari sær,

henni var ástin vorðin kær,

vil nú skeinkja mjøð og vín

for Koralds faðir og faðir sín.

 

96 Tá var lokin seggja pína,

Koraldur heitir á sveinar sínar:

“Heintið mær higar faðir mín

at drekka bæði mjøð og vín!”

 

97 Tá var lokin seggja pína,

Koraldur heitir á sveinar sínar:

“Heintið mær Sigurlið, systur mína,

at skeinkja bæði mjøð og vín!

 

98 Vælkomin, Sigurlið, systir mín,

skonk nú bæði mjøð og vín!”

Sigurlið var so snart at svara:

“Eg eri ikki tarfor komin her.

 

99 Herum er ikki meiri at tala,

nú skulu vit til kirkju fara,”

trý hundrað píkur skulu for henni fara,

so sakta sum hon vil tað hava.

 

100 Smukkar píkur skulu sakta gá,

summar stórar og summar smá,

sveinar skulu gá [fyri] hann,

tí Koraldur er ein dygdarfull mann.

 

101 Brúður var so væl tilgjørd,

slík var ikki pá hesari jørð,

har var yvir herðar 'skuj',

so var tað í gulli 'druj'.

 

102 Hálsklæði var av *akurull,

keðan út av reyðargull,

rósinobul tarí hekk,

Mathild svinn eftir jørðini gekk.

 

103 Beltið var sett við edlar steinar,

stórar liljur og smáar greinar,

forklæðið var pá mangan hátt,

sumt var stórt og sumt var smátt.

 

104 Sigurlið var so snart at svara:

“Brúðurin hon vil leiðissvein hava.”

Kongurin av Spania tar upp stóð,

kongurin av Danmark var og so góð.

 

105 Gull bar um sín hvíta hand,

muffan av tað reyða gullband,

presturin og so prestsins frú

undraðust á hesa brúður.

 

106 Brúður varð sett í luktan stól,

har varð spælt upp á fiól,

fimmti ljós pá altari stóð,

til heiður og æru for brúður góð.

 

107 Brúðurin varð leidd for altarið fram,

presturin tók í hennara høgru hand:

“Eg skal tykkum í ektaskap víga,

tað skulu sveinar og høviskir síggja.”

 

108 Brúðurin varð leidd frá kirkju heim,

sveinar hildu sær á gleim,

brúðurin varð sett á brúðarbonk,

Sigurlið fríða bar fram skonk.

 

109 Brúðurin varð leidd í brúðarhús,

kongurin sjálvur bar for henni blús,

allir mundu brúðrina lova,

sveinar fylgdu henni at sova.

 

110 Allir mundu brúðrina lova,

sveinar fylgdu henni at sova,

har varð sungið, har varð sprungið,

stór og smá við snjøllum tungum.

 

111 Kattingur varpar átjan hyljar,

mest man frøðið fljóðið skilja,

flestalt fór eftir Filkusar vilja,

reystur ræður sær frá at gilja.

 

112 Fljóð fór yvir Sildarvág,

skipini flutu havi hjá,

Koraldur gav teim øllum ja,

teim sum honum vildu fara frá.

 

Handrit: J. Klemmensen: Sandoyarbók. Dansk Folkemindesamling 68, nr. 33, s. 389.

 

Útgávur:  

1. Jóannes í Króki: Sandoyarbók II, Samskipað útgávuna hevur Rikard Long, 1982 s. 36.

2. Føroya kvæði (N. Djurhuus  greiddi til útgávu, 1968) Band V, s. 290

3. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2003) 27. bind, s. 20.

 

Heimild: Úr Sandoy: Poul Pedersen, Poul í Kirkjugerði (1781-1860), Skálavík, 1822. 

 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019