• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Klæða táttur

 

Klæða táttur

 

CCF 184 B

Einki TSB-nr.

 

1 Tað býr ein jomfrú pá várt land,

- í ríman -

øllum sínum klæðunum gevur hon navn.

- Í talvborð gekk væl, eitur søtan mín.

 

2 Hárið kallar hon vevju-ring,

húgvuna kallar hon hálv-í-kring.

 

3 Turriklæðið kallar hon ovurkast,

knappanálina haldi-fast.

 

4 Brystið kallar hon brystbragð,

stiman kallar hon maljudrag.

 

5 Lyklarnar kallar hon ringlini-ring,

fyriklæðið kallar hon blás-í-kring.

 

6 Serkin kallar hon síðu-svans,

stakkin kallar hon fallini-dans.

 

7 Sokkarnar kallar hon varmahús,

skógvamar kallar hon fótakrús.

 

8 “Tú heinta mær inn mín vevju-ring,

tú heinta mær inn mín hálv-í-kring!

 

9 Tú heinta mær inn mítt ovurkast,

tú heinta mær inn mítt haldi-fast!

 

10 Tú heinta mær inn mítt brystbragð,

tú heinta mær inn mítt maljudrag!

 

11 Tú heinta mær inn mítt ringlini-ring,

tú heinta mær inn mítt blás-í-kring!

 

12 Tú heinta mær inn mítt síðu-svans,

tú heinta mær inn mítt fallini-dans!

 

13 Tú heinta mær inn mítt varmahús,

- í ríman -

tú heinta mær inn mítt fótakrús!”

- Í talvborð gekk væl, eitur søtan mín.

 

CCF 184 B

Einki TSB-nr.

Handrit: Savn Hammershaimbs (AM, Access. 4); a: Kristian Joensen av Sandi eftir Kristiane Rasmusdatter,  Skálavík; b: Savn Jakob Jakobsens 1887: Foliohandrit hjá Kristiani Joensen av Sandi, nr. 6 a.

 

Útgávur:

1. Føroya kvæði (N. Djurhuus  greiddi til útgávu 1972), Band VI, s. 269.

2. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2004) 35. bind, s. 183.

 

Heimild: Úr Sandoy: Kristiane Rasmusdatter (1849-1934), Skálavík. Kristian Joensen (1843-1924) av Sandi skrivaði upp 1873.

 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2020