• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Brynhildar táttur

 

CCF 1D 2

TSB E 100

 

1 Eg veit eina rímuna,

Buðla skulum vær kalla,

hon er bæði mild og mæt,

um Júka synir allar.

 

2 Eg veit eina rímuna,

gist í grønari lund,

eina reis í ævini

tað brast í Buðlins stund.

 

3 Eg havi eina rímu hoyrt,

gist í grønari lund,

tey kalla hana Brynhild Buðladóttur,

tað hitt væna sprund.

 

4 Eg veit eina rímuna,

gist í grønari líð,

nevnd er Brynhild Buðladóttir,

tað hitt væna vív.

 

5 Kongur ræður fyri longu lund,

bjarti Buðlin kallast,

tívin telur málmaring

við sínar hirðir allar.

 

6 Nevnd var hansara onkardóttir,

gist í grønari lund,

tey kalla hana Brynhild Buðladóttur.

tað hitt væna sprund.

 

7 Nevnd var hansara dóttir,

gist í grønari líð,

nevnd er Brynhild Buðladóttir,

tað hitt væna vív.

 

8 Brynhild situr á Hildarfjalli,

hon er dóttir Buðla,

sigist so til í bragdatátti,

sól skein hana á skugga.

 

9 Brynhild situr á Hildarfjalli

mitt í sín faðirs veldi,

so skein hennara gula hár,

sum skygdi av tignareldi.

 

10 Brynhild situr í stólinum,

kembir hon sítt hár,

fínt er tað sum silki,

gull ber litur á.

 

11 Brynhild situr í hallini,

sum ríkir ganga inn,

ongan tykir Buðladóttir

vera javnlíka sín.

 

12 Brynhild situr í stólinum

í einum kjóla brúnum,

og silkihár á herðar lá

við silkibondum snúnum.

 

13 Tað var reystur kongurin,

sveipar hann seg í skinn,

so gongur hann í høgaloft

fyri sína dóttur inn.

 

14 Brynhild situr í stólinum

so jammurliga tvist,

kongurin hann krevur

sína dóttur við list.

 

15 “Hoyr tú, mín hin sæla dóttir,

sig mær satt ífrá:

ríður so nakar higar í dag,

ið tín stár hugur á?”

 

16 “Hoyr tú, mín hin sæli faðir,

eg sigi tær satt ífrá:

so ríður eingin higar í dag,

ið mín stár hugur á.”

 

17 “Hvør leingi vilt tú, mín sæla dóttir,

elva mær tann vanda,

at tú noktar hvørjum manni,

ið tær býðst til handa?

 

18 Hvør leingi vilt tú, mín sæla dóttir,

alva mær tann sorg,

at tú noktar hvønn at eiga,

higar kemur í borg?

 

19 Hoyr tað, mín hin sæla dóttir,

sig satt mær har ífrá:

hvar av landi er tann svein tá,

tín stár hugur á?”

 

20 “Sjúrður eitur sami maður,

Sigmundar svein,

Hjørdis drotning

hans móðir var hon.

 

21 Sjúrður eitur sami maður,

Sigmundar son,

tað tykti mær vera mín sámi

at vera hansara kona.”

 

22 “Undarliga hevur tú

tær ástirnar við tær mett,

at tú unnir manni tann,

ið tú hevur ikki sætt.”

 

23 “Tað hava mær nornir skapt,

og vita Gud og menn,

níggju vetur unti eg Sjúrða,

ósæddan enn.

 

24 Tað hava mær nornir skapt,

liggur í brósti trá,

níggju vetur við Sjúrða unga

eg ei við eygum sá.”

 

25 Til tess svaraði kongurin,

hann drekkur tann mjøðin reina:

“Hvat er Sjúrður frægari

enn aðrir danisveinar?

 

26 Hoyr tú, mín hin sæla dóttir,

so sigi eg tær enn:

hvat er Sjúrður frægari

enn aðrir kongins menn?”

 

27 “Tað er Sjúrður frægari

enn aðrir kongins menn,

tí hann feldi heidningar,

hundrað um í senn.

 

28 Tað er Sjúrður frægari

enn aðrir danisveinar,

saðil hans og hestbúni

tað glógvar sum gullið reina.

 

29 Tað er hann Sjúrður frægari

fram fyri aðrar garpar,

saðil hans og teymarnir

tað glógvar av gulli bjarta.

 

30 Hoyrt havi eg frásagt,

ikki var eg har hjá,

tá ið hann vá tann frænarorm,

á Glitraheiði lá.

 

31 Hoyrt havi eg frásagt,

ikki var eg har hjá,

tá ið hann ormin á Glitraheiði

við sínum svørði vá.

 

32 Hoyrt havi eg frásagt

tað sama sjaldan bragdi,

hvussu hann tann frænarorm

við svørði niður lagdi.

 

33 Mikið mundi Sjúrður

gullið ognast tá,

tí hann vá tann frænarorm,

á Glitraheiði lá.

 

34 Tólv gullkistur

hvørjumegin klakk

bant hann upp á Grana bak,

so er mær frásagt.

 

35 Tá hann vá tann frænarorm,

tí er hann so ríkur,

ongan tann í Húnalondum,

sum eg kann vinna slíkan.”

 

36 “Hoyr tú, mín hin sæla dóttir,

legg nú til tess ráð,

hvussu vit skulum tann mikla mann

av øðrum londum fá!”

 

37 “Tú skalt mær tann salin byggja,

í oyðimark so gera,

við so lítlari tænastu

skal eg har inni vera.

 

38 Tú skalt mær tann salin byggja,

í oyðimark at slá,

og so miklan váðaloga

lat tú harum gá.

 

39 Og so miklan váðaloga

lat tú harum gera,

sum teir kunnu dvørgar tveir

mest við rúnum skera.

 

40 Hesin sami váðalogi

hann má meg so varða,

har man eingin ríða á

uttan Sjúrður snari.”

 

41 Hann læt henni salin tann

í oyðimark so gera,

við so lítlari tænastu

hon skuldi harí vera.

 

42 Og so miklan váðaloga

læt hann harum vera,

sum teir kundu dvørgar tveir

mest við rúnum gera.

 

43 Og so miklan váðaloga

læt hann harum slá,

ei mundu dvørgarnir

við svikinum ná.

 

44 Og so miklan váðaloga

læt hann harum gera,

ikki máttu dvørgarnir

burtur við rúnum bera.

 

45 Stríða teir í Húnalandi

við útdragin knív,

hevur so mangur edilingur

fyri kvinnur latið lív.

 

46 Stríða teir í Húnalandi

mangan dag at kveldi,

tað hevur so mangur latið lív,

helst av kvinnu veldi.

 

47 Árla var um morgunin,

sólin skein so víða,

tað vóru teir Húnakongar,

teir búðu sær út at ríða.

 

48 Tað vóru teir Húnakongar,

búðu sær út at ríða,

frægari vóru Júkagarpar,

ið teir komu at stríða.

 

49 Árla var um morgunin,

sólin skein í fjøll,

tað ríður so mangur edilingur

í Buðla kongins høll.

 

50 Árla var um morgunin,

sólin bráar í brún,

ríður so frægur edilingur

í Buðla kongins tún.

 

51 Ríða so frægir edilingar

í Buðla kongins tún,

Brynhild situr í stólinum,

hon ber gull á brún.

 

52 Buðlin kongur á salin gongur,

biður frúgv við svari:

“Komin er hann Gunnar kongur

niðan úr Júkagarði.

 

53 Hoyr tú, Brynhild dóttir mín,

gera skalt tú tað,

komin er hann Gunnar kongur,

honum sigur tú ja.”

 

54 Buðlin kongur á gólvi stendur,

styðjar seg við borð,

Brynhild unga dóttir hans

hon talar ikki eitt orð.

 

55 Brynhild sær úr stóli lyfti,

glógvar í gulli reyða,

skundaði sær av Buðlins borg,

hon gongur á Glitraheiði.

 

56 Grímur og Høgnar Júkason,

teir møttust á grønum vølli,

moyggjar hvukku í Hildarsali,

tá skelvur høga Buðlins høll.

 

57 Grímur og Høgnar Júkason

teir slógust við bitrum brandi,

Brynhild situr í váðaloga

mitt í faðirs síns landi.

 

58 Settist aftur í gyltan stól,

hon smílist undir lín:

“Hvør ið heldur á váðalogan,

hann skal verða mín.”

 

59 Brynhild situr í gyltum stóli,

tað hitt væna vív,

dregur hon Sjúrða av Norðlondunum

í Hildarheyg til sín.

 

60 Brynhild situr í Hildarheygi,

tað hitt væna vív,

dregur hon Sjúrða av Norðlondunum

sær til sorgartíð.

 

61 Ein dag frættir Sjúrður

burtur í øðrum londum:

Brynhild svevur á Hildarheyg,

hon er biðlavond.

 

62 Sjúrður reið út árla morgun,

ei hans fostra visti,

eingin veit á morgni at siga,

hvar ið hann á kvøldi gistir.

 

63 Sjúrður reið út árla morgun,

gyrdi seg við horni,

har sótu tveir villini fuglar

á einum summarsmorgni.

 

64 Ein dag tóku fuglarnir

at mæla ímillum sín:

“Brynhild svevur á Hildarheyg,

har væntar hon tín.”

 

65 Ein dag tóku fuglarnir

ímillum sín at mæla:

“Brynhild situr á Hildarfjalli,

higar man Sjúrður fara.”

 

66 Enn tað frætti Sjúrður,

um Húnaland hann fór:

Brynhild situr í sínum sali,

hon er so heitstór.

 

67 Sjúrður kvittar at ríða

á Buðla kongins land,

gullbúnar handskarnar

teir dregur hann sær á hand.

 

68 Tólv gullringar

hevði hann har íhjá,

drotningsringin reyða,

settist omaná.

 

69 Tólv gullringar

dregur hann sær á hand,

síðan kvittar nýtur drongur

á Buðla kongins land.

 

70 Sjúrður sprakk í saðilin upp

yvir leysan loga,

studdi seg hvørki við skjold ei svørð.

og ei við saðilsboga.

 

71 Saðilin var av gulli,

og bokslið var av tann,

so reið ungi Sjúrður

ta beinu gøtu fram.

 

72 So reið ungi Sjúrður

ta beinu gøtu fram,

tað glumdi á jørðini,

sum Grani eftir rann.

 

73 So gongur hann Grani

á gróti sum á sand,

eingin kemur tílíkur

í Buðla kongins land.

 

74 So gongur hann Grani

á gróti sum á vølli,

slíkur kemur ikki aftur

á Buðla kongins høll.

 

75 Hann reið sær so niðarlaga

við Júkagørðum fram,

úti stóð hon frúgv Grimhild

við so miklan mann.

 

76 Úti stóð hon frúgv Grimhild

við so miklan mann,

tá hon vildi forvitnast,

hvar ið Sjúrður ríður fram.

 

77 Gjarna vil hon síggja tað,

hvar ið Sjúrður ríður fram,

hon sá ikki á hestbaki

ein tíguligari mann.

 

78 “Sjúrður, støða tínari ferð

og tala við meg,

eg eigi so væna dóttur,

við ástir vil eiga teg.

 

79 Tú ger tað, snarpi Sjúrður,

tú snakka við meg,

eg eigi so væna dóttur,

við ástir leiðir hon tcg.”

 

80 “Eg stilli ikki mínari ferð,

meðan mín gangari rennur,

eg fari mær at heyggin fram,

sum váðalogin brennur.

 

81 Eg støðgi ikki mínari ferð,

mín gangari rennur í lund,

eg fari mær á heyggin fram

at skoða tað væna sprund.”

 

82 Tað er enn sum ofta fyrr,

biðlar fara at fríggja,

eingin tordi longur frá

enn váðalogan at síggja.

 

83 Merkismaður orðum talar,

tungan mælir inna:

“Hvør ið heldur á váðalogan,

hann skal ta jomfrúgv vinna.”

 

84 Grímur ríður á grønum vølli,

kinn ber hann so balda,

hann vendi sín hest frá váða,

tá hann skuldi í bálið halda.

 

85 Gunnar kongur til orða tekur,

heldur at tí gleim:

“Tú skal taka tað væna vív

og føra til hallar heim.”

 

86 Gunnar ríður á grønum vølli,

kinn ber hann so baldan,

hann vendi sín hest frá váða,

tá hann skuldi í bálið halda.

 

87 Teir royndu sínar hestarnar,

hvør við sínum lit,

ikki vildi Grani ganga,

tí hann hevði mans vit.

 

88 Teir skiftu sínum búnaði,

øllum sínum lit,

ikki vildi Grani ganga,

tí hann hevði mans vit.

 

89 Ikki vildi Grani ganga,

tí Gunnar honum reið,

fyrr enn hin ungi Sjúrður

honum á herðar neig.

 

90 Sjúrður frægi til orða tekur,

frá man frættast víða:

“Eg beri tað merki í mítt skjold,

eg skal nú harí ríða.”

 

91 Eingin reið á Brynhilduheyggj

uttan Sjúrður snari,

gjøgnuin royk og váðaloga,

hann og hestur hans Grani.

 

92 So steig tá Grani

á foldunum fast,

innarlaga í heygginum

tað hóvsporið brast.

 

93 So stígur Grani

drístuliga fram,

heitur var tann eldurin,

Sjúrða um lendar brann.

 

94 So stígur Grani

gjøgnum roykin svarta,

hann kom at tí portrinum,

tað skein sum gullið bjarta.

 

95 Sjúrður reið tann váðaloga,

ið eingin tordi fyrr,

og við sínum svørðinum

tá kleyv hann niður dyr.

 

96 Og við sínum svørðinum

klývur hann lokur frá,

sá hann, hvar ið Buðlins dóttir

eina í seingjum lá.

 

97 Sjúrður frægi í salin gongur,

víða um seg hyggur,

sær hann, hvar tað væna vív

eina í seingjum liggur.

 

98 Sær hann, hvar tað væna vív

í herklæðunum svav.

Sjúrður tók sín bitra brand,

hann sprettir brynju av.

 

99 Upp vaknaði Brynhild,

hon hyggin um seg leit:

“Hvør átti tann búgvin brand,

ið brynju av mær beit?”

 

100 “Sjúrð skalt tú nevna meg,

Sigmundar svein,

Hjørdis drotningin

hon bar meg í heim.

 

101 Sjúrð skalt tú nevna meg,

Sigmundar son,

Hjørdis drotningin

hon var hansara kona.

 

102 Riðin eri eg av Norðlondum

higar nú til tín,

Sjúrður Sigmundarsonur,

veldiga søta mín.”

 

103 Brynhild settist upp undir seg,

smílist undir lín:

“Ver vælkomin av øðrum londum,

Sjúrður, søti mín!

 

104 Hoyr tú tað nú, Sjúrður,

hvør vísti tær leið

gjøgnum royk og váðaloga,

at tú higar reið?”

 

105 “Fuglurin á kvisti

bíðaði hon mín,

hon vísti mær leiðina

higar heim til tín.

 

106 Fuglarnir á kvisti

boðini tá bóru mær,

teir vístu mær vegarleið

higar í ta ferð.”

 

107 “Hoyr tú, Sjúrður søti mín,

ver nú ei so bráð,

gakk tær heldur til mín faðir,

tak av honum ráð!”

 

108 Svaraði Sjúrður Sigmundarson,

hann var bæði hyggin og vitur:

“Tú hevur so lítil góðráðini

av tínum faðir tikið.

 

109 Tú hevur so leingi, frúgv Brynhild,

stundað á mítt mál,

eg fari ikki til tín faðir

at taka av honum ráð.

 

110 Tú hevur so leingi, frúgv Brynhild,

stundað á mítt fund,

tað søgdu mær alsingarnir

gjøgnum grøna lund.”

 

111 Løgdu tey sínar ástir saman

innan mentarfund,

tá varð Ásla Sjúrðardóttir

gitin á teirri stund.

 

112 Allir teir í Buðlins høll

lova tey onkaverka,

innan fyri mentarfund

bundu tey ástina sterka.

 

113 Blíður legði hann armarnar

yvir Brynhildu háls,

eg svørji tann eið á mínari trú,

har býr ikki undir fals.

 

114 Tólv gullringar

dró hann frúnni á hond:

“Hetta skal vera tað fyrsta

elskógins band.”

 

115 Tólv gullringar

legði hann frúnni á fang,

síðan legði hann omaná

tann dýra drotningsring.

 

116 Tað var Sjúrður Sigmundarson.

nógv hevði eftir fleiri,

bindur upp á Brynhildu flættur

gullringarnar tveir.

 

117 Tað var Sjúrður Sigmundarson,

kortar hann ei fíggja,

bindur upp á Brynhildar flættur

gullringarnar tríggjar.

 

118 Guðrun gekk at gullstólinum,

tað hitt væna vív,

dró hon Sjúrð av Hildarheyg

í Júkagarð til sín.

 

119 Sjúrður situr í stólinum,

niður fyri seg sær:

“Hvat mundi Grimhild drotning

vilja nú mær?

 

120 Brynhild, tak mær saðil og boksl,

ringabrynju víða,

eg havi so lítil ørindi

burt annarsstaðar at ríða.”

 

121 Til tað svaraði Brynhild,

tekur um hjarta at køla:

“Júki kongur dóttur eigur,

við ástir man teg mæla.”

 

122 “Tað tykir mær undarligt,

at mær skal slíkt henda:

eg skal allar mínar ástir

frá tær, Brynhildu, venda.”

 

123 “Tú ert ungur á aldrinum,

lívið má teg tróta,

ognast mást tú Guðruna,

og mín kanst tú ei njóta.”

 

124 “Tað tykir mær undarligt,

at meg skal slíkt ráða:

eg skal allar mínar ástir

frá tær, Brynhildu, slá.”

 

125 “Hoyr tú tað nú, Sjúrður,

eg gevi tær fingurgull,

ríð tær ikki til Grimhildu,

tí hon er svikin full.”

 

126 Tað var Brynhild Buðladóttir,

hon bað honum góðan dag:

“Far væl heilur og happadrúgvur,

alt gangi tær við!”

 

127 Tað var Brynhild Buðladóttir,

bað honum góðan frið:

Far væl, heilur og happadrúgvur,

alt gangi tær við.”

 

128 Tað var Sjúrður Sigmundarson,

hann helt um saðilsboga,

kysti Brynhild Buðladóttur

so fast av miklum huga.

 

129 Bæði heil og happalig

skiltust tey á sinni:

“Sjúrður, goym væl hesi orð,

tú legg tær væl í minni.”

 

130 Tað var um ein árla morgun,

hann frá Brynhildu reið,

møtti hann hennara sæla faðir

skamt frá sínari leið.

 

131 Sjúrður situr á Grana baki,

hugin, ið hann vendi,

hagar, sum hennara faðir var,

har av veginum rendi.

 

132 “Ver vælkomin, Sjúrður,

tú tarvt ei boðini senda,

fullvæl veit eg títt forlog út,

hvør teg skal ganga til enda.

 

133 Tú manst vera á aldri ungur,

lívið má teg tróta,

tú manst ognast Guðruna,

Brynhildu ikki njóta.

 

134 Hoyr tú tað nú, Sjúrður,

ger tær ei tann skamm,

ríð tær ikki so niðarlaga

við Júkagørðum fram.

 

135 Ríð tær ikki so niðarlaga

við Júkagørðum fram,

ríð tær heldur í erva,

har hendir tær ongan skamm.

 

136 Bæði heilir og happaligir

skiljast vit nú á sinni,

Sjúrður, goym væl hesi orð,

tú legg tey væl í minni.”

 

137 Sjúrður reið á skógvin burtur,

tyktist komin í váða,

hann sá tað hitt illa djór

berjast við bógvar báðar.

 

138 Hann sá tað hitt illa djór

berjast við bógvar báðar,

tað eitur spýði, eldur goysti,

tá stóð lív í váða.

 

139 So hvarv tað hitt illa djór

burtur úr Sjúrðar eygum,

sær hann, hvar ið Grimhild sat,

leikar við brondum beygum.

 

140 Hann reið sær so niðarlaga

við Júkagørðum fram,

úti stóð hon frúgv Grimhild

við so miklan mann.

 

141 Úti stóð hon frúgv Grimhild

við so miklan mann,

tí hon vildi forvitnast,

hvar ið Sjúrður ríður fram.

 

142 Tí hon vildi forvitnast,

hvar ið Sjúrður ríður fram,

hon sá ikki á hestbaki

ein tíguligari mann.

 

143 “Tú ger væl, snarpi Sjúrður,

tú snakka vilt við meg,

eg eigi mær so væna dóttur,

við ástir leiðir hon teg.”

 

144. Tað var hin ungi Sjúrður,

hann skuldi venda frá,

Grimhild treiv um teymarnar,

at hann skuldi ikki ná.

 

145 Hestin vilti hon undir honum,

at hann kundi ikki ganga,

hon gjørdi, hann bæði beit og sló

og helti til ymsar vangar.

 

146 Tað er satt, ið talað er,

mong er konan eym,

tað er mær av sonnum sagt,

hon tók Grana teym.

 

147 Tí svaraði Sjúrður ungi,

kinn ber hann so balda:

“Eg veit ongan av Húnamonnum,

mínar teymar at halda.”

 

148 “Tú støðga tín hest eina lítla stund,

og snakka við meg,

eg eigi mær so væna dóttur,

við ástir vil eiga teg.

 

149 So er Guðrun dóttir mín,

hvar ið hon gongur inn,

rósur og so liljur

tær skyggja av hennara kinn.”

 

150 “Guðrun hon er dóttir tín,

tað er tær ei betur,

hon er ikki Brynhildu líki,

summar móti vetur.”

 

151 Út kom frúgvin Guðrun

í einum stakki blá,

flættað hár á herðar lá,

við silkibondum smá.

 

152 Guðrun so til orða tekur,

tungu bar hon so snjalla:

“Hava tað, ið annar eigur,

tað man lukkast valla.

 

153 Nógvir eru í várum londum

kongasynir og jallar,

girnast tað, ið onnur eigur,

tað man lukkast valla.”

 

154 Hon hevði upp sína høgru hond,

gav henni høgg á tenn,

blóðið dreiv í barmin niður,

sóu tað mangir menn.

 

155 Hon hevði upp sína høgru hond,

sló hana yvir lín:

“Skamm fái tú, Guðrun dóttir mín.

tú sakar biðlin tín.

 

156 Tig tú, Guðrun dóttir mín,

mangt má smæðin lissa,

betri er sjálv at biðja

enn góðan mann at missa.

 

157 Guðrun, gakk í kjallaran,

blanda mjøð og vín,

og so mikil óminni

tað lat tú har útí!

 

158 Og so mikil óminni

tað lat tú har útí,

ikki má Sjúrður minnast

til hálvar ástir sínar.”

 

159 Guðrun gekk í kjallaran,

blandar mjøð í ker,

bæði snart og skundiliga

inn fyri Sjúrða ber.

 

160 Og so mikil óminni

læt hon har útí,

gekk so fyri Sjúrða svein,

bað hann drekka til sín.

 

161 Sjúrður tók við kerinum,

ristir kross for sær:

“Gud og milda Maria moy

veri nú við mær.”

 

162 Drekka fór tann so dýran drammur,

drakk av horninum bjarta,

mildingurin misti minni sítt,

og brúður úr buðlungs hjarta.

 

163 Drekka fór so dýran drammur,

drakk av horninum leingi,

mildingurin misti minni sítt,

og bøta man honum eingin.

 

164 Tá ið hann hevði drukkið,

greitt aftur skál,

mintist ei til frú Brynhildu

og ei til hennara mál.

 

165 Tá ið hann hevði drukkið,

greitt aftur ker,

mintist ei til Brynhildu,

og ei, íhvar hann er.

 

166 Drakk hann drykk, og drakk hann tvá.

til tann dreingins deyða,

honum kom einki annað í hug

enn Guðruna at eiga.

 

167 Drakk hann drykk, og drakk hann tvá.

til tann dreingin snimma,

haðan út í skemmu gongur

Guðruna at finna.

 

168 Sjúrður gekk í skemmu upp,

Guðrun vegin finnur,

frætti tað Brynhild á Hildarheyg,

nú rann henni ónt í sinni.

 

169. Brynhild gekk av Hildarheygi,

tað hitt væna vív,

kappin gisti Guðruna,

men Sjúrður misti lív.

 

170 Brynhild fyri munni mælir,

tár á kinn man fljóta:

“Ikki skal Guðrun Júkadóttir

tann avrekskappa njóta.”

 

171 Brynhild fyri munni mælir,

sorgartíð skal eg kalla:

“Hava tað, ið annar eigur,

tað man lukkast valla.”

 

172 Árla var um morgunin,

tað roðar fyri sól,

fóru út á vatn at taka,

føgur vóru fljóð.

 

173 Árla var um morgunin,

sólin roðar á ský,

fóru út á vatn at taka,

føgur vóru vív.

 

174 Møttust mitt á miðjari leið

Brynhild og Guðrun Júka,

onnur teirra gleðina bar

og onnur harmin sjúka.

 

175 Møttust tær á miðjari leið

Brynhild og Guðrun unga,

onnur teirra gleði bar

og onnur harmin tunga.

 

176 Tað var Guðrun Júkadóttir,

gjørdi so mangt av fári,

hon vildi ikki njóta tað vatn,

sum fleyt av Brynhildu hári.

 

177 Guðrun leyp á ánna út,

sum fossurin rann so snarur,

tí hon eigur Sjúrða svein,

sum høvd yvir allar bar.

 

178 Guðrun leyp á ánna út,

sum fossurin rann so stríður,

tí hon eigur Sjúrða svein,

sum eina yvir øllum ríður.

 

179 Mælti tað Guðrun Júkadóttir

fyrsta orðið tá:

“Hvør gav tær tað fingurgull,

eg síggi tínum fingri á?”

 

180 Svaraði Brynhild Buðladóttir,

tekur um hjarta at møða:

“Vit munnu ognast eina reið,

vit hava so mangt at røða.

 

181 Hetta sama fingurgull,

tú sært á fingri mínum,

gav mær Sjúrður Sigmundarson,

tú vilti við ástum tínum.”

 

182 Brynhild tagdi, Guðrun sagdi,

fast er snótin stríð:

“Hví man mín bróðir Gunnar kongur

ei ognast so vænt eitt vív?”

 

183 Til tess svaraði frúgv Brynhild,

í tungu var hon snjøll:

“Eg lovi ikki tógva kongar

báðar í einari høll.”

 

184 “Sjúrður hevur tín moydóm spilt

og brotið Buðlins frama,

ríkum kongi givið í vold,

og nú havi eg tann sama.”

 

185 “Tú tarvt ikki, falssnóta,

brigda mær tað svá,

fyri títt orð skal Sjúrður doyggja,

um enn eg liva má.”

 

186 “Ikki óttist eg hóttur tínar,

tó tú ert í orðum stív,

so er eingin í Júkagørðum,

ið ríður um Sjúrðar liv.”

 

187 Grátandi snúðist Brynhild

í sín sal at sitja,

Gunnar kongur fyrstur og fremstur

hana kom at vitja.

 

188 “Tú fært einki yndi av mær,

ei manst tú tað vænta,

so leingi eg Sjúrða við eygum síggi,

seint man angur lætta.

 

189 Tú fært einki yndi av mær,

ei mást tú tað trá,

fyrr enn tú fært svein Sjúrða

av hesum lívi frá.”

 

190 Brynhild gongur til seingina

av teirri somu grund,

nú tolir hon fyri Sjúrða

so ónda eina stund.

 

191 Frætti tað Sjúrður Sigmundarson

á teirri somu stund,

sjálvur fór hann at vitja

tað unniliga sprund.

 

192 “Tað hevur eingin hunskur riddar

gjørt sum tú:

savnaði fljóðið,

tú fyrstur lovaði trú.”

 

193 “Hoyr tú, mín hin veldiga søta,

kær mær einki um,

vendur var mær mín hugurin

frá hesum ástum tínum.”

 

194 Tað fyrsta hon mundi

Sjúrða við eygum sjá,

tá mundi hon Brynhild

eina unga dóttur fá.

 

195 Til tess svaraði Brynhild

fyrsta orðið tá:

“Berið mitt barn á ánna út,

eg vil tað ikki sjá.”

 

196 Tóku tey Áslu Sjúrðardóttur,

floyttu oman eftir á,

stórar áir og stríðir streymar

bóru hana londum frá.

 

197 Brynhild gekk á Hildarheyg,

nú bar hon kinn so reyðan,

nú á teirri sorgartíð

voldi hon Sjúrða deyða.

 

198 Brynhild unga Buðladóttir,

føgur yvir brún,

gullbond henni um herðar liggja

við flættað hár í snúin.

 

199 Brynhild gekk í hallina inn

av so miklum móði,

ikki mundi mæla tað

hitt ynniliga fljóðið.

 

200 Høgnar kemur av skógnum heim

við hvøssum slíðraspjóti:

“Hann skal harðan deyða tola,

ið tær hevur gjørt ímóti.”

 

201 “Tað er hon Guðrun systir tín,

hon voldi mær tað stríð,

eg man ongan søtan sova,

meðan Sjúrður er á lívi.”

 

202 Høgnar so til orða tekur:

“Lat nú tað so vera,

Sjúrður er mín heitbróðir,

eg kann honum einki gera.”

 

203 “Tú fært einki yndi av mær,

ei tarvt tú tað vænta,

so leingi eg Sjúrða við eygum síggi.

seint man angur lætta.”

 

204 “Tað er einki eykarverk

at ganga Sjúrða ímóti,

hvar ið hann kemur í váknaskjal,

har hevur hann høvur á spjóti.”

 

205 “Tú fært einki yndi av mær,

ei tann menjartrá,

fyrr enn tú hevur Sjúrða svein

tykkara londum frá.”

 

206 Tað var Høgnar Júkason,

hann stilti stál fyri stokk,

yppist ráð av illari dáð,

so køld eru kvinnu tokk.

 

207 Brynhild settist í gullstólin,

frá man frættast víða,

nú skulu teir Júkakongar

burtur á skógvin ríða.

 

208 Brynhild situr í Hildarstóli,

spælir við gyltum knívi:

“Ikki aftur í mína høll,

fyrr enn Sjúrður er av lívi!”

 

209 “Hoyr tú, Brynhild dóttir mín,

hví eykar mær tann vanda,

hann er eingin í Húnalandi,

ið Sjúrða kann bestanda.”

 

210 Brynhild situr í sínum stóli,

leikar við gyltum knívi:

“Tit fáa einki yndi av mær,

fyrr enn Sjúrður er av lívi.”

 

211 “Hoyr tú, Brynhild Buðladóttir,

legg sjálv til tess ráð,

hvussu vit skulu tann mikla mann

burtur av lívi fá!”

 

212 Brynhild fyri munni mælir,

sorgin hjarta man røkka:

“Gevið Sjúrða salta krás

og hartil einki drekka!

 

213 Tað munnu vera ráðini góð,

eg gevi foruttan ekka:

latið hann eta salta krás

og hartil lítið drekka!”

 

214 Sjúrður gongur í hallina inn,

vænur er hann og vitur,

sum hon Brynhild Buðladóttir

fyri í stólinum situr.

 

215 Sjúrður stendur á hallargólvi

við gyltum skjold í hendi,

Brynhild unga Buðladóttir

eyguni frá honum vendi.

 

216 Tá var rómur í Buðlins høll,

sveinar ríða út,

Brynhild sat eftir í Hildarstóli,

hon feldi tár á dúk.

 

217 Tá var rómur í Buðla høll,

sveinar drukku vín,

Brynhild sat eftir í Hildarstóli,

hon feldi tár á lín.

 

218 Buðlin kongur til orða tekur,

fast av móðins ekka:

“Fáið Sjúrða hjálmin tann,

ið hann skal undan drekka!”

 

219 Brynhild fyri munni mælir,

sorg um hjarta man byggja:

“Hoyr tú tað, mín sæli faðir,

hann skal eftir liggja.”

 

220 Tí svaraði Buðlin kongur,

hann heldur á ringin' reyða:

“Hoyr tú, Brynhild dóttir mín,

hví elvir tú Sjúrða deyða?”

 

221 “Eingin unnar so øðrum væl,

at sínum av man hyggja,

ikki skal Sjúrður Sigmundarson

longur í heimum byggja.”

 

222 Árla var um morgunin,

sólin roðar í lund,

reystar kempur vápnin taka,

fárlig vóru sprund.

 

223 Út ríða Júkakongar,

Sjúrður var í ferð,

visti ei av hilmarasvikum,

teir bundu ráðagerð.

 

224 Brynhild gekk á Hildarsal,

sá hon út so víða,

Sjúrður frægi fyrstur og fremstur

fyri Júkakongar ríður.

 

225 Ríða út úr Buðla borg,

sum teir gjørdu ofta,

eftir liggur Sjúrðar svørð

heima á Brynhildu lofti.

 

226 Ríða teir á skógvin burtur,

glaðir for uttan ekka,

góvu Sjúrða saltar krásir

og hartil einki drekka.

 

227 Ríða teir á skógvin burtur,

alt foruttan ekka,

svørji tann eið á mínari trú,

nú lystir teim at drekka.

 

228 Drekka undan sínum hjálmi

bæði títt og ofta,

eftir liggur Sjúrðar hjálmur

heima á Brynhildar lofti.

 

229 Drekka undan sínum hjálmi,

alt foruttan ekka,

Sjúrður situr á Grana baki,

nú lystir hann at drekka.

 

230 Sjúrður sá ikki svikara vón,

steig úr gullsaðli út,

skundaði sær at kelduni

glaður for uttan sút.

 

231 Sjúrður legðist at drekka,

sum vatn stóð fyri í brunni,

sjáldan hevur góður kvistur

sprottið av illum runni.

 

232 Sjúrður legðist at drekka,

sum vatn stóð fyri í veit,

Høgnar átti mækan tann,

á Sjúrðar hálsi beit.

 

233 Høgnar høgg, og Gunnar hjó

við hvøssum slíðraknívi,

teir gjørdu so mikil níðingsverk,

teir tóku Sjúrð av lívi.

 

234 Høgnar høgg, og Gunnar hjó,

mest av Brynhildu ráðum:

“Hevði eg vitað av svikum fyrr,

maður var eg fyri báðum.”

 

235 Upp slapp hann undan øllum teim,

tungu bar hann so snjalla:

“Hevði eg vitað av svikunum,

mentur var eg fyri allar.”

 

236 Tungan tók at tala

bæði av ilsku og vreiði:

“Hevði eg vitað av svikunum,

mentur var eg fyri fleiri.”

 

237 Sjúrður knýtir neva sín

saman av góðum treysti,

sipaði so til Gunnar kong,

niður fell hann av hesti.

 

238 Sjúrður so til orða tekur:

“Nú hava tit meg svikið.

Hevði eg havt mítt svørð í hond,

tað skuldi betri tikið.”

 

239 Sjúrður følnaði á grønum vølli,

hann var følin og nipin,

hevði hann havt sítt svørð í hand,

tað hevði betri tikið.

 

240 Sjúrður legðist at drekka,

so ganga søgur frá,

har kom Høgnar Júkason,

kleyv hann í lutir tvá.

 

241 Gunnar kongur til orða tekur,

heldur at tí gleim:

“Nú skal eg taka Sjúrðar lík

og føra til hallar heim.”

 

242 Teir skiftu síni klæði,

hvør við sínum lit,

ikki vildi Grani ganga,

tí hann hevði mans vit.

 

243 Ikki vildi Grani ganga,

tí Gunnar honum reið,

fyrr enn hann hin ungi Sjúrður

honum á herðar neig.

 

244 Deyðan tóku teir Sjúrða svein,

teir løgdu ei nakað eftir,

høvuðleysan kappan tann

í gullsaðilin settu.

 

245 Ikki vildi Grani ganga,

Gunnar honum ríður,

fyrr enn frægi Sjúrður

í gullsaðilin stígur.

 

246 Deyðan tóku teir Sjúrða svein,

bóru inn á skildri,

hevur so mangur latið lív,

mest av kvinnu veldi.

 

247 Deyðan tóku teir Sjúrða svein,

løgdu Brynhildu hjá:

“Berið Guðrunu Sjúrða,

hon eigur hann enn sum áður.”

 

248 Deyðan tóku teir Sjúrða svein,

løgdu Guðrunu hjá,

ikki visti brúður, hon vaknaði,

fyrr enn blóð á lendar lá.

 

249 Deyðan tóku teir Sjúrða svein,

løgdu Guðrunu á skeyt,

visti ei brúður, hon vaknaði,

fyrr enn blóð á lendar fleyt.

 

250 Vaknaði Guðrun Júkadóttir,

læt so orðum fara:

“Síðst mundi eg, Gunnar kongur,

svikini av tær vara.”

 

251 Guðrun settist upp undir seg,

strýkur sveita frá,

blóðigan kysti hon munnin tann,

á Sjúrðar høvdi lá.

 

252 Blóðigan kysti hon munnin tann,

á Sjúrðar høvdi lá:

“Hetta skal eg, Gunnar, hevna,

um eg liva má.”

 

253 Guðrun gekk í loftið fram,

hon fór úr stakki reyða,

alla sína ævina

syrgdi hon Sjúrðar deyða.

 

254 Brynhild sprakk av harmi

eftir Sjúrðar deyða,

hon gav Guðrunu gull og fæ

og mangar ringar reyðar.

 

255 Brynhild sprakk av harmi,

og Sjúrður læt sítt lív,

tað kann merkjast av ástunum,

at Brynhild hon er fríð.

 

256 “Hoyr tú, Guðrun, systir mín,

syrg ikki Sjúrðar deyða,

Artala kongur í Húnaland

kortar ei gullinum reyða.”

 

257 Svaraði Guðrun Júkadóttir

av so tungum stríði:

“Tó skal eg hevna Sjúrðar deyða,

um eg verði í lívi.”

 

258 Tað er satt, ið talað er,

mong er konan eym,

Guðrun gongur um allan heim,

hon heldur í Grana teym.

 

259 Nú skal lata ljóði av,

eg kvøði ikki longur á sinni,

nú skal taka upp annan tátt

og víðari leggja í minni.

 

CCF 1D 2

TSB E 100

 

Handrit: Hanus Hanusson: Fugloyarbók, fyri 1854. AM Access. 4a, no. 33, p. 153.

 

Útgávur:

1. Føroya kvæði (Chr. Matras greiddi til útgávu, 1951) Band  I, s. 114.

2. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 1998) 2. bind, s. 76

 

Heimild: Fugloyarbók

 

E 100 Brynhildar táttur (Brynhild is deceived by Sigurd and has him killed)

Brynhild, dóttir Buðla, vil giftast við Sjúrði og bíðar eftir honum. Buðli byggir henni hús og ger vágaloga um tey. Tann maður, ið er førur fyri at fara ígjøgnum eldmúrin, skal ognast hana.

Sjúrður heldur av stað at leita hana upp. Hestur hansara Grani fer ígjøgnum eldin við honum, og Sjúrður finnur Brynhild og lovar henni trúskap. Hon ávarar hann ímóti svarta gandi Grimhildar.

Sjúrður fer, men gandur noyðir hann fram við bústaði Grimhildar, har hann hittir dóttur hennara, Guðruna. Sjúrður fær drykk, sum hevur við sær, at hann gloymir Brynhild og verður trúlovaður við Guðruni og skal giftast við henni.

Tá ið Brynhild frættir hetta, sigur hon við Guðruna, at Sjúrður má láta lív. Beiggi Guðruna, Gunnar, biður um Brynhild, og hon sigur honum, at hann fær seg bara, um hann drepur Sjúrð. Við svikaráðum drepa Gunnar og Høgni Sjúrð.

Guðrun svør hevnd, og Brynhild doyr av sorg.

á føroyskum: CCF 1 A: II, Ba: II, Bb: II, C ør. 101-254, D:II, E: II, G ør. 108-270, H: [II] (bert á føroyskum). Annar táttur av ”Sjúrðarkvæðunum”.

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019