• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
 

Torkils døtur

 

CCF 176 C

TSB B 21

 

1 Torkil eigur døtur tvær,

- at dansa -

leingi á morgni sova tær.

- Væl er mær ansað,

her vil eg á gólvið fram at dansa,

tóast tú vilt vívið vænt,

væl er mær ansað.

 

2 Tær sova sær so leingi,

til sól skín á teirra seingir.

 

3 Tær sova sær so langt á dag,

til sól skín á teirra seingjartræ.

 

4 Torkil gár í búðir,

talar til moyggjar prúðar.

 

5 “Statt upp, Katrin, dóttir mín,

kirkjumaður biður tín.”

 

6 “Vil hann ikki bíða,

so bið hann undan ríða!”

 

7 Katrin setst á seingir,

hon klæðir seg væl og leingi.

 

8 Hon fór í ein silkiserk,

níggju moyggja handaverk.

 

9 Uttanyvir í møttulin blá,

gull á hvørjum seymi lá.

 

10 Skarlakssokkin og búgvin skó,

hvítar hendur í vatni tvó.

 

11 So kembdi hon sítt gula hár,

gullkrúnu setti hon omaná.

 

12 Katrin gár í stallin,

hon skoðar teir gangarar allar.

 

13 Hon skoðar tann brúna, hon skoðar tann gráa,

tann besta legði hon saðil á.

 

14 Har var eingin knekt í lund,

sjálv legði Katrin boksl í munn.

 

15 So reið Katrin vegin fram,

tað glumdi á jørðini, hennar gangari rann.

 

16 Tá hon kom har mitt á leið,

møtti henni vallari ein.

 

17 “Hoyr tú, Katrin, eg tali til tín,

vilt tú vera mítt kvøldarvív?

 

18 Hvat vilt tú vera mítt kvøldarvív,

ella tú vilt missa títt unga lív?”

 

19 “Fyrr lati eg mítt unga lív,

enn eg vil vera títt kvøldarvív.”

 

20 Vallarin sínum svørði brá,

hann kleyv Katrina í lutir tvá.

 

21 Har sum hennara blóðið dreiv,

tendraðist ljós á hvørji leið.

 

22 Har sum hennara bulur lá,

Mariukirkja bygdist á.

 

23 Har sum hennara høvur lá,

sprakk ein kelda við heilivág.

 

24 Vallarin heim í garðin fór,

úti Torkil fyri honum stóð.

 

25 “Torkil, Torkil, læna mær hús,

eg eri meg so sára sjúk!”

 

26 “Húsini eru til reiðar,

um enn vallarar vóru fleiri.

 

27 Hoyr tú, vallarin, eg tali til tín,

sást tú Katrina, dóttur mína?”

 

28                 “Ja so menn, eg hana sá,

í Mariukirkju var hon í gjár.

 

29 Har kembdi hon sítt gula hár,

gullkrúnu setti hon omaná.”

 

30 Vallarin var til seingjar fús,

*Ása lítla* bar fram ljús.

 

31 “*Ása lítla*, sov hjá mær,

silkiserkin gevi eg tær!”

 

32 “Lat meg fyrst tann serkin sjá,

síðan skal eg tær sova hjá!”

 

33 Tá ið hon tann serkin sá,

systurmerkið kendi á.

 

34 “*Ása lítla*, sov hjá mær,

møttulin blá hann gevi eg tær!”

 

35 “ Lat meg fyrst tann møttulin sjá,

síðan skal eg tær sova hjá!”

 

36 Tá ið hon tann møttulin sá,

systurmerkið kendi á.

 

37 “*Ása lítla*, sov hjá mær,

skarlakssokkin gevi eg tær!”

 

38 “Lat meg fyrst tann sokkin sjá,

síðan skal eg tær sova hjá!”

 

39 Tá ið hon tann sokkin sá,

systurmerkið kendi á.

 

40 “*Ása lítla*, sov hjá mær,

búgvin skógvin gevi eg tær!”

 

41 “Lat meg fyrst tann skógvin sjá,

síðan skal eg tær sova hjá!”

 

42 Tá ið hon tann skógvin sá,

systurmerkið kendi á.

 

43 “*Ása lítla*, sov hjá mær,

gullkrúnan gevi eg tær!”

 

44 “Lat meg fyrst gullkrúnan sjá,

síðan skal eg tær sova hjá!”

 

45 Tá ið hon tann gullkrúnan sá,

systurmerkið kendi á.

 

46 *Ása gár for faðir sín:

“Vallarin hevur dripið dóttur tín.”

 

47 “Hvør torir mær tey boð at bera,

hvør torir mær tann gerning gera?”

 

48 “Eg tori tær tey boð at bera,

vallarin torir tann gerning gera.”

 

49 Torkil talar til sveinar tvá:

“Tit gangið á skógv og kyndið bál!

 

50 Tit gangið á skógv og kyndið bál,

har skal vallarin brenna á!”

 

51 Tað var um eina morgunstund,

vallarin brann í grønari lund.

 

52 Tað var um eina morguntíð,

- at dansa -

vallarin brann í grønari líð.

- Væl er mær ansað,

her vil eg á gólvið fram at dansa,

tóast tú vilt vívið vænt,

væl er mær ansað.

 

CCF 176 C

TSB B 21

 

Handrit: Savn Hammershaimbs (AM, Access. 4), Kristian Joensen av Sandi skrivaði upp eftir Sunnevu Klemensdatter úr Skopun, 1873.

 

Útgávur:

1. Føroya kvæði (N. Djurhuus  greiddi til útgávu 1972), Band VI, s. 258.

2. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2003) 30. bind, s. 67.

 

Heimild: Úr Sandoy: Sunnevu Klemensdatter, f. í Hesti (1797-1884), Skopun 1873.

 

B 21 Torkils døtur (Sisters’ murder by brothers avenged by father)

(Ránsmenn hava stolið synir harra Torkils [cD] ella [cS] Torkil hevur sent teir burtur, tí teimum er sagt, at teir fara at gera seg inn á systrar sínar). Ein morgunin sova Torkils døtur (tvær ella tríggjar) yvir seg. Tær (F, Í, N: ein teirra) lata seg í stásklæðini og skunda sær í kirkju. Í skóginum møta tær ránsmonnum (einum, tveimum ella trimum). Tá ið genturnar vísa frá sær girndarfjeppan teirra, gera ránsmenninir av við tær (cD, cS: eftir at teir hava neyðtikið tær). (F, N, cS: Undur henda har, sum tær lótu lív). Ránsmenninir fara til Torkils hús og sýna fram ognirnar hjá myrdu gentunum. Torkil skilir, hvat ið hent er. cD, F, Í: Torkil fær ránsmenninar avrættaðar ella drepur teir sjálvur. cD, cN, S: Torkil skilir so við og við, at ránsmenninir vóru egnu synir hansara. cS: Hann forger sær, ella (cD, cS) byggir eina kirkju sum iðranarverk.

á føroyskum: CCF 176 (eisini á donskum, íslendskum, norskum og svenskum)

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019