• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Aldrias táttur (Annar Høgna táttur)

 

CCF 1Bb IV

TSB E 38

 

1 Tær ganga sær við børnunum

níggju mánar sínar,

til at teirra stundum líður,

tær føða sveinar fríðar.

 

2 Helvík ungan sonin ár, 

tung man sorgin falla, 

síðan bað hon presti bera, 

Aldrias bað hon kalla.

 

3 Guðrun ungan sonin eigur, 

tung man sorgin falla, 

síðan bað hon presti bera, 

Svein bað hon kalla.

 

4 Lógu tær í sínari song, 

lætta tekur vandi, 

nú er liðið at teirri tíð, 

báðar skuldu út ganga.

 

5 Tað er Guðrun Júkadóttir,

brúkar miklan list,

býður Helvík jalsins dóttur

um dyrnar ganga fyrst.

 

6 Guðrun so til orða tekur,

fyrsta orðið tá:

“Hoyr tað, Helvík jalsins dóttir.

tú skalt fyrst út gá.”

 

7 Svaraði Helvík jalsins dóttir,

lætti angist og vandi:

“Tú bert hægri høvur enn eg,

tú manst út fyri ganga.”

 

8 Hon átti sær ein ungan son, 

Guðrun vildi hann pína, 

hon tók Guðrunar unga son 

og legði í vøggu sína.

 

9 Inn kom Guðrun árla morgun,

fell so væl í lag,

hon hevði upp sín lítil knív

og sneiddi høvur av.

 

10 So er sagt frá Aldrias, 

miklan tók hann vekst, 

meiri vaks hann í ein mánað 

enn onnur børn í seks.

 

11 Hann vaks upp í ríkinum

til geviligan mann,

Artala kongur

fostraði hann.

 

12 Árla var um morgunin,

sólin fagurt brá,

tað var Helvík jalsins dóttir,

hon ríður fyri Lindará.

 

13 Tað var Helvík jalsins dóttir,

so ganga søgur frá,

møtti hon sínum unga soni

eystan fyri Lindará.

 

14 Helvík so til orða tekur,

smílist undir lín:

“Tað svørji eg á mína trúgv,

at tú ert sonur mín.”

 

15 Svaraði Aldrias Hegnirsson,

hann stendur í mannamúgvu: 

“Eg havi ei sætt eina kvinnu 

kunna so væl at lúgva.”

 

16 “Tak tú út tín lítin knív, 

hygg, ið væl hann bítur, 

tína móður í armin sker, 

vita, um í hjarta nítur!”

 

17 Hann tók út sín lítin knív, 

fullvæl ið hann beit, 

sína móður í armin skar, 

so fast í hjarta neit.

 

18 Svaraði Aldrias Hegnirsson,

sólin á hann skín:

“Tað síggi eg á sjávum mær,

at tú ert móðir mín.”

 

19 Helvík so til orða tekur,

smílist undir lín:

“Sí so til um nakra tíð,

tú hevnir faðir tín!”

 

20 Hon tekur upp tað rúnarkelv,

sínum soni fær:

“Hetta gav tín sæli faðir,

mikið gott unti mær.”

 

21 Sveinin tók við rúnarkelvi,

niður fyri seg sá,

brast hansara belti,

litur ið hann brá.

 

22 Brast hansara belti,

litur ið hann brá,

hann sá sín sæla faðirs deyða

standa hará.

 

23 “Tak tú hetta rúnarbelti,

bint um tínar lendar,

tað kann øllum lásum læsa,

allar sútir rinda.

 

24 Tá ið tú kemur til hallir heim,

síðla ella snimma,

sí so til um langa stund,

lat ikki á tær finna!”

 

25 Árla var um morgunin,

sólin skein so víða,

tað var Aldrias Hegnirsson,

hann vildi til hallar ríða.

 

26 Sveinur gekk í hallina inn, 

skuldi ljósið skara, 

brendi gjøgnum fótarblað, 

hann tók seg ikki vara.

 

27 Sveinur var ungur av aldrinum, 

hann skuldi skara ljós, 

brendi gjøgnum fótarblað 

niður í hallargólv.

 

28 Artala kongur til orða tekur, 

mjøður í blandi rennur: 

“Hvat hugsar tú, svein, so djúpt, 

tú gætir ei, at tú brennur?”

 

29 “Tað hugsi eg, Artala kongur,

tú hevur nógvan eyð,

man tað verða á tínari ævi,

at tú tiggur vatn og breyð.”

 

30 Tí svaraði Artala kongur:

“Eg havi miklan eyð,

tað verður ikki á mínari ævi,

eg tiggi vatn og breyð.”

 

31 Árla var um morgunin,

sól tók fagurt at skína:

“Vilt tú nakað, Artala kongur.

í dag á skógvin ríða?”

 

32 Árla var um morgunin,

fell so væl í lag,

lysta teir á skógvin burtur,

sveinur og kongurin báðir.

 

33 Tað er enn sum oftum fyrr, 

mangur skortar fíggja, 

gingu teir til gullbjørgið 

tað mikla gull at síggja.

 

34 Ríða teir á skógvin burtur,

frægir í huga full,

hann vísti honum á húsið tað,

takt var innan við gull.

 

35 Tí svaraði Artala kongur

fyrsta orðið tá:

“Hoyr tú tað, tú harra svein,

tú skalt her inn gá.”

 

36 Tí svaraði harra svein

í annað orðið tá:

“Tú bert hægri krúnuna,

tú skalt inn fyri gá.”

 

37 Artala kongur í Húnalandi

inn um dyrnar sá,

tað var indi harra svein,

smelti hurð í lás.

 

38 “Tað hugsi eg, harri mín, 

hóast tú eigur miklan eyð, 

vilt tú nakað, Artala kongur, 

tiggja vatn og breyð.”

 

39 “Tað hugsi eg, harra svein, 

at eg eigi nógvan eyð, 

gjarna vil eg, harra svein, 

tiggja vatn og breyð.”

 

40 Aldrias gekk av gullbjørginum

eina morgun snimma,

og eg svørji tann eið á mína trúgv,

har læsti hann kongin inni.

 

41 Tað var Aldrias Hegnirsson,

mikið gull hann fekk,

hann kom ikki aftur í gullbjørgið,

fyrr enn kongurin skarpur hekk.

 

42 Aldrias gisti sína móður

síðla dag á kvøldi,

síðan reið hann haðan burtur

til kongin í Danaveldi.

 

CCF 1Bb IV

TSB E 38

 

Handrit: N. Nolsøe's Collection. FLB F IV vol. II, No. 87.

 

Útgávur:  

1. Føroya kvæði (Chr. Matras greiddi til útgávu, 1951) Band  I, s. 84.

2. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 1998) 1. bind, s. 243

 

Heimild: Kvæðasavnið hjá N. Nolsøe, 1840

 

E 38 Høgna táttur 2/Aldrias táttur (Høgni revenges his father’s death by killing his foster-father Artala)

Helvík føðir sonin Høgna, og um somu tíð fær Guðrun son, sum hon rópar Svein. Helvík skiftir teir báðar dreingirnar um, og Guðrun drepur dreingin, sum hon heldur Helvík eiga.

Høgni lítli veksur upp við navninum Svein. Ein dagin gevur Helvík honum svørðið hjá pápa hansara og ein gandalut, sum læsir allar dyr. Hon biður hann hevna deyða faðirs hansara við at beina fyri Artala, manni Guðrunar.

Tá ið hann er tilkomin, lokkar hann Artala inn í kongsins skattkamar, læsir hurðina og letur hann svølta í hel. Síðani tekur Høgni gullið, vitjar mammu sína og fer síðani til kongin í Danmark.

á føroyskum: CCF 1 A: IV, Ba: III ør. 98-139, Bb: IV, C ør. 347-395, D: IV, E: III ør. 212-247, G ør. 368-421, H: [III] ør. 214-254 (bert á føroyskum). Triði og fjórði táttur av Sjúrðarkvæðunum.

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019