• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Aldrias táttur (Annar Høgna táttur)

 

CCF 1D

TSB E 38

 

1 Tær ganga sær við børnunum

níggju mánar sínar,

til at teirra stundum líður,

tær føða sveinar fríðar.

 

2 Tær ganga sær við børnunum

níggju mánar taldar,

til at teirra stundum líður,

tær føða sveinar baldar.

 

3 Enn er nú sum oftum væl fyrr,

duld eru døpul mein,

gingu so í høgaloft,

tær føddu tveir ungar sveinar.

 

4 Tað er enn, sum oftum var fyrr,

duld eru døpul huga,

tær eru gingnar í høgaloft

og føða sær svein so prúdan.

 

5 Helvík ungan sonin ár, 

tung man sorgin falla, 

síðan bað hon presti bera, 

Aldrias bað hon kalla.

 

6 Guðrun ungan sonin ár, 

tung man sorgin falla, 

síðan bað hon presti bera, 

Svein bað móðir kalla.

 

7 Lógu tær í sínari song, 

lætta tekur vandi, 

nú er liðið at teirri tíð, 

báðar skulu út ganga.

 

8 Inni sótu tær í dagar, 

inni sótu tær í tvá, 

inntil tann hin triðja, 

tær skulu út gá.

 

9 Tað var Guðrun Júkadóttir,

brúkar mikla list,

býður Helvík, jalsins dóttur

at durum ganga fyrst.

 

10 Guðrun so til orða tekur,

fyrsta orðið tá:

“Hoyr tú, Helvík, jalsins dóttir,

tú skalt út fyri gá.”

 

11 Svaraði Helvík, jalsins dóttir, 

læt tá angist og vanda: 

“Tú bert hægri høvur enn eg, 

tú manst út fyri ganga.”

 

12 Hon átti sær ein ungan son, 

Guðrun vildi hann pína, 

Helvík tók Guðrunar ungan son 

og legði í vøggu sína.

 

13 Inn kom Guðrun árla morgun,

fell so væl í lag,

hon tók út sín lítin knív

og sneiddi høvdið av.

 

14 So er sagt frá Guðrunu, 

hon voldi sær tann harm, 

tað vil eg for sannheit siga, 

hon drap sítt egið barn.

 

15 So er sagt frá Aldrias, 

mikil gav hann vekst, 

meira vóks hann í ein mánað 

enn onnur børn í seks.

 

16 Hann vóks upp í ríkinum, 

góvu honum legu á gólv, 

meiri vóks hann í ein mánað 

enn onnur børn í tólv.

 

17 Hann vóks upp í ríkinum 

til geviligan mann, 

Húnalandskongurin 

fostraði hann.

 

18 Árla var um morgunin,

sólin fagurt brá,

tað var Helvík, jalsins dóttir,

hon ríður til Lindará.

 

19 Tað var Helvík, jalsins dóttir,

so ganga søgur frá,

møtti hon sínum unga soni

eystur fyri Lindará.

 

20 Helvík so til orða tekur,

smílist undir lín:

“Tað svørji eg á mínari trúgv,

at tú ert sonur mín.”

 

21 Svaraði Aldrias Høgnason, 

hann stendur í manna múgvu: 

“Eg havi ei sætt eina lágari konu 

kunna so væl at lúgva.”

 

22 “Tak tú út mín lítin knív, 

hygg, ið væl hann bítur, 

tína móður í armin sker, 

og vita, um í hjarta nítur!”

 

23 Hann dró út sín lítin knív, 

hyggur væl hann bítur, 

sína móður í armin skar, 

so fast í hjarta nítur.

 

24 Svaraði Aldrias Høgnason,

sólin á honum skín:

“Tað síggi eg á sjálvum mær,

at tú ert móðir mín.”

 

25 Helvík so til orða tekur,

smílist undir lín:

“Síggj so til um ei langa tíð,

tú hevnir faðir tín!”

 

26 Hon tekur upp tað rúnarkelvi,

sínum soni fær:

“Hetta gav tín hin sæli faðir,

ið mikið gott unti tær.”

 

27 Sveinur tók við rúnarkelvi,

niður fyri seg sá,

brast hansara belti,

litur í hann brá.

 

28 Brast hansara belti,

litur í hann brá,

hann sá sín hin faðirs deyða

standa har uppá.

 

29 “Tak tú hetta rúnarbelti,

bint um tínar lendar,

tað kann øllum lásum læsa,

allar sútir rinda.

 

30 Tá ið tú kemur til hallar heim,

síðla ella snimma,

síggj so til í langa tíð,

lat eingin á tær finna!”

 

31 Árla var um morgunin,

sólin skín so víða,

tað var Aldrias Høgnason,

hann vildi til hallar ríða.

 

32 Svein var fimur á fótunum,

beinini hann bar,

so gekk hann í hallina inn,

sum Artala kongur var.

 

33 Sveinur gekk í hallina inn, 

hann skuldi ljósið skara, 

brendi gjøgnum fótarblaðið, 

hann tók seg ikki vara.

 

34 Sveinur var ungur á aldrinum, 

hann skuldi skara ljós, 

brendi gjøgnum fótarblaðið 

niður á hallargólv.

 

35 Artala kongur til orða tekur, 

mjøður í blandi rennur: 

“Hvat hugsar tú, svein, so djúpt, 

gáar ei, hvat tú brennur?”

 

36 “Tað hugsi eg, Artala kongur,

at tú eigur miklan eyð,

tað verður helst á tínari ævi,

tú tiggur vatn og breyð.”

 

37 Tí svaraði Artala kongur:

“Eg eigi miklan eyð,

tað verður ikki á mínari ævi,

eg tiggi vatn og breyð.”

 

38 Árla var um morgunin,

sól tekur fagurt at skína:

“Vilt tú nakað, Artala kongur.

í dag á skógvin ríða?”

 

39 Árla var um morgunin, 

tað fell so væl í lag, 

lysta teir á skógvin burtur, 

sveinur og kongurin báðir.

 

40 Tað var reysti Artala kongur,

niður fyri seg sær:

“Ríð tú nú á skógvin burtur,

eg skal fylgja tær!”

 

41 Tað er enn sum ofta fyrr, 

mangur skortar fíggja, 

ganga so at tí gullbjørgi 

tað mikla gull at síggja.

 

42 Ríða teir á skógvin burtur,

fríðir í huga full,

hann vísti honum á húsið tað,

ið takt var inni við gull.

 

43 Ríða teir á skógvin burtur,

vítt var teim for eygum,

funnu so tað gullhúsið,

ið lagt var í brondum beygum.

 

44 Tað var reysti Artala kongur,

var settur við vívarin full,

komu so til húsið tað,

sum fult var innan við gull.

 

45 Tí svaraði Artala kongur

fyrsta orðið tá:

“Hoyr tú tað nú, harra svein,

tú skalt harfyri inn gá.”

 

46 Tí svaraði harra svein

fyrsta orðið tá:

“Tú bert hægri krúnuna,

tú skalt inn fyri gá.”

 

47 Artala kongur í Húnalandi

inn um dyrnar sá,

tað var indi harra svein,

hann smelti hurð í lás.

 

48 Sveinur var ungur av aldrinum,

lættur var hann til máls,

tað er mær av sonnum sagt,

hann smelti hurð í lás.

 

49 “Tað hugsi eg, harri mín, 

hóast tú eigur miklan eyð, 

vilt tú nú nakað, Artala kongur, 

tiggja vatn og breyð?”

 

50 “Tað hugsi eg, harri svein, 

at eg eigi miklan eyð, 

gjarna vil eg nú, harra svein, 

tiggja vatn og breyð.”

 

51 Tí svaraði Artala kongur, 

letur so orðum svara: 

“Gjarna tiggi eg vatn og breyð, 

um tað verður verra.”

 

52 Aldrias smelti hurð í lás,

hann snúðist úr kongaveldi,

hann kom ikki aftur at bjørginum

fyrr enn triðja dag at kveldi.

 

53 “Tú hevur bæði gull og silvur,

hartil hevur tú eyð,

her skalt tú nú, Artala kongur,

tiggja vatn og breyð.”

 

54 Aldrias gekk av gullbjørginum

eina morgun snimma,

eg svørji tann eið á mínari trú.

hann læsti kongin inni.

 

55 Tað var Aldrias Høgnason,

mikið gull hann fekk,

hann kom ikki aftur í gullbjørgið.

fyrr enn kongur skarpur hekk.

 

56 Aldrias gisti síni móður

síðla dag at kveldi,

síðan reið hann haðan burtur

til kongin í Danaveldi.

 

CCF 1D

TSB E 38

 

Handrit: Hanus Hanusson: Fugloyarbók, fyri 1854. AM Access. 4a, no. 33. 

 

Útgávur:

1. Føroya kvæði (Chr. Matras greiddi til útgávu, 1951) Band  I, s. 137.

2. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 1998) 2. bind, s. 134

 

Heimild: Úr Fugloy. Hanus Hanusson, Sjeyndi Hanus (1794-1854), Hattarvík, fyri 1854.

 

E 38 Høgna táttur 2/Aldrias táttur (Høgni revenges his father’s death by killing his foster-father Artala)

Helvík føðir sonin Høgna, og um somu tíð fær Guðrun son, sum hon rópar Svein. Helvík skiftir teir báðar dreingirnar um, og Guðrun drepur dreingin, sum hon heldur Helvík eiga.

Høgni lítli veksur upp við navninum Svein. Ein dagin gevur Helvík honum svørðið hjá pápa hansara og ein gandalut, sum læsir allar dyr. Hon biður hann hevna deyða faðirs hansara við at beina fyri Artala, manni Guðrunar.

Tá ið hann er tilkomin, lokkar hann Artala inn í kongsins skattkamar, læsir hurðina og letur hann svølta í hel. Síðani tekur Høgni gullið, vitjar mammu sína og fer síðani til kongin í Danmark.

á føroyskum: CCF 1 A: IV, Ba: III ør. 98-139, Bb: IV, C ør. 347-395, D: IV, E: III ør. 212-247, G ør. 368-421, H: [III] ør. 214-254 (bert á føroyskum). Triði og fjórði táttur av Sjúrðarkvæðunum.

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019