• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Brynhildar táttur

 

CCF 1 Ba II

TSB E  100

 

1 Eg veit eina rímuna,

gjørd í grønari líð,

tað var fyrst í fyrndini,

tað brast í Buðlans tíð.

 

2 Eg veit eina rímuna,

gjørd í grønari lund,

tað var fyrst í fyrndini,

tað brast í Buðlans stund.

 

3 Í forðum dagar kongur var,

Buðlung vil eg nevna,

átt hevur hann so væna dóttur,

komin til góðar at evna.

 

4 Átt hevur hann so væna dóttur,

komin til góðar at evna,

hon er bæði vitur og von,

Brynhild skulu vit nevna.

 

5 Nevnd er hansara onkardóttir

gjøgnum grøna líð,

eitur Brynhild Buðladóttir,

tað hitt væna vív.

 

6 Nevnd er hansara onkardóttir

gjøgnum grøna lund,

eitur Brynhild Buðladóttir,

tað hitt væna sprund.

 

7 Brynhild situr á Hildarfjalli,

hon er dóttir Buðla,

sigst so til í bragdartátti,

ljómir av henni skugga.

 

8 Brynhild situr í stólinum

í einum kjóla brúnum,

flættað hár á herðum lá

við silkibondum snúnum.

 

9 Brynhild situr í stólinum,

ríkir ganga inn,

ongan tykir Buðladóttur

vera javnlíka sín.

 

10 Árla var um morgunin,

roðar fyri sól,

gingin er hann Buðlung kongur

í sín dóttur stól.

 

11 Árla var um morgunin,

sól tók fagurt at skína,

gingin er hann Buðlung kongur

í stól for dóttur sína.

 

12 “Hoyr tað, mín hin veldiga søta,

tú elvar mær nógvan vanda,

at tú noktast hvørjum ráði,

ið tær býðst til handa.”

 

13 “Tegi, tegi, mín sæli faðir,

snakka ikki so,

ikki er komin tann veldigi harri,

mær er sámi at fá.

 

14 Ikki er komin tann veldigi harri,

mær er sámi at fá,

eystan fyri londini

har stár mín hugur á.

 

15 Sjúrður eitur sami maður,

Sigmundar son,

tað var hin unga Hjerdi,

hon var hans kona.

 

16 Sjúrður eitur sami maður,

Sigmundar svein,

tað var hin unga Hjerdi,

hon bar hann í heim.”

 

17 “Hoyr tað, mín hin veldiga søta,

tað sigi eg tær enn:

hvat er Sjúrður frægari

enn aðrir kongins menn?”

 

18 “Tað er Sjúrður frægari

enn aðrir kongins menn,

so fellir hann heidningarnar,

hundrað um í senn.

 

19 Tað er Sjúrður frægari

enn aðrir kongins sveinar,

saðil hans og hestbúni

glógvar sum gullið reina.

 

20 Tað er Sjúrður frægari

enn aðrir kongins garpar,

saðil hans og hestbúni

glógvar sum gullið bjarta.”

 

21 “Kemur nakar her í dag,

tín stár hugur á,

ikki tínum bróður,

skuldi hann teg fá.”

 

22 “Hoyrt havi eg frásagt,

ikki var eg hjá,

tá hann vá tann frænarorm,

á Glitraheiði lá.

 

23 Tá hann vá tann frænarorm,

á Glitraheiði lá,

nógv mundi hann gullið

eftir hann fá.

 

24 Hoyrt havi eg frásagt

snildarbragdi,

tá hann vá tann frænarorm,

við sínum svørði lagdi.

 

25 Sjúrður vá tann frænarorm,

sum lá á heiði Glitra,

hann vil vera kempuførur,

møtir hans brandi bitra.

 

26 Tá hann vá tann frænarorm,

tí er hann so ríkur,

eingin maður í Húnalandi

honum kann vera líkur.”

 

27 “Hoyr tú, mín hin veldiga søta,

legg sjálv til tey ráð,

hvussu vit skulu tann mikla riddar

av øðrum londum fá!”

 

28 “Tú skalt lata mær steinsal

í oyðimørkum gera,

sum teir kunnu dvørgar tveir

best við rúnir skera.

 

29 Sum teir kunnu dvørgar tveir

best við rúnir skera,

alt tað góða, í ríkinum er,

tað lat tú til mín bera.

 

30 Alt tað góða, í ríkinum er,

tað lat tú til mín bera,

og so lítla tænastu

tað lat tú harvið vera.

 

31 Tú skalt lata mær steinsal

í oyðimørkum gera,

sum teir kunnu dvørgar tveir

best við rúnir skera.

 

32 Tú skalt lata mær steinsal

í oyðimørkum stá,

sum teir kunnu dvørgar tveir

best við rúnir slá.

 

33 Sum teir kunnu dvørgar tveir

best við rúnir slá,

bæði við royk og váðaloga,

salinum brennur á.

 

34 Bæði við royk og váðaloga,

salinum brennur á,

eingin uttan Sjúrður snari

ríður har útá.”

 

35 Hann læt henni steinsal

í oyðimørkum gera,

sum teir kundu dvørgar tveir

best við rúnir skera.

 

36 Sum teir kundu dvørgar tveir

best við rúnir skera,

alt tað góða, í ríkinum var,

læt hann til hana bera.

 

37 Alt tað góða, í ríkinum var,

læt hann til hana bera,

og so lítla tænastu

tað læt hann harvið vera.

 

38 Hann læt henni steinsal

í oyðimørkum gera,

sum teir kundu dvørgar tveir

best við rúnir skera.

 

39 Hann læt henni steinsal

í oyðimørkum stá,

bæði við royk og váðaloga,

salinum brendi á.

 

40 Hann læt henni steinsal

í oyðimørkum stá,

sum teir kundu dvørgar tveir

best við rúnir slá.

 

41 Bæði við royk og váðaloga,

salinum brennur á,

eingin uttan Sjúrður snari

ríður har útá.

 

42 Hetta frætti Sjúrður

eystur á síni lond:

Brynhild situr á Hildarfjalli,

hon er so biðlavond.

 

43 Hann vaknar árla um morgunin,

telur sínar dreymar,

so var hann til víggja førur,

sum áin rennur í streyma.

 

44 “Meg droymdi, at Grani

í reyðum loga stóð,

fyri honum á víðum vølli

rann so mikið blóð.

 

45 Meg droymdi, eg sat á Grana baki,

spardi hann ei at koyra,

fyri honum á víðum vølli

rann so mikið droyra.

 

46 Meg droymdi, tað brast um lindir mínar,

gull við búgvið belti,

meg droymdi, at mítt góða svørð

á gyltum hjálmi smelti.”

 

47 Tað er Sjúrður Sigmundarson,

hann ber lov og prís,

hann gekk í sín urtagarð,

og mangt varð hann der vís.

 

48 Tað søgdu honum villir fuglar,

uppi sótu í eik:

“Von er Brynhild Buðladóttir,

stundar á tín leik.”

 

49 Tað søgdu honum villir fuglar

gjøgnum grøna lund:

“Von er Brynhild Buðladóttir,

stundar á tín fund.”

 

50 Árla var um morgunin,

sólin skín so víða,

hann talar við Viggrím Gunnarsson:

“Tú saðla mær hestin fríða.”

 

51 Hann talar til Viggrím Gunnarsson:

“Tú saðla mær hestin fríða,

eg havi so lítil ørindi

burt annarsstaðni at ríða.”

 

52 Út varð loystur gangarin,

undir hallarvegg,

prýddur var hann við skarlak

niður á hóvarskegg.

 

53 Prýddur var hann við skarlak

niður á miðal síðu,

forgyltur var saðilin,

ið Sjúrður skuldi á ríða.

 

54 Saðilin var av gulli,

bokslið út av tann,

so ríður hann Sjúrður

beina gøtu fram.

 

55 So ríður hann Sjúrður

beina gøtu fram,

gullbrúnar handskarnar

dregur hann sær pá hand.

 

56 Gullbrúnar handskarnar

dregur hann sær pá hand,

so reið hann við gullgrímu,

bokslið út av tann.

 

57 Hann reið seg so niðarlaga

við Júkagørðum fram,

úti stóð hon Grimhild

við so mangan mann.

 

58 Úti stóð hon Grimhild

við so mangan mann,

við báðum sínum hondunum

hon í hans teymar rann.

 

59 “Sjúrður, steðga tíni ferð

og snakka við meg,

eg eigi mær so væna dóttur,

ást vil leiða teg.”

 

60 “Eg steðgi ikki míni ferð,

mín góði gangari rennur,

eg fari meg á heyggin fram,

sum váðalogin brennur.

 

61 Eg steðgi ikki míni ferð,

mín gangari rennur í lund,

eg fari meg á heyggin fram

at skoða tað væna sprund.

 

62 Eg steðgi ikki míni ferð,

mín gangari rennur í líð,

eg fari meg á heyggin fram

at skoða tað væna vív.”

 

63 Sjúrður hann sleit teymarnar,

kinn bar hann so balda:

“Eg visti tað onga kvinnu vera,

mín gangara tordi at halda.”

 

64 Sjúrður sat á Grana baki,

meðan hans gangari rann,

blankur var tann váðalogin,

um Grana hógvar brann.

 

65 Sjúrður sat á Grana baki,

meðan hans gangari rendi,

blankur var tann váðalogin,

um Grana hógvar brendi.

 

66 Eingin reið á Brynhilduheyg,

uttan Sjúrður snari,

gjøgnum royk og váðaloga,

hann og hesturin Grani.

 

67 So stígur hann Grani

á foldina tá,

hann kleyv sundur heygsdyr,

við sínum svørði brá.

 

68 Sjúrður reið á Brynhilduheyg,

sum eingin hevði verið fyrr,

við sínum svørðinum

kleyv hann heygsdyr.

 

69 Við sínum svørðinum

kleyv hann lokur frá,

hann sá, hvar tað væna vív

í herklæðunum lá.

 

70 Við sínum svørðinum

kleyv hann lokur av,

hann sá, hvar tað væna vív

í herklæðunum svav.

 

71 Hann sá, hvar tað væna vív

í herklæðunum svav,

Sjúrður tók sín búgvin brand

og spretti brynju av.

 

72 Vaknaði Brynhild Buðladóttir,

hugdi og um seg leit:

Hvør átti tann búgvin brand,

ið brynju av sær beit?

 

73 “Sjúrð skalt tú nevna meg,

Sigmundar son,

tað var hin unga Hjerdi,

hon var hans kona.

 

74 Sjúrð skalt tú nevna meg,

Sigmundar svein,

tað var hin unga Hjerdi,

hon bar meg í heim.

 

75 Riðin er ein av Húnamonnum

higar í dag til tín,

Sjúrður Sigmundarson,

søtin mín.”

 

76 “Hvat feilti tær, Sjúrður,

at tú higar reið,

hvør var hann av Húnamonnum,

ið tær vísti leið?”

 

77 “Tað søgdu mær villir fuglar,

uppi sótu í eik:

von var Brynhild Buðladóttir,

stundaði á mín leik.

 

78 Tað søgdu mær villir fuglar

gjøgnum grøna lund:

von var Brynhild Buðladóttir,

stundaði á mítt fund.

 

79 Ørn sat á kvisti,

væntaði hon mín,

hon vísti mær vegarlongdina

haðani og heim til tín.”

 

80 “Av ókunn' londum higar til mín,

man meg lítið ryggja,

Júkin kongur dóttur eigur,

lystir við tær at byggja.

 

81 Tú ert ungur á aldrinum,

lívið man teg tróta,

tú manst ognast Guðruna,

men meg manst tú ikki njóta.”

 

82 “Tað tykir mær undarligt,

at slíkt skal meg henda:

eg skal allar mínar ástir

frá tær, Brynhild, venda.”

 

83 Tað er Brynhild Buðladóttir,

tekur um hjarta at køla:

“Júkin kongur drotning eigur,

við ástir man teg tøla.”

 

84 “Tað tykir mær undarligt,

at slíkt skal meg ná:

eg skal allar mínar ástir

frá tær, Brynhild, slá.”

 

85 “Hoyr tað, snari Sjúrður,

ver nú ei so bráður,

gakk teg í mín faðirs garð,

leita við hann ráð!”

 

86 Tað er Sjúrður Sigmundarson,

er bæði følin og nipin:

“Eg havi so lítil góðráðini

eftir mín faðir tikið.”

 

[87‑88 vanta í handritinum]

 

89 Løgdu sínar ástir saman

innan for benjargátt,

tá varð Ásla Sjúrðardóttir

gitin á teirri nátt.

 

90 Løgdu sínar ástir saman

innan for benjarsprund,

tá varð Ásla Sjúrðardóttir

gitin á teirri stund.

 

91 Tólv gullringar

legði hann henni á hand:

“Hetta skal vera tað fyrsta

elskógins band.”

 

92 Tólv gullringar

legði hann henni í fang:

“Hetta skal vera tað annað

elskógins band.”

 

93 Tólv gullkistur

setti hann henni hjá,

tann dýra drotningsringin

hann legði omaná.

 

94 “Brynhild, tak mær boksl og teym,

ringabrynju fríða,

eg havi so lítil ørindi

burt annarsstaðni at ríða.”

 

95 “Sit her heldur, Sjúrður,

og leika við meg í talvi,

Júkin kongur drotning eigur,

sterk í trølskum alvi.”

 

96 Tað var Sjúrður Sigmundarson,

skortar hann ei fíggja,

hann var seg í moynnasali

mánaðirnar tríggjar.

 

97 Tað var Sjúrður Sigmundarson,

skortar hann ei eyð,

hann var seg í moynnasali

mánaðirnar sjey.

 

98 Hon fylgdi honum so langt á leið,

bað honum góðan dag:

“Heilur og sælur og happadyggur,

og alt gangi tær væl!”

 

99 Hon fylgdi honum so langt á leið

og bað honum góðan frið:

“Far væl heilur og happadrúgvur,

alt gangi við!

 

100 Bæði heil og happadygg

skiltust vit á sinni,

Sjúrður, goym væl hesi orð,

og legg tey væl í minni.”

 

101 Tað var Sjúrður Sigmundarson.

rakti seg úr saðilboga,

kysti frúnna Brynhildu

fast av miklum huga.

 

102 Tað var Sjúrður Sigmundarson,

heim í garðin fór,

úti sjálvur Buðlung kongur

fyri honum stóð.

 

103 “Ver vælkomin, Sjúrður,

higar út til mín,

drekk nú, hvat tær betur líkar,

mjøðin ella vín!”

 

104 “Lítið er mær um mjøðin tín,

hálvvæl minni um vín,

gev mær Brynhild Buðladóttur,

onkardóttur tína.”

 

105 “Tú ert ungur á aldrinum,

lívið man teg tróta,

tú manst ognast Guðruna,

men Brynhildu ikki njóta.”

 

106 “Tað tykir mær undarligt,

at slíkt skal meg ná:

eg skal allar mínar ástir

frá tíni Brynhildu slá.”

 

107 Tað er reystur Buðlung kongur,

tekur um hjarta at køla:

“Júkin kongur drotning eigur,

við ástir man teg tøla.”

 

108 “Tað tykir mær undarligt,

at slíkt skal meg henda:

eg skal allar mínar ástir

frá tíni Brynhildu venda.”

 

109 “Ríð teg ikki for niðarlaga

við Júkagørðum fram,

úti stendur Grimhild

við so mangan mann.

 

110 Úti stendur Grimhild

við so mangan mann,

fegin vil hon forvitnast,

íhvar tú ríður fram.

 

111 Fegin vil hon forvitnast,

ið tú ríður fram,

hon sær ikki á hestbaki

ein tekkiligari mann.”

 

112 Sjúrður reið á skógvin burt

alt foruttan váða,

hann sá tað hitt illa dýr

berjast við bógvar báðar.

 

113 Hann sá tað hitt illa djór

berjast við bógvar báðar,

eldin spýði, eitur goyst',

tá stóð hans lív í váða.

 

114 Hann sá ein úlv á skógnum fara

'nast til idra stinna',

hesturin leitst for 'idra Spjoud',

hann leitst til ymsa kinna.

 

115 Grani beitst og illa sleitst,

hann kundi ikki finna leið,

síðan kvittaði Sjúrður

í Júkagarðar heim.

 

116 Burtur hvarv tað illa dýr,

burt úr Sjúrðar eygum,

hann sær, hvar ið Grimhild situr,

leikar við bondum beygum.

 

117 Hann reið seg so niðarlaga

við Júkagørðum fram,

úti stóð hon Grimhild

við so mangan mann.

 

118 Úti stóð hon Grimhild

við so mangan mann,

við báðum sínum hondunum

hon í hans teymar rann.

 

119 “Sjúrður, steðga tíni ferð

og snakka við meg,

eg eigi mær so væna dóttur,

ást vil leiða teg.

 

120 Von er Guðrun dóttir mín,

hvar hon gongur inn,

liljur og so rósur

syngja av hennara kinn.”

 

121 “Von er Guðrun, dóttir tín,

fá er henni betur,

hon er ikki meiri Brynhildu lík,

enn summar er mót vetur.”

 

122 “Eg bjóði tær at liggja her,

og mangt er tær á vási,

drekk nú dítt av dýrari krús,

tín gangari stendur í lási.”

 

123 Tey drekka dítt, tey drekka datt

til tann dreingin mæta,

honum kom einki annað í hug,

uttan Guðruna vildi hann hava.

 

124 Tað er frúgvin Grimhild,

talar til dóttur sín:

“Gakk tú teg í kjallaran

og blanda mjøð og vín.

 

125 Gakk tú teg í kjallaran

og blanda mjøð og vín,

og so mikið óminni

tað lat tú har útí.

 

126 Og so mikið óminni

tað lat tú har útí,

ber so inn fyri Sjúrð hin unga,

bið hann drekka til tín.”

 

127 “Teir ríða so mangir higar í dag.

kongasynir og jallar,

girnast tað, ið annar eigur,

tað man lukkast valla.”

 

128 Hon hevði upp sína høgru hond.

sló hana yvir lín:

“Skamm fái tú, mín vánda dóttir.

sakandi biðil tín.”

 

129 Hon hevði upp sína høgru hond

og gav henni høgg á tenn,

blóðið dreiv í barmin niður,

sógvu tað mangir menn.

 

130 Tað var Guðrun Júkadóttir,

tók sær ker í hand,

so gekk hon í kjallaran,

sum mjøðurin fleyt í bland.

 

131 So skeinkir hon Guðrun

mjøðin út í vín,

og so mikið óminni

tað læt hon har útí.

 

132 Og so mikið óminni

tað læt hon har útí,

ber tað inn fyri Sjúrð hin unga,

bað hann drekka til sín.

 

133 Tey drekka dítt, tey drekka datt

til tann dreingin mæta,

honum kom einki annað í hug,

uttan Guðruna vildi hann hava.

 

134 Tey drekka dítt, tey drekka datt

til tann dreingin dýra,

honum kom einki annað í hug,

uttan Guðruna vildi hann …

 

135 Tey drekka dítt, tey drekka datt,

til tann dreingin deiga,

honum kom einki annað í hug,

uttan Guðruna vildi hann eiga.

 

136 Tey drekka fort sum droyra dramm,

tey drukku av horninum bjarta,

Sjúrður misti minni alt,

og brúður av buðlungs hjarta.

 

137 Tey drekka fort sum droyra dramm,

tey drukku av hornum leingi,

Sjúrður misti minni alt,

bata kann honum eingin.

 

138 Tá hann hevði drukkið

og greitt aftur skál,

mintist ei til Brynhildu

og ei á hennara mál.

 

139 Tá hann hevði drukkið

og greitt aftur ker,

mintist ei til Brynhildu,

og ei, hvar ið hon er.

 

140 Guðrun klæðist for síni song

eina morgun snimma,

henni kom einki annað í hug,

uttan Brynhildu vildi hon finna.

 

141 Árla var um morgunin,

roðar fyri sól,

fóru út á vatn at taka,

føgur vóru fljóð.

 

142 Árla var um morgunin,

sólin roðar í líð,

fóru út á vatn at taka,

føgur vóru vív.

 

143 Árla var um morgunin,

sólin roðar í lund,

fóru út á vatn at taka,

føgur vóru sprund.

 

144 Møttust tær á miðjari leið,

Brynhild og Guðrun Júka,

onnur teirra gleði bar,

men onnur harmin sjúka.

 

145 Møttust tær á miðjari leið,

Brynhild og Guðrun unga,

onnur teirra gleði bar,

men onnur harmin tunga.

 

146 Brynhild tagdi, Guðrun sagdi,

hvør sín snótin stríða:

“Hví man mín bróðir Gunnar kongur

unna so vonum vívi?”

 

147 “Tað ið tú neytst tann mikla riddar­

tað var ikki mítt ráð,

eg hevði ást við Sjúrða lagt,

áðrenn tú hann sá.”

 

148 “Henda sama reyða ring,

eg beri á armi mínum,

gav mær Sjúrður Sigmundarson.

tað vann hann í stríði tínum.

 

149 Henda sama reyða ring,

eg beri mær armi á,

henda gav mær Buðlung kongur,

mær í tannfæ.”

 

150 Svaraði Brynhild Buðladóttir

av so tungum stríði:

“Fyri tað orð skal Sjúrður doyggja,

um enn eg eri á lívi.”

 

151 “Eg ræðist ikki eiti títt,

tú hitt væna vív,

hann er eingin av Húnamonnum,

ið liggur um Sjúrðar lív.”

 

152 Guðrun leyp á ánna út,

sum fossurin rann stríður,

tí hon hevði Sjúrð hin unga,

ið ein yvir allar ríður.

 

153 Guðrun leyp á ánna út,

sum fossurin rann harður,

hon vildi ikki njóta tað vatn,

ið rann av Brynhildu hári.

 

154 Brynhild gekk í hallina inn,

sorgarfult var tað fljóð,

Sjúrður rendi sínum fótum

undir frúnnar stól.

 

155 Sjúrður rendi sínum fótum

undir frúnnar stól,

hvørki mátti mæla ei sita

tað hitt væna fljóð.

 

156 Vatnið rennur strítt sum streymur

eftir sløttum gróti,

ilt er at leggja ást við tann,

sum ikki leggur ímóti.

 

157 Grátandi gekk tó Brynhild

í sín stól at sita,

Gunnar kongur fimur og fúsur

ræður ta frú at vitja.

 

158 Hvørt eitt barn í Júkagørðum

reið á Brynhildu fund,

tí hon hevði for Sjúrð hin unga

so manga møðistund.

 

159 Hvørt eitt barn í Júkagørðum

reið at Brynhildu sjá,

tí hon hevði for Sjúrð hin unga

manga møðitár.

 

160 Gunnar kemur av skógnum heim

við gulum og grønum spjóti:

“Hann skal harðan deyðan tola,

tær hevur gjørt ímóti.”

 

161 Gunnar kemur av skógnum heim

við hvøssum slíðraknívi:

“Hann skal harðan deyðan tola,

snart takast av lívi.”

 

162 “Ei fært tú nakað yndi av mær,

ei gert tú tað vænta,

so leingi eg Sjúrð við eygum sær,

so seint man angur lætta.”

 

163 Brynhild liggur í seingini,

og Gunnar stóð fyri stokki,

tað var tá, sum oftum er enn,

at kaldur er kvinnu tokki.

 

164 “Ei fært tú nakað yndi av mær,

ei gert tú tað trá,

so leingi eg Sjúrð við eygum sær,

so seint gár angur frá.”

 

165 “Hoyr tað, mín hin veldiga søta,

eg vil tær ikki trúgva,

at tú vildi Sjúrða svein

svik til handa snúgva.”

 

166 “Tað er Guðrun systir tín,

hon voldi mær tað stríðið,

tí hon hevði Sjúrða svein,

tann eina yvir allar ríður.”

 

167 “Hoyr tað, mín hin veldiga søta,

legg sjálv til tey ráð,

hvussu vit skulu Sjúrð hin unga

av sínum lívi fá!”

 

168 “Bið hann býta svørðið,

bið hann býta mest,

bið hann býta Grana,

sín góða gangarahest!

 

169 Bið hann býta svørðið,

bið hann býta hest,

hav tú svik í hjartanum,

og lat sum tú kanst best.

 

170 Bið hann býta svørðið,

bið hann býta minna,

hav tú svik í hjartanum,

og lat ikki á tær finna.

 

171 Ríðið so á skógvin burt,

alt foruttan ekka,

gevið Sjúrði salta krás

og hartil einki drekka.”

 

172 Riðu teir á skógvin burt,

Sjúrður var í ferðum,

visti ei av svikunum,

teir høvdu í ráðagerðum.

 

173 Riðu teir á skógvin burt,

alt tað sum teir kundu,

visti ei av svikunum,

teir høvdu samanbundið.

 

174 Riðu teir á skógvin burt,

glaðir foruttan ekka,

góvu Sjúrði salta krás

og hartil einki drekka.

 

175 Drekka teir úr sínum hjálmi

bæði títt og ofta,

eftir liggur Sjúrðar hjálmur

heimi á Júka lofti.

 

176 Drekka teir úr sínum hjálmi,

alt foruttan ekka,

Sjúrður loysir hjálmbondini,

nú lystir hann at drekka.

 

177 Drekka teir úr sínum hjálmi,

alt foruttan sút,

Sjúrður loysir hjálmbondini,

hann stígur úr saðli út.

 

178 Sjúrður legðist at drekka,

sum vatn stóð fyri í brunni,

sjáldan hevur góður kvistur

sprottið av illum runni.

 

179 Sjúrður legðist at drekka,

sum vatn rann fyri í veit,

Gunnar átti mækan tann,

á Sjúrðar hálsi beit.

 

180 Sjúrður legðist at drekka,

sum vatn rann fyri í á,

har kom Hegnir Júkason,

hann gav honum banasár.

 

181 Gunnar høgg, men Hegnir stakk

við hvøssum slíðraknívi,

gjørdu so stórt eitt níðingsverk,

teir tóku Sjúrð av lívi.

 

182 Høvdið tók at tala,

tá tað á vølli lá:

“Hevði eg vitað av svikunum,

maður var eg for báðar.”

 

183 Høvdið tók at tala,

tungu bar so snjalla:

“Hevði eg vitað av svikunum,

maður var eg fyri allar.”

 

184 Teir skiftu sínum klæðunum

og øllum sínum lit,

ikki vildi Grani ganga,

tí hann hevði mans vit.

 

185 Ikki vildi Grani ganga,

tí Gunnar honum reið,

fyrr enn tann snari Sjúrður

honum á herðar neig.

 

186 Deyðan tóku teir Sjúrða svein,

førdu heim á skildri,

mangur hevur reystur lívið latið,

helst av kvinnu veldi.

 

187 Deyðan tóku teir Sjúrða svein,

vógu á skildrararmi,

Brynhild stóð í glasgluggum,

kyk sprakk hon av harmi.

 

188 Deyðan tóku teir Sjúrð hin unga,

løgdu Guðrunu hjá,

ikki visti brúður av,

fyrr enn blóð um benjar lá.

 

 

189 Deyðan tóku teir Sjúrð hin unga,

løgdu Guðrunu í skeyt,

ikki visti brúður av,

fyrr enn blóð um beðir fleyt.

 

190 Upp vaknar Guðrun Júkadóttir,

letur so orðum svara:

“Síðst mundi eg, Gunnar kongur,

svikum av tær vara.”

 

191 “Syrg ikki, syrg ikki, systir mín,

syrg ikki Sjúrðar deyða,

Artala kongur í Húnalandi

kortar ei gullið reyða.

 

192 Syrg ikki, syrg ikki, systir mín,

syrg ikki sára leingi,

maður er komin at biðja tín,

reystur yvir allar dreingir.”

 

193 Svaraði Guðrun Júkadóttir

av so tungum stríði:

“Eg skal hevna Sjúrðar deyða,

um enn eg eri á lívi.”

 

194 Tað er enn, sum oftum var tá,

mong er konan eym,

Guðrun gongur um allan heim,

hon heldur í Grana teym.

 

CCF 1 Ba II

TSB E  100

 

Handrit: J. Klemmensen: Sandoyarbók DFS 68, No. 11,

 

Útgávur: 

1. R. Long: Sandoyarbók I, s. 92.

2. Føroya kvæði (Chr. Matras greiddi til útgávu, 1951) Band  I, s. 40.

3. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 1998) 1. bind, s. 134

 

Heimild: Sandoyarbók, 1821. Eftir Daniel Joensen, Skúvoy

 

E 100 Brynhildar táttur (Brynhild is deceived by Sigurd and has him killed)

Brynhild, dóttir Buðla, vil giftast við Sjúrði og bíðar eftir honum. Buðli byggir henni hús og ger vágaloga um tey. Tann maður, ið er førur fyri at fara ígjøgnum eldmúrin, skal ognast hana.

Sjúrður heldur av stað at leita hana upp. Hestur hansara Grani fer ígjøgnum eldin við honum, og Sjúrður finnur Brynhild og lovar henni trúskap. Hon ávarar hann ímóti svarta gandi Grimhildar.

Sjúrður fer, men gandur noyðir hann fram við bústaði Grimhildar, har hann hittir dóttur hennara, Guðruna. Sjúrður fær drykk, sum hevur við sær, at hann gloymir Brynhild og verður trúlovaður við Guðruni og skal giftast við henni.

Tá ið Brynhild frættir hetta, sigur hon við Guðruna, at Sjúrður má láta lív. Beiggi Guðruna, Gunnar, biður um Brynhild, og hon sigur honum, at hann fær seg bara, um hann drepur Sjúrð. Við svikaráðum drepa Gunnar og Høgni Sjúrð.

Guðrun svør hevnd, og Brynhild doyr av sorg.

á føroyskum: CCF 1 A: II, Ba: II, Bb: II, C ør. 101-254, D:II, E: II, G ør. 108-270, H: [II] (bert á føroyskum). Annar táttur av ”Sjúrðarkvæðunum”.

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019