• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Brynhildar táttur

 

CCF 1 Ca II

TSB E 100

 

101.Eg havi eina rímu hoyrt,

gist í grønari lund,

eina reis í ævini

tað brast í Buðlans stund.

 

102 Eg havi eina rímu hoyrt,

gist í grønari líð,

eina reis í ævini

tað brast í Buðlans tíð.

 

103 Nevnd var hansara onkardóttir

gjøgnum grøna líð,

tey kalla hana Brynhild Buðladóttur,

tað hitt væna vív.

 

104 Nevnd var hansara onkardóttir

gjøgnum grøna lund,

tey kalla hana Brynhild Buðladóttur,

tað hitt væna sprund.

 

105 Brynhild situr á Hildarfjalli,

hon er dóttir Buðla,

søgdu so frá í bragdartátti,

ljós vann av henni skuggar.

 

106 Brynhild situr á Hildarfjalli,

mitt í faðirs síns veldi,

ljómin skein av akslagrein,

tað skygdi av tignareldi.

 

107 Brynhild situr í sínum stóli,

føgur er hon í eygum,

flættað hár á herðar lagt,

við silkibondum reyðum.

 

108 Brynhild situr í stólinum,

sum ríkir ganga inn,

ongan tykir Buðladóttir

vera javnlíka sín.

 

109 Brynhild situr í sínum stóli

í einum kjóla brúnum,

flættað hár á herðar lagt

við silkibondum snúnum.

 

110 Árla var um morgunin,

tað roðar fyri sól,

sjálvur er gingin Buðlin kongur

í sín dóttur stól.

 

111 “Hoyr tað tú, hin veldiga søta,

tú elvar mær miklan vanda,

alt er noktað hvørjum ráði,

ið tær býðst til handa.”

 

112 Tí svaraði Brynhild Buðladóttir,

tekur til orða svá:

“Ikki er komin tann veldigi harri.

ið os er sámi at fá.

 

113 Hoyr tað, mín hin sæli faðir,

tú kanst mítt mál væl stá,

eystan fyri landanna

har stendur mín hugur á.

 

114 Sjúrður eitur sami maður,

Sigmundar son,

tað var unga Hjørdis,

hon var hans kona.”

 

115 “Hoyr tað tú, hin veldiga søta,

tað sigi eg tær enn:

hvat er hann Sjúrður mætari

enn aðrir kongins menn?”

 

116 “Tað er hann Sjúrður mætari

enn aðrir kongins menn,

tað fellir hann heidningarnar,

hundrað um í senn.

 

117 Tað er hann Sjúrður frægari

enn aðrir kongins garpar,

saðil hans og brynja hans

tey glógva sum gullið bjarta.

 

118 Hoyrt havi eg frásagt

snildarbragdi,

tá ið hann vá tann fræna orm,

við sínum svørði lagdi.

 

119 Hoyrt havi eg frásagt,

men ikki stóð eg hjá,

tá ið hann vá tann fræna orm,

á Glitraheiði lá.

 

120 Tí hann vá tann fræna orm,

á Glitraheiði lá,

nógv mundi hann gullið

eftir hann fáa.

 

121 Tí hann vá tann fræna orm,

og tí er hann so ríkur,

eingin tann maður í Húnalandi

vinnur ein annan slíkan.”

 

122 “Hoyr tað, mín hin veldiga søta,

legg mær til tað ráð,

hvussu vit skulu tann mikla riddar

av sínum landi fáa!”

 

123 “Tú skalt mær tann salin

í oyðimarkar gera,

sum teir kunnu dvørgar tveir

og best við rúnir skera.

 

124 Tú skalt seta mær gullstólin

í oyðimark stá,

sum teir kunnu dvørgar tveir

og best við rúnir slá.

 

125 Sum teir kunnu dvørgar tveir

og best við rúnir slá,

bæði við royk og reyðan loga,

sum salinum brennur á.

 

126 Bæði við royk og váðaloga,

sum salinum brennur á,

eingin uttan Sjúrður snari

ríður har uppá.”

 

127 Hann læt henni salin

í oyðimarkar gera,

sum teir kundu dvørgar tveir

og best við rúnir skera.

 

128 Hann lat henni salin

í oyðimarkar stá,

sum teir kundu dvørgar tveir

og best við rúnir slá.

 

129 Tað var Brynhild Buðladóttir,

gull bar seg á hond,

hetta frætti Sjúrður ungi

eystur í sítt land.

 

130 Frætti tað Sjúrður Sigmundarson

eystur í síni lond,

at Brynhild situr á Hildarfjalli,

hon er so biðlavond.

 

131 Sjúrður klæðist í Hólmgørðum,

honum bør lov og prís,

hann gekk í sín urtagarð,

mangt varð har hann vís.

 

132 Tað søgdu honum igðurnar,

uppi sita í lund:

“Von er Brynhild Buðladóttir,

hon væntar á títt fund.”

 

133 Tað søgdu honum villini fuglar,

uppi sita í eik:

“Von er Brynhild Buðladóttir,

hon væntar á tín leik.”

 

134 Árla var um morgunin,

dagurin var ljús,

tá var Sjúrður Sigmundarson

til síni klæði fús.

 

135 Árla var um morgunin,

sólin skein so víða,

hann talar til Víggrím Gunnarsson:

“Tú saðla mær hest mín fríða.”

 

136 Út varð loystur Grani

undir hallarvegg,

hann var prýddur við skarlak

niður á hóvarskegg.

 

137 Út varð loystur Grani,

Sjúrður skuldi á ríða,

hann var prýddur við skarlak

niður á miðal síðu.

 

138 Sjúrður sprakk í saðilin

upp yvir leysan loga,

studdi seg hvørki við skjøld ei svørð

og ei við saðilboga.

 

139 So reið Sjúrður Sigmundarson

víðan vegin fram,

forgyltir leika ringarnir,

meðan hans gangari rann.

 

140 Saðilin var av gulli,

bokslið út av tann,

so reið snari Sjúrður

beina gøtu fram.

 

141 So reið ungi Sjúrður

beina gøtu fram,

gullbrúnar handskarnar

teir dregur hann pá sín hond.

 

142 Hann reið seg so niðarlaga

við Júkagørðum fram,

úti stendur hon Grimhild

og við so mangan mann.

 

143 Úti stendur hon Grimhild

og við so mangan mann,

báðum sínum hondunum

í hans teymar rann.

 

144 Báðum sínum hondunum

í hans teymar rann,

hon sá ikki á hestbaki

tíguligari mann.

 

145 Tí svaraði Sjúrður Sigmundarson,

kinn bar hann so balda:

“Eg visti tað onga kvinnu at vera,

mín gangara tordi at halda.”

 

146 “Sjúrður, steðga tíni ferð,

tú snakka við meg,

eg eigi mær so væna dóttur,

sum ogso vil eiga teg.”

 

147 “Eg steðgi ikki míni ferð,

alt meðan mín gangari rennur,

eg fari meg á heyggin fram,

sum váðalogin brennur.

 

148 Eg steðgi ikki míni ferð,

mín gangari rennur í lund,

eg fari meg á heyggin fram

at skoða tað væna sprund.”

 

149 Sjúrður droymdi dreymarnar

av so tungum móði:

“Meg droymdi, um Grana rann

so mikið mannablóð.

 

150 Meg droymdi, at Grani

eftir víðum vølli gekk,

um hann rann so mikið blóð,

vegurin var honum ikki kekk.”

 

151 Eingin reið á Brynhilduheyggj

for uttan Sjúrður snari,

gekk um royk og váðaloga

og hestur hans Grani.

 

152 So stígur hann Grani

á foldina fast,

innarlaga við heygsdyr

tað sporið brast.

 

153 Sjúrður reið á Brynhilduheyg,

sum eingin hevði verið fyrr,

við sínum svørðinum

tað klývur hann heygsdyr.

 

154 Hann sá tað hitt væna vív

í herklæðunum svav,

Sjúrður tekur sín búgvin brand,

hann spretti brynju av.

 

155 Vaknaði upp Brynhild Buðladóttir,

hyggin um seg leit:

“Enn hvør átti tann búgvin brand,

ið brynju av mær beit?”

 

156 “Sjúrð skalt tú nevna meg,

Sigmundar svein,

tað var hin unga Hjørdis,

og hon bar meg í heim.

 

157 Sjúrð skal tú nevna meg,

Sigmundar son,

tað var hin unga Hjørdis,

sum var hans kona.”

 

158 “Hoyr tað, Sjúrður Sigmundarson.

hvør vísti tær leið

gjøgnum royk og váðaloga,

ið tú higar reið?”

 

159 “Tað søgdu mær fuglar tveir

gjøgnum grøna lund:

von ert tú, Brynhild Buðladóttir,

stundar á mítt fund.

 

160 Tað søgdu mær fuglar tveir

gjøgnum grøna líð:

von vart tú, Brynhild Buðladóttir.

tí eg higar reið.”

 

161 “Hoyr tað, Sjúrður Sigmundarsonur,

tú ver teg ei so bráður,

gakk teg heim í faðir míns garð

og tak av honum ráð!”

 

162 Tí svaraði Sjúrður Sigmundarsonur

bæði hyggin og vitur:

“Tú hevur so lítil góðráðini

av tínum faðir tikið.”

 

163 Tey løgdu sínum ástum saman

innan for menjargátt,

tá varð Ásla Sjúrðardóttir

gitin á teirri nátt.

 

164 Hann legði sínum ástum

saman við menjarsprund,

tá varð Ásla Sjúrðardóttir

gitin á teirri stund.

 

165 Tólv gullringar

legði hann henni á fang:

“Hetta skal vera fyrsta

várt alskógisband.”

 

166 Tólv gullringar

setti hann henni á arm:

“Hetta skal vera tað annað

várt alskógisband.”

 

167 Tað var Sjúrður Sigmundarson,

nógv hevði eftir fleiri,

bindur upp í Brynhildu flættu

gullringar tveir.

 

168 Tað var Sjúrður Sigmundarson,

kortar hann ei fíggja,

bindur upp í Brynhildu flættu

gullringarnar tríggjar.

 

169 “Tú ert ungur á aldrinum,

lívið man teg tróta,

tú manst ognast Guðrunu,

og mín manst tú ikki njóta.”

 

170 “Tað tykir mær undarligt,

at meg skal slíkt henda:

eg skal allar mínar ástir

frá tær, Brynhild, venda.”

 

171 Tí svaraði Brynhild Buðladóttir,

tekur um hjarta at køla:

“Júkin kongur dóttur eigur,

við ástir man teg tøla.”

 

172 “Tað tykir mær undarligt,

at mær skal slíkt náa:

eg skal allar mínar ástir

frá tær, Brynhild, slá.

 

173 Brynhild, tak mær saðil og boksl

og ringabrynju síða,

eg havi so lítil ørindini

burt annarsstaðni at ríða.”

 

174 Tað var Sjúrður Sigmundarson.

helt seg í saðilboga,

hann kysti Brynhildu Buðladóttur

fast av miklum huga.

 

175 Tað var Brynhild Buðladóttir,

bað honum góðan dag:

“Far væl heilur og happadrúgvur.

alt gangi tær væl! “

 

176 Tað var Brynhild Buðladóttir,

bað honum góðan frið:

“Far væl heilur og happadrúgvur.

alt gangi tær við!”

 

177 Bæði heil og happadrúgv

skiltust tey á sinni:

“Sjúrður, goym væl hesi orð,

tú legg tey væl í minni.”

 

178 Tað var hin snari Sjúrður,

hann kom har ríðandi í garð,

úti sjálvur Buðlin kongur

fyri honum stár.

 

179 “Ver vælkomin, Sjúrður,

higar út til mín,

drekk nú, hvat tær betur líkar,

mjøðin ella vín!”

 

180 “Lítið er mær um mjøðin tín,

og hálvvæl minni um vín,

gev mær ungu Brynhildu

onkardóttur tín.”

 

181 Tí svaraði Buðlin kongur,

tekur um hjarta at køla:

“Júkin kongur dóttur eigur,

við ástir man teg tøla.”

 

182 “Tað tykir mær undarligt,

at meg skal slíkt henda:

at eg skal allar mínar ástir

frá tíni Brynhild venda.”

 

183 “Tú ert ungur á aldrinum,

lívið má tær tróta,

tú manst ognast Guðrunu

og Brynhild aldri njóta.”

 

184 “Tað tykir mær undarligt,

at tað skal so ná,

at eg skal allar mínar ástir

frá tíni Brynhild slá.”

 

185 Ríð teg ikki so niðarlaga

við Júkagørðum fram,

úti stendur hon Grimhild

og við so mangan mann.”

 

186 Gjarna vil hon forvitnast,

hvar ið hann ríður fram,

hon sær ikki á hestbaki

tíguligari mann.

 

187 Sjúrður reið á skógin burtur

alt foruttan váða,

hann sær tað hitt villa dýr

at berjast við bógvar báðar.

 

188 Hann sá tað hitt villa dýr

at berjast við bógvar báðar,

eldin goysti, eitur spýði,

tá stóð lív í váða.

 

189 Sjúrður situr á Grana baki,

tóktist ikki finna,

Grani beitst og illa sleitst,

hann leitst til ymsar kinnar.

 

190 Burtur hvarv tað illa dýr

og burtur úr Sjúrðar eygum,

hann sá, hvar ið Grimhild sat,

hann leikar við brondum beygum.

 

191 Hann reið seg so niðarlaga

við Júkagørðum fram,

úti stendur hon Grimhild

og við so mangan mann.

 

192 Úti stendur hon Grimhild

og við so mangan mann,

báðum sínum hondunum

hon í hans teymar rann.

 

193 “Sjúrður, steðga tíni ferð,

tú snakka við meg,

eg eigi so væna dóttur,

ogso vil eiga teg.

 

194 Tað er hon Guðrun dóttir mín,

ið hvar ið hon gongur inn,

liljur og so rósur

tær lýsa av hennar kinn.”

 

195 “Von er Guðrun dóttir tín,

tað er tær væl betur,

hon er ikki meir mót Brynhildu lík,

enn summar er mót vetur.”

 

196 “Gakk tú teg í hallina inn,

og tær verður einki á vási,

tú drekk so títt av dýrari krús,

tín gangari stendur í lási.

 

197 Gakk tú teg í hallina inn,

tú drekk við gørpum snjøllum,

tú drekk so títt av dýrari krús,

tín gangari stendur í høll.”

 

198 Tað var Grimhild Júkans drotning,

hon talar til dóttur sín:

“Gakk tú teg í kjallaran,

og blanda mjøð og vín.

 

199 Gakk tú teg í kjallaran,

tú blanda mjøð og vín,

og so mikið óminni

tað lat tú har útí.”

 

200 Tí svaraði Guðrun Júkadóttir,

tungu bar hon so snjalla:

“Girnast tað, ið annar eigur,

tað man lukkast valla.”

 

201 Hon hcvði upp sína høgru hond,

sló Guðrunu høgg á tenn,

blóð dreiv í barmin niður,

sóu tað mangir menn.

 

202 Hon gekk seg í kjallaran,

hon blandar mjøð og vín,

og so mikið óminni

tað læt hon har útí.

 

203 Alt so mikið óminni

tað læt hon har útí,

ber so inn for Sjúrð hin unga,

bað hann drekka til sín.

 

204 Sjúrður tók við kerinum,

hann risti kross for sær:

“Gud og milda Maria moy,

tú veri nú við mær.”

 

205 Drekka fór sum droyri dramm,

hann drakk av horninum leingi,

Sjúrður misti minni alt,

og bøta kann honum eingin.

 

206 Drekka fór sum droyrin dramm.

hann drakk av horninum bjarta.

Sjúrður misti minni alt

og bú og buðlungs hjarta.

 

207 Tá hann hevði drukkið

og greitt aftur kerið,

mintist ei á frú Brynhild

og ei, hvar ið hann er.

 

208 Tá ið hann hevði drukkið,

greitt aftur skál,

mintist ei á frú Brynhild

og ei á hennara mál.

 

209 Árla var um morgunin,

tað roðar fyri sól,

fóru út á vatn at taka,

føgur vóru fljóð.

 

210 Árla var um morgunin,

og sólin roðar í líð,

fóru út á vatn at taka,

føgur vóru vív.

 

211 Møttust mitt á miðjari leið

Brynhild og Guðrun Júka,

onnur teirra gleðin bar

og onnur sorgin sjúka.

 

212 Møttust mitt á miðjari leið

Brynhild og Guðrun unga,

onnur teirra gleðin bar

og onnur harmin tunga.

 

213 Brynhild tagdi, Guðrun sagdi

hvør sín snótin stríð:

“Hví má mín bróðir Gunnar kongur

unna so bjørtum vívi?”

 

114 “Henda sama reyða ring,

eg beri á barmi mínum,

gav mær Sjúrður Sigmundarson,

tað vann eg í stríði tínum.”

 

115 “Henda sama reyða ring,

eg beri á armi á mær,

gav mær Buðla kongurin

og mær í tannfæ.”

 

216 Tí svaraði Brynhild Buðladóttir

í so tungum stríði:

“Fyri títt orð skal Sjúrður doyggja,

um enn eg eri á lívi.

 

217 Tá ið tú neytst tann mikla riddar,

tað var ei mítt ráð,

eg hevði ást við Sjúrða lagt,

áðrenn tú Sjúrða sá.”

 

218 Hon gekk seg at ánni út,

sum fossurin hann rann stríður,

tí hon hevði tann Sjúrð svein,

tann eina yvir øllum ríður.

 

219 Hon gekk seg at ánni út,

sum fossurin hann rann harður,

hon vildi ikki nýta tað vatn,

ið fleyt av Brynhildu hári.

 

220 Brynhild gekk í hallina inn

av so tungum móði,

Sjúrður 'reddar' sínum fóti

undir frúnnar stól.

 

221 Sjúrður 'reddar' sínum fóti

undir frúnnar stól,

hvørki mátti mæla ei sita

tað hitt væna flóð.

 

222 Syrgjandi gekk tá frú Brynhild

í sín sal at sita,

Gunnar kongur frægur og fúsur

reið tá frú at vitja.

 

223 Gunnar gekk í hallina inn

við hvøssum slíðraspjóti:

“Hann skal harðan deyðan tola,

ið tær hevur gjørt ímóti.”

 

224 “Tað var hon Guðrun systir tín.

hon voldi mær tað stríð,

tí hon hevur tann Sjúrð svein,

tann eina yvir øllum ríður.”

 

225 Brynhild lá í sínari song,

og Gunnar stóð for stokki,

tá yppaðist ráð av illari dáð,

og kaldur er kvinnu tokki.

 

226 “Ei fært tú nakað yndi av mær,

ei tørvt tú ta trá,

fyrr enn tú hevur tann Sjúrð svein

av hesum londum frá.”

 

227 “Hoyr tað, mín hin veldiga søta,

tað vil eg einki trúgva,

at tú vilt teg Sjúrð svein

og svik til handar snúgva.”

 

228 “Ei fært tú nakað yndi av mær,

og ei tørvt tú tað vænta,

so leingi eg Sjúrð við eygum sær.

so seint man angur lætta.”

 

229 “Hoyr tað tú, hin veldiga søta,

tú elva mær ongan vanda,

hvussu skal eg Sjúrð av lívi taka,

einki svørð kann granda?”

 

230 Tí svaraði Høgni Júkason,

hann gjørdist í kinnar bleik:

“Tað eru fullir fimtan vetur,

síðan vær fremdu leik.

 

231 Hoyr tað, mín hin veldiga søta,

legg mær til tað ráð,

hvøssu vit skulu Sjúrð svein

av sínum lívi fá!”

 

232 “Tær gevið Sjúrða salta krás

og hartil einki drekka,

ríðið so á skógin burtur

alt foruttan ekka.

 

233 Tú bið hann býta saðil og brynju,

tú bið hann býta hest,

hav tú svik í hjartanum,

tú lat sum tú kanst best.

 

234 Tú bið hann býta saðil og hest,

tú bið hann býta minni,

hav tú svik í hjartanum,

tú lat ikki á tær finna.”

 

235 Teir góvu Sjúrða salta krás

og hartil einki drekka,

teir riðu so á skógvin burtur

alt foruttan ekka.

 

236 Drekka teir úr sínum hjálmi

bæði títt og ofta,

eftir liggur Sjúrðar hjálmur

heimi á Júka lofti.

 

237 Riðu teir á skógvin burtur,

Sjúrður var í ferð,

hann visti ei av svikinum,

teir høvdu í ráðagerð.

 

238 Drekka teir úr sínum hjálmi,

alt foruttan ekka,

Sjúrður situr á Grana baki,

nú lystir hann at drekka.

 

239 Drekka teir úr sínum horni,

alt foruttan sút,

Sjúrður loysir hjálmbondini,

hann stígur úr saðili út.

 

240 Sjúrður legðist at kelduni,

sum vatn stóð fyri í brunni,

sjáldan hevur góður kvistur

sprottið av illum runni.

 

241 Sjúrður legðist at kelduni,

sum vatn stóð fyri í veit,

Gunnar átti mækan tann,

á Sjúrðar hálsi beit.

 

242 Høgni stakk, men Gunnar høgg

við hvøssum slíðraknívi,

teir gjørdu so mikið níðingsverk,

teir tóku hann Sjúrða av lívi.

 

243 Tungan tók at tala,

tá hann á vølli lá:

“Hevði eg vitað av svikum fyrr,

og maður var eg fyri báðum.”

 

244 Tungan tók at tala

bæði av ilsku og reiði:

“Hevði eg vitað av svikum fyrr,

og maður var eg fyri fleiri.”

 

245 Teir skifta síni klæðini,

hvør við sínum lit,

ikki vildi Grani ganga,

tí hann hevði mans vit.

 

246 Ikki vildi Grani ganga,

tí Gunnar honum reið,

fyrr enn hin snari Sjúrður

honum á herðar neig.

 

247 Deyðan tóku teir Sjúrð svein,

teir førdu heim á skildri,

tað hevur so mangur látið lív,

og helst av kvinnu veldi.

 

248 Deyðan tóku teir Sjúrð svein,

teir løgdu Guðrunu hjá,

visti ei brúður, hon vaknaði,

fyrr enn blóð um benjar lá.

 

249 Deyðan tóku teir Sjúrð svein,

teir løgdu Guðrunu á skeyt,

visti ei brúður, tá hon vaknaði,

fyrr enn blóð um benjar fleyt.

 

250 Tí svaraði Guðrun Júkadóttir,

tekur til orða svá:

“Eg skal hevna Sjúrðar deyða,

um enn eg liva má.”

 

251 Hoyr, mín hin sæla dóttir,

syrg ikki Sjúrðar deyða,

Artala kongur í Húnalandi,

skortar ei gullið reyða.”

 

252 Brynhild sprakk av harmi

eftir Sjúrðar deyða,

teir bóru Guðrunu gull og fæ

og mangar ringar reyðar.

 

253 Brynhild sprakk av harmi,

Sjúrður læt sítt lív,

tað kann merkjast á ástunum,

at Brynhild hon er fríð.

 

254 Tað er nú, sum oftum er,

mong er konan eym,

Guðrun gongur um allan heim,

hon heldur í Grana teym.

 

CCF 1 Ca II

TSB E 100

 

Handrit: Hammershaimb's Collection. AM, Access. 4c II [2].

 

Útgávur:

1. Føroya kvæði (Chr. Matras greiddi til útgávu, 1951) Band  I, s. 91.

2. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 1998) 2. bind, s. 19

 

Heimild: Úr Norðuroyum

 

E 100 Brynhildar táttur (Brynhild is deceived by Sigurd and has him killed)

Brynhild, dóttir Buðla, vil giftast við Sjúrði og bíðar eftir honum. Buðli byggir henni hús og ger vágaloga um tey. Tann maður, ið er førur fyri at fara ígjøgnum eldmúrin, skal ognast hana.

Sjúrður heldur av stað at leita hana upp. Hestur hansara Grani fer ígjøgnum eldin við honum, og Sjúrður finnur Brynhild og lovar henni trúskap. Hon ávarar hann ímóti svarta gandi Grimhildar.

Sjúrður fer, men gandur noyðir hann fram við bústaði Grimhildar, har hann hittir dóttur hennara, Guðruna. Sjúrður fær drykk, sum hevur við sær, at hann gloymir Brynhild og verður trúlovaður við Guðruni og skal giftast við henni.

Tá ið Brynhild frættir hetta, sigur hon við Guðruna, at Sjúrður má láta lív. Beiggi Guðruna, Gunnar, biður um Brynhild, og hon sigur honum, at hann fær seg bara, um hann drepur Sjúrð. Við svikaráðum drepa Gunnar og Høgni Sjúrð.

Guðrun svør hevnd, og Brynhild doyr av sorg.

á føroyskum: CCF 1 A: II, Ba: II, Bb: II, C ør. 101-254, D:II, E: II, G ør. 108-270, H: [II] (bert á føroyskum). Annar táttur av ”Sjúrðarkvæðunum”.

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019