• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Berrings vísa

 

Berrings vísa

 

CCF 42 B

Einki TSB-frámerki

 

1 Uppi yvir *høgum fyrst

heitist á halgan anda:

Gud og milda Maria moy

lindri vár angist og vanda!

So er hann jú sællur, ið ei kemur sorg til handa;

hvør sum elskar sannan Gud,

honum man einki granda.

Tað er ofta í verðini her skett,

at fáir mót mongum standa.

 

2 Í hóvi lata teir ringin slá,

Krist gevi so gagni lýða!

Flestum siga teir monnum frá,

sum lesa kunnu bøkur og týða.

Vær hava má ordrir um hans list at skýra;

so jú fremstur av monnum teim

laðin yvir kongar dýrar;

sá er eingin á foldum føddur,

ið betur kann hjarta prýða.

 

3 Løvarjust í grimum huga

herjir á lond so víða,

hann hevur fingið so miklan her,

at nú taka kristnir at kvíða,

teir flýggja so langt, teir láta lív,

mót teim torir eingin at stríða.

 

4 Arias mundi tá fyrstur í fiktni falla,

hann var keisarans bróðurson,

og tá kom ótti á allar.

Har kom Berringur ríðandi,

vær kalla hann riddaran snjalla.

 

5 Berringur reið í herin fram

fast av miklum roysni,

Abalakus í herðar kleyv,

og alt væl hann sær troysti;

níggju jallar í einari atreið feldi;

tá stóð smiður av Berringi

sum ylur av heitum eldi.

Hann fekk verst, ið honum reið næst,

ongum grið hann seldi.

 

6 Lisius sá sín bróður falla,

aktaði hann at hevna:

“Hvaðan av landi er tann riddar,

ið eingin torir at nevna?

Hann skal nú lata sítt lív for raskar dreingir,

springur tó hjarta, eg ræðist ei,

eg óttist ei so leingi.”

Berringur sínum svørði brá,

so gott var í honum geingi.

 

7 Lisius seig, í jørðina neig,

hvat er um slíkt at tína.

Heiðin kongur í borgina gekk

kristnar menn at pína

við valdum kreftum, við *skurðgudum sínum at blóta.

Sá hvør deyður, ið honum rann mót,

tað mundu slíkt kristnir njóta.

Tað er ikki eitt eykaorð:

at ilt man av illum njótast.

 

8 Forgyltir vóru saðlarnir,

ið teir skuldu á ríða,

Berringur sló sín hest við spora,

so blóð dreiv um hans síðu;

heidnir skuldu tá hart mót heitrum ríða.

Her um miðju hann kongin treiv,

hann læt ikki longur bíða:

“Neyðugt, tóast ei tú vilt,

tú skalt at jørðini níga.”

 

9 Sá fekk sigur, ið vildi Gud,

Berringur makan sókti,

heiðin kongur læt sítt lív,

tá brast í herinum flótti.

Teir feldu liðið, og tá tók til tað besta;

hann var nevndur Girtlands kongur,

hann læt ei longur *fresta:

beyð so Berringi ríki hálvt,

frú Vendilsmjávu at festa.

 

CCF 42 B

Einki TSB-frámerki

 

Handrit: Savn Hammershaimbs (AM Access. 4.) Schrøters Blandinger

 

Útgávur:

1. Føroya kvæði (Christian Matras greiddi til útgávu, 1941) Band  II, Teil 1, s. 106.

2. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2000) 11. bind, s. 46

 

Heimild: Úr Suðuroy: Johan Hendrik Schrøter (1771-1851), Hvalba.

 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2020