• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Larvin dvørgakongur

 

Larvin dvørgakongur

 

CCF 212 B

Einki TSB-nr.

 

1 Gevið ljóð og lýðið á,

vit lata ei niður falla,

kvøða um Lavrin, ríkur í ráðum,

tann dvørgakong skal kalla.

 

Orlov biðjum vær, o.s.fr.

 

2 Tíðrikur situr í hásæti,

kongur vera má,

og hann Virgar Valintsson

var hans gævasta ráð.

 

3 Tíðrikur situr í hásæti,

hann skeinkir mjøðarskál,

allir vildu prísin bera,

tí barst mangt á mál.

 

4 Tíðrikur so til orða tekur,

høviskur var í ráðum:

“Hann er eingin í verðini,

ið stendur mót okkum báðum.”

 

5 Drekka teir í ríkinum,

glaðir foruttan vanda,

har kom ríðandi Hildibrandur

aftur til Bertingslanda.

 

6 Róstur varð hann blant Tíðriks garpar,

óttast ongan vanda,

klókur í ráðum og vísur í sinni

og sterkur í sínum hondum.

 

 

7 Tí svaraði Hildibrandur,

letur so orðum gæta:

“Eg veit ein so mektigan mann,

tann dvørgakongin mæta.

 

8 Lavrin letur hann kalla seg,

róstur í sínum landi,

eingin kemur so raskur fram,

ið honum kann bestanda.

 

9 Hann hevur múrar av edilsteini,

borgir í gulli rendar,

øll tey harum liggjandi lond,

tey mugu honum skattin senda.

 

10 Hann hevur sær ein urtagarð

so sterkan innilukt,

vetur og summar við rósum stendur

og alskyns góða frukt.

 

11 Gerðini eru av silkitráði,

sum eingin kann forstanda,

hvør sum brýtur tann urtagarð,

hann kemur í størri vanda.

 

12 Hann vil hvørki gull ella silvur

taka í skaðabøtur,

hann tekur pant av hvørjum manni,

bæði hendur og føtur.”

 

13 Tíðrikur setir sítt drykkjukar

niður á breiða borð:

“Hvør var hann av Tíðriks gørpum,

ið talar so stórt eitt orð?”

 

14 Hildibrandur um borðið leyp,

bítur saman tonnum:

“Hvør sum kemur í hildarleik,

skal standa móti monnum.

 

15 Vart tú ikki mín kongur og harri,”

Hildibrand talar av móði,

“tá skuldi títt breiða borð

verið farvað við tínum blóði.

 

16 So gera allir tjóvar,

bæði ljúgva og stjala,

eg seti í veð mítt egið lív,

um eg havi galið talað.”

 

17 Tíðrikur so til orða tók,

heldur á brýndum knívi:

“Eg skal finna tann dvørg á mál,

um tað kostar lívið.”

 

18 Svaraði Virgar Valintsson,

talar eitt orð for sær:

“Kvittar tú á bjørgið fram,

eg skal fylgja tær.”

 

19 Hildibrandur til orða tók,

mælir av tungum inna:

“Eg skal tykkum á vegin fylgja,

tann dvørg á máli finna.”

 

20 Teir stigu á sínar hestarnar,

teir riðu borgum frá,

níggju mílir var vegurin langur,

fram sum bjørgið lá.

 

21 *Tá ið* teir komu á bjørgið fram,

sum dvørgurin inni hevði,

tá var har við øllum lutum,

sum Hildibrandur segði.

 

22 Svaraði Virgar Valintsson,

hann læt ikki ráðini tróta,

hann vildi heldur aftur venda

enn urtagarðin bróta.

 

23 Tíðrikur so til orða tók:

“Eg meinti, tú skuldi meg verja,

ræddur ert tú, av kempuslekt,

tú torir ei á at herja.”

 

 

24 Tíðrikur høgg tann silkitráð,

sum inn í garðin rendi,

drakk so bæði mjøð og vín,

rósur og liljur skemdi.

 

25 Níggju mílir var bjørgið breitt,

teir sóu í fjalli skína,

tað var hesin lítli dvørgur,

læt skoða kostir sínar.

 

26 Svaraði Virgar Valintsson,

sum fyrr vildi úti standa:

“Nú trúgvi eg helst, mítt góða svørð,

tað klývur tann dvørgin langa.”

 

27 Tað var ikki longur um

enn eina lítla stund,

riðin er hesin lítli dvørgur

aftur á sína grund.

 

28 Ein lítil hestur, raskur sum rá,

beltið av gulli reina,

hjálmurin var av hørðum kristál,

besettur við dýrar steinar.

 

29 Hann hevði sær eitt búgvið svørð,

søgur ganga frá,

eina alin og spannir tvær

var bæði skaft og blað.

 

30 Eggin var báði blá og bleik,

í eitri var tað blandað,

tað kundi hvørki stál ella jarn

fyri tí bestanda.

 

31 Svaraði Lavrin dvørgakongur,

ei mundi ilskan tróta:

“Hvør hevur sent tykkum, øglaungar,

mín urtagarð at bróta?

 

32 Høgru hond og vinstra fót

taki eg í pant,

tit skulu ikki livandi koma

aftur til Bertingsland.”

 

33 Tíðrikur so til orða tók:

“Eg gevi tær góðs og garðar,

um tú meg til Bertingsland

letur í friði fara.”

 

34 “Eg skjøtti ikki um tínar borgar ella garðar,

eg havi tað ikki behóv,

eg vil heldur, mítt góða svørð

skal farvast í tínum blóði.”

 

35 Upp stóð Virgar Valintsson,

gjørdist nú nýtur drongur:

“Statt á fold og gyrð tín hest,

eg toli slíkt ikki longur!

 

36 Eg havi ikki biðið um frið

hvørki úti ella inni,

um tað vóru tíggju sum tú

og ongan høvding minni.”

 

37 Riðu saman á grønum vølli

við bitrum brandi í hendi,

Virgar kundi ikki dvørgin ramma,

hann kundi sín hest væl venda.

 

38 Dvørgurin gav so vænt eitt høgg

av so góðum treysti,

so sló hann til Virgar sterka,

hann fell av sínum hesti.

 

39 Bant hann Virgar Valintsson

báði um armar og bein,

hongdi hann so í grønari lund

pá eina lindargrein.

 

40 Tíðrikur hyggur á bjørgið fram,

fáur var hansara maki,

hann sær Skemming í lundini standa

við ongum manni á baki.

 

41 Tíðrikur leyp á bjørgið fram,

hann var til føtur ei sein:

“Tú ger tað fyri tín manndóms skyld,

tú vinn honum einki mein!

 

42 Tí hann hevur verið mín tjenari,

fyri breiðum borði at standa,

gev honum lív og drep hann ei,

men lat hann vera tín fanga!”

 

43 Dvørgurin var bæði vreiður og grummur,

hann mundi tann krossin skera:

“Bertingsland skal vera mítt roff,

tú sjálvur mítt krás skal vera.”

 

44 Tíðrikur stóð og sá hará,

hann hugsaði einki annað:

“Nú man eg við ringum skili

Hildibrands orðum sanna.”

 

45 Teir riðu saman á grønum vølli,

teir ætla hvør øðrum mein,

tá kom Hildibrand ríðandi

og fleiri av Tíðriks sveinum.

 

46 Hevði ikki Hildibrandur

komið tá so brátt,

so hevði Tíðrikur lívið látið

á teirri somu nátt.

 

47 “Hoyr tú, raskur Tíðrikur kongur,

tað skal eg tær ráða,

tú skal ikki stríða til hest,

men heldur til føtur gá.

 

48 Gakk tú fram á grønan vøll,

til fóts mót honum at stríða,

vilt tú nýta æru og prís,

til Bertingsland at ríða!”

 

49 Stigu teir á jørðina niður

við breiðum brandi í hendi,

Tíðriks garpar síggja skulu,

at blankt mót teimum vendi.

 

50 Teir gingu saman á grønan vøll

eftir Hildibrands ráðum,

sveittin rann sum elvarfossur

av teimum kongum báðum.

 

51 Dvørgurin gav so vænt eitt høgg,

tað fast á brynju gelti,

Tíðriks glavint fell á jørð,

og skjoldurin eftir fylgdi.

 

52 “Hoyr tú, raski Hildibrandur,

illa mundi tú ráða,

fái eg slíkar brestir fleir,

tá stendur mítt lív í váða.”

 

53 Tíðrikur gav so vænt eitt høgg,

hann ætlaði hinum mein,

hann kundi ikki ramma tann lítla dvørg,

men rakti í ein stein.

 

54 Tað var hesin lítli dvørgur,

hann tekur so hart at læa,

tí at hin í steinin høgg

og kundi hann ikki skaða.

 

55 Tíðrikur gav so vænt eitt høgg,

aftur í sama sinni,

rakti í dvørgsins forgylta hjálm,

tað tók honum ikki minni.

 

56 Dvørgurin fell á jørðina niður,

hann lá so leingi í dvala,

allir meintu, hann deyður var,

men eingin hoyrdi hann tala.

 

57 Dvørgurin sprakk í saðilin upp,

alt fyri uttan trá,

setti uppá sína dvørgahettu,

og eingin kundi hann sjá.

 

58 Dvørgurin rendi til Tíðrik kong,

Tíðrikur ikki visti,

stakk hann inn millum riv í síðu

og niður í lærið risti.

 

59 Tíðrikur varð so illa við,

tá ið hann fekk hetta sár,

hann kundi ikki ramma tann lítla dvørg,

hann visti ikki, hvar hann var.

 

60 Tað svaraði Hildibrandur,

tann hin raski mann:

“Tað er alt við illgerningum,

hann seg fjala kann.

 

61 Hoyr tú, raski Tíðrik kongur,

tað skal eg tær ráða,

har sum grasið rørist á jørð,

har skalt tú hann sláa.

 

62 Leita væl, sum grasið rørist,

har skalt tú hann finna,

brót hans belti, og ver teg væl,

so skalt tú sigur vinna!”

 

63 Tíðrikur gjørdi, sum meistarin bað,

gav honum høgg á lendar,

vildi hann bæði kvæla og myrða,

hann hevði tað væl fortjent.

 

64 Hildibrandur tók beltið til sín,

fáur var hansara líki,

hann vildi ikki latið tað

fyri eitt kongaríki.

 

65 “Gev mær lív, og hav mítt vív,

tak meg so til fanga,

sum tú bað fyri Virgar sterka,

ei meiri vil eg forlanga!”

 

66 Dvørgurin talar til Tilvantin,

ein av Tíðriks monnum:

“Ger mær nú umsetning góð,

menskur ert tú av sonnum.

 

67 So skalt tú fáa tína systur aftur,

sum eg mundi higar flyta,

eg tók hana úr tínari borg,

tað mundi eingin vita.”

 

68 Tað var riddarin Tilvantin,

hann letur so orðum svara:

“Gev mær handa lítla drong

í pant fyri fimtan garðar!”

 

69 Tíðrikur svarar og sigur: “Nei,

eg kann tað ikki líða,

hann skal fáa tað kalda jarn

í sínum kjøti svíða.”

 

70 Riddarin varð so illa við,

hann kundi sína systur ei fanga,

hann Tíðriki kongi beyð eitt boð

at royna bitrar brandar.

 

71 Riddarin brá sín brand á loft,

hann Tíðriki kongi hótti,

Hildibrand bar sín skjold ímót

og honum í hondum bøtti.

 

72 “Eg gevi tykkum ei betri ráð,”

Hildibrand ræður at svara,

“loysið tann mann, í lundini stendur,

latið so vreiði fara!

 

73 Lat so dvørgin tín fanga vera,

Virgar loysa av bondum,

Tilvantins systur og árligan skatt

at geva av sínum londum!”

 

74 Dvørgurin læt seg eftirlíka,

hann vildi ikki lata lív,

hann býður nú øllum Tíðriks gørpum

heim í høll til sín.

 

75 Hann skeinkir teim bæði mjøð og vín,

hann mundi tað ikki spara,

eingin kundi á honum merkja,

hann mundi við svikum fara.

 

76 Drekka teir við breiða borð,

var gjørt av kristálstein,

eingir aðrir borðstólar

uttan av *elfinbeini.

 

77 Dvørgurin talar til Tilvantin:

“Gakk til tína systur,

drekk har bæði mjøð og vín,

og alt hvat lívið lystir!”

 

78 So skeinkir hann dvørgurin

mjøðin fram í høll,

fyrstur sovnaði Tíðrikur,

síðan hirðin øll.

 

79 Tveir og tveir av Tíðriks gørpum,

læt hann binda saman,

tyktist nú vera sloppin av neyð,

tí helt hann sær á gaman.

 

80 Dvørgurin tekur at blása í horn,

fólkið saman søkja,

komu so allir undirjørðskongar

teir Tíðriks garpar at drepa.

 

81 Frúgvin so til orða tók,

hon talar til bróður sín:

“Gakk tú tær í hallina

at finna brøður tínar!”

 

82 Riddarin gongur at hallardurum,

hoyrir nú ongan tala,

tað vóru allir Tíðriks garpar

bundnir og lagdir í dvala.

 

83 Riddarin gongur for sína systur,

leitar við hana ráð:

“Deyðir liggja Tíðriks garpar,

stengur for durum stá.”

 

84 “Tak tú henda gullringin

yvir teir at bera,

øll tey bond og stálstengur

tá skulu sundur vera.”

 

85 Tók hann henda gullringin

yvir teir at bera,

øll tey bond og stálstengur

tá mundu sundur vera.

 

86 Teir brutu út av hallardurum,

sum allir dvørgar stóðu,

feldu niður allar teir,

teir veltu í sínum blóði.

 

87 Hildibrands orð tey sannheit vórðu,

hann frelsti tann kong av vanda,

glaðir riðu Tíðriks garpar

aftur til Bertingslanda.

 

88 Drekka teir í ríkinum,

alt fyri uttan mein,

stórliga takka teir sínum harra,

at teir komu heilir heim.

 

Orlov biðjum vær, o.s.fr.

 

CCF 212 B

Einki TSB-nr.

 

Handrit: Savn Jakob Jakobsens 1904 (Føroya landsbókasavn, Tórshavn).

 

Útgávur:

1. Føroya kvæði (N. Djurhuus  greiddi til útgávu 1972), Band VI, s. 380.

2. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2003) 28. bind, s. 78.

 

Heimild: Úr Suðuroy. Hans Jacob Kjærbo (1860-1905) og Thomas Jakob Hans-Jacobsen á Keltgørðum (1841-1905), Sumba, 1904.

 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2020