• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Koralds kvæði

 

CCF 111 C

Einki TSB-nr.

 

1 Ríkaldur ræður for langari lund,

keisarin for Sakslands grund,

við ástum leiddi tað væna sprund,

Mathild unti miðjar lund.

 

Meg vá lystig leikalind,

lat tær sorgir milda lund!

Skulu berja banastund,

bíða mín, tað hitt væna sprund!

 

2 Korald nevni eg aldur hans,

veks tar upp við miklum sans,

miklum gávum mest hann stýrdi,

listir lærdi og vísdóm prýddi.

 

3 Koraldur veks tar upp við prýði,

tók av øllum saksum lívið

unti dreingjum 'geavum' vívi,

við miklum gávum ríki stýrdi.

 

4 Ríkaldur átti dóttur ta,

Sigurlið er hon nevnd for mær,

leingi var tann brúðurin kær,

sum søgan sigur í dømum mær.

 

5 Jallurin gisti kongin heim,

hann kravdi síni orð við góðari grein,

til sigling hann teim [biður] heim,

við tukt hann lærdi tann unga svein.

 

6 Rupert kom so reystur og vitur

hittir á, hvar Sigurlið situr,

Gestur talar til brúður vitur,

branda bitur og seggja litur.

 

7 Vuksu upp á kongafund,

Rupert og tað væna sprund,

gótu barn við leyvarlund,

forlagdagur er mongum tung.

 

8 Tað barst til á einhvørs tíð,

Sigurlið gár for faðir sín:

“Bygg mær sal og ternan mín,

víða sveimar garpin tín.”

 

9 Frúgvin varð leidd við ternur tvær,

í Sildarsal, og tað var væl,

einki óttast frúgvin sær,

standi nú borgir og hallir væl.

 

10 Kongsins dóttir mæt og teit,

listiliga var ærum veitt,

har vóru jólum alvæl sneitt,

svinn varð frú til hallar leidd.

 

11 Tað barst til á onkuntíð,

Sigurlið blandar mjøð og vín,

býður Koraldi heim til sín,

við sorgum drukku høviskir vín.

 

12 Tað barst til á onkuntíð,

Sigurlið blandar mjøð og vín,

býður Ruperti heim til sín,

við søtum drukku fljóðini vín.

 

13 Hetta er, okkara deyða søkja,

sigst so til í dømin rekja,

høviskir vekja hilmar gløð,

frúgvin var í orðum spøk.

 

14 Rupert kom so reystur og vitur,

hittir á, hvar Sigurlið situr,

gestur talar til brúður vitur,

branda bitur og seggja litur.

 

15 Tað barst til á onkun dag,

Koraldur krevur sín faðir í tal:

“Alin er svein í Sildarsal,

dult er fyri tær kvinnutal.”

 

16 “Er tað satt, tú sigur frá,

illa skulu teir leikir gá,

hann skal upp á gálgan gá,

skilja tann garpa lívi frá.”

 

17 Koraldur studdist fram á spjót,

leggur ráð for faðir góð:

“Tó hann tær hevur brotið ímót,

tær skuluð vera honum náðagóð.”

 

18 Ríkaldur vísir Ruperti veg,

biður hann ikki koma for seg:

“Eg trúði honum væl, tó sveik hann meg,

síðan ger hann so við teg.

 

19 Gud skapt hevur so mangan mann,

hvør skal for 'erum' biðja sann?

gev honum til tað fyrsta hat,

aðru og ta triðju sak.”

 

20 Ríkaldur vísir Ruperti veg,

biður hann ikki koma for seg:

“Í trúgvum eið so sveik hann meg,

síðan ger hann so við teg.”

 

21 Koraldur stár for faðir sín:

“Lat tú Rupert njóta tað mín,

høviskir vekja seggjastríð,

hilmir, ver í huga blíð!”

 

22 Ríkaldur vísir Ruperti veg,

biður hann ikki koma for seg:

“Eg trúði honum væl, tó sveik hann meg,

síðan ger hann so við teg.”

 

23 Koraldur snúðist haðan tá,

Rupert[i] hann sigur frá:

“Tú mást teg av landi gá,

ikki mást tú hans eygun sjá.”

 

24 Rupert tók til orða svá,

Koraldur stóð og lýddi á:

“Hvussu skal eg av landi gá,

uttan eg tín njóta má?”

 

25 “Hevur tú nakað hoyrt frá tí,

báran brýtur á land so stríð?

Miklagarði er mektigt vív,

mektigt prýðir yvir fríð.”

 

26 Tað barst til á onkuntíð,

Koraldur gár for faðir sín:

“Tú skalt búgva virtur og vín,

forligt er í ferðum mín.”

 

27 “Hevur tú nakað hoyrt frá tí,

báran brýtur á land so stríð?

Miklagarði er mektigt vív,

mektigt prýðir yvir fríð.”

 

28 “Hvussu skalt tú teir kongar kanna?

vita, tað geldur um nakra manna,

tú kanst eina tungu tala,

hvussu skalt tú høviskum svara?”

 

29 “Sannheit vil eg siga tær,

Rupert hann skal fylgja mær,

hann kann allar tungur tala,

hann skal fyri os báðar svara.”

 

30 Ríkaldur vísir Ruperti veg,

biður hann ikki [koma] for seg:

“Í trúgvum eið tá sveik hann meg,

síðan ger hann so við teg.”

 

31 Kongurin telur for Ruperti trú,

Koraldi tað tænar tú,

í øllum lutum ver honum trúgvur,

lat tað frætta keisarans frúgv!”

 

32 Vundu upp seglini gul og blá,

sigldu øllum londum frá,

skamt løgdu teir knørrin frá,

sjógvurin breyt á bunka blá.

 

33 Dreingir halda á gamni sær,

rakkan førdu teir høgt í træ,

eyguni kvik í hilmar høll,

drógu niður á drekans fjøll.

 

34 Sigldu nátt sum ljósan dag,

blíðan byr ið Gud teim gav,

Koraldur steig á bunkan fram,

fyrstur sá hann Miklaland.

 

35 Hildu inn á Sildarvág,

strykaðu segl á bunkan blá,

skamt løgdu teir knørrum frá,

her býr kongur, ið dóttur ár.

 

36 Koraldur kom tá fyrstur í høll,

honum var lagað tungan snjøll,

undrast tók hann hirðin øll,

frætti hon tað hin blóman tøll.

 

37 Bjartur maður at biðja teg,

tú ert so vón, tú fjón ikki meg!

Til miskunn vil eg heita á teg,

tó tað man falla ein annan veg.

 

38 Keisarin tekur til orða svá:

“Hvat er tað for ein mann tar stár?

leingi havi eg undrast á,

eg ongan annan tílíkan sá.”

 

39 “Rupert skalt tú nevna hann,

hvør mangar listir, ið hann kann,

tílíkan sóu tær ikki mann,

men ótrúgvur er hann royndur á sann.

 

40 Tílíkan sóu tær ikki mann,

men ótrúgvur er hann royndur á sann,

harra, varnast henda mann,

tína dóttur svíkur hann!”

 

41 “Er tað satt, tú sigur frá,

illa skulu teir leikir gá,

hann skal upp á gálgan gá,

skilja tann garpa lívi frá.”

 

42 “Harra, tær muguð tað ikki gera,

í vára tænastu lat hann vera!

Tað skulu ei frægir frætta heim,

eg skiljist so við mín fylgdarsvein.

 

43 Søgur eru sagdar mær

frá honum og frá sjálvum tær,

mær er hann so vorðin kær,

hvat kann hann við skaft og skær?”

 

44 Koraldur reikar um Hildar tún,

gull brá á hans hár og brún,

moyggjar undrast allar á,

tílíkan ei við eygum sá.

 

45 Nú skal lætta av um stund,

Grattur fór eftir brattur í lund,

Koraldur ríður um hallargrund,

býðst at ríða á garpafund.

 

46 Koraldur gekk tá 'luijer' í sal,

skygdan hjálm á høvdi bar,

við dýrum steinum settur var,

ljómir um allan Sildarsal.

 

47 Mathild kastar høgindin blá,

Koraldur stóð og lýddi á,

mæla tók tann í leikin tá,

seggin bað hon sita á.

 

48 Mathild prýðir mektig vitur,

gongur eftir silki glitur,

leggur inn á tungu vitur,

edilingur 'mealu' situr.

 

49 “Koraldur, ger sum meg man minna,

før tíni orð, sum eg kann linna,

lat tað ongan livandi fá,

hvør teg lærdi listir tá!”

 

50 Snarliga tróð hann breytar syld,

vendi aftur á hallar hild,

saman bar tann [brúður] gild,

søta kysti hann Mathild mild.

 

51 Tað barst til á onkum dag,

Haraldur ræður at skemta sær,

Rupert búði ikki fyri honum væl,

sum søgan sigur í dømum mær.

 

52 Hann stongdi aftur borgarlið øll,

Koraldur vendi sín hest frá høll,

hann vendi sín hest tá aftur á vøll,

sá sær ongan ríða frá høll.

 

53 Koraldur ristir kross fyri sær:

“Sannan Gud veri nú við mær.”

Koraldur hoyrdi tey lótini til,

so eymliga ýla dýrini við.

 

54 Koraldur tók sítt skaft og skeyt,

oftum hevur frægur vunnið treyt,

rendi niður á 'hadlars leig'

brá á loft tar hann skeyt.

 

55 Hann tekur bæði búk og bein,

bindur upp á sín fylgdarsvein,

tað var skamt frá herðagrein,

tá sterkir bóru bógvar heim.

 

56 Koraldur reið at borgini tá,

sum upprørini stiklaðu á,

reið sín falk og gjørdist svá,

borgarliði hann koyrdi frá.

 

57 Koraldur reið at borgini tá,

sum upprørini stiklaðu á,

reið sín falk og gjørdist tungur,

borgarliðið hann koyrdi sundur.

 

58 Koraldur reið at borgini tá,

sum upprørini stiklaðu á,

reið sín falk og gjørdist ný,

glumdi á jørð og bivaðu ský.

 

59 Tá kom upp, sum síðst um vardi,

Rókur í høll og Ringur stardi,

blikna tóku dreingir gævir,

dýrið tað var illa farið.

 

60 Hann kastaði greipur fram á borð,

eymkiligt var hetta morð,

eingin tordi tala eitt orð,

Rókur, Høvur og Ringur Skor.

 

61 Keisarin tók til orða svá,

Koraldur stóð og lýddi á:

“Antin er hetta kappin reystur,

ella er hann av gívrum treystur.”

 

62 “Harri tala ikki slíkt,

annað tykir os vera líkt,

dýrið hevur ligið í dimmum dvala,

í loyndum hevur hann til tess farið.”

 

63 Koraldur gekk at sita tá,

dýrið legðist honum hjá:

“Lovað veri drottin vár,

hann sum øllum skiftir mál.”

 

64 Árla var um morgunin, sett var ting,

alt gekk fólkið saman í ring,

keisarin setst í hásætið hægst,

Rupert situr honum næst.

 

65 Árla um morgunin, sett var ting,

alt gekk fólkið saman í ring:

“Ríkaldur eitur faðir mín,

keisarin, gev mær dóttur tín!”

 

66 Keisarin tekur til orða snúgva:

“Vant er tveimum høviskum at trúgva,

tit skulu tykkum til ferðar búgva,

síðan kanna 'kierials brigva'.

 

67 Koraldur tók til orða svá,

keisarin stóð og lýddi á:

“Harra, vilja tær leikin sjá?

í morgin skulu vit ríða á.”

 

68 Árla um morgunin, sólin skein,

Koraldur krevur sín fylgdarsvein,

kravdi sín hest, við dyst hann reið,

av gulli glógvar hans gríma breið.

 

69 Árla um morgunin, sól skein víða,

dreingir búgvast út at ríða,

stendur í gluggum glæstri fríða,

tekkilig var moyggin blíða.

 

70 Koraldur reið á markir vítt,

við hørðum høggum bresti títt,

moyggjar halda frøði frá,

ongan annan slíkan sá.

 

71 Koraldur reið teim øllum frá,

allir mundu sjá tará,

allir mundu undrast á,

hvør sum henda leikin sá.

 

72 Átjan fet leyp hestur hans hátt,

tað fremjast mangt í henda tátt,

í lofti vendi hann sær íkring,

kom so niður á 'idal' ting.

 

73 Rupert tekur til orða snúgva,

keisarin ræð hans orð at trúgva,

ormarnir mundu hjá gullinum búgva,

hagar skal hann listir snúgva.

 

74 Upp steig Mathild, væna sprund,

fylgdi Koraldi í grøna lund:

“Tá tú kemur á fíla 'foud' fund,

lat tá galtin royna um stund!”

 

75 Koraldur var so rask ein mann,

ríður á tað ormaland,

Mathild gongur út og inn,

títt rann tár á hennara kinn.

 

76 Koraldur skemtar sær við brand,

so mangt eitt djór for honum rann,

við fótum tróð hann reyðan sand,

til hann kom á fílaland.

 

77 Legði skip á glæstriskeið,

skutu skip og skutu beið,

saman bar 'tan gjjrin' leið,

tóku havn í sólarreið.

 

78 At ýla tók tann nóbuls á,

stór og stríð við "aignar' blá,

neistar mundu svidna á,

hvør leyvarlutur á vølli lá.

 

79 Myrk er nátt for døkkan grein,

hann kom í blíðan birtings heim,

hann var ei í skokkum sein,

tá skokkur risti kappabein.

 

80 Við reyðum steinum kastar títt,

tá var ei at søkja blítt;

at láta lív var ikki frítt,

mangt var hann í treytir slíkt.

 

81 At huklast tóku ormar tveir,

Koraldur ræður á báðar teir,

ormarnir bæði grimir og stórir,

tretivu alin teinarnir vóru.

 

82 Upp leyp ein av ormum stór:

“Koraldur, hvør er títt fljóð?”

“Mathild eitur hon enn sum áður,

tí sitandi eg her bæði følin og bláur.”

 

83 Koraldur tók sítt skaft [og] skeyt,

ofta hevur frægur vunnið treyt,

rendi niður á hallarleik,

brá á lofti, tar hann skeyt.

 

84 Koraldur sveipar gullið saman,

góðar gávur Gud honum gav,

dvørgar halda frøði frá,

teir ongan annan slíkan sá.

 

85 Tá var lokin seggjapína,

Koraldur søkir kappar sínar,

høviskir blanda mjøð og vín,

við sútum drekka ervi fríð.

 

86 Hann ristir fyri sær merkini dýru,

tey kundu øllum ódnnum stýra,

hann sá seg yvir land so víða,

hoyrir ódnir og ikki fríðar.

 

87 Koraldur ristir kross fyri sær:

“Sannan Gud veri nú við mær.”

Koraldur fór tá aftur í vrá,

letur nú høggini dynja á.

 

88 Tekur at vaksa vandi [og] kvíða,

ormarnir taka kykir at skríða,

borgin tók at hjólum at ríða,

kyrjalssteinur skeiklast víða.

 

89 Mong vóru merkini hartil stór,

sum leyv og gras á herðum gról,

hann tók upp tær kannur tólv,

sum frægir drukku forðum jól.

 

90 Koraldur var so rask ein mann,

ormar tók hann sær í hand,

so reið hann til hallar heim,

sum Mathild øll í gulli skein.

 

91 Koraldur var so rask ein mann,

ormar tók hann sær í hand,

hann reið til hallar alt med bast,

Mathild skein í gulli fast.

 

92 Hann legði hendur um frúnnar háls,

tá var Ruperti fátt til máls,

Rupert varð so illa við,

hann fell niður í óviti.

 

93 Dýrið lá for Koralds knæ,

gullkeðu um hálsin bar:

“Hetta skal Mathild hava nú,

vil hon vera Koralds frú.”

 

94 Mathild hugsar so við sær:

“Mær er ástin vorðin kær,

bið nú skeinkja mjøð og vín

for Koralds faðir og faðir sín!”

 

95 Tá var *lokin seggjapína,

Koraldur heitir á sveinar sínar:

“Heintið mær Ríkald, faðir mín,

at drekka bæði mjøð og vín!”

           

96 Tá var *lokin seggjapína,

Koraldur heitir á sveinar sínar:

“Heintið mær Sigurlið, systur mín,

at skeinkja bæði mjøð og vín!”

 

97 Vælkomin Sigurlið, systir mín,

skonk nú bæði mjøð og vín!”

Sigurlið varð snart at svara:

“Eg [eri] ei harfor komin her.”

 

98 “Her um er ikki at tala,

nú skulu vit til kirkju fara,

trý hundrað píkur skulu for henni fara,

so sakta sum hon vil tær hava.

 

99 Trý hundrað píkur skulu sakta gá,

summar stórar, summar smá,

sveinar skulu gá for hann,

Korald er ein dygdarfull mann.”

 

100 Brúðurin var so væl tilgjørd,

slík var ei pá 'denne Jord',

hár var yvir herðar 'skuj',

síðan alt við gull um 'druj'.

 

101 Hálsklæði av *akurull,

ketan út av reyðargull,

rósinobel tarí hekk,

Mathild svinn med prýðilsi gekk.

 

102 Beltið sett við edilsteinar,

størri linjur og smærri greinar,

fyriklæði pá mangan hátt,

sumt var stórt, og sumt var smátt.

 

103 Sigurlið varð so snart at tala,

brúðurin hon vil leiðisvein hava,

kongurin av Spania tá upp stóð,

kongurin av Danmark var væl góð.

 

104 Ber hon um sín hvítu hond

muffan av litað reyðargullband,

presturin og so prestsin frú

'forundrede sig pá denne brud'.

 

105 Brúðurin varð sett í luktan stól,

har var spælt upp á fiól,

fimmti ljós for altarið stóð

'til hæder og ære for bruden god'.

 

106 Brúðurin varð leidd til altarið fram,

'Præsten toug í hendes hånd':

“Eg skal tykkum í ektaskap víga,

tað skulu sveinar høviskir síggja.”

 

107 Brúðurin varð leidd frá kirkju heim,

sveinar hildu sær á gleim,

brúðurin varð sett á brúðarbonk,

Sigurlið fríða bar fram skonk.

 

108 Brúðurin varð leidd í brúðarhús,

'kongin selv bar for dem ljus',

allir mundu brúðrina lova,

sveinar fylgdu henni at sova.

 

109 Allir mundu brúðrina lova,

sveinar fylgdu henni at sova,

her var bæði dansað og sprungið,

pípu ‘lýdur’ og snjallar tungur.

 

110 Kattingur varpar átjan hyljar,

flestalt fór eftir Filkusar vilja,

flest man fljóðið frøði skilja,

reystur ræður sær frá at biðja.

 

111 Fljóðið fór yvir Sildarvág,

skipini flutu har íhjá,

Koraldur gav teimum øllum já,

teim sum honum vildu fara frá.

 

Meg vá lystig leikalind,

lat tær sorgir milda lund!

Skulu bera banastund,

bíða mín, tað hitt væna sprund!

 

Handrit: Hanus Hanusson: Fugloyarbók. AM Access. 4a, nr. 28, s. 139.

 

Útgávur:  

1. Føroya kvæði (N. Djurhuus  greiddi til útgávu, 1968) Band V, s. 296

2. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2003) 27. bind, s. 35.

 

Heimild: Úr Fugloy: Hanus Hanusson, Sjeyndi Hanus (1794-1854), Hattarvík, fyri 1854.

 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019