• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Aldrias táttur (Annar Høgna táttur)

 

CCF 1 Ca IV

TSB E  38

 

347 Frúgvin læt seg við barni ganga

níggju mánar sínar,

til at hennara stundum leið,

hon føðir ein svein so fínan.

 

348 Frúgvin læt seg við barni ganga

níggju mánar taldar,

til at hennara stunduni leið,

hon føðir ein svein so baldan.

 

349 Tað er nú, sum oftum er, 

duld eru dupul mein, 

frúgvin er gingin í høgaloft, 

hon føðir ein ungan svein.

 

350 Sveipar hon hann í klæði rein,

tá hann kom í heim,

Høgna bað hon nevna tann

hin geviliga svein.

 

351 Sveipar hon hann í klæði rein,

væl skal ríkum falla,

síðan læt hon presti bera,

Høgna bað hon kalla.

 

352 Barnið varð borið frá kirkjuni

aftur for móður sín,

meira legði hon røkt á tað

enn alt sítt gull í skrín.

 

353 Barnið varð borið frá kirkjuni 

og sett á móður fang,

meira læt hon røkta hann 

enn alt sítt gull og land.

 

354 Sótu tær inni mánan,

og sótu tær inni tvá:

“Hoyr tað, unga jalsdóttir,

tú skalt fyrst út gá.”

 

355 Tí svaraði unga jalsdóttir: 

“Tað skal eg nú valda, 

tú bert hægri krúnuna, 

tú skalt nú fyrst út ganga.”

 

356 Hon átti sær ein ungan son, 

Guðrun vildi honum sút, 

hon var seg av øllum klók, 

hon gekk tá síðari út.

 

357 Hon átti seg ein ungan son, 

Guðrun vildi hann pína, 

hon tók Guðrunar onkarbarn 

og legði í vøggu sína.

 

358 Tað var Guðrun Júkadóttir,

voldi sær meiri harm,

tað vil eg tær for sanheden siga,

hon drap sítt egið barn.

 

359 Hann vóks upp hjá síni móður, 

Gud gav honum vekst, 

meiri vaks hann í ein mánað 

enn ønnur árin seks.

 

360 Hann vóks upp hjá síni móður,

mikil gevin góð,

meiri vaks hann í ein mánað

enn onnur árin tólv.

 

361 Hann vaks upp í ríkinum

skjótt og ikki leingi,

til hann gjørdist í høggum tungur,

hann bardi reystar dreingir.

 

362 Hann var seg á leikvellinum 

burt blant aðrar dreingir, 

hvønn tann tíð teir reiðir vóru, 

stóðst hans stríð á meingi.

 

363 Hann var seg á leikvøllinum 

burtur blant ðrar sveinar, 

hvønn tann tíð teir reiðir vóru, 

stóðst hans stríð á meini.

 

364 Niður settust sveinarnir,

reiðir vóru báðir:

“Líkari var tín faðir at hevnt

enn berja os so sára.”

 

365 Niður settust sveinarnir,

reiðir ið teir vóru:

“Líkari var tín faðir at hevnt

enn berja oss so stórum.”

 

366 Kastar hann svørð og herklæði, 

hann lystir ei longur at leika, 

so gekk hann for sína móður 

við reyðar kinnar og bleikar.

 

367 “Hoyr tað, sæla móðir mín,

tú sig mær satt ífrá:

hvøssu er hann á navni nevndur,

ið mín faðir vá.

 

368 Hvøssu er hann á navni nevndur,

ið mín faðir vá,

hvat fell hann for hvassa svørð,

ella doyði hann á strá?”

 

369 “Eg kann ikki sannari

siga tær ífrá:

Artala kongur í Húnalandi,

ið tín faðir vá.

 

370 Artala kongur í Húnalandi,

ið tín faðir vá,

tað verður ikki, meðan tú livir,

tú sømdir av honum fár.”

 

371 Høgni svarar síni móður,

alt væl sum hann kann:

“Ofta hevur vaksið ungum rakka

hvassar tenn í rann.”

 

372 Og Høgni svaraði síni móður,

alt væl sum hann kundi:

“Ofta hevur vaksið ungum rakka

hvassar tenn í murmi.”

 

373 Hon veik seg at kistuni,

ið nógv hevði gull og fæ,

hon tekur upp hans faðirs skjúrtu,

kastar honum á knæ.

 

374 Hon gár seg at kistuni,

ið nógv hevði gullið inni:

“Her skalt tú síggja tey merki stór,

at tín var faðir vigin.

 

375 Tak tú hetta rúnargull 

og bint um tínar lendar, 

tað kann læsa lásum upp 

og tínar sútir rinda.”

 

376 Tí svaraði hansara sæla móðir, 

tungu ber hon so snjalla: 

“Eg gevi tær tað búgvið svørð, 

ið faðir hans søkti frá fjalli.

 

378 Og tær gevi eg bæði gull og fæ

og mangar ringar reyðar,

tak nú við, mín sæli son,

tú hevn tín faðirs deyð!”

 

379 Sveinur var ungur á aldrinum,

hann skuldi ljósið skara,

hann brendi ígjøgnum fótarblað,

hann tók tað ei í vara.

 

380 Sveinur var ungur á aldrinum, 

hann skuldi skara ljós, 

brendi gjøgnum fótarblaðið 

niður á hallargólv.

 

381 Tí svaraði Artala kongur,

niður í brósti rennur:

“Hvat hugsar tú, svein, so djúpt,

tú gáar ei, hvat tú brennur?”

 

382 “Tað hugsi eg, harra mín, 

at tú hevur nógvan eyð, 

man tað verða á tínari ævi, 

tú tiggur vatn og breyð.”

 

382 “Bæði havi eg gull og fæ,

og hartil nógvan eyð,

tað verður ikki, meðan eg livi,

eg tiggi vatn og breyð.”

 

383 Árla var um morgunin,

sólin skein so víða.

“Vilt tú nakað, Artala kongur,

í dag á skógvin ríða?”

 

384 Tí svaraði Artala kongur, 

somu morgunstund: 

“Gjarna vil eg fylgja tær 

ígjøgnum grøna lund.”

 

385 Tí svaraði Artala kongur, 

mælir so fyri sær: 

“Gjarna vil eg, Høgni ungi, 

til at fylgja tær.”

 

386 Riðu teir á skógvin burtur, 

nýtt var teim for eygum, 

funnu upp á gullhúsið tað, 

ið lagt var í brondum beygum.

 

387 Tí svaraði Artala kongur: 

“Tað skal eg nú valda, 

hoyr tað Høgni Høgnason, 

tú skalt her fyrst inn ganga!”

 

388 Tí svaraði Høgni Høgnason:

“Og tað skal eg nú valda,

tú bert hægri krúnuna,

tú skalt her fyrst inn ganga!”

 

389 Tað var reystur Artala kongur, 

var settur við virðin full, 

hann gekk inn í húsið tað, 

ið fult var innan við gull.

 

390 Tað var reystur Artala kongur,

inn í gullhúsið sá,

Høgni smelti hurð í lás,

og síðan snúðist hann frá.

 

391 Høgni smelti hurð í lás,

hann snúðist úr kongins veldi,

hann kom ikki aftur á beygagátt

fyrr enn triðja dag á kvøldi.

 

392 “Bæði hevur tú gull og fæ,

og hartil hevur tú eyð,

vilt tú nakað, Artala kongur,

tiggja vatn og breyð.”

 

393 “Bæði havi eg gull og fæ, 

og hartil nógvan eyð, 

gjarna vil eg, Høgni ungi, 

tiggja vatn og breyð.”

 

394 Tí svaraði Artala,

læt so orðum svara:

“Gjarna tiggi eg vatn og breyð,

og um enn tað verri væri.”

 

395 Hegni smelti hurð í lás,

síðan snúðist hann harfrá,

hann kom ikki aftur á beygagátt,

fyrr enn kongurin turrur lá.

 

CCF 1 Ca IV

TSB E  38

 

Handrit: Savn Hammershaimbs. AM, Access. 4c II [2].

 

Útgávur: 

1. Føroya kvæði (Chr. Matras greiddi til útgávu, 1951) Band  I, s. 103.

2. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 1998) 2. bind, s. 50

 

Heimild: Úr Norðuroyum

 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019