• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Fiska kvæði

 

Fiska kvæði

 

CCF 191 B

Einki TSB-nr.

 

1 Her vil eg um fiskar røða,

kvøða kann eg fátt,

har kom seiður á samri grein,

murtur [á] *mangan hátt.

Har kom kalvi koyrandi.

 

Skuldi mann tolig rída,

drívur døgg vída,

kall undir lída,

so til jomfrúnnar bída.

Skuldi mann tolig rída.

 

2 Har kom kalvi koyrandi

við eygum sínum breið,

steinbítur við stórari tonn

er so fagur ein.

Høgrari hann heintar á.

 

3 Høgrari hann heintar á,

tekur á kvinnfólk tala,

høgguslokkur heiman býst

við sínar mongu halar.

Rognkelsi kom rylkt um bak.

 

4 Rognkelsi kom rylkt um bak

við sín skjøldin fríða,

tekur at rópa høgt í rætt:

“Hýsa, kom tú higar!”

Tá kom gedda, góði fiskur.

 

5 Tá kom gedda, góði fiskur,

við sín bógvin grá,

og so longa lippusíð,

vildi í veitslu ná.

Háur og fráur fylgdu teim.

 

6 Háur og fráur fylgdu teim

við sítt hvassa sporl,

állur og upsi aftaná,

teir mæltu ikki orð.

Eyrriði hann kom ein í senn.

 

7 Eyrriði hann kom ein í senn,

lágur í laksaleið,

og so mangir mentarfiskar,

 allir á eini sveiggj.

Tá kom skøta skríðandi.

 

8 Tá kom skøta skríðandi

við sín langa tróna:

“Havi eg so forligar foldarnar,

eg hevði ei við mær prónar.”

Tá kom toskur tysjandi.

 

9 Tá kom toskur tysjandi

við sín skjøldin fríða,

hemari hann heiman býst,

vildi í veitslu ríða.

Tá kom brugda borðabreiða.

 

10 Tá kom brugda borðabreiða,

gat har ikki gingið:

“Tó vildi eg í veitslu nátt,

tó eg hevði lítið fingið.”

Hvítingur kom bleikur um bein.

 

11 Hvítingur kom bleikur um bein,

tók á kvendi at kalla:

“Hví koma tit so seint í bý

við tygara ternur allar?”

Tá kom brosma, búgvin væl.

 

12 Tá kom brosma, búgvin væl,

við sínar stuttu kjálkar:

“Eg havi so ofta í vási vappað,

higar vildi eg spjálka.”

Hákelling við høkum gongur.

 

13 Hákelling við høkum gongur,

lakkar inn um dyr:

“Sætt vildi eg, tá selurin kemur,

vit vóru hjúnini kær.”

Tá kom nísa nulvandi.

 

14 Tá kom nísa nulvandi

við sildarfat í fangi,

døglingur kom dreingjahagur,

her at borði rendi.

Nýðingur kom ein í senn.

 

15 Nýðingur kom ein í senn,

sær seg út í hav,

veitslan liggur á Lúnutu,

gott tol Gud mær gav.

Slættibøka slentrast har.

 

16 Slættibøka slentrast har,

tortrygg var at trúgva,

nú kemur royðurin ríkjandi,

rætt sum borðið var búgvið.

Kúlubøkur og hvessingar.

 

17 Kúlubøkur og hvessingar

við so góðum vilja,

tá kom faksi fintifrítt

við sildarfat í fangi.

Rættubøkur og rennarar.

 

18 Rættubøkur og rennarar,

flest alt var á gangi,

tá kom inn á ‘lajmara’

við sildarkerum mongum.

Tá kom inn hann seimarsveiv.

 

19 Tá kom inn hann seimarsveiv

við sín víða munn,

øllum tókti ógvuligt vera,

hvøssu hann láta kundi,

meðan hann leikti hart í høll.

 

Skuldi mann tolig rída,

drívur døgg vída,

kall undir lída,

so til jomfrúnnar bída.

Skuldi mann tolig rída.

 

CCF 191 B

Einki TSB-nr.

 

Handrit: a: Hentzasavn (Ny kgl. Saml. 1954,4°), nr. 6, Johannes Clemensen skrivaði niður í 1819 ; b-c: savn Jakob Jakobsens 1887 (Føroya landsbókasavn, Tórshavn); b: Kvæðabók Jón Jónsons í Tórshavn 1871, 8°, nr. 4; c: Sumbiarbók (um 1850).

 

Útgávur:

1. Føroya kvæði (N. Djurhuus  greiddi til útgávu 1972), Band VI, s. 294.

2. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2004) 35. bind, s. 173.

3. Hentzasavn – kvæðasavnið hjá Jóannesi í Króki frá 1819. Eivind Weyhe legði útgávuna til rættis og skrivaði inngang, 2011, s. 142.

 

Heimild: Úr Sandoy: Johannes Clemensen, Jóannes í Króki (1794-1869), Sandi 1819.

 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2020