• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Mariu vísa fyrra

 

oder

Barnavísan

 

CCF 149 B

TSB B 2

 

1 Det var jomfru Maria,

var gåen efter vejen frem,

mødte hende engelen Gabriel,

han hilsede hende med navn.

 

‘Nu være Jesus mit skjold i hver en vande.’

 

2 “Vel standen I, jomfru Maria,

så smal som et liljevand,

I skulle føde det velsignede barn,

lovet være den hellig ånd.

 

3 Vel standen I, jomfru Maria,

så smal som en liljekvist,

I skulle føde det velsignede barn,

lovet være den herre Jesus Krist.”

 

4 Det var jomfru Maria,

hun svarer et ord dertil:

“Jeg er Herrens tjenerinde,

mig sker, som Jesus vil.”

 

5 Jólanátt tey sótu,

føddur var Harrin so góð,

tá stóð alt í stillum,

bæði veður, vatn og flóð.

 

6 Jólanátt tey sótu,

føddur var Harrin so rein,

tá stóð alt í stillum,

bæði sól og mánin skein.

 

7 Hvilkin tann mann, hesa vísuna syngur,

tá ið hann fer til sjós,

óræddur skal hann pá tann sama dag

alt bæði sigla og ró.

 

8 Hvilkin tann maðurin, hesa vísuna syngur,

tá ið hann leggur seg at sova,

hann verður ikki í svøvni svikin,

tað hevur sjálvur Jesus lovað.

 

‘Nú verður Jesus vár skjold í hver en vande.’

 

CCF 149 B

TSB B 2

 

Handrit: Savn Hammershaimbs (AM, Access. 4).

 

Útgávur:

1. Danmarks gamle Folkeviser  III, Udgivet af Svend Grundtvig 1858-63, s. 881

2. Føroya kvæði (N. Djurhuus  greiddi til útgávu 1972), Band VI, s. 145.

3. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2003) 30. bind, s. 46.

 

Heimild: Úr Streymoy: Jacob Jacobsen, á Miðgerði (1810 -1890), Kollafirði 1858. Heimild hansara var ónevnd gomul kona.

 

B 2 Mariu vísa fyrra (The annunciation)

Maria hittir høvuðseingilin Gabriel, sum sigur henni, at hon fer at eiga heilaga barnið. Hon svarar, at alt fer at laga seg, sum Harrin vil. Burðarstundina er alt kvirt, og sólin og mánin skína.

á føroyskum: CCF 149; DgF III p. 881-882 (bert á føroyskum)

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019