• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Brynhildar táttur

 

CCF 1A II

TSB E 100

 

1 Eg veit eina rímuna,

Buðla skulum vær kalla,

hon er bæði mild og mæt,

um Hákuns synir allar.

 

Grani bar gullið av heiði,

brá hann sínum brandi av reiði,

Sjúrður vann av orminum,

Grani bar gullið av heiði.

 

2 Kongur ræður fyri langa lund,

bjarti Buðlin kallast,

tívin telur málmaring

við sínar hirðir allar.

 

3 Árla var um morgunin,

tímin tað til bar,

sjálvur er gingin Buðlin kongur

í sín dótturs sal.

 

4 Brynhild situr á Hildarfjalli,

hon er dóttir Buðla,

sigist so til í bragdartátti,

sól skein hana við skugga.

 

5 Brynhild situr í stólinum,

kembir hon sítt hár,

fínt er tað sum silki,

gull ber litur á.

 

6 Brynhild situr í hallini,

sum ríkir ganga inn,

ongan tykti Buðla dóttir

vera javnlíka sín.

 

7 Tað var reystur kongurin,

sveipar hann seg í skinn,

so gongur hann í høgaloft

fyri sína dóttur inn.

 

8 Brynhild situr í stólinum

so jammurliga tvist,

kongurin hann krevur

sína dóttur við list.

 

9 “Hoyr tað, mín hin sæla dóttir,

sig mær satt ífrá:

ríður so nakar higar í dag,

ið tín stár hugur á?

 

10 Ríður so nakar higar í dag,

ið tín stár hugur á,

var hann ei tín onkabróðir,

hann skuldi tú fáa.”

 

11 “Hoyr tað nú, mín sæli faðir,

eg sigi tær satt ífrá:

so ríður eingin higar í dag,

ið mín stár hugur á.”

 

12 “Hvør leingi vilt tú, mín sæla dóttir,

elva mær tann vanda,

at tú noktar hvørjum manni,

ið tær býðst til handa?

 

13 Hvør leingi vilt tú, mín sæla dóttir,

eyka mær ta sorg,

at tú noktar hvønn at eiga,

higar kemur í borg?”

 

14 “Sjúrður eitur sá maður,

Sigmundar son,

tað tykti mær vera mín sámi

at vera hansara kona.”

 

15 “Undarliga hevur tú

tær ástirnar við tær mett,

at tú unnar manni tann,

ið tú hevur ikki sætt.”

 

16 “Tað hava mær nornir skapt,

viti tað Gud og menn,

níggju vetur unti eg Sjúrða,

ósæddan enn.

 

17 Tað hava mær nornir skapt,

liggur í brósti trá,

níggju vetur Sjúrða unga,

eg ei við eygum sá.”

 

18 Til tess svaraði kongurin,

hann drekkur tann mjøðin reina:

“Hvat er hann Sjúrður frægari

enn aðrir danisveinar?

 

19 Hoyr nú, mín hin sæla dóttir,

so sigi eg tær enn:

hvat er hann Sjúrður frægari

enn aðrir kongins menn?”

 

20 “Tað er hann Sjúrður frægari

enn aðrir kongins menn,

tí hann fellir heidningarnar,

hundrað um í senn.

 

21 Tað er hann Sjúrður frægari

enn aðrir danisveinar,

saðil hans og hestbúni

tað glógvar sum gullið reina.

 

22 Tað er hann Sjúrður frægari

fram fyri aðrar garpar,

saðil hans og teymarnir

tað glógvar av gulli bjarta.

 

23 Hoyrt havi eg frásagt,

ikki var eg hjá,

tá ið hann ormin á Glitrarheiði

við sínum svørði vá.

 

24 Hoyrt havi eg frásagt

tí sama sjáldna bragdi,

hvussu hann tann frænarorm

við svørði niður lagdi.

 

25 Mikið mundi Sjúrður

gullið ognast tá,

tí hann vá tann frænarorm,

á Glitrarheiði lá.

 

26 Tólv gullkistur

hvørjumegin klakk

bant hann tað á Grana bak,

so er mær frásagt.”

 

27 “Hoyr tú, mín hin sæla dóttir,

legg nú til tess ráð,

hvussu vit skulu tann mikla mann

av øðrum londum fáa!”

 

28 “Tú skalt lata mær salin byggja,

í oyðimark so gera,

við so lítlari tænastu

skal eg har inni vera.

 

29 Og so miklan váðaloga

lat tú harum gera,

sum teir kunnu dvørgar tveir

mest við rúnum skera.

 

30 Hesin sami váðalogi

hann man meg so varða,

har man eingin ríða á

uttan Sjúrður snari.”

 

31 Hann læt henni salin tann

í oyðimark so gera,

við so lítlari tænastu

hon skuldi harí vera.

 

32 Og so miklan váðaloga

læt hann harum gera,

sum teir kundu dvørgar tveir

mest við rúnum skera.

 

33 Og so miklan váðaloga

læt hann harum slá,

ei mundu dvørgarnir

við svikunum ná.

 

34 Og so miklan váðaloga

læt hann harum vera,

ikki máttu dvørgarnir

burtur við rúnum bera.

 

35 Stríða teir í Húnalandi

við útdragin knív,

hevur so mangur edilingur

fyri kvinnur latið lív.

 

36 Árla var um morgunin,

sólin skín so víða,

tað vóru teir Húnakongar,

teir búðu seg út at ríða.

 

37 Tað vóru teir Húnakongar,

búðu seg út at ríða,

frægari vóru Júkagarpar,

nú ið teir komu at stríða.

 

38 Árla var um morgunin,

sólin skín í fjøll,

tað ríður so mangur edilingur

í Buðla kongins høll.

 

39 Árla var um morgunin

sólin bráar í brún,

ríða so frægir edilingar

í Buðla kongins tún.

 

40 Ríða so mangir edilingar

í Buðla kongins tún,

Brynhild situr í Hildarstóli,

hon ber gull á brún.

 

41 Buðlin kongur í salin gongur,

beiðir frúgv við svari:

“Komin er hann Gunnar kongur

niðan úr Júkagarði.

 

42 Hoyr tú, Brynhild dóttir mín,

gera skalt tú tað,

komin er hann Gunnar kongur,

honum sigur tú ja.”

 

43 Buðlin kongur á gólvi stendur

styðjar seg við borð,

Brynhild unga dóttir hans

hon talar ikki eitt orð.

 

44 Brynhild seg úr stóli lyfti,

glógvar í gulli reyð,

skundaði sær av Buðlins borg,

hon gongur á Hildarheyg.

 

45 Grímur og Høgnar Júkason

teir møttust á grønum vølli,

moyar hvukku í Hildarsali,

nú skelvur høga Buðlins høll.

 

46 Grímur og Høgnar Júkason

teir slógust við bitrum brandi,

Brynhild situr í váðaloga

mitt í faðirs síns landi

 

47 Settist aftur í gyltan stól,

hon smílist undir lín:        

“Hvør ið heldur á váðalogan,

hann skal verða mín.”

 

48 Brynhild situr í gyltum stóli,

tað hitt væna vív,

dregur hon Sjúrð av Norðlondum

í Hildarheyg til sín.

 

49 Brynhild situr í Hildarheyg,

tað hitt væna vív,

dregur hon Sjúrð av Norðlondum

sær til sorgartíð.

 

50 Ein dag frættir Sjúrður

burtur í onnur lond:          

Brynhild svevur á Hildarheyggi,

hon er biðlavond.

 

51 Sjúrður reið út árla morgun,

ei hans fostra visti,

eingin veit á morgni at siga,

hvar ið hann á kvøldi gistir.

 

52 Sjúrður reið út árla morgun,

gyrdi seg við horni,

har sótu tveir villini fuglar

á einum summarsmorgni.

 

53 Ein dag tóku fuglarnir

at mæla millum sín:

“Brynhild svevur á Hildarheyggi,

og hagar væntar hon tín.”

 

54 Ein dag tóku fuglarnir

ímillum sín at mæla:

“Brynhild situr á Hildarheyggi,

hagar man Sjúrður fara.”

 

55 Enn tá frætti Sjúrður,

um Húnaland hann fór:

Brynhild situr í sínum sali,

hon er so heitstór.

 

56 Sjúrður kvittar at ríða

á Buðla kongins land,

gullibúnar handskarnar

teir dregur hann sær á hond.

 

57 Tólv gullringar

hevði hann har íhjá,

drotningsringin

reyða omaná.

 

58 Tólv gullringar

dregur hann sær á hond,

síðan kvittar nýtur drongur

á Buðla kongins land.

 

59 So gongur hann Grani

grótið so sum sand,

eingin kemur tílíkur

á Buðla kongins land.

 

60 So gongur hann Grani

í gróti sum á vølli,

slíkur kemur ikki aftur

á Buðla kongins fjøll.

 

61 Hann reið sær so niðarlaga

við Júkagørðum fram,

úti stóð frúgv Grimhild

við so miklan mann.

 

62 Úti stóð hon Grimhild

við so mangan mann,

tí hon vildi forvitnast,

hvar ið Sjúrður ríður fram.

 

63 Gjarna vil hon síggja tað,

hvar ið Sjúrður ríður fram,

hon sá ikki á hestbaki

ein tíguligari mann.

 

64 “Sjúrður, støða tínari ferð

og tala við meg,

eg eigi mær so væna dóttur,

við ástir vil leiða teg.

 

65 Tú ger væl, snarpi Sjúrður,

tú snakka vilt við meg,

eg eigi mær so eina dóttur,

við ástum leiðir hon teg.”

 

66 “Eg stilli ikki mínari ferð,

meðan mín gangari rennur,

eg fari mær á heyggin fram,

sum váðalogin brennur.

 

67 Eg støðgi ikki mínari ferð,

mín gangari rennur so strítt,

eg fari mær á heyggin fram

at finna tað væna vív.

 

68 Eg støði ikki mínari ferð,

mín gangari rennur í lund,

eg fari mær á heyggin fram

at skoða tað væna sprund.”

 

69 Sjúrður klæðist árla morgun,

hann fór í brynju víða:

“Eg havi so lítið ørindi

í Eysturlond at ríða.”

 

70 Tað er enn sum ofta fyrr,

biðlar fara at fríggja,

eingin tordi longur fram

enn váðalogan at síggja.

 

71 Merkismaður orðum talar,

tungan mælir inna:

“Hvør ið heldur á váðalogan,

hann skal ta jomfrú vinna.”

 

72 Grímur ríður á grønum vølli,

kinn ber hann so baldan,

hann vendi sín hest frá váðaloga,

hann skuldi í bálið halda.

 

73 Sjúrður frægi til orða tekur,

frá man frættast víða:

“Eg beri tað merki í mítt skjold,

eg skal nú harí ríða.”

 

74 Eingin reið á Brynhilduheyg

uttan Sjúrður snari,

gjøgnum royk og váðaloga,

hann og hestur hans Grani.

 

75 So steig tá Grani

á foldunum fast,

innarlaga í heygginum

tað hóvsporið brast.

 

76 So stígur Grani

drístuliga fram,

heitur var tann eldurin,

Sjúrða um lendar brann.

 

77 Og so stígur Grani

gjøgnum tann roykin svarta,

hann kom at tí portrinum,

tað skín sum gullið bjarta.

 

78 Sjúrður reið tann váðaloga,

ið eingin vágdi fyrr,

og við sínum svørðinum,

tá kleyv hann niður dyr.

 

79 Og við sínum svørðinum

klývur hann lokur frá,

sá hann, hvar ið Buðlins dóttir

eina í songum lá.

 

80 Sjúrður frægi í salin gongur,

víða um seg hyggur,

sær hann, hvar tað væna vív

eina í songum liggur.

 

81 Hann sá, hvar tað væna vív

í herklæðunum svav,

Sjúrður tók sín bitra brand,

hann sprettir brynju av.

 

82 Upp vaknaði Brynhild,

hon hyggin um seg leit:

“Hvør átti tann búgvin brand,

ið brynju av mær beit?”

 

83 Upp vaknaði Brynhild,

víða um seg sær:

“Hvør er tann hin djarvi drongur,

ið brynju sprettir av mær?”

 

84 “Riðin eri eg av Norðlondum

higar nú til tín,

Sjúrður Sigmundar sonur,

veldiga søta mín.

 

85 Sjúrða skalt tú nevna meg,

Sigmundar svein,

Hjørdis drotningin

hon bar meg í heim.”

 

86 Brynhild setist upp undir seg,

smílist undir lín:

“Ver vælkomin av øðrum londum,

Sjúrður, søtin mín!

 

87 Hoyr tú tað nú, Sjúrður,

hvør vísti tær leið

gjøgnum royk og váðaloga,

at tú higar reið?”

 

88 “Ørnin á kvisti

bíðaði hon mín,

hon vísti mær vegin

higar heim til tín.”

 

89 “Hoyr tú, Sjúrður søti mín,

ver nú ei so bráð,

gakk tær heldur til mín faðir,

tak av honum ráð!”

 

90 “Tú hevur so leingi, frúgv Brynhild,

stundað heim til vár,

eg fari ei til tín sæla faðir,

taki ei av honum ráð.

 

91 Tú hevur so leingi, frúgv Brynhild,

stundað á mítt fund,

tað søgdu mær alsingarnir

gjøgnum grønan lund.”

 

92 Løgdu tey sínar ástir saman

innan mentarfund,

tá varð hon Ásla Sjúrðardóttir

gitin á teirri stund.

 

93 Løgdu sínar ástir saman

ytst við menjargátt,

tá varð Ásla Sjúrðardóttir

gitin á teirri nátt

 

94 Allir teir í Buðlins høll

lova tey onkaverka,

innan fyri mentarfund

bundu tey ástin sterka.

 

95 Blíðar legði hann armarnar

yvir Brynhildu háls,

eg svørji tann eið á mína trú,

har búði ikki undir falsk.

 

96 Tólv gullringar

legði hann frúnni á fang,

síðan legði hann omaná

tann dýra drotningsring.

 

97 Tólv gullringar

dró hann frúnni á hond:

“Hetta skal vera tað fyrsta

elskógins band.”

 

98 Guðrun gekk á gullstólin,

tað hitt væna vív,

dró hon Sjúrð av Hildarheyg

í Júkagarð til sín.

 

99 Sjúrður situr í stólinum,

niður fyri seg sær:

“Hvat mundi Grimhild drotning

vilja nú mær?

 

100 Brynhild, tak mær saðil og boksl,

ringabrynju síða,

eg havi so lítið ørindi

burt annarsstaðni at ríða.”

 

101 Til tess svaraði Brynhild,

tekur um hjarta at køla:

“Júkin kongur dóttur eigur,

við ástir man teg mæla.”

 

102 “Tað tykir mær vera undarligt,

at meg skal tað henda:

eg skal allar mínar ástir

frá tær, Brynhild, venda.”

 

103 Til tess svaraði Brynhild

av so miklum sút:

“Ríð tú ikki tann niðara vegin

við Júkagørðum út.

 

104 Hoyr tú tað nú, Sjúrður,

eg gevi tær fingurgull,

ríð tær ikki til Grimhildu,

tí hon er av svikum full.”

 

105 Tað var um ein árla morgun,

hann frá Brynhildu reið,

møtti hann hennara sæla faðir

skamt frá sínari leið.

 

106 Sjúrður situr á Grana baki,

hugin ið hann vendi

hagar, sum hennara faðir var,

har av vegnum rendi.

 

107 “Ver vælkomin, Sjúrður,

tú tørvt ei boðini senda,

fullvæl veit eg tín forløg út,

hvørt tær skal ganga til enda.

 

108 Tú manst vera á aldri ungur,

lívið man tó tær tróta,

tú manst ognast Guðruna,

Brynhildu ikki njóta.

 

109 Hevur tú Brynhildu tryggan lovað,

væl manst tú tað halda,

Guðrun blandar valmannadrykk,

tað man nú sútir valda.”

 

110 “Tað tykir mær vera undarligt,

at meg skal tað henda:

eg skal allar mínar ástir

frá Brynhildu venda.”

 

111 “Hoyr tú tað nú, Sjúrður,

ger tú ei tann skamm,

ríð tær ikki so niðarlaga

hjá Júkagørðum fram.

 

112 Ríð tú ikki tann niðara vegin

við Júkagarðar fram,

ríð tær heldur í erva,

har hendir tær ongan skamm.

 

113 Bæði heilur og happadur

vit skiljast nú á sinni,

Sjúrður, goym væl hesi orð,

tú legg tey væl í minni.”

 

114 Sjúrður reið á skógvar burtur,

tyktist komin í váða,

hann sá tað hitt illa djór

berjast við bógvar báðar.

 

115 Hann sá tað hitt illa djór

berjast við bógvar báðar,

eitur spýði, eldur goysti,

næstan stóð í váða.

 

116 So hvarv tað hitt illa djór

burtur úr Sjúrðar eygum,

sær hann, hvar ið Grimhild situr,

leikar við brondum beygum.

 

117 Hestin vilti hon undir honum,

at hann kundi ikki ganga,

hon gjørdi, hann bæði beit og sló

og helti til ymsar vangar.

 

118 Tað var hin ungi Sjúrður,

hann skuldi venda frá,

Grimhild treiv í teymarnar,

at hann skuldi ikki náa.

 

119 Tað er satt, ið talað er,

mong er konan eym,

tað er mær av sonnum sagt,

hon tók í Grana teym.

 

120 Tí svaraði Sjúrður,

kinn bar hann so balda:

“Eg veit so ongan av Húnamonnum,

mínar teymar torir at halda.”

 

121 “Tú støðga tín hest eina lítla stund,

og snakka við meg,

eg eigi mær eina væna dóttur,

við ástir leiðir hon teg.

 

122 So er Guðrun dóttir mín,

hvar ið hon gongur inn,

rósur og so liljur

tær skyggja av hennara kinn.”

 

123 “Guðrun hon er dóttir tín,

tað er tí ei betur,

hon er ikki Brynhildar líki,

summar ímót vetur.”

 

124 Út kom frúgvin Guðrun

í einum stakki blá,

flættað hár á herðar lá,

við silkibondum smá.

 

125 Guðrun so til orða tekur,

tungu bar hon so snjalla:

“Hava tað, ið annar eigur,

tað man lukkast valla.

 

126 Nógvir eru í várum londum

kongasynir og jallar,

girnast tann, ið onnur eigur,

tað man lukkast sjáldan.”

 

127 Hon hevði upp sína høgru hond,

gav henni høgg á tenn,

blóðið dreiv í barmin niður,

sóu tað mangir menn.

 

128 “Tig tú, Guðrun dóttir mín,

mangt man smæðin lissa,

betri var sjálv at biðja

enn góðan mann at missa.

 

129 Guðrun, gakk í kjallaran,

blanda mjøð og vín,

og so mikið óminni

tað lat tú har útí.

 

130 Og so mikið óminni

tað lat tú har útí,

ikki má Sjúrður minnast

til hálvar ástir sínar.”

 

131 Guðrun gekk í kjallaran,

blandaði mjøð í ker,

bæði snart og skundiliga

inn fyri Sjúrða ber.

 

132 Og so mikið óminni

læt hon har útí,

gekk so fyri Sjúrð svein,

bað hann drekka til sín.

 

133 Drekka fór so dýran dramm,

drakk av horninum bjarta,

mildingur misti minni sítt,

og brúður úr buðlungs hjarta.

 

134 Drekka fór sum dýri drammur,

drakk av horninum leingi,

mildingur misti minni sítt,

og bøta man honum eingin.

 

135 Tá ið hann hevði drukkið,

greiddi aftur skál,

mintist ei til frú Brynhild

og ei á hennara mál.

 

136 Tá ið hann hevði drukkið,

greiddi aftur kerið,

mintist ei til Brynhildu,

og ei, hvar hann hevði verið.

 

137 Drakk hon drykk og drakk hon tvá

til tann dreingins deyða,

honum kom einki annað í hug

enn Guðruna at eiga.

 

138 Drakk hon drykk og drakk hon tvá

til tann dreingin svinna,

hiðani út í skemmu gongur

Guðruna at finna.

 

139 Sjúrður gekk í skemmu upp,

Guðrun vegin finnur,

frætti tað Brynhild á Hildarheyg,

nú rann henni ónt í sinni.

 

140 Brynhild gekk av Hildarheyg,

tað hitt væna vív,

kappin gisti Guðruna,

men Sjúrður misti lív.

 

141Brynhild fyri munni mælir,

tár á kinn man fljóta:

“Ikki skal Guðrun Júkadóttir

tann avrekskappan njóta.”

 

142 Brynhild fyri munni mælir,

sorgartíð skal eg kalla:

“Hava tað, ið onnur eigur,

tað skal lukkast valla.”

 

143 Møttust tær á miðjari leið,

Brynhild og Guðrun Júka,

onnur teirra gleðina bar,

og onnur harmin sjúka.

 

144 Tað var Guðrun Júkadóttir,

gjørdi so mangt av fári,

hon vildi ikki njóta tað vatn,

sum rann av Brynhildu hári.

 

145 Guðrun leyp á ánna út,

sum fossurin rann so snarur,

tí hon eigur Sjúrða svein,

sum høvd yvir allar bar.

 

146 Guðrun leyp á ánna út,

sum fossurin var so stríður,

tí hon eigur Sjúrða unga,

sum ein yvir allar ríður.

 

147 Mælti tað Guðrun Júkadóttir

fyrsta orðið tá:

“Hvør gav tær tað fingurgull,

eg síggi tínum fingri á?”

 

148 Svaraði Brynhild Buðladóttir,

tekur um hjarta at møða:

“Vit munnu ognast eina reiggj,

vit hava so mangt at røða.

 

149 Hetta sama fingurgull,

tú sært á fingri mínum,

gav mær Sjúrður Sigmundarson.

tú vilti við ástum tínum.”

 

150 Brynhild tagdi, Guðrun sagdi,

fast er snótin stríð:

“Hví man mín bróðir Gunnar kongur

ei ognast so vænt eitt vív?”

 

151 Til tess svaraði frú Brynhild,

í tungu var hon snjøll:

“Eg lovi ikki tógva kongar

báðar í einari høll.”

 

152 “Sjúrður hevur tín moydóm spilt

og brotið Buðlins frama,

ríkum kongi givið í vold,

og nú havi eg tann sama.”

 

153 “Tú tørvt ikki, falssnóta,

brigða mær tað svá,

fyri títt orð skal Sjúrður doyggja,

um eg liva má.”

 

154 “Ikki óttist eg hóttur tínar,

tó tú ert í orðum stív,

so er eingin í Júkagørðum,

ið ríður um Sjúrðar lív.”

 

155 Grátandi snúðist Brynhild

í sín sal at sitja,

Gunnar kongur fyrstur og fremstur

hennara kom at vitja.

 

156 “Tú fært einki yndi av mær,

ei manst tú tað vænta,

so leingi eg Sjúrða við eygum síggi,

seint man angur lætta.”

 

157 Brynhild gongur til seingina

av teirri somu grund,

og nú tolir hon fyri Sjúrða

so ónda eina stund.

 

158 Frætti tað Sjúrður Sigmundarson

á teirri somu stund,

sjálvur fór hann at vitja

tað unniliga sprund.

 

159 “Tað hevur eingin hunskur riddari

gjørt sum tú,

tú saknaði ikki fljóðið,

tú fyrstur lovaði trú.”

 

160 “Hoyr tú, mín hin veldiga søta,

kenn mær einki um,

vendur var mín hugurin

frá hesum ástum tínum.”

 

161 Tað fyrsta sum hon mundi

Sjúrða við eygum sjá,

tá mundi hon Brynhild

eina unga dóttur fá.

 

162 Til tess svaraði Brynhild

fyrst á orði tá:

“Berið mítt barn á ánna út,

eg vil tað ikki sjá.”

 

163 Tóku tey Áslu Sjúrðardóttur,

floyttu oman eftir á,

stórar áir og stríðir streymar

bóru hana londum frá.

 

164 Brynhild gekk á Hildarheyg,

nú ber hon kinn so reyðan,

nú á teirri sorgartíð

voldi hon Sjúrðar deyða.

 

165 Mangur hevur hóttur notið

fyri fagurt vív,

liðið er nú at evstu stund,

Sjúrður missir lív.

 

166 Mangur hevur hóttur notið

fyri tær fríðu moyar,

nú er liðið at síðstu stund,

Sjúrður hann skal doyggja.

 

167 Sjúrður var ein avrekskappi,

vá sítt svørð í droyra,

og honum voldu kvinnur deyð,

sum tit skulu fáa at hoyra.

 

168 Sjúrður varð av lívi tikin

frá tí gullinum reyða,

tað vóru moyar í forðum tíð,

sum voldu mannadeyða.

 

169 Tað vóru moyar í forðum tíð,

gjørdu so mangt tað bragdið,

Brynhild unga Buðlins dóttir

kemur nú fyrst í kvæðið.

 

170 Brynhild unga Buðlins dóttir,

føgur yvir brún,

gullband henni um herðar liggur

við flættað hár í snúnum.

 

171 Brynhild gekk í hallina inn

av so miklum móði,

ikki mundi mæla tað

hitt unniliga fljóð.

 

172 Sjúrður rendi sínum fóti

undir frúnnar stól,

ikki vildi sitja tað

hitt unniliga fljóð.

 

173 Høgnar kemur av skógnum heim

við hvøssum slíðraspjóti:

“Hann skal harðan deyðan tola,

ið tær hevur gjørt ímóti.”

 

174 “Tað er hon Guðrun systir tín,

hon voldi mær tað stríð,

eg man ongan søtan sova,

meðan Sjúrður er á lívi.”

 

175 Høgnar so til orða tekur:

“Nú man tað so vera,

Sjúrður er mín heitbróðir,

eg kann honum einki gera.”

 

176 “Tú fært einki yndi av mær,

ei tørvt tú tað vænta,

so leingi eg Sjúrða við eygum síggi

seint man angur lætta.”

 

177 “Tað er einki eykarverk

at ganga Sjúrða ímóti,

hvar ið hann kemur í váknaskjal,

har hevur hann høvur á spjóti.”

 

178 Tú fært einki yndi av mær,

ei tann menjartrá,

fyrr enn tú hevur Sjúrð svein

tykkara londum frá.”

 

179 Tað var Høgnar Júkason,

hann stilti stál fyri stokk,

yppist ráð av illari dáð,

so køld eru kvinnu tokk.

 

180 Brynhild setist í gullstólin,

frá man frættast víða,

nú skulu teir Húnakongar

burtur á skógvin ríða.

 

181 Brynhild situr á Hildarstóli,

spælir við gyltum knívi:

“Ikki aftur í mína høll,

fyrr enn Sjúrður er av lívi!”

 

182 “Hoyr tú, Brynhild Buðlins dóttir,

hví eykar tú os tann vanda,

hann er eingin í Húnalandi,

Sjúrða kann bestanda.

 

183 Hoyr tú, Brynhild Buðlins dóttir,

tær tað sigast má,

hann er eingin í Húnalandi,

ið høggur hans høvur frá.”

 

184 Brynhild situr í sínum stóli,

leikar við gyltum knívi:

“Tit fáa einki yndi av mær,

fyrr enn Sjúrður er frá lívi.”

 

185 “Hoyr tú, Brynhild Buðlins dóttir,

legg sjálv til tess ráð,

hvussu vit skulu tann mikla mann

burtur av lívi fáa!”

 

186 Brynhild fyri munni mælir,

sorg um hjarta man røkka:

“Gevið Sjúrða salta krás

og hartil einki drekka!

 

187 Tað munnu vera ráðini góð,

eg gevi foruttan ekka:

latið hann eta salta krás

og hartil lítið drekka!”

 

188 Sjúrður gongur í hallina inn,

vænur er hann og vitur,

sum hon Brynhild Buðlins dóttir

fyri í stóli situr.

 

189 Sjúrður stendur á hallargólvi

við gullslagið skjold í hendi,

Brynhild unga Buðlins dóttir

eyguni frá honum vendi.

 

190 “Gud náði meg í verðini,

hvat ið meg skuldi henda:

eg skuldi allar mínar ástir,

Sjúrður, frá tær venda.”

 

191 Sjúrður so til orða tekur:

“Nú er av tí versta,

tá ið eg aftur av skógnum komi,

tá skal eg teg festa.”

 

192 Saraði Brynhild Buðlins dóttir,

ber um hjarta ve:

“Hoyr tú, Sjúrður Sigmundarson,

tú festir ikki meg.”

 

193 Tá var rómur í Buðlins høll,

sveinar ríða út,

Brynhild sat eftir í Hildarstóli,

feldi tár á dúk.

 

194 Tá var rómur í Buðlins høll,

sveinar drukku vín,

Brynhild eftir í Hildarstóli,

hon feldi tár á lín.

 

195 Buðlin kongur til orða tekur,

fast av móðins ekka:

“Fáið Sjúrða hjálmin tann,

ið hann skal undan drekka!”

 

196 Brynhild fyri munni mælir,

sorg um hjarta man byggja:

“Hoyr tú tað, mín sæli faðir,

hann skal eftir liggja.”

 

197 Tí svaraði Buðlin kongur,

hann heldur á ringi reyða:

“Hoyr tú, Brynhild dóttir mín,

hví elvir tú Sjúrða deyða?”

 

198 “Eingin unnar so øðrum væl,

at sínum av man hyggja,

ikki skal Sjúrður Sigmundarson

longur í heimum byggja.”

 

199 “Minnist tú, Brynhild dóttir mín,

minnist tú ta tíð,

dróst tú Sjúrð av Norðlondum

ígjøgnum grøna líð?

 

200 Minnist tú, Brynhild dóttir mín,

tá ið tú blandaði vín,

dróst tú Sjúrða av Norðlondum

á Hildarheyg til tín?”

 

201 Buðlin kongur av sali gongur

eina morguntíð snimma,

eftir Brynhild dóttir hans

við hond upp undir kinn.

 

202 Árla var um morgunin,

sólin roðar í lund,

reystar kempur váknin taka,

fárlig vóru sprund.

 

203 Út ríða teir Júkungar,

Sjúrður var í ferð,

visti ei av hilmarasvikum.

teir bundu ráðagerð.

 

204 Brynhild gekk á Hildarsal.

sá hon út so víða,

Sjúrður frægi fyrst og fremst

fyri Húnakongum ríður.

 

205 Ríða út úr Buðlins borg,

sum teir gjørdu ofta,

eftir liggur Sjúrðar svørð

heimi á Brynhildu lofti.

 

206 Brynhild settist í gyltan stól

av so miklari pínu,

møðiliga feldi hon tárini

á báðar armar sínar.

 

207 Brynhild grætur møðiliga,

tað hitt væna vív:

“Vildi eg Sjúrða við eygum sætt

í Hildarsali til mín.”

 

208 Brynhild grætur so møðiliga,

tað hitt væna vív:

“Vildi eg Sjúrða við eygum sætt

í Hildarstóli mínum.”

 

209 Brynhild grætur møðiliga,

tað hitt væna vív:

“Far væl, Sjúrður Sigmundarson,

eg síggi teg ei í lívi.”

 

210 Ríða teir á skógvin burtur,

glaðir foruttan ekka,

góvu teir Sjúrða salta krás

og hartil einki drekka.

 

211 Ríða teir á skógvin burtur,

lótu sporar ringla,

Brynhild situr á Hildarstóli

ferðig til at springa.

 

212 Ríða teir á skógvin burtur,

alt foruttan ekka,

svørji tann eið á mína trú,

at nú lysta teir at drekka.

 

213 Drekka undan sínum hjálmi

bæði títt og ofta,

eftir liggur Sjúrðar hjálmur

heimi á Brynhildu lofti.

 

214 Drekka undan sínum hjálmi,

alt foruttan ekka,

Sjúrður situr á Grana baki,

nú lystir hann at drekka.

 

215 Drekka undan sínum hjálmi,

glaðir foruttan sút,

Sjúrður loysti hjálmbondini,

steig úr saðli út.

 

216 Sjúrður sá ikki svikara vón,

steig úr gullsaðli út,

skundaði sær at kelduni

glaður foruttan sút.

 

217 Sjúrður legðist at drekka,

sum vatn stóð fyri í brunni,

sjáldan hevur góður kvistur

sprottið av illum runni.

 

218 Sjúrður legðist at drekka,

sum vatn stóð fyri í veit,

Høgnar átti mækan tann,

á Sjúrðar hálsi beit.

 

219 Sjúrður legðist at drekka,

góður drongur og nýtur,

Høgnar átti mækan tann,

á Sjúrðar hálsi bítur.

 

220 Høgnar høgg, og Gunnar hjó,

við hvøssum slíðraknívi,

teir gjørdu so mikið níðingsverk,

teir tóku Sjúrða av lívi.

 

221 Høgnar høgg, og Gunnar hjó,

og tað fór millum dreingir,

hesi ganga tí illdømi

í Húnalandi leingi.

 

222 Høgnar høgg, og Gunnar hjó,

mest av Brynhildu ráðum,

hevði hann vitað av svikunum,

maður var hann fyri báðum.

 

223 Upp slapp hann undan øllum teim,

tungu bar hann so snjalla:

“Hevði eg vitað av svikunum,

mentur var eg fyri allar.”

 

224 Sjúrður knýtir neva sín

saman av góðum treysti,

sipaði so til Gunnar kong,

niður fell hann av hesti.

 

225 Sjúrður so til orða tekur:

“Nú hava tit meg svikið.

Hevði eg havt mítt svørð í hond,

tað skuldi betri tikið.

 

226 Hoyrr tú, Høgnar Júkason,

nú hevur tú vigið meg,

tá var eg á Finnmarkini,

ið eg royndi teg.”

 

227 Sjúrður følnaði á grønum vølli,

nú var hann følin og nipin,

men hevði hann havt sítt svørð í hond.

tað hevði betri tikið.

 

228 Sjúrður legðist at drekka,

so ganga søgur frá,

har kom Høgnar Júkason,

kleyv hann í lutir tvá.

 

229 Eitt kom boð í hallina inn,

Brynhildu sigur frá:

“Deyður er Sjúrður Sigmundarson,

Gunnar kongur vá.”

 

230 Eitt kom boð í hallina inn:

“Sjúrður hann er vigin.”

Brynhild fór í svímilsi

av Hildarstóli niður.

 

231 Eitt kom boð í hallina inn

uttan av grønum vøll,

Brynhild fagra í svímilsi

av Hildarstóli fell.

 

232 Gunnar kongur fyrstur og fremstur

hana mundi vitja,

grátandi fór Brynhild unga

í sína song at sitja.

 

233 Gunnar kongur í salin gongur,

ber á brynju blá,

Brynhild unga Buðlins dóttir

sjúk av sorgum lá.

 

234 Brynhild hon í seingini liggur,

Gunnar situr á stokki,

so er skrivað í breiðu bók,

at kaldur er kvinnu tokki.

 

235 Gunnar kongur til orða tekur,

heldur at tí gleim:

“Nú skal taka buðlungs lík,

føra til hallar hcim.”

 

236 Skiftu sínum hestunum

við so mangan lit,

ikki vildi Grani ganga,

tí hann hevði mans vit.

 

237 Teir royndu sínar hestarnar,

hvør við sínum lit,

ikki vildi Grani ganga,

tí hann hevði mans vit.

 

238 Teir skiftu sínum búnaði,

øllum sínum lit,

ikki vildi Grani ganga,

tí hann hevði mans vit.

 

239 Ikki vildi Grani ganga,

tí Gunnar honum reið,

fyrr enn hin deyði Sjúrður

honum á herðar neig.

 

240 Deyðan tóku teir Sjúrða unga,

teir lívdu ei nakað eftir,

høvuðleysan kappan tann

í gullsaðilin settu.

 

241 Ikki vildi Grani ganga,

Gunnar kongur ríður,

fyrr enn frægi Sjúrður

í gullbygilin stígur.

 

242 Deyðan tóku teir Sjúrða unga,

kappan tann hin snjalla,

tá á teirri somu tíð

førdu heim til hallar.

 

243 Deyðan tóku teir Sjúrða svein,

bóru inn á skildri,

hevur so mangur latið lív,

helst av kvinnu veldi.

 

244 Deyðan tóku teir Sjúrð svein,

løgdu Brynhildu hjá:

“Berið Guðrunu Sjúrða,

hon eigur hann enn sum áður.”

 

245 Deyðan tóku teir Sjúrða unga,

løgdu hjá Guðrunar síðu,

Brynhild unga sá hará,

nú gongur hon kyk av kvíðu.

 

246 Brynhild hevði manga nátt

sovið á Sjúrðar armi,

nú hon hevði hans deyða volt,

springur hon kyk av harmi.

 

247 Brynhild unti Sjúrða væl,

meg man minna enn,

kvinnur hava av lívi fingið

mangar sterkar menn.

 

248 Brynhild unti Sjúrða væl,

við alskyns spekt og meingi,

kvinnur hava av lívi fingið

mangar reystar dreingir.

 

249 Hósins dóttir Kjartan unti

við tann mentilin reyða,

tá ið hon ikki kundi hann fáa,

voldi hon hans deyða.

 

250 Hava tit hoyrt frá Ingigerð,

meg man minna enn,

hon legði niður á grønan vøll

tógva sterkar menn.

 

251 Hava tit hoyrt frá Dalitu,

loynir ei mín tunga,

brádliga hon av lívi fekk

tann sterka Samson unga.

 

252 So gjørdi Ásla Sjúrðardóttir

við høvdingin reyða,

svørji tann eið á mína trú,

hon voldi kong Regnars deyða.

 

253 Regnar kongur í Eysturlondum

menskur var hann av dreingjum,

Ásla voldi deyða hans,

hon duldi sítt navn so leingi.

 

254 So gjørdi Guðrun Júkadóttir,

vil eg for ydur tína,

hon læt burtur av lívi taka

fýra brøður sínar.

 

255 So gjørdu moyar í forðum tíð

innan rósinslund,

tá ið tær ikki sín vilja fingu,

voldu tær deyðastund.

 

256 So gjørdu moyar í forðum tíð,

sum frægir siga frá,

tá ið tær ikki sín vilja fingu,

løgdu tær deyðaráð.

 

257 Deyðan tóku teir Sjúrða unga,

løgdu Guðrunu á skeyt,

ikki visti brúður, hon vaknaði,

fyrr enn blóð um bæði fleyt.

 

258 Deyðan tóku teir Sjúrð svein,

løgdu Guðrunu hjá,

ikki visti brúður, hon vaknaði,

fyrr enn blóð á lendar lá.

 

259 Ikki visti brúður, hon vaknaði,

fyrr enn hon í benið brá,

tað var ei so undarligt,

við sorg hon í tað sá.

 

260 Vaknaði Guðrun Júkadóttir,

læt so orðum fara:

“Síðst mundi eg, Gunnar kongur.

svikum av tær vara,”

 

261 Guðrun setist upp undir seg,

strýkur sveita frá,

blóðigan kysti hon munnin tann.

á Sjúrðar høvdi lá.

 

262 Blóðigan kysti hon munnin tann,

á Sjúrðar høvdi lá:

“Hetta skal eg, Gunnar, hevna,

um eg liva má.”

 

263 Guðrun steig úr seingini upp,

blóð av henni rann,

svørji tann eið av míni trú,

hon gekk í loftið fram.

 

264 Guðrun steig úr seingini upp,

rendi úr henni blóð,

so gekk hon í loftið fram,

hon var um hjarta móð.

 

265 Guðrun gekk í loftið fram,

hon fór úr stakki reyða,

alla sína ævina

syrgdi hon Sjúrðar deyða.

 

266 Brynhild sprakk av harmi,

Sjúrður læt sítt lív,

tað man merkja meiningin,

at Brynhild hon var fríð.

 

267 Brynhild sprakk av harmi

eftir Sjúrðar deyða,

góvu Guðrunu gull og fæ

og mangar ringar reyðar.

 

268 “Hoyr tað, Guðrun systir mín,

syrg ikki Sjúrðar deyða,

Artala kongur í Húnalandi

kortar ei gullinum reyða.”

 

269 “Syrg ikki, syrg ikki, dóttir mín,

syrg ikki Sjúrðar deyða,

Artala kongur í Húnalandi

kortar ei gullið reyða.”

 

270 Svaraði Guðrun Júkadóttir

av so tungum stríði:

“Tó skal eg hevna Sjúrðar deyða.

um eg verði á lívi.”

 

271 Nú skal lata ljóði av,

eg kvøði ikki longur á sinni,

nú skal taka upp triðja tátt

og víðari leggja í minni.

 

CCF 1A II

TSB E 100

 

Handrit: Schrøters Sjúrðar kvæði. NkS 345, 8vo.

 

Útgávur:       

1. Chr. Matras (ed.): J. H. Schrøters optegnelser af Sjúrðar kvæði (Færoensia 3) s. 25.

2. Føroya kvæði (Chr. Matras greiddi til útgávu, 1951) Band  I, s. 8.

3. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 1998) 1. bind, s. 55

 

Heimild: J.H. Schrøter, 1818.

 

E 100 Brynhildar táttur (Brynhild is deceived by Sigurd and has him killed)

Brynhild, dóttir Buðla, vil giftast við Sjúrði og bíðar eftir honum. Buðli byggir henni hús og ger vágaloga um tey. Tann maður, ið er førur fyri at fara ígjøgnum eldmúrin, skal ognast hana.

Sjúrður heldur av stað at leita hana upp. Hestur hansara Grani fer ígjøgnum eldin við honum, og Sjúrður finnur Brynhild og lovar henni trúskap. Hon ávarar hann ímóti svarta gandi Grimhildar.

Sjúrður fer, men gandur noyðir hann fram við bústaði Grimhildar, har hann hittir dóttur hennara, Guðruna. Sjúrður fær drykk, sum hevur við sær, at hann gloymir Brynhild og verður trúlovaður við Guðruni og skal giftast við henni.

Tá ið Brynhild frættir hetta, sigur hon við Guðruna, at Sjúrður má láta lív. Beiggi Guðruna, Gunnar, biður um Brynhild, og hon sigur honum, at hann fær seg bara, um hann drepur Sjúrð. Við svikaráðum drepa Gunnar og Høgni Sjúrð.

Guðrun svør hevnd, og Brynhild doyr av sorg.

á føroyskum: CCF 1 A: II, Ba: II, Bb: II, C ør. 101-254, D:II, E: II, G ør. 108-270, H: [II] (bert á føroyskum). Annar táttur av ”Sjúrðarkvæðunum”.

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019