• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Aldrias táttur (Annar Høgna táttur)

 

CCF 1E IV

TSB E 38

 

212 Helvík læt seg við barni ganga 

níggju mánaðir sínar, 

inntil at hennara stundum leið, 

hon føðir ein svein so fríðan.

 

213 Hon sveipar sín son í klæðum væl.

gott skal ríkum falla,

síðan læt hon presti bera,

Høgna bað hon hann kalla.

 

214 Guðrun læt seg við barni ganga

níggju mánaðar sínar,

inntil at hennara stundum leið,

hon føðir ein svein so fríðan.

 

215 Tað er enn sum oftum er, 

at duldur er døpur mein, 

Guðrun er gingin í høgaloft, 

hon føðir ein ungan svein.

 

216 Hon sveipar sín son í klæðum væl,

væl skal ríkum falla,

síðan læt hon presti bera,

Svein biður hon kalla.

 

217 Tá ið tær høvdu á songum ligið,

lætta tekur vandi,

nú er at teim stundum liðið,

tær skulu av durum ganga.

 

218 Tað er Guðrun Júkadóttir, 

hon kann ta svikalist, 

biður nú Helvík jalsdóttur 

ganga av durum fyrst.

 

219 “Guðrun, tú skalt undan ganga,

tú bert høvur hægri,

eg skal ganga aftaná,

eg eri ein mun lægri.”

 

220 Helvík átti ein ungan son, 

Guðrun mundi hann pína, 

tekur hon Guðrunar unga son 

og legði í vøggu sína.

 

221 Tað gjørdi Helvík jalsdóttir

við so lítlan tattur,

tekur hon sín hin unga son,

legði í Guðrunar vøggu aftur.

 

222 Guðrun gekk í hallina inn,

hon víða um seg sá, 

tekur hon sín hin unga son, 

hon bítur barkan frá.

 

223 Hann vóks upp í ríkinum, 

tann gævuligi mann, 

Artan kongur í Húnaland 

fostraði hann.

 

224 Árla var um morgunin, 

ið sólin skín so víða, 

tað var Høgnir Høgnason, 

hann lystir á skógvin ríða.

 

225 Høgnir reið á skógvin burt, 

sum søgur ganga frá, 

møtir hann síni sælu móður 

eystan for Hildará.

 

226 Helvík so til orða tekur,

mælir so fyri sær:

“Hoyr tað, Høgnir Høgnason,

eg eri móðir at tær.”

 

227 Helvík so til orða tekur,

so er komið til mín:

“Hoyr tað, Høgnir Høgnason,

eg eri móðir tín.”

 

228 Høgnir so til orða tekur:

“Tí vil eg ikki trúgva,

eg havi ikki sætt eina lægri konu

kunnað betra at ljúgva.”

 

229 “Tak tú henda lítin knív,

í eggini alvæl bítur,

sker so meg í armin mín,

vita um teg ikki í hjarta nítur!“

 

230 Hann tók henda lítin knív,

í eggini alvæl beit,

hann skar hana so í armin sín,

tað fast í hjarta neit.

 

231 Tað var Høgnir Høgnason,

smílist undir lín:

“Tað kenni eg á sjálvum mær,

at tú ert móðir mín.”

 

232 “Hoyr tað, Høgnir sonur mín,

eg sigi tær satt ífrá,

Høgnir bað teg hevna sín,

um enn tú liva má!

 

233 Tak tú hetta rúnarbelti, 

tú bint um tínar lendar! 

Tað kann øllum lásum læsa, 

allar sorgir rinda.”

 

234 Hann kom ikki fyrr av skóginum heim,

tað var so síðla á kvøldi,

Artan kongur yvir borði situr

við alt sítt dreingjaveldi.

 

235 Hann kom ikki fyrr av skóginum heim.

so er komið til mín,

Artan kongur yvir borði sat

so glaður og drekkur vín.

 

236 Sveinur gekk í hallina inn, 

hann skuldi ljósið skara, 

ljósið brann í fótablað, 

hann tók seg ikki vara.

 

237 Sveinur skuldi ljósið skara, 

mær er ei av tí hól, 

ljósið brann í fótablað 

líka í hallargólv.

 

238 Tá svaraði Artan kongur,

ryður í brósti rennur:

“Hvat teinkir tú, svein, so djúpt,

tú gáar ei, at tú brennur?”

 

239 “Tað teinki eg, at Artan kongur,

at tú hevur nógv eyð,

man tað verða á tíni ævi,

tú tiggur vatn og breyð.”

 

240 “Nógv havi eg gullið,

meira havi eg eyð,

tað verður ikki á míni ævi,

eg tiggi vatn og breyð.”

 

241 Árla var um morgunin, 

ið sól tók fagurt at roða, 

nú lysta tey til gullbjørgið, 

sítt reyðargull at skoða.

 

242 Fóru tey til gullbjørgið

glað for uttan mein,

tað var Høgnir Høgnason,

hann mundi fylgja teim.

 

243 Fóru tey í gullbjørgið inn

glað for uttan vanda,

tað var Høgnir Høgnason,

hann mundi fyri uttan standa.

 

244 Høgni ræð for uttan standa

glaður fyri uttan sút,

nú læsir hann aftur við rúnargulli.

hvørki náddi út.

 

245 Inni svølti hann bæði tey

hjá tí gullinum reyða,

tað gerir Høgnir Høgnason,

so hevndi hann faðirs deyða.

 

246 Hann var seg á skóginum burt,

fullar vetur tvá,

hann kom ikki fyrr til hallar heim,

fyrr enn kongur skarpur lá.

 

247 Høgnir gisti sína móður

síðla dag á kvøldi,

síðan reið hann seg haðan burtur

til kong í Danaveldi.

 

CCF 1E IV

TSB E 38

 

Handrit: Savn Hammershaimbs, 1848. AM, Access. 4c II [2].

 

Útgávur:

1. Føroya kvæði (Chr. Matras greiddi til útgávu, 1951) Band  I, s. 162.

2. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 1998) 2. bind, s. 197

 

Heimild: Úr Sandoy. Johannes Lukassen, Skálavík (1791-1884)

 

E 38 Høgna táttur 2/Aldrias táttur (Høgni revenges his father’s death by killing his foster-father Artala)

Helvík føðir sonin Høgna, og um somu tíð fær Guðrun son, sum hon rópar Svein. Helvík skiftir teir báðar dreingirnar um, og Guðrun drepur dreingin, sum hon heldur Helvík eiga.

Høgni lítli veksur upp við navninum Svein. Ein dagin gevur Helvík honum svørðið hjá pápa hansara og ein gandalut, sum læsir allar dyr. Hon biður hann hevna deyða faðirs hansara við at beina fyri Artala, manni Guðrunar.

Tá ið hann er tilkomin, lokkar hann Artala inn í kongsins skattkamar, læsir hurðina og letur hann svølta í hel. Síðani tekur Høgni gullið, vitjar mammu sína og fer síðani til kongin í Danmark.

á føroyskum: CCF 1 A: IV, Ba: III ør. 98-139, Bb: IV, C ør. 347-395, D: IV, E: III ør. 212-247, G ør. 368-421, H: [III] ør. 214-254 (bert á føroyskum). Triði og fjórði táttur av Sjúrðarkvæðunum.

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019