• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Koralds kvæði

 

CCF 111 Da

 

1 Ríkaldur ráddi fyri langari lund,

keisarin fyri Sakslandsgrund,

við ástir leiddi sær giftusprund,

mætur unti 'medja lund'.

 

Med var lystig leikalund,

lætta sorg og milda lund,

skulu so bera boð um stund,

biðja tað hitt væna sprund.

 

2 Korald nevni eg eiti hans,

hann vóks upp við mikið sans,

tók av mongum saksum lív,

listir lærdi og vísdóm prýddi.

 

3 Koraldur vaks har upp við prýði,

tók av mongum saksum lívið,

miklari gævu mektig stýrdi,

listir lærdi og vísdóm prýddi.

 

4 Jallurin gisti kongin heim,

hann segði síni orð við góðari grein,

til sigling býður hann sínum heim,

við tukt hann lærir tann unga svein.

 

5 Keisarin eigur sær dóttur ta,

Sirli er hon nevnd for mær,

leingi var tann brúðurin kær,

sum síðan sigur dømin mær.

 

6 Vuksu upp á kongafund,

Rubert og tað væna sprund,

gótu børn í leyvarlund,

forlagdagur er mongum tungur.

 

7 Rubert kemur so reystur og vitur,

hittir nú á, hvar Sirli situr,

gestur talar til brúður vitur,

branda bitur og seggja litur.

 

8 Tað bar til á onkuntíð,

Sirli gár fyri faðir sín:

“Bygg mær sal við ternum mínum,

tí víða 'sørma' garpar tínir!”

 

9 Frúgvin varð leidd við ternur tvær

í Sildarsal, og tað var væl,

einki óttast frúgvan sær,

standið nú borgir og hallir væl!

 

10 Kongsins dóttir mektig og teit

listilig væl orðum veit,

har vóru jólini alvæl sneidd,

svinn varð frú til songar leidd.

 

11 Tað bar til á onkuntíð,

Sirli blandar mjøð og vín,

býður nú Koraldi heim til sín,

við sútum drekka høviskir vín.

 

12 Tað bar til á onkuntíð,

Sirli blandar mjøð og vín,

býður Ruberti heim til sín,

við sorgum drekka fljóðin vín.

 

13 “Hetta er okkara deyðasøk,

tað sigst so til í dømum røk,

høviskir, vekið hilmar gløð!”

Brúður var í orðum spøk.

 

14 Tað bar til á onkun dag,

Koraldur ræður við sín faðir at tala:

“Alin er svein í Sildarsal,

dult er fyri tær kvinnutal.”

 

15 “Er tað satt, tú sigur frá,

illa skulu teir leikir gá,

tú skalt teg á gálgan gá,

at skilja tann garp við lívi frá.”

 

16 Koraldur talar, sum hann stóð,

leggur nú ráð við faðir góð:

“Tóat hann hevur brotið ímót,

tær skuluð vera honum ráðagóður.”

 

17 Ríkaldur vísir Ruberti veg,

hann býður hann ikki koma for seg:

“Eg trúði honum væl, tó sveik hann meg,

síðan ger hann so við teg.”

 

18 “Gud hevur skapað so mangan mann,

hvør skal for øðrum biðja hann,

gev honum til tað fyrsta hat,

aðra og ta triðju sak!”

 

19 Ríkaldur vísir Ruberti veg,

hann biður hann ikki koma for seg:

“Eg trúði honum væl, tó sveik hann meg,

síðan ger hann so við teg.”

 

20 Koraldur stár for faðir sín:

“Lat tá Rubert njóta mín,

høviskir, vekið seggjastríð,

Hilmar, ver í huga blíður!”

 

21 Ríkaldur vísir Ruberti veg,

hann býður hann ikki koma for seg:

“Eg trúði honum væl, tó sveik hann meg,

síðan ger hann so við teg.”

 

22 Hvussu skalt tú teir kongar kanna,

viti, tað gjaldur um nakra manna,

tú kanst eina tungu tala,

hvussu skalt tú høviskum svara?”

 

23  “Sannheit vil eg siga for tær,

Rubert hann skal fylgja mær,

hann kann allar tungur tala,

hann skal fyri okkum báðum svara.”

 

24 Ríkaldur vísir Ruberti veg,

hann biður hann ikki koma for seg:

“Eg trúði honum væl, tá sveik hann meg,

síðan ger hann so við teg.”

 

25 Koraldur snúðist haðan tá,

Ruberti hann segði frá:

“Tú skalt teg av landi gá,

ikki mást tú hans eygun sjá.”

 

26 Rubert tekur til orða svá,

Koraldur stóð og lýddi á:

“Hvussu skal eg av landi gá,

uttan eg tín njóta má?”

 

27 “Hevur tú nakað hoyrt frá tí,

báran brýtur á land so stríð,

á Miklagarði er mektigt vív,

mektig prýðir yvri frítt.”

 

28 Kongurin vísir Ruberti veg,

hann biður hann ikki koma for seg:

“Eg trúði honum væl, tá sveik hann meg,

síðan ger hann so við teg.”

 

29 Kongurin telur for Ruberti trú:

“Koraldi tá tæna tú,

í øllum lutum ver honum trú,

lat tað frætta keisarans frú.”

 

30 Vundu upp seglini gul og blá,

sigldu øllum londum frá,

skamt løgdu teir knørrin tá,

sjógvurin breyt á bunka bráð.

 

31 Dreingir halda for gaman sær,

rakka vundu teir høgt í træ,

eyguni kvik í humlahøll,

drógu so niður á drekans fjøll.

 

32 Sigldu nátt sum ljósan dag,

blíðan byr, ið Gud teim gav,

Koraldur kom á bunkan fram,

fyrstur sá hann Miklaland.

 

33 Løgdu inn á Sildarvág,

strykaðu segl á bunka bráð,

skamt løgdu teir knørrin tá,

har býr kongur, dóttur ár.

 

34 Koraldur kom har fyrstur í høll,

honum var vorðin tungan snjøll,

undraðist á hann hirðin øll,

frættir hon tað hin blóman tøll.

 

35 “Bjartur maður at biðja teg,

tú ver so von, tú fjóna ikki meg,

við miskunn vil eg heita á teg,

tað man tó falla ein annan veg!”

 

36 Keisarin tekur til orða svá:

“Hvat er tað for maður har stár?

'ykja' leingi havi eg undrast á,

eg ongan annan tílíkan sá.”

 

37 “Rubert skuluð tær nevna hann,

so mangar listir ið hann kann,

týðuligari ei sóu tær ein mann,

ótrúgvur er hann royndur á sann.

 

38 Týðuligari ei sóu teir ein mann,

ótrúgvur er hann [royndur] á sann,

harri, varnist handa mann,

tygara dóttur svíkur hann!”

 

39 “Er tað satt, tú sigur frá,

illa skulu teir leikir gá,

tú skalt teg á gálgan gá,

at skilja tann garp við lívi frá.”

 

40 “Harri, tær mugu tað ikki gera,

í tygara tænastu lat hann vera,

tað skulu ikki frægir frætta heim,

eg skiljist so frá mín fylgdarsvein.”

 

41 Søgur eru mær sagdar frá tær,

tar er hann for eygsjón mær,

mær er hann so vorðin kær,

hvat kann hann [við] skaft og skær.”

 

42 Koraldur reikar um hallar tún,

gull brá á hár og brún,

moyggjar halda frøði frá,

tær ongan annan tílíkan sá.

 

43 Koraldur gekk tá síðan í sal,

skygdan hjálm á høvdi bar,

dýrum steinum settur var væl,

hann ljómar yvir allan lindarsal.

 

44 Mathild kastar høgin[d] blá,

Koraldur stóð og sá tar pá,

mæla tók í leikum kná,

seggin bað hon sita á.

 

45 Mathild prýddi mangt og vitur,

gongur eftir silki glitrum,

leggur mitt á tungu vitur,

edilingur málum sigur.

 

46 “Koraldur, ger sum eg man minna,

før tíni orð, sum eg kann inna,

lat hann ongan livandi vita,

hvør teg lærdi listir at gita!

 

47 Koraldur, ger sum eg man minna,

før tíni orð, sum eg kann inna,

lat hann ongan livandi fá,

hvør teg lærdi listir tá!”

 

48 Snarliga tróð hann breytarsyld,

hann vendi aftur á hallar 'hill',

saman bar tá brúður gild,

søta kysti hann Mathild mild.

 

49 Tað bar til á onkun dag,

Koraldur ræður at skemta sær,

Rubert búði ikki fyri honum væl,

sum síðan sigst í dømum mær.

 

50 Hann steingir nú aftur borgarlið øll,

Koraldur vendi sín hest frá høll,

hann vendi sínum hesti aftur á vøll,

hann sá sær ongan førur at høll.

 

51 Koraldur ristir kross fyri sær:

“Sanni Gud veri nú við mær,”

Koraldi hoyrdu tey lótini til,

so eymliga ýldu djórini við.

 

52 Koraldur tekur sítt skaft og skeyt,

ljónur tvær við ljónum kleyv,

'liaunum vear breid vi liaunur tvear',

tað bant hann sær við skaft og skær.

 

53 Hann tekur nú bæði búk og bein,

hann bindur upp á sín fylgdarsvein,

tað var skamt frá herðagrein,

tá ið sterkir bóru bógvar heim.

 

54 Koraldur reið at borgini tá,

sum upprørini stikla á,

reið sín fálk og gjørdi svá,

borgarlið hann koyrir frá.

 

55 Koraldur reið at borgini tá,

sum upprørini stikla á,

reið sín fálk og gjørdist tungur,

borgarlið hann koyrir sundur.

 

56 Koraldur reið at borgini tá,

sum upprørini stikla á,

reið sín fálk og gjørdi gný,

tá glumdi á jørð og bivaðu ský.

 

57 Táð kom upp, sum minst um vardi,

Ringur í høll og Rókurin stardi,

blikna tóku dreingir djarvir,

dýrið tað var illa farið.

 

58 Hann kastar nú greipur fram á borð,

ógvuligt var hetta morð,

eingin tordi tala eitt orð,

'Raigar Høvur o Ringar skor'.

 

59 Keisarin tekur til orða svá,

Koraldur stóð og lýddi á:

“Antin er hatta kappin reysti,

ella er hatta gívrin treysti.”

 

60 “Harri tær talið ikki slíkt,

annað tykir os vera líkt,

dýrið hevur ligið í døkkum dvala,

í loyndum hevur hann til tað farið.”

 

61 Koraldur gekk at sita tá,

dýrið legðist konuni hjá:

“Lovað veri drottin vár,

hann sum øllum skiftir mál.”

 

62 Árla um morgunin, sett var ting,

alt var fólkið saman í ring,

keisarin setst í hásæti hægst,

Rubert honum tar ínæst.

 

63 Árla um morgunin, sett var ting,

alt var fólkið saman í ring:

“Rúkaldur eitur faðir mín,

keisarin, gev mær dóttur tína!”

 

64 Ruberti var ikki tað lætt,

havið tær hoyrt frá slíkum sagt?

'han fadl sum ui Dismerat'

hann sprakk á føtur og gekk burt rætt.

 

65 Keisarin tekur til orða snúgva,

vant er tveimum høviskum at trúgva:

“Tit skulu tykkum til ferðar búgva,

síðan kanna Kyrjalsbrúgv.”

 

66 Koraldur tekur til orða svá,

keisarin stóð og lýddi á:

“Harri, vilja tær leikin sjá,

í morgin skulu vit royna gá!”

 

67 Koraldur reikar um hallartún,

gull brá honum á hár og brún,

moyggjar halda frøði frá,

tílíkan ongan við eygum sjá.

 

68 Árla um morgunin, sól skein víða,

dreingir búgvast dyst at ríða,

stendur í glugga glæstri fríða,

tekkilig var moyggin blíð.

 

69 Árla um morgunin, sólin skein,

Koraldur krevur sín fylgdarsvein,

hann krevur sín hest, í dyst hann reið,

av gulli glógvar hans gríma breið.

 

70 Koraldur reið teim øllum frá,

allir mundu síggja harpá,

allir mundu undrast á,

í hvør sum henda leikin sá.

 

71 Átjan fet sprakk hestur hans hátt,

tað fremur so mangt í henda tátt,

í lofti vendi hann sær íkring,

hann kom niður á 'ydal' ting.

 

72 Rubert tekur til orða at snúgva,

keisarin ræður hans orðum at trúgva,

ormar munnu hjá gulli búgva,

hagar skal hann fyrst at snúgva.

 

73 Nú skal lætta av um stund,

Grattur fór eftir brattari lund,

Koraldur rópaði á hallargrund,

hann býðst at ganga á garpafund.

 

74 Upp stóð Mathild, væna sprund,

hon fylgdi Koraldi í grøna lund:

“Tá tú kemur á fílafund,

lat tá galtar royna um stund!”

 

75 Koraldur var so raskur ein mann,

ríður á tað ormaland,

Mathild gár bæði út og inn,

so títt rann tár á hennara kinn.

 

76 Koraldur skemtar sær við brand,

so mangt var 'logje' fyri honum rann,

við fótum tróð hann Reynalds sand,

til hann kom á fílaland.

 

77 Leggur hann skip á glæstriskeið,

skutu skip og skútan gleið,

saman bar tað gývrið leið,

tók hann havn á sólarreið.

 

78 Ýla tók tá nobilsa,

stóra[r] stígir og eikitræ,

neistar mundu svidna á,

hvar leyvarlutur á vølli lá.

 

79 Myrkari nátt fyri døkkari grein,

teir komu í blíðan birtinga heim,

tá var ikki í skoppum sein,

tá skakkur risti kappabein.

 

80 Reyðum steinum kasta títt,

tá var ikki at síggja blítt,

at láta lív var ikki frítt,

mangt vann hann við treytir slíkt.

 

81 Við bláum steinum kasta svá,

eingin festir eyga á,

Koraldur fremdi tann leik at gá,

antin lata lív ella leikin fá.

 

82 Upp leyp ein av ormum stór:

“Koraldur, hvussu eitur títt fljóð?”

“Mathild eitur hon enn sum áður,

tí standi eg her bæði følin og bláur.”

 

83 Heglast taka ormar tveir,

Koraldur ræður á báðar teir,

ormarnir bæði grimmir og stórir,

tríati alin tenninar vóru.

 

84 Koraldur tekur sítt skaft og skeyt,

ofta hevur frægur vunnið treyt,

hann førdi so inn á hallarleik,

hann rendi á loft, og har hann skeyt.

 

85 Koraldur sveipar gullið saman,

góða gævu Gud honum gav,

dvørgar halda frøði frá,

ongan annan tílíkan sá.

 

86 Tá var lokin seggjapína,

Koraldur søkir kappar sínar,

høviskir blanda mjøð og vín,

við sútum drekka ervi sín.

 

87 Tekur at vaksa vandans kvíða,

ormarnir taka kykir at skríða,

borgin tekur á hvælum ríða,

kyrjalsteinur skeiklast víða.

 

88 Koraldur risti kross fyri sær:

“Sanni Gud veri nú við mær.”

Koraldur gekk seg eftir vrá,

hann letur nú høggini dynja á.

 

89 Hann ristir fyri sær merkini dýra,

tey kundu øllum ódnum stýra,

hann sá yvir land so víða,

hoyrir ódnir og ikki fríðar.

 

90 Mong vóru merkini hartil stór,

sum leyv og gras á 'orne' grór,

hann tók upp teir kannur tólv,

sum frægir drukku í forðum jól.

 

91 Koraldur var so rask ein mann,

ormarnar tók hann sær í hand,

Koraldur gekk í hallina inn,

sum Mathild sat bæði still og svinn.

 

92 Legði hann hendur um frúnnar háls,

tá var Ruberti fátt til máls,

Ruberti var so illa við,

hann fall tá niður í óvit.

 

93 Dýrið lá fyri Koralds knæ,

gullkedjan um hálsin var:

“Hetta skal hava Mathild nú,

vil hon vera Koralds frú.”

 

94 Mathild hugsar við sjálvari sær,

henni var ástin vorðin kær,

hon segði, hon vildi skeinkja vín

fyri Koralds faðir og faðir sín.

 

95 Tá var lokin seggjapína,

Korald heitir á sveinar sínar:

“Heintið mær higar faðir mín,

at drekka bæði mjøð og vín!”

 

96 Tá var lokin seggjapína,

Koraldur heitir á sveinar sínar:

“Heintið mær Sirli, systur mína,

at skeinkja bæði mjøð og vín!”

 

97 “Vælkomin Sirli, systir mín,

drekk nú bæði mjøð og vín!”

Sirli var so snar at svara:

“Eg eri ei harfor komin her.”

 

98 *Brúðurin var so væl tilgjørd,

slík var aldri pá hesari jørð,

hár var yvir herðar sligið,

so var tað alt í gulli drigið.

 

99 Hálsklæðið var av akarull,

ketan av tí reyðargull,

rósinobil tarí hekk,

Mathild svinn eftir jørðini gekk.

 

100 Fyriklæðið var pá mangan hátt,

sumt var stórt og sumt var smátt,

beltið var sett við edlar steinar,

við stórar liljur og smáar greinar.

 

101 Stakkurin var til máta síður,

við leyvum og bondum, sum har vóru í,

leyvini blaktra smá og stór,

sikibond eftir jørðini dró.

 

102 Sirli var so snar at svara:

“Brúðurin hon vil leiðisveinar hava.”

'Kongen af Spanien strax opstod,

Kongen af Danmark var og så god'.

 

103 Herum er ikki meir at tala,

nú skulu vit til kirkju fara,

trý hundrað píkur skulu fyri henni fara

so sakta sum hon vil tær hava.

 

104 Brúðurin varð sett í luktan stól,

har var spælt upp á fiól,

fimmti ljós pá altarið stár,

'til heder og ære for bruden då.

 

105 Guld bar hun om sin hvide hand,

muffen af den røderguld band,

præsten selv og præstens fru

undredes begge på denne brud'.

 

106 Brúðurin varð leidd for altarið fram,

prest[ur]in tekur í hennara hand:

“Eg skal tykkum í ektaskap víggja,

tað skulu sveinar og píkur síggja.”

 

107 Brúð[ur]in varð leidd frá kirkju heim,

sveinar halda sær á gleim,

brúð[ur]in varð sett á brúðarbonk,

Sirli fríða bar fram skonk.

 

108 Brúð[ur]in varð leidd í brúðarhús,

'kongen selv bar for hende blus',

allir mundu btúðrina lova,

sveinar fylgdu henni at sova.

 

109 Allir mundu brúðrina lova,

sveinar fylgdu henni at sova,

har varð sungið, [og] har varð sprungið,

stór og smá við øllum tungum.

 

110 Kattlingur varpar átjan hyljar,

mest man frøði fljóðið skilja,

flestalt fór eftir Filkusar vilja,

reystur ræður sær frúvur at gilja.

 

111 Fljóð fór yvir Sildarvág,

skipini flutu har íhjá,

Koraldur gav teim øllum já,

teim sum honum fóru frá.

 

Med var lystig leikalund,

lætta sorg og milda lund,

skulu so bera boð um stund,

biðja tað hitt væna sprund.

 

Handrit: Savn Hammershaimbs. AM, Access. 4c I.

 

Útgávur:  

1. Føroya kvæði (N. Djurhuus  greiddi til útgávu, 1968) Band V, s. 302

2. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2003) 27. bind, s. 50.

 

Heimild: Úr Sandoy: Trond Pedersen, Tróndur á Trøð (1846-1931), Skálavík, helst í 1874 .

 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019