• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Brynhildar táttur

 

CCF 1 Bb II

TSB E 100

 

1. Eg veit eina rímuna,

gjørd í grønari líð,

tað var fyrst í fyrndini,

tað barst í Buðlans tíð.

 

2 Eg veit eina rímuna,

gjørd í grønari lund,

tað var fyrst í fyrndini,

tað barst í Buðlans stund.

 

3 Eg veit eina rímuna,

Buðla skulum vær kalla,

hon er bæði mild og mæt,

um Júka synir allar.

 

4 Kongur ræður fyri langari lund.

bjarti Buðlin kallast,

tívin telur málmaringar

við sínar hirðir allar.

 

5 Í forðum døgum kongur var,

Buðlin vil eg nevna,

átt hevur hann so væna dóttur.

komin til góðar at evna.

 

6 Átt hevur hann so væna dóttur,

komin til góðar at evna,

hon er bæði vøn og vitur,

Brynhild skulu vit nevna.

 

7 Nevnd er hansara onkardóttir

gjøgnum grøna lund,

eitur Brynhild Buðladóttir,

tað hitt væna sprund.

 

8 Brynhild situr á Hildarfjalli,

hon er dóttir Buðla,

sigst so til í bragdartátti,

ljómur av henni skyggja.

 

9 Brynhild situr í stólinum

í einum stakki brúnum,

flættað hár á herðum hekk

við silkibondum snúnum.

 

10 Brynhild situr í stólinum,

kembir hon sítt hár,

frítt er tað sum silki,

gull ber litur á.

 

11 Brynhild situr í stólinum,

sum ríkir ganga inn,

ongan tykir Buðladóttir

vera javnlíka sín.

 

12 Árla var um morgunin,

roðar fyri sól,

gingin er hann Buðlin kongur

í sín dóttur stól.

 

13 Árla var um morgunin,

sól tók fagurt at skína,

gingin er hann Buðlin kongur

í stól fyri dóttur sína.

 

14 “Hoyr tað, mín hin sæla dóttir,

sig mær satt ífrá:

ríður so nakar higar í dag,

ið tín stár hugur á?”

 

15 “Hoyr tað, mín hin sæli faðir,

eg sigi tær satt ífrá:

tað ríður eingin higar í dag,

sum mín stár hugur á.”

 

16 “Hvør leingi vilt tú, mín sæla dóttir,

eyka mær ta sorg,

at tú noktar hvørjum manni,

higar kemur í borg?

 

17 Hoyr tað, mín hin veldiga søta,

tú elvir mær miklan vanda,

at tú noktast hvørjum manni,

ið tær býðst til handa.”

 

18 “Tegi tú, mín sæli faðir,

tala ikki so,

ikki er komin tann veldugi harri,

ið mær er sámi at fá.

 

19 Ikki er komin tann veldugi harri,

ið mær er sámi at fá,

eystan fyri londini

stendur mín hugur á.

 

20 Sjúrður eitur sami maður,

Sigmundar son,

tað tykir mær vera mín sámi

at vera hans kona.”

 

21 “Undarliga hevur tú

tær ástirnar við tær lagt,

at tú unnar manni tann,

ið tú hevur ikki sætt.”

 

22 “Tað hava mær nornir sagt,

vita tað Gud og menn,

níggju vetrar unti eg Sjúrða,

ósæddan enn.

 

23 Tað hava mær nornir sagt,

liggur í brósti trá,

níggju vetrar Sjúrða unga

eg ei við eygum sá.”

 

24 Til tess svaraði kongurin,

drekkur tann mjøðin reina:

“Hvat er hann Sjúrður frægari

enn aðrir kongins sveinar?

 

25 Hoyr tað, mín hin veldiga søta,

tað sigi eg tær enn:

hvat er hann Sjúrður frægari

enn aðrir kongins menn?”

 

26 “Tað er hann Sjúrður frægari

enn aðrir kongins menn,

so fellir hann heidningarnar,

hundrað um í senn.

 

27 Tað er Sjúrður frægari

enn aðrir kongins sveinar,

saðil hans og hestbúni

glógvar sum gullið reina.

 

28 Tað er Sjúrður frægari

enn aðrir kongins garpar,

saðil hans og hestbúni

glógvar sum gullið bjarta.

 

29 Hoyrt havi eg frásagt,

ikki var eg hjá,

tá hann vá tann frænarorm,

á Glitraheiði lá.

 

30 Hoyrt havi eg frásagt

tað sama sjáldan bragdið,

tá ið hann tann frænarorm

við sínum svørði lagdi.

 

31 Sjúrður vá tann frænarorm,

sum lá á heiði Glitra,

hann skal vera kempuførur,

ið møtir hans brandi bitra.

 

32 Tí hann vá tann frænarorm,

á Glitraheiði lá,

nógv mundi hann gullið

eftir hann fá.

 

33 Tí hann vá tann frænarorm,

tí er hann so ríkur,

eingin maður í Húnalandi

honum kann vera líkur.”

 

34 “Hoyr tað, mín hin veldiga søta,

legg sjálv til tess ráð,

hvussu vit skulu tann mikla mann

av øðrum londum fá!”

 

35 “Tú skalt lata mær steinsal

í oyðimørkum gera,

sum teir kunnu dvørgar tveir

best við rúnum skera.

 

36 Sum teir kunnu dvørgar tveir

best við rúnum skera,

alt tað gull í ríkinum

lat tú til mín bera.

 

37 Alt tað gull í ríkinum

lat tú til mín bera,

og so lítla tænastu

lat tú harvið vera.

 

38 Tú skalt lata mær steinsal

í oyðimørkum stá,

sum teir kunnu dvørgar tveir

best við rúnum slá.

 

39 Sum teir kunnu dvørgar tveir

best við rúnum slá,

bæði við royk og váðaloga,

salinum brennur á.

 

40 Hesin sami váðalogi

hann man meg so varða,

har man eingin ríða á

uttan Sjúrður snari.”

 

41 Hann læt henni steinsal

í oyðimørkum gera,

sum teir kundu dvørgar tveir

best við rúnum skera.

 

42 Sum teir kundu dvørgar tveir

best við rúnum skera,

alt tað gull í ríkinum

læt hann til hana bera.

 

43 Alt tað gull í ríkinum

læt hann hartil bera,

og so lítla tænastu

læt hann harvið vera.

 

44 Hann læt henni steinsal

í oyðimørkum stá,

bæði við royk og váðaloga,

salinum brennur á.

 

45 Stríða teir í Húnalandi

við útdragin knív,

hevur so mangur edilingur

fyri kvinnu latið lív.

 

46 Árla var um morgunin

sólin skein so víða,

tað vóru teir Húnakongar,

teir búðu sær út at ríða.

 

47 Tað vóru teir Húnakongar,

búðu sær út at ríða,

frægari vóru Júkagarpar,

ið teir komu at stríða.

 

48 Árla var um morgunin,

sólin roðar í fjøll,

tað ríður so mangur edilingur

í Buðla kongins høll.

 

49 Ríða so frægir edilingar

í Buðla kongins tún,

Brynhild situr í stólinum,

hon ber gull á brún.

 

50 Buðlin kongur í salin gongur,

biður frúnna svara:

“Komin er hann Gunnar kongur

niðan úr Júkagarði.

 

51 Hoyr tað, Brynhild dóttir mín,

gera skalt tú tað,

komin er hann Gunnar kongur,

honum sigur tú ja.”

 

52 Buðlin kongur á gólvi stendur,

styðjar seg við borð,

Brynhild unga dóttir hans

hon talar ikki eitt orð.

 

53 Brynhild seg úr stóli lyfti,

glógvar í gulli reyð,

skundaði sær av Buðlins borg,

hon gongur á Hildarheyg.

 

54 Grímur og Høgni Júkason,

teir møttust á grønum vølli,

moyggjar hvukku í Hildarsal,

tá skelvur Buðlins høll.

 

55 Grímur og Høgnir Júkason

teir slógust við bitrum brandi,

Brynhild situr í váðaloga

mitt í faðirs landi.

 

56 Settist aftur í gyltum stóli,

hon smílist undir lín:

“Hvør ið heldur á váðalogan,

hann skal verða mín.”

 

57 Brynhild situr í gyltum stóli,

tað hitt væna vív,

dregur hon Sjúrða av Norðlondum

sær til sorgartíð.

 

58 Hetta frætti Sjúrður

eystur í síni lond:

Brynhild situr á Hildarfjalli,

hon er so biðlavond.

 

59 Sjúrður vaknar árla morgun,

telur sínar dreymar,

so var hann til víggja førur,

sum áin rennur í streyma.

 

60 “Meg droymdi, at Grani

í reyðum loga stóð,

fyri honum á grønum vølli

rann so mikið blóð.

 

61 Meg droymdi, eg sat á Grana baki,

spardi hann ei at koyra,

fyri honum á grønum vølli

rann so mikið droyra.

 

62 Meg droymdi, tað brast um lindir mínar

gull við búgvið belti,

meg droymdi, at mítt góða svørð

í gyltum hjálmi gelti.”

 

63 Tað er Sjúrður Sigmundarson,

hann ber lov og prís,

hann gekk í sín urtagarð,

mangt varð hann har vís.

 

64 Tað søgdu honum villini fuglar,

uppi sótu í eik:

“Vøn er Brynhild Buðladóttir,

stundar á tín leik.”

 

65 Tað søgdu honum villini fuglar

gjøgnum grøna lund:

“Vøn er Brynhild Buðladóttir,

stundar á tín fund.”

 

66 Árla var um morgunin,

sólin skein so víða,

hann talar til Viggrím Gunnarsson:

“Tú saðlar mær hestin fríða.”

 

67 Hann talar til Viggrím Gunnarsson:

“Tú saðlar mær hestin fríða,

eg havi so lítil ørindi

burt annarsstaðar at ríða.”

 

68 Sjúrður kvittar at ríða

á Buðla kongins land,

gullbúnar handskarnar

dró hann sær á hond.

 

69 Gullbúnar handskarnar

dró hann sær á hond,

so reið hann við gullgrímu,

bokslið var av tann.

 

70 Saðilin var av gulli,

bokslið var av tann,

so ríður hann Sjúrður

beina gøtuna fram.

 

71 So gongur hann Grani

á gróti sum á sand,

eingin kemur tílíkur

á Buðla kongins land.

 

72 So gongur hann Grani

á gróti sum á vølli,

slíkur kemur ikki aftur

í Buðla kongins høll.

 

73 Hann reið seg so niðarlaga

við Júkagørðum fram,

úti stóð hon Grimhild

við so mangan mann.

 

74 Gjarna vil hon forvitnast,

hvar Sjúrður ríður fram,

hon sá ikki á hestbaki

ein tíguligari mann.

 

75 Tí hon vildi forvitnast,

hvar Sjúrður ríður fram,

við báðum sínum hondunum

hon í hans teymar rann.

 

76 “Sjúrður, støðga tíni ferð,

og snakka við meg,

eg eigi eina so væna dóttur,

við ást vil leiða teg.”

 

77 “Eg støðgi ikki ferðini,

mín góði gangari rennur,

eg fari mær á heyggin fram,

sum váðalogin brennur.

 

78 Eg støðgi ikki ferðini,

mín gangari rennur í lund,

eg fari mær á heyggin fram

at finna tað væna sprund.

 

79 Eg støðgi ikki ferðini,

mín gangari rennur í líð,

eg fari mær á heyggin fram

at finna tað væna vív.”

 

80 Sjúrður hann sleit teymarnar,

kinn bar hann so balda:

“Eg visti tað onga kvinnu vera,

mín gangara tordi halda.”

 

81 Tað var enn sum oftum fyrr,

biðlar fara at fríggja,

eingin tordi longur til

enn váðalogan at síggja.

 

82 Merkismaður orðum talar,

tungan mælir á inni:

“Hvør ið heldur á váðalogan,

hann skal frúnna vinna.”

 

83 Grímur ríður á grønum vølli,

kinn bar hann so balda,

hann vendi sín hest frá váðan, tá

hann skuldi í bálið halda.

 

84 Gunnar kongur til orða tekur

heldur at tí gleim:

“Nú skal taka tað væna vív

og føra til hallar heim.”

 

85 Gunnar ríður á grønum vølli,

kinn ber hann so baldan,

hann vendi sín hest frá váðan, tá

hann skuldi í bálið halda.

 

86 Sjúrður frægi til orða tekur,

frá man frættast víða:

“Eg beri tað merki í mítt skjold,

eg skal nú harí ríða.”

 

87 Eingin reið á Brynhildu heyg

uttan Sjúrður snari,

gjøgnum royk og váðaloga,

hann og hesturin Grani.

 

88 So steig hann Grani

á foldini fast,

innarlaga í heygnum

tað hóvslagið brast.

 

89 So stígur hann Grani

drístuliga fram,

heitur var tann eldurin,

um Sjúrðar lendar brann.

 

90 So stígur hann Grani

gjøgnum roykin svarta,

hann kom at tí portrinum,

tað glógvar sum gullið bjarta.

 

91 Sjúrður reið tann váðaloga,

eingin hevði verið fyrr,

og við sínum svørðinum

kleyv hann niður dyr.

 

92 Og við sínum svørðinum

klývur hann lokur frá,

hann sær, hvar tað væna vív

eina í songum lá.

 

93 Sjúrður frægi í salin gongur,

víða um seg hyggur,

hann sær, hvar ið tað væna vív

eina í songum liggur.

 

94 Sær hann, hvar tað væna vív

í herklæðum svav,

Sjúrður tók sín bitran brand

og spretti brynju av.

 

95 Vaknaði Brynhild Buðladóttir,

víða um seg leit:

“Hvør átti tann bitra brand,

ið mína brynju beit?”

 

96 “Sjúrða skalt tú nevna meg,

Sigmundar svein,

Hjerdis drotning

hon bar meg í heim.”

 

97 “Riðin er ein av Húnamonnum

higar í dag til mín,

Sjúrður Sigmundarsonur,

søtin mín.”

 

98 Brynhild setist upp undir seg,

smílist undir lín:

“Ver vælkomin av øðrum londum,

Sjúrður søtin mín!

 

99 Hoyr tú tað nú, Sjúrður,

hvør vísti tær leið

gjøgnum royk og váðaloga,

at tú higar reið?

 

100 Hvat feilti tær, Sjúrður,

at tú higar reið,

hvør var hann av Húnamonnum.

ið tær vísti leið?”

 

101. “Tað søgdu mær villini fuglar.

uppi sótu í eik:

vøn er Brynhild Buðladóttir,

stundar á tín leik.

 

102. Tað søgdu mær villini fuglar

gjøgnum grøna lund:

vøn er Brynhild Buðladóttir,

stundar á tín fund.

 

103. Ørn sat á kvisti,

væntaði hon mín,

hon vísti mær vegarlongd

haðan heim til tín.”

 

104. “Av ókunn' londum higar til mín,

man meg einki ryggja,

Júkin kongur dóttur eigur,

lystir við tær at byggja.

 

105. Tú ert ungur av aldrinum,

lívið man tær tróta,

tú manst ognast Guðruna,

mín manst tú ikki njóta.”

 

106. “Tað tykir mær undarligt,

at slíkt skal meg henda:

eg skal allar mínar ástir

frá tær, Brynhildu, venda.”

 

107. Tað er Brynhild Buðladóttir,

tekur nú til at køla:

“Júkin kongur drotning eigur.

við ástir man teg tøla.”

 

108 “Tað tykir mær undarligt,

at slíkt skal mær ná,

at eg skal allar mínar ástir

frá tær, Brynhildu, slá.”

 

109 “Hoyr tað, snari Sjúrður,

ver nú ei so bráð,

far teg heldur til faðir mín,

tak av honum ráð!”

 

110 Tað er Sjúrður Sigmundarson,

er bæði følin og nipin:

“Tú hevur so lítil góðráðini

av tínum faðiri tikið.

 

111. Tú hevur so leingi, Brynhild,

stundað á mítt mál,

eg fari ikki til faðir tín

at taka av honum ráð.

 

112 Tú hevur so leingi, Brynhild,

stundað á mítt fund,

tað søgdu mær alsingarnir

gjøgnum grøna lund.”

 

113 Løgdu sínar ástir saman

innan for benjarfund,

tá varð Ásla Sjúrðardóttir

gitin á teirri stund.

 

114 Løgdu sínar ástir saman

innan fyri mentargátt,

tá varð Ásla Sjúrðardóttir

gitin á teirri nátt.

 

115 Blíðar legði hann armarnar

yvir frúnnar háls,

eg svørji tann eið á mína trúgv,

tað býr ikki undir falsk.

 

116 Tólv gullringar

dró hann frúnni á hond:

“Hetta skal vera

tað fyrsta elskógsband.”

 

117 Tólv gullringar

legði hann henni fang:

“Hetta skal vera tað

annað elskógsband.”

 

118 Tólv gullkistur

setti hann henni hjá,

og tann dýra drotningsring

legði hann omaná.

 

119 Sjúrður situr í stólinum,

niður fyri seg sær:

“Hvat mundi hon Grimhild

vilja mær?

 

120 Brynhild, tak mær saðil og boksl,

ringabrynju fríða,

eg havi so lítil ørindi

burt annarsstaðar at ríða.”

 

121 Til tess svaraði Brynhild,

tekur um hjarta at køla:

“Júkin kongur dóttur eigur,

við ástir man teg tøla.

 

122 Sit her heldur, Sjúrður,

og leika við meg í talvi,

Júkin kongur dóttur eigur,

full í trølsku alvi.”

 

123 Tað var Sjúrður Sigmundarson.

skortar hann ei fíggja,

hann var seg í moynnasali

mánarnar tríggjar.

 

124 Tað var Sjúrður Sigmundarson,

skortar hann ei eyð,

hann var seg í moynnasali

mánarnar sjey.

 

125 Hon fylgdi honum so langt á leið,

bað honum góðan dag:

“Far væl heilur og happadrúgvur,

alt gangi tær væl!”

 

126 Hon fylgdi honum so langt á leið,

bað honum góðan frið:

“Far væl heilur og happadrúgvur,

alt gangi tær við!

 

127 Bæði heilur og happadrúgvur,

skiljast vit á sinni,

Sjúrður, goym væl hesi orð,

legg tey væl í minni!”

 

128 Tað var frægi Sjúrður,

rætti seg úr saðilboga,

kysti frúnna Brynhildu

fast av miklum huga.

 

129 Tað var um ein árla morgun,

hann frá Brynhild reið,

møtti hann hennara sæla faðiri

skamt frá sínari leið.

 

130 “Ver vælkomin, Sjúrður,

tú tørvt ikki boðini senda,

fulla veit eg tín forløg út,

í hvat ið tær skal henda.

 

131 Tú ert ungur av aldrinum,

lívið man tær tróta,

tú manst ognast Guðruna,

Brynhildu ikki njóta.”

 

132 “Tað tykir mær undarligt,

at slíkt skal meg henda,

at eg skal allar mínar ástir

frá tíni Brynhildu venda.

 

133 Tað tykir mær undarligt,

at slíkt skal meg ná,

at eg skal allar mínar ástir

frá tíni Brynhildu slá.”

 

134 “Ríð tú ikki so niðarlaga

við Júkagørðum fram,

úti stendur Grimhild

við so mangan mann.

 

135 Fegin vil hon forvitnast,

hvar tú ríður fram,

hon sær ikki á hestabaki

tekkiligari mann.”

 

136 Sjúrður reið á skógvin burt

alt fyriuttan váða,

hann sær tað hitt illa dýr

berjast við bógvar báðar.

 

137 Hann sær tað hitt illa dýr

berjast við bógvar báðar,

eldin spýði, eitur goyst',

tá stóð hans lív í váða.

 

138 Hann sær ein úlv á skógnum fara

'nast til idra stinna',

hesturin leitst fyri eiturspý,

hann leit til ymsar kinnar.

 

139 Grani beitst og illa sleitst,

hann kundi ikki finna leið,

síðani kvittar Sjúrður

við Júkagørðum heim.

 

140 Burtur hvarv tað illa dýr,

burt frá Sjúrðar eygum,

hann sær, hvar ið Grimhild situr,

leikar við bondum beygum.

 

141 Hann reið seg so niðarlaga

við Júkagørðum fram,

úti stóð hon Grimhild

við so mangan mann.

 

142 Úti stóð hon Grimhild

við so mangan mann,

við báðum sínum hondunum

hon í hans teymar rann.

 

143 “Sjúrður, støðga tína ferð,

og snakka við meg,

eg eigi eina so væna dóttur,

við ást vil leiða teg.

 

144 So er Guðrun dóttir mín,

hvar hon gongur inn,

rósur og so liljur

skyggja av hennara kinn.

 

145 Vøn er Guðrun dóttir mín,

lág er hon í gøtu,

hon er ikki Brynhildu lík,

heldur enn summar er mót vetur.

 

146 Eg bjóði tær at liggja her,

mangt er tær á vási,

drekka títt av dýrum krúsi,

tín gangari stendur í lási.”

 

147 Út kom frúgvin Guðrun

við einum stakki bláum,

flættað hár á herðum hekk,

við silkibondum smáum.

 

148 Tað var frúgvin Grimhild,

talar til dóttur sína:

“Gakk tú tær í kjallaran,

tú blanda mjøð og vín.

 

149 Gakk tú tær í kjallaran,

tú blanda mjøð og vín,

og so mikið óminni

lat tú har útí.

 

150 Og so mikið óminni

lat tú har útí,

ber so inn fyri Sjúrða unga,

bið hann drekka til tín.”

 

151 “Tað ríða so mangir higar í dag,

kongasynir og jallar,

girnast tað, ið annar eigur,

tað man lukkast valla.”

 

152 Hon hevði upp sína høgru hond,

sló hana yvir lín:

“Skamm fái tú, mín vánda dóttir,

sakandi biðil tín.”

 

153 Hon hevði upp sína høgru hond,

gav henni høgg á tenn,

blóðið dreiv í barmin niður,

sóu tað mangir menn.

 

154 “Tegi, Guðrun dóttir mín,

mangt man smæðin lissa,

betri man vera sjálv at biðja

enn góðan mann at missa.”

 

155 Tað var Guðrun Júkadóttir,

tók sær ker í hond,

so gekk hon í kjallaran,

sum mjøðurin fleyt í bland.

 

156 So skeinkir hon Guðrun

mjøðin út í vín,

og so mikið óminni

læt hon har útí.

 

157 Guðrun gekk í kjallaran,

blandaði mjøð í ker,

bæði snart og skundisliga

inn fyri Sjúrða ber.

 

158 Og so mikið óminni

læt hon har útí,

bar so inn fyri Sjúrða unga,

bað hann drekka til sín.

 

159 Tey drekka fram sum dýran dramm,

drekka av horninum bjarta,

mildingur misti minni alt,

og brúður úr buðlungs hjarta.

 

160 Drekka fór so dýran dramm,

drakk av horninum leingi,

mildingur misti minnið alt,

og bøta man honum eingin.

 

161 Tá hann hevði drukkið

og greitt aftur skál,

mintist hann ei til Brynhildu,

og ei á hennara mál.

 

162 Tá hann hevði drukkið

og greitt aftur ker,

mintist hann ei til Brynhildu

og ei, hvar hon er.

 

163 Tey drekka títt, tey drekka datt

til tann dreingin mæta,

honum kom einki annað í hug

uttan Guðruna vildi hann hava.

 

164 Tey drekka títt, tey drekka datt

til tann dreingin skjóta,

honum kom einki annað í hug,

uttan Guðruna vildi hann njóta.

 

165 Tey drekka títt, tey drekka datt

til tann dreingins deyða,

honum kom einki annað í hug

enn Guðruna vildi hann eiga.

 

166 Drakk hann drykk og drakk hann tvá

til tann dreingin snimma,

haðani út í skemmu gongur

Guðruna at finna.

 

167 Sjúrður gekk í skemmu upp,

Guðrun vegin finnur,

frætti tað Brynhild á Hildarheyg,

nú rann henni ónt í sinni.

 

168 Brynhild gekk av Hildarheyg,

tað hitt væna vív,

kappin gisti Guðruna,

Sjúrður misti lív.

 

169 Brynhild fyri munni mælir,

tár á kinn man flóta:

“Ikki skal Guðrun Júkadóttir

tann avrekskappa njóta.”

 

170 Brynhild fyri munni mælir,

sorgartíð skal eg kalla:

“Ognast tað, ið annar eigur,

tað man lukkast valla.”

 

171 Guðrun klæðist fyri síni song

eina morgun snimma,

henni kom einki annað í hug.

uttan Brynhildu vildi hon finna.

 

172 Árla var um morgunin,

roðar fyri sól,

gingu út til vatn at taka,

føgur vóru flóð.

 

173 Árla var um morgunin,

sólin roðar í lund,

fóru út til vatn at taka,

føgur vóru sprund.

 

174 Møttust tær á miðjari leið,

Brynhild og Guðrun Júka,

onnur teirra gleði bar,

onnur harmin sjúka.

 

175 Møttust tær á miðjari leið,

Brynhild og Guðrun unga,

onnur teirra gleði bar,

onnur harmin tunga.

 

176 Tað var Guðrun Júkadóttir,

gjørdi so mangt av fári,

hon vildi ikki njóta tað vatn,

sum rann av Brynhildu hári.

 

177 Guðrun leyp at ánni upp,

sum fossurin rann snarur,

tí hon eigur Sjúrða svein,

sum høvd yvir allar bar.

 

178 Guðrun leyp at ánni upp,

sum fossurin rann stríður,

tí hon eigur Sjúrða svein,

sum ein yvir allar ríður.

 

179 Mælti tá Guðrun Júkadóttir

fyrsta orðið tá:

“Hvør gav tær tað fingurgull,

eg síggi tínum fingri á?”

 

180 Svaraði Brynhild Buðladóttir,

tekur um hjarta at møða:

“Vit munnu ognast eina reið,

vit hava so mangt at røða.

 

181 Hetta sama fingurgull,

tú sært á fingri mínum,

gav mær Sjúrður Sigmundarson.

tú vilti við ástum tínum.”

 

182 Brynhild tagdi, Guðrun sagdi,

fast er snótin stríð:

“Hví man mín bróðir Gunnar kongur

ei ognast so vænt eitt vív?”

 

183 Til tess svaraði Brynhild,

í tungu var hon snjøll:

“Eg lovi ikki tógva kongar

báðar í einari høll.”

 

184 “Sjúrður hevur tín moydóm spilt

og brotið Buðlins frama,

ríkum kongi givið í vold,

og nú havi eg tann sama.”

 

185 “Tú tørvt ikki, falssnóta,

brigda mær tað so,

fyri títt orð skal Sjúrður doyggja,

um enn eg liva má.”

 

186 “Ikki óttist eg hóttur tínar,

tú ert í orðum stív,

tað er eingin í Júkagørðum,

ið ríður um Sjúrðar lív.”

 

187 Grátandi snúðist Brynhild

í sín sal at sita,

Gunnar kongur fyrstur og fremstur

hana kom at vitja.

 

188 “Tú fært einki yndi av mær,

seint mást tú tað vænta,

so leingi eg Sjúrða við eygum síggi,

seint man angur lætta.”

 

189 Brynhild gongur til seingina

av teirri somu grund,

nú tolir hon fyri Sjúrða

so ónda eina stund.

 

190 Hvørt eitt barn í Júkagørðum

reið á Brynhildu fund,

tí hon hevði fyri Sjúrða

so manga møðistund.

 

191 Frætti tað Sjúrður Sigmundarson

á teirri somu stund,

sjálvur fór hann at vitja

tað ynniliga sprund.

 

192 Vatnið rennur strítt sum streymur

eftir sløttum gróti,

ilt er at leggja ást við hann,

ið ikki leggur ímóti.

 

193 Sjúrður rendi sínum fótum

undir frúnnar stól,

hvørki mátti mæla ei tala

tað hitt væna flóð.

 

194 Tað fyrsta sum hon mundi

Sjúrða sjá,

tá mundi hon Brynhild

eina unga dóttur fá.

 

195 Til tess svaraði Brynhild

fyrsta orðið tá:

“Berið mítt barn á ánna út,

eg vil tað ikki sjá.”

 

196 Tóku tey Áslu Sjúrðardóttur,

floyttu oman eftir á,

stórar áir og stríðir streymar

førdu hana londum frá.

 

197 Brynhild gekk á Hildarheyg,

nú bar hon kinn so reyðan,

nú á teirri sorgartíð

voldi hon Sjúrðar deyða.

 

198 Brynhild gekk í hallina

av so miklum móði,

ikki mundi mæla ei tala

tað ynniliga flóðið.

 

199 Gunnar kemur av skógnum heim

við hvøssum slíðraspjóti:

“Hann skal harðan deyðan tola,

ið tær hevur gjørt ímóti.”

 

200. “Tað er Guðrun systir tín,

hon voldi mær tað stríð,

eg man ongan søtan sova,

meðan Sjúrður er á lívi.”

 

201.     Gunnar so til orða tekur:

“Lat nú tað so vera,

Sjúrður er mín fostbróðir,

eg kann honum einki gcra.”

 

202. “Tú fært einki yndi av mær,

seint manst tú tað vænta,

so leingi eg Sjúrða við eygum síggi

seint man sorgin lætta.”

 

203 “Tað er einki eykarverk

at ríða Sjúrða ímót,

hvør honum møtir við skjold og svørð

hevur hann høvur á spjóti.

 

204 Hoyr tað, mín hin veldiga søta,

eg vil tað ikki trúgva,

at tú vildi Sjúrða sveini

svik til handar snúgva.”

 

205 Brynhild liggur í seingini,

Gunnar stóð fyri stokki,

tað var tá, sum oftum er enn,

kaldur er kvinnu tokki.

 

206 “Hoyr tað, Brynhild Buðladóttir,

hví eykar tú os tann vanda,

hann er eingin í Húnalandi,

ið Sjúrða kann bestanda.”

 

207 Brynhild situr í sínum stóli,

leikar við gyltum knívi:

“Tit fáa einki yndi av mær,

fyrr enn Sjúrður er av lívi.”

 

208 “Hoyr tað, mín hin veldiga søta,

legg sjálv til tess ráð,

hvussu vit skulu Sjúrða unga

av sínum lívi fá!”

 

209 “Bið hann býta svørðið,

bið hann býta mest,

bið hann býta Grana,

sín góða gangarahest!

 

210 Bið hann býta svørðið,

bið hann býta hest,

hav tú svik í hjartanum,

lat sum tú kanst best.”

 

211 Brynhild fyri munni mælir,

sorgin hjarta man røkka:

“Gevið Sjúrða salta krás

og hartil lítið drekka!”

 

212 Tá var rómur í Buðla høll,

sveinar ríða út,

Brynhild situr í Hildarstóli,

feldi tár á klút.

 

213 Tá var rómur í Buðla høll,

sveinar drukku vín,

Brynhild situr í Hildarstóli,

feldi tár á lín.

 

214.     Út riðu teir Júkakongar,

Sjúrður var í ferð,

visti ei av svikunum,

teir høvdu í ráðagerð.

 

215 Riðu teir úr Buðla borg,

sum teir gjørdu ofta,

eftir liggur Sjúrðar hjálmur

heimi á Júka lofti.

 

216 Ríða teir á skógvin burtur,

glaðir fyri uttan ekka,

góvu Sjúrða salta krás

og hartil einki drekka.

 

217 Drekka teir úr sínum hjálmum

bæði títt og ofta,

eftir liggur Sjúrðar hjálmur

heimi á Júka lofti.

 

218 Drekka teir undan sínum hjálmum.

alt fyri uttan ekka,

Sjúrður situr á Grana baki,

nú lystir honum at drekka.

 

219 Sjúrður sá ikki svikini,

hann steig úr saðli út,

skundaði sær at kelduni

glaður for uttan sút.

 

220 Sjúrður legðist at drekka,

sum vatn stóð fyri í brunni,

sjáldan hevur góður kvistur

sprottið av illum runni.

 

221 Sjúrður legðist at drekka,

sum vatn stóð fyri í veit,

Gunnar átti mækan tann,

á Sjúrðar hálsi beit.

 

222 Gunnar høgg, og Hegnir stakk

við hvøssum slíðraknívi,

gjørdu so stórt níðingsverk,

teir tóku Sjúrða av lívi.

 

223 Gunnar høgg, og Hegnir hjó,

mest av Brynhildu ráðum,

hevði hann vitað av svikunum,

maður var hann fyri báðum.

 

224 Upp slapp hann undan øllum teim,

tungu bar hann so snjalla:

“Hevði eg vitað av svikunum,

maður var eg fyri allar.”

 

225 Sjúrður knýtir neva sín

saman av miklum treysti,

sipar so til Gunnar kong,

hann fell av sínum hesti.

 

226 Sjúrður so til orða tekur:

“Nú hava tit meg svikið.

Hevði eg havt mítt svørð í hond,

tað mundi betri tikið.”

 

227 Sjúrður følnaði á grønum vølli,

var bæði følin og nipin,

hevði hann havt sítt svørð í hond,

tað hevði betri tikið.

 

228 Gunnar kongur til orða tekur.

heldur at tí gleim:

“Nú skal taka Sjúrðar lík

og føra til hallar heim.”

 

229 Teir skiftu sínum klæðunum,

øllum sínum lit,

ikki vildi Grani ganga,

tí hann hevði mans vit.

 

230 Ikki vildi Grani ganga,

tí Gunnar honum reið,

fyrr enn hin snarpi Sjúrður

honum á herðar neig.

 

231 Deyðan tóku teir Sjúrða svein,

førdu inn á skildri,

hevur so mangur latið lív,

helst av kvinnu veldi.

 

232 Deyðan tóku teir Sjúrða svein,

vógu á skildraarmi,

Brynhild stóð í glasgluggum,

kyk sprakk hon av harmi.

 

233 Deyðan tóku teir Sjúrða svein,

løgdu Guðrunu hjá,

ikki visti brúður, hon vaknaði,

fyrr enn blóð um lendar lá.

 

234 Upp vaknaði Guðrun Júkadóttir.

letur so orðum fara:

“Síðst mundi eg, Gunnar kongur.

svikum av tær vara.”

 

235 Guðrun setist upp undir seg.

strýkur sveita frá,

blóðigan kysti hon munnin tann.

á Sjúrðar høvdi lá.

 

236 Blóðigan kysti hon munnin tann,

á Sjúrðar høvdi lá:

“Hetta skal eg, Gunnar, hevna,

um eg liva má.”

 

237 Guðrun gekk í loftið fram,

hon fór úr stakki reyða,

alla sína ævina

syrgdi hon Sjúrðar deyða.

 

238 “Syrg ikki, syrg ikki, systir mín,

syrg ikki Sjúrðar deyða,

Artala kongur í Húnalandi

skortar ei gullið reyða.

 

239 Syrg ikki, syrg ikki, systir mín,

syrg ikki sára leingi,

maður er komin at biðja tín,

reystari finst her eingin.”

 

240 Svaraði Guðrun Júkadóttir

av so tungum stríði:

“Eg skal hevna Sjúrðar deyða,

um eg verði á lívi.”

 

241 Tað er satt, ið talað er,

mong er konan eym,

Guðrun gongur um allan heim,

hon heldur í Grana teym.

 

CCF 1 Bb II

TSB E 100

 

Handrit: N. Nolsøe's Collection. FLB F IV vol. I, No. 87.

 

Útgávur: 

1. Føroya kvæði (Chr. Matras greiddi til útgávu, 1951) Band  I, s. 64.

2. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 1998) 1. bind, s. 194

 

Heimild: Kvæðasavnið hjá N. Nolsøe, 1840

 

E 100 Brynhildar táttur (Brynhild is deceived by Sigurd and has him killed)

Brynhild, dóttir Buðla, vil giftast við Sjúrði og bíðar eftir honum. Buðli byggir henni hús og ger vágaloga um tey. Tann maður, ið er førur fyri at fara ígjøgnum eldmúrin, skal ognast hana.

Sjúrður heldur av stað at leita hana upp. Hestur hansara Grani fer ígjøgnum eldin við honum, og Sjúrður finnur Brynhild og lovar henni trúskap. Hon ávarar hann ímóti svarta gandi Grimhildar.

Sjúrður fer, men gandur noyðir hann fram við bústaði Grimhildar, har hann hittir dóttur hennara, Guðruna. Sjúrður fær drykk, sum hevur við sær, at hann gloymir Brynhild og verður trúlovaður við Guðruni og skal giftast við henni.

Tá ið Brynhild frættir hetta, sigur hon við Guðruna, at Sjúrður má láta lív. Beiggi Guðruna, Gunnar, biður um Brynhild, og hon sigur honum, at hann fær seg bara, um hann drepur Sjúrð. Við svikaráðum drepa Gunnar og Høgni Sjúrð.

Guðrun svør hevnd, og Brynhild doyr av sorg.

á føroyskum: CCF 1 A: II, Ba: II, Bb: II, C ør. 101-254, D:II, E: II, G ør. 108-270, H: [II] (bert á føroyskum). Annar táttur av ”Sjúrðarkvæðunum”.

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019