• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Mariu vísa fyrra

 

oder

Barnavísan

 

CCF 149 D

TSB B 2

 

1 Tað var jomfrú Maria,

hon eftir vegnum rann,

møtti henni eingilin Gabriel,

og mitt á sínari leið.

 

Nu være Jesus vor skjold i hver en vandring.

 

2 “Hil standen I, jomfru Maria,

så smal som et liljevand,

I skulle føde det velsignede barn,

lovet være den hellig ánd.

 

3 Hil standen I, jomfru Maria,

så smal som en liljekvist,

I skulle føde det velsignede barn,

lovet være du, Jesu Krist.

 

4 Jólanátt ið tey sótu,

tá føddist Várharra so rein,

tá stóð alt út í stilla,

sólin og mánin skein.

 

5 Jólanátt ið tey sótu,

tá føddist Várharra so góð,

tá stóð alt út í stilla,

veður og vatn og flóð.

 

6 Tann, ið hesa vísuna syngur,

tá ið hann fer á sjó,

óræddur man hann på den samme dag

både sejle og ro.

 

7 Tann, ið hesa vísuna syngur,

tá ið hann fer at sova,

hann verður ikki í svøvni svikin,

det haver selv Jesus lovet.

 

Nu være Jesus vor skjold i hver en vandring.

 

CCF 149 D

TSB B 2

 

Handrit: Vísubók hjá Rasmusi Petersen av Sandi. Í savni Jakob Jakobsens 1887 (Føroya landsbókasavn, Tórshavn FLB JJ B III [3], XI).

 

Útgávur:

1. Føroya kvæði (N. Djurhuus  greiddi til útgávu 1972), Band VI, s. 146.

2. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2003) 30. bind, s. 50.

 

Heimild: Úr Sandoy: Rasmus Petersen, Rasmus í Koytu (1868-1943), Sandi

 

 

 

B 2 Mariu vísa fyrra (The annunciation)

Maria hittir høvuðseingilin Gabriel, sum sigur henni, at hon fer at eiga heilaga barnið. Hon svarar, at alt fer at laga seg, sum Harrin vil. Burðarstundina er alt kvirt, og sólin og mánin skína.

á føroyskum: CCF 149; DgF III p. 881-882 (bert á føroyskum)

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019