• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Sigmundar kvæði nýggja

 

Sigmundar kvæði nýggja

 

CCF 216 B

Einki TSB-nr.

 

1 Í Føroyum búgva høvdingar tveir,

Tróndur og Sigmundur eita teir.

 

Noregis menn, dansið væl og stillisliga!

 

2 Sigmundur búði Skúvoy á,

men Tróndur búði við Gøtuvág.

 

3 Grammur var Tróndur og tonkti ilt:

“Sigmundur hevur vár veitslu spilt.”

 

4 Tróndur hann situr undir sínari lon:

“Tit heinta mær Sjúrða Tollaksson.

 

5 Tit heinta mær Gutta og lága Tórð,”

snarliga boð eftir teimum fór.

 

6 Inn komu garpar og søgdu so:

“Hvat vilt tú, frændi, tú sendi os boð?”

 

7 “Eg havi sent tykkum boðini tey,

tit skulu hjálpa til Sigmunds deyð.

 

8 Tit hvøssið nú spjót og hvøssið knív,

tað skal gjalda Sigmunds lív!

 

9 Hetta mítt ráð man vera gott,

vit skulu herja á hann á nátt.”

 

10 Samlaðust saman dreingir og menn,

teir fylgdust at strondini allir í senn.

 

11 Tróndur hann sigldi um Skúvoyarfjørð,

og skútan bognaði sum ein gjørð.

 

12 Myrk var náttin, og skútan rann,

teir hildu beint á Skúvoy fram.

 

13 Myrk var náttin, og skútan gekk,

so blíðan byrin Tróndur fekk.

 

14 Eingin vardi, teir komu hartil,

men alt bar til, sum Tróndur vil.

 

15 Buldraðu teir við vápnum hart,

so hurðarnar fóru í smildur snart.

 

16 Sigmundur vaknar úr svøvni brátt:

“Hvør brýtur inn á meg í nátt?”

 

17 “Hann sum brýtur upp tínar dyr,

tað er tann maður, tú hánaði fyrr.”

 

18 Sigmundur høggur av makt og vold,

fimm fullu deyðir á Tróndar skjold.

 

19 Sigmundur bar sítt svørð ímót,

tvey fullu høvur á Tróndar fót.

 

20 Tróndur hann var í orðum fús:

“Tit seta nú eld á Sigmunds hús.”

 

21 Sigmundur talar til frændar sínar:

“Nú má eg rýma av húsi mínum.”

 

22 Einar úr Suðuroy og frændi Tórð,

eingin annar við Sigmundi fór.

 

23 Teir gingu fram í grønan lund,

teir dvøldust í gjónni eina stund.

 

24 Sigmunds kona stendur við vegg:

“Tú hoyr meg, Tróndur Gøtuskegg!

 

25 Stríðist tú mót konu og børn,

tá ert tú glúpskari enn ein bjørn.”

 

26 “Tit sløkkja nú ljós, og stingið inn knív,

eg stríði nú bert um Sigmunds lív!”

 

27 Tróndur hevur so fá orð:

“Eg kenni royk av Sigmunds spor.”

 

28 Tróndur vendist hallini frá,

beint ímóti, sum Sigmundur lá.

 

29 Tróndur biður teir hava mót:

“Eg kenni royk av Sigmunds fót.”

 

30 Tróndur hann rópar alt so hátt:

“Sigmundur, krógvar tú teg í nátt?”

 

31 Sigmundur seg um gjónna brá,

Steingríms høvur á vølli lá.

 

32 Sigmundur aftur um gjónna sprakk,

svørðið úr hans hondum glapp.

 

33 Sigmundur flýddi á oynna norður,

Tróndur hevði tá manndóms orð.

 

34 Sigmundur kastar í havið seg,

Einar og Tórður sama veg.

 

35 Tá ið Tróndur hetta sá,

aftur at báti skundar hann tá.

 

36 Aftur at báti skundar hann tá,

men ikki kundi hann Sigmund ná.

 

37 Svimja teir tríggir við miklari ferð,

sum harður streymur á firði er.

 

38 Sigmundur aftur um seg sá:

“Nú tekur Einar at dragna frá.”

 

39 Sigmundur gjørdi sær tann ómak,

hann legði Einar á sítt bak.

 

40 Tórður hann rætti Sigmundi hond:

“Nú hevur Einar givið upp ond.”

 

41 Sigmundur slepti Einari av:

“Suðuroyarfjørður varð tín grav.”

 

42 Sigmundur svimur og frændi hans,

enn var fjórðingur eftir til lands.

 

43 Tórður hann legði har bylgju ímót:

“Nú eri eg givin til hond og fót.

 

44 Tú svim til lands, legg ikki í meg,

eg eri farin, redda teg!”

 

45 Svaraði Sigmundur, í sjónum sat:

“Ikki, mín frændi, skiljast vit at.

 

46 Vit hava verið í mangari ferð,

ikki, mín frændi, skiljast vit her.”

 

47 Sigmundur var í orðum trygg,

hann legði Tórða á sín rygg.

 

48 Sigmundur svimur av allari makt:

“Nú hava vit at landi lagt.”

 

49 Sigmundur var ein merkismann,

og ikki bóru beinini hann.

 

50 Tí hann hevði svomið tann veg so lang,

hann legði seg stillan niður í tang.

 

51 Torgrímur átti Sandvík fyrr,

hann sá tann morgun út for dyr.

 

52 Torgrímur hugdi mót tara út:

“Eg meini, eg síggi ein reyðan klút.”

 

53 “Oystein og Torstein, synir tveir,

vita um har er nakað meir!”

 

54 Aftur komu dreingir og søgdu frá,

at stóri maður í tara lá.

 

55 At stóri maður í tara lá,

ongum líkari enn Sigmundi at sjá.

 

56 Torgrímur tekur sær øksi í hond,

so gongur hann niður til sjóvarstrond.

 

57 Torgrímur niður í tara sær,

maktarleysur lá Sigmundur har.

 

58 Torgrímur talar til synir sínar:

“Gullring Sigmunds skal blíva mín.

 

59 Dreingir, haldið mær í hans hár,

meðan eg gevi honum banasár!

 

60 Dreingir, haldið mær hár í topp,

meðan eg skilji høvur frá kropp!”

 

61 Dreingir hildu í hans hár,

meðan hann gav honum banasár.

 

62 Dreingir hildu hans hár í topp,

meðan hann skilti høvur frá kropp.

 

63 Kroppin gróvu teir í sand og grús,

men gullringin bóru teir heim til hús.

 

64 Slíkan enda Sigmundur fekk,

hans líki ei á Føroyum gekk.

 

Noregis menn, dansið væl og stillisliga!

 

CCF 216 B

Einki TSB-nr.

 

Handrit: a: Savn Hammershaimbs (AM, Access. 4), eftir Gudmund Effersøe, Vestmanna, 1846; b: Koltursbók (Fróðskaparsetur Føroya) I, s. 27, nr. 5; c: Kvæðasavnið hjá Jóni Jónssyni í Tórshavn 1871, 8°, nr. 2, úr savni  Jakob Jakobsens 1887 (Føroya landsbókasavn, Tórshavn). Prentað í Dimmalætting 1882, Nr. 26 ff., og í Beitrage zur Geschichte der deutschen Sprache und Literatur VIII. Band, Halle 1882, s. 96-99.

 

Útgávur:

1. Dimmalætting 1882, Nr. 26 ff.

2. Beitrage zur Geschichte der deutschen Sprache und Literatur VIII. Band, Halle 1882, S. 96.

3. Føroya kvæði (N. Djurhuus  greiddi til útgávu 1972), Band VI, s. 412.

4. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2003) 29. bind, s. 43.

 

Heimild: Úr Streymoy. Gudmund Effersøe (1809-1877) Vestmanna, 1846.

 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2020