• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Aldrias táttur (Annar Høgna táttur)

 

CCF 1Aa IV

TSB E 38

 

1 Tær ganga sær við børnunum

níu mánar sínar,

til at teirri stundum líður,

tær føða sveinar fríðar.

 

2 Helvík ungan sonin ár,

tung mundi sorgin falla, 

síðan bað hon presti bera, 

Høgnar bað hon kalla.

 

3 Guðrun ungan sonin ár, 

tung man sorgin falla, 

síðan bað hon presti bera, 

Svein bað móðir kalla.

 

4 Lógu tær í síni song, 

lætta tekur vanda, 

nú er liðið at teirri tíð, 

báðar skulu út ganga.

 

5 Inni sótu tær í dagar, 

inni sótu tær í tvá, 

inntil tann hin triðja, 

tær skuldu út gá.

 

6 Tað er Guðrun Júkadóttir,

brúkar mikla list,

biður nú Helvík jalsins dóttur

at durum ganga fyrst.

 

7 Guðrun so til orða tekur,

fyrsta orðið tá:

“Hoyr tú, Helvík jalsins dóttir,

tú skalt út fyri gá.»

 

8 Svaraði Helvík jalsins dóttir,

læt tá angist og vanda:

“Tú bert hægri høvur enn eg,

fyri bør tær at ganga.”

 

9 Svaraði Helvík jalsins dóttir

í annað orðið tá:

“Tú bert hægri krónu enn eg,

tú mást út fyri gá.”

 

10 Hon átti sær ein ungan son, 

Guðrun vildi hann pína, 

hon tók hennara egna son, 

legði aftur í vøggu sína.

 

11 Guðrun mundi út ganga fyrst,

øllum tykti undur,

hon tók hennara unga son,

beit honum barkan sundur.

 

12 Árla var um morgunin, 

sól tók fagurt at skína, 

Guðrun sneiðir høvur av 

onkarbarni sínum.

 

13 Inn kom Guðrun árla morgun,

fell so væl í lag,

hon tók út sín lítin knív,

hon sneiddi høvdið av.

 

14 So er sagt frá Høgnari, 

Gud gav honum vekst, 

meiri vaks hann í ein mánað, 

enn onnur børn í seks.

 

15 Hann vaks upp í ríkinum, 

tann geviliga mann, 

Húnalandskongurin 

fostraði hann.

 

16 Árla var um morgunin,

sólin fagurt brá,

tað var Helvík jalsins dóttir,

hon ríður til Lindará.

 

17 Tað var Helvík jalsins dóttir,

so ganga søgur frá,

møtti hon sínum unga soni

eystan fyri Lindará.

 

18 Helvík so til orða tekur,

smílist undir lín:

“Tað svørji eg á sannan Gud,

at tú ert sonur mín.”

 

19 Svaraði Høgnar Høgnason, 

hann stendur í mannamúgva: 

“Eg havi ikki sætt eina lágari konu 

kunna so væl at lúgva.”

 

20 “Tak tú út tín lítin knív, 

hygg, ið væl hann bítur, 

tína móður í armin sker, 

vita, um í hjarta nítur!”

 

21 Hann dró út sín lítin knív, 

hyggur, væl hann beit, 

sína móður í armin skar, 

so fast í hjarta neit.

 

22 Svaraði Høgnar Høgnason,

smílist undir lín:

“Tað síggi eg á sjálvum mær,

at tú ert móðir mín.”

 

23 Helvík so til orða tekur,

smílist undir lín:

“Síggj so til um ei langa tíð,

tú hevnir faðir tín!”

 

24 Hon tekur upp tað rúnarkelv,

sínum soni fær:

“Hetta gav tín hin sæli faðir,

ið mikið gott unti mær.”

 

25 Sveinur tók við rúnarkelvi,

niður fyri seg sá,

brast hans belti,

litin ið hann brá.

 

26 Brast hans belti,

litin ið hann brá,

hann sá sín hin faðirs deyða

standa har uppá.

 

27 Tak tú hetta rúnarbelti,

bint um tínar hendur,

tað kann øllum lásum læsa

allar sútir rinda.

 

28 Tá tú kemur til hallar heim,

síðla ella snimma,

síggj so til í langa tíð,

lat ongan á tær finna!”

 

29 Árla var um morgunin,

sólin skein so víða,

tað var Høgnar Høgnason,

hann vildi til hallar ríða.

 

30 Sveinur gekk í hallina inn, 

hann skuldi ljósið skara, 

brendi gjøgnum fótarblað, 

hann tók seg ikki vara.

 

31 Sveinur var ungur av aldrinum, 

hann skuldi skara ljós, 

brendi gjøgnum fótarblað, 

og niður í hallargólv.

 

32 Artala kongur til orða tekur, 

mjøður í blandi rennur: 

“Hugsa nú ikki, Svein, so djúpt, 

tú gáar ei, tú brennur.”

 

33 Tí svaraði Artala kongur,

ryður í brósti rennur:

“Hvat hugsar tú, Svein, so djúpt,

tú sansar ei, at tú brennur?”

 

34 “Tað hugsi eg, Artala kongur,

at tú eigur miklan eyð,

tað verður helst á tínari ævi,

at tú tiggur vatn og breyð.”

 

35 Tí svaraði Artala kongur:

“Eg eigi miklan eyð,

tað verður ikki á mínari ævi,

eg tiggi vatn og breyð.”

 

36 “Tað hugsi eg, harra mín, 

hóast tú eigur miklan eyð: 

tað kann verða á tíni ævi, 

tú tiggur vatn og breyð.”

 

37 “Tað hugsi eg, harra Svein, 

eg eigi so miklan eyð, 

tað verður ikki á míni ævi, 

eg biði vatn og breyð.

 

38 Mikið eigi eg gull og fæ,

hartil annan eyð,

ikki verður tað á mínari ævi,

at eg tiggi vatn og breyð.”

 

39 Árla var um morgunin,

sól tók fagurt at skína:

“Vilt tú nakað, Artala kongur,

í dag á skógvin ríða?”

 

40 Árla var um morgunin,

fell so væl í lag,

lysta teir á skógvin burtur,

Sveinur og kongurin báðir.

 

41 Tað er enn sum ofta fyrr, 

mangur skortar fíggja, 

ganga teir til gullbjørgið 

tað mikla gull at síggja.

 

42 Ríða teir á skógvin burtur,

fríðir í huga full,

hann vísti honum á húsið tað,

ið takt var innan við gull.

 

43 Tí svaraði Artala kongur

fyrsta orðið tá:

“Hoyr tú tað nú, harra Svein,

tú skalt her fyrri inn gá.”

 

44 Tí svaraði harra Svein

í annað orðið tá:

“Tú bert hægri krónuna,

tú skalt inn fyri gá.”

 

45 Artala kongur í Húnalandi

inn um dyrnar sá,

tað var inda harra Svein,

hann smelti hurð í lás.

 

46 Sveinur var ungur av aldrinum,

lætt var honum til máls,

tað er mær av sonnum sagt,

hann smelti hurð í lás.

 

47 “Bæði eigur tú, Artala kongur,

gull og miklan eyð,

tað kann verða á tínari ævi,

at tú tiggur vatn og breyð.

 

48 Tað hugsi eg nú, harra mín, 

hóast tú eigur miklan eyð, 

vilt tú nú nakað, Artala kongur, 

tiggja vatn og breyð?”

 

49 “Tað hugsi eg, harra Svein, 

at eg eigi miklan eyð, 

gjarna vil eg nú, harra Svein, 

tiggja av tær vatn og breyð.”

 

50 Høgnar gekk av gullbjørginum

eina morgun snimma,

svørji tann eið á mína trú,

har læsti hann kongin inni.

 

51 Tað var Høgnar Høgnason,

mikið gull hann fekk,

hann kom ikki aftur í gullbjørgið,

fyrr enn kongurin skarpur hekk.

 

52 Høgnar gisti sína móður

síðla dags á kvøldi,

síðan reið hann haðani burtur

til kongin í Danaveldi.

 

53 Tað er satt, ið talað er, 

mong er konan eym, 

Guðrun gongur um allan heim, 

hon heldur í Grana teym.

 

CCF 1Aa IV

TSB E 38

 

Handrit: Schrøters Sjúrðar kvæði. NkS 345, 8vo.

 

Útgávur:

1. Chr. Matras (ed.): J. H. Schrøters optegnelser af Sjúrðar kvæði (Færoensia 3) s. 40.

2. Føroya kvæði (Chr. Matras greiddi til útgávu, 1951) Band  I, s. 31.

3. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 1998) 1. bind, s. 111

 

E 38 Høgna táttur 2/Aldrias táttur (Høgni revenges his father’s death by killing his foster-father Artala)

Helvík føðir sonin Høgna, og um somu tíð fær Guðrun son, sum hon rópar Svein. Helvík skiftir teir báðar dreingirnar um, og Guðrun drepur dreingin, sum hon heldur Helvík eiga.

Høgni lítli veksur upp við navninum Svein. Ein dagin gevur Helvík honum svørðið hjá pápa hansara og ein gandalut, sum læsir allar dyr. Hon biður hann hevna deyða faðirs hansara við at beina fyri Artala, manni Guðrunar.

Tá ið hann er tilkomin, lokkar hann Artala inn í kongsins skattkamar, læsir hurðina og letur hann svølta í hel. Síðani tekur Høgni gullið, vitjar mammu sína og fer síðani til kongin í Danmark.

á føroyskum: CCF 1 A: IV, Ba: III ør. 98-139, Bb: IV, C ør. 347-395, D: IV, E: III ør. 212-247, G ør. 368-421, H: [III] ør. 214-254 (bert á føroyskum). Triði og fjórði táttur av Sjúrðarkvæðunum.

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019