• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Brynhildar táttur

 

CCF 1E II

TSB E 100

 

1 Eg havi eina rímu hoyrt,

gjørd í grønari lund,

tað var fyrst í fyrndini,

tað brást í Buðlans stund.

 

2 Eg havi eina rímu hoyrt,

gjørd í grønari líð,

tað var fyrst í fyrndini,

tað brást í Buðlans tíð.

 

3 Í fornum døgum kongur ráddi,

Buðlin vil hann nevna,

átti sær so væna dóttur,

komin til góðar at evna.

 

4 Nevnd var hansara onkardóttir

gjøgnum grøna lund,

eitur Brynhild Buðladóttir,

tað ynniliga sprund.

 

5 Nevnd var hansara onkardóttir

gjøgnum grøna líð,

heitur Brynhild Buðla

tað ynniliga vív.

 

6 Brynhild situr á Hildarfjalli

í einum stakki brúnum,

flættað hár á herðar lá

við silkibondum snúnum.

 

7 Brynhild situr á Hildarfjalli

í einum stakki reyðum,

flættað hár á herðar lá

við silkibondum beygum.

 

8 Brynhild situr á Hildarfjalli,

føgur er hon sum mjøll,

áður letur hon vaska sær,

fyrr enn sólin roðar í fjøll.

 

9 Henni buðust so mangir menn,

konga synir og jalla,

hon var seg so biðlavond,

hon segði teir burtur alla.

 

10 Henni buðust so mangir menn,

kongasynir og sveinar,

frúgvin gerdist biðlavond,

hon bað teir sita heima.

 

11 Tað var um ein halgan dag,

ið tímin hartil bar,

gingin var hann Buðli kongur

í sín dótturs sal.

 

12 “Hoyr tað, mín hin sæla dóttir,

hví eykar tú mær tann vanda,

at tú noktast hvørjum ráði,

ið tær býðst til handa?”

 

13 “Tegi, mín hin veldigi faðir,

tala tað ikki svá,

ikki er komin tann veldigi harri,

mær er sámi at fá.

 

14 Ikki er komin tann veldigi harri,

mær er sámi at fá,

eystan fyri landanna

har stár mín hugur á.

 

15 Sjúrður eitur sami maður,

Sigmundar svein,

Hjørdis drotningin

hon bar hann í heim.”

 

16 “Hoyr tað, mín hin veldiga søta.

tað sigi eg tær enn:

hvat er Sjúrður frægari

enn aðrir kongins menn?”

 

17 “Kemur nakar higar í dag,

ið mín stár hugur á,

ikki tínum bróður,

skuldi hann meg fá.

 

18 Hoyrt havi eg frásagt,

men ikki stóð eg hjá,

tá ið hann vann tann fræna orm,

á Glitraheiði lá.

 

19 Hoyrt havi eg frásagt

snildarbragdi,

tá ið hann vann tann frænarorm,

við sínum svørði lagdi.

 

20 Sjúrður vá tann frænarormin,

tí er hann so ríkur,

eingin tann maður í Húnalandi

honum kann vera líkur.

 

21 Sjúrður vá tann frænarorm,

ið lá á heiði Glitra,

hann vil vera kempuførur,

møtir hans brandi bitra.”

 

22 “Hoyr tað, mín hin veldiga søta.

legg sjálv til tess ráð,

hvussu vær skulum tann mikla riddara

av øðrum londum fá!”

 

23 “Tú skalt lata mær steinsal

í oyðimørkum gera,

alt tað góða, í ríkinum er,

tað lat tú til mín bera!

 

24 Tú skalt lata mær steinsal

í oyðimørkum gera,

og við lítlari tjenastu

tað lat tú harvið vera.

 

25 Tú skalt lata mær steinsal

í oyðimørkum stá,

bæði við royk og váðaloga,

salinum brennur á.

 

26 Og so miklan váðaloga

lat tú harum gera,

sum tað kunnu dvørgar tveir

best við rúnir skera.

 

27 Tú skalt lata mær steinsal

í oyðimørkum stá,

eingin uttan Sjúrður frægi

har torir herja á.”

 

28 Hann læt henni steinsal

í oyðimørkum slá,

bæði við royk og váðaloga,

salinum brendi á.

 

29 Hann læt henni steinsal

í oyðimørkum gera,

alt tað góða, í ríkinum var,

læt hann til hennar bera.

 

30 Hann læt henni steinsal

í oyðimørkum stá,

bæði við royk og váðaloga,

salinum brendi á.

 

31 Og so miklan váðaloga

læt hann harum gera,

sum teir kundu dvørgar tveir

best við rúnir skera.

 

32 Og so miklan váðaloga

læt hann harum slá,

eingin uttan Sjúrður frægi

hagar tordi herja á.

 

33 Sjúrður vaknar upp árla morgun.

telur frá sínum dreymi,

so var hann í víggi førur,

sum áin rennur í streymi.

 

34 “Meg droymdi, at Grani

í reyðum loga stóð,

fyri honum á grønum vølli

rann so mikið blóð.

 

35 Meg droymdi, eg sat á Grana baki.

eg spardi hann ei at koyra,

fyri honum á grønum vølli

rann slíkt mannadroyri.

 

36 Meg droymdi, tað brast um lindu mína

gull og búgvið belti,

meg droymdi, at mítt góða svørð

á gyltum hjálmi smelti.”

 

37 Sjúrður klæðist upp árla morgun.

hann ber lov og prís,

hann gekk seg í sín urtagarð,

so mangt varð hann har vís.

 

38 Tað søgdu honum villir fuglar

ígjøgnum grøna lund:

von var Brynhild Buðladóttir,

stundaði á hans fund.

 

39 Tað søgdu honum villir fuglar

ígjøgnum grøna líð:

von var Brynhild Buðladóttir,

stundaði heim til sín.

 

40 Sjúrður klæðist upp árla morgun,

ífrá man frættast víða,

hann talar til Víggrím Gunnarsson:

“Saðla mær hestin fríða.”

 

41 Hann talar til Víggrím Gunnarsson:

“Tú saðla mær hestin fríða,

eg havi so lítil ørindi

burt annarsstaðar at ríða.”

 

42 Út varð loystur gangarin,

ið Sjúrður skuldi á ríða,

prýddur var hann við skarlak

niður á miðal síðu.

 

43 Út varð loystur gangarin

undir hallarvegg,

prýddur var hann við skarlak

niður á hóvarskegg.

 

44 Sjúrður leyp í saðilin upp

yvir leysan loga,

studdi seg hvørki við skjold ei svørð,

ei heldur við saðilboga.

 

45 Gullbúnar handskarnar

dregur hann sær á hand,

so ríður hann Sjúrður

beina gøtu fram.

 

46 Av gulli vóru grímurnar,

um Grana høvur lá,

so var allur saðilin,

ið Sjúrður ríður á.

 

47 Hann reið sær so niðarlaga

við Gjúkagørðum fram,

úti stóð hon Grimhild

við so mangan mann.

 

48 Úti stóð hon Grimhild

við so mangan mann,

við báðum sínum hondum

hon í hans teymar rann.

 

49 “Sjúrður, sakta tíni ferð,

og snakka við meg,

eg eigi mær so væna dóttur,

ást vil leggja við teg.”

 

50 “Eg sakti ikki míni ferð,

meðan mín gangari rennur,

eg fari meg á heyggin fram,

sum váðalogin brennur.

 

51 Eg sakti ikki míni ferð,

mín gangari rennur í lund,

eg fari meg á heygin fram

at síggja tað væna sprund.

 

52 Eg sakti ikki míni ferð,

mín gangari rennur í líð,

eg fari meg á heygin fram

at síggja tað væna vív.”

 

53 Sjúrður sleit sínar teymar sundur,

kinn bar hann so balda:

“Eg visti tað onga kvinnu fyrr,

mínum gangara tordi at halda.”

 

54 Eingin kvittar á Brynhilduheyg

uttan Sjúrður frægi,

gjøgnum royk og váðaloga,

hann og hestur hans Grani.

 

55 Sjúrður kvittaði á Brynhilduheyg,

sum eingin hevði verið fyrr,

upp við sínum svørðinum

kleyv hann heygsdyr.

 

56 Upp við sínum svørðinum

kleyv hann lokur frá,

hann sá, hvar ið tað væna vív

í herklæðum lá.

 

57 Hann sá, hvar ið tað væna vív

í herklæðunum lá,

hann hevði upp sín bitra brand,

brynju av henni brá.

 

58 Hann sá, hvar ið tað væna vív

í herklæðunum svav,

hann hevði upp sín bitra brand,

brynju av henni skar.

 

59 Upp vaknaði Brynhild Buðladóttir,

upp yvir seg leit:

“Hvør átti henda bitra brand,

ið brynju av mær beit?”

 

60 Upp vaknaði Brynhild Buðladóttir,

upp yvir seg sær:

“Hvør átti henda bitra brand,

ið brynju av mær skar?”

 

61 “Riðin er ein av Húnamonnum

higar í dag til tín,

Sjúrður Sigmundarson,

søtin tín.”

 

62 “Hvat feilti tær, Sjúrður,

at tú higar reið,

hvør var hann av Húnamonnum,

ið tær vísti leið?”

 

63 “Tað søgdu mær villir fuglar

ígjøgnum grøna lund:

von er Brynhild Buðladóttir.

stundar á mín fund.

 

64 Tað søgdu mær villir fuglar,

ið uppi sótu í eik:

von er Brynhild Buðladóttir,

stundar á mín leik.”

 

65 “Av ókunnum londum higar til mín.

tað man meg lítið ryggja,

Gjúki kongur dóttur eigur,

lystir við tær at byggja.”

 

66 Tólv gullringar

legði hann henni á fang:

“Hetta skal vera okra fyrsta

elskógins band.”

 

67 Tólv gullkistur

setti hann henni íhjá,

og tann dýra drotningsring

legði hann omaná.

 

68 Løgdu tey sínar ástirnar

innan for megna sprund,

tá varð Ásla Sjúrðardóttir

gitin á teirri stund.

 

69 Tað var snari Sjúrður,

skortar hann ei eyð,

hann var seg í moynnarsali

mánarnar sjey.

 

70 “Brynhild, tak mær boksl og teym

og ringabrynju fríða,

eg havi so lítil ørindi

burt annarsstaðar at ríða.”

 

71 “Sit her heldur, søtin mín,

og leika við meg í talvi,

Gjúki kongur dóttur eigur,

so sterk við trølskum alvi.

 

72 Ungur ert tú av aldrinum,

lívið man teg tróta,

tú manst ognast Guðruna,

meg manst tú ikki njóta.”

 

73 “Undarlig eru orðini,

tað man meg ikki ná,

eg man ikki mínar ástir

frá tær, Brynhild, slá.”

 

74 Svaraði Brynhild Buðladóttir,

tekur um hjarta at køla:

“Gjúki kongur dóttur eigur,

við ástir man teg tøla.

 

75 Hoyr tú, snari Sjúrður,

ver nú ei so bráður,

gakk nú í mín faðirs garð,

leita við hann ráð!”

 

76 Tá svaraði Sjúrður Sigmundarson,

var bæði hyggin og vitur:

“Tú hevur so lítil góðráðini

eftir tín faðir tikið.”

 

77 Hon fylgdi honum so langt á leið,

bað honum góðan frið:

“Heilur og sælur og happadyggur,

alt gangi tær við!”

 

78 Hon fylgdi honum so langt á leið,

bað honum góðan dag:

“Heilur og sælur og happadyggur,

alt gangi tær væl!”

 

79 Tað var Sjúrður Sigmundarson,

rætti seg yvir saðilboga,

kysti frúnna Brynhildu

so fast av miklum huga.

 

80 “Bæði heil og happadygg

skiljast vit á sinni,

Sjúrður, goym væl hesi orð

og legg tey væl í minni.”

 

81 Hann legði síni afturímóti,

gævuligur drongur:

“Aldri tú, mín veldiga søta,

mær úr huga gongur.”

 

82 Tað var Sjúrður Sigmundarson,

kom har ríðandi í garð,

úti sjálvur Buðlin kongur

fyri honum stár.

 

83 “Ver vælkomin, Sjúrður,

higar nú til mín,

drekk nú, hvat tær betur líkar,

mjøðin ella vín!”

 

84 “Lítið er mær um mjøðin tín,

hálvu minni um vín,

gev mær frúnna Brynhildu,

onkardóttur tína.”

 

85 “Ungur ert tú á aldrinum,

lívið man teg ná,

tú manst ognast Guðruna,

Brynhildu ikki fá.”

 

86 “Undarlig eru orðini,

tað man meg ikki ná,

eg man ikki mínar ástir

burt frá Brynhildu slá.”

 

87 Tí svaraði Buðlin kongur,

hann tekur um hjarta at køla:

“Gjúki kongur dóttur eigur,

við ástir man teg tøla.”

 

88 “Undarlig eru orðini,

tað man meg ikki henda:

eg man ikki mínar ástir

burt frá Brynhildu venda.”

 

89 Hann fylgdi honum so langt á leið

og bað honum góðan frið:

“Heilur og sælur og happadyggur,

alt gangi tær við!”

 

90 Hann fylgdi honum so langt á leið,

bað honum góðan dag:

“Heilur og sælur og happadyggur,

alt gangi tær væl!

 

91 Ríð teg ikki for niðarlaga

við Gjúkagørðum fram,

úti stendur hon Grimhild

við so mangan mann.

 

92 Úti stendur hon Grimhild

við so mangan mann,

gjarna vil hon forvitnast,

hvar ið tú ríður fram.

 

93 Gjarna vil hon forvitnast,

hvar Sjúrður ríður fram,

tí hon sá ikki á hestbaki

ein tíguligari mann.”

 

94 Sjúrður reið á skógvin burtur

alt fyri uttan váða,

hann sá tað hitt illa dýrið

berjast við bógvar báðar.

 

95 Hann sá tað hitt illa dýrið

berjast við bógvar báðar,

aldan spýði, eitur goysti,

tá stóð hans lív í váða.

 

96 Hestin vilti hon undir honum,

hann kundi ei leið at finna,

hann gerdi bæði, beit og sló,

hann dró til ymsar kinnar.

 

97 Hestin vilti hon undir honum,

hann mátti ikki finna leið,

síðan mátti Sjúrður venda

við Gjúkagørðum heim.

 

98 Burtur hvarv tað illa dýrið,

burtur úr Sjúrðar eygum,

hann sá, hvar ið Grimhild sat,

væl lagd við bondum beygum.

 

99 Hann reið seg so niðarlaga

við Gjúkagørðum fram,

úti stóð hon Grimhild

við so mangan mann.

 

100 Úti stóð hon Grimhild

við so mangan mann,

við báðum sínum hondum

hon í hans teymar rann.

 

101 “Sjúrður, sakta tíni ferð

og tala við meg,

eg eigi mær so væna dóttur,

ást vil leggja við teg.

 

102 Von er Guðrun, dóttir mín,

lág er hon í betur,

liljur og rósur

syngja á hennara kinn.

 

103 Von er Guðrun, dóttir mín,

eingin er henni betri,

hon er ikki meira Brynhildu lík

enn summar yvir vetur.

 

104 Hon býður tær at liggja her,

fátt er tær á vási,

drekk nú títt av dýrari krús,

tín hestur stendur í lási.”

 

105 Hon drekkur dít, hon drekkur dámt

til tann dreingin deiga,

honum kom einki annað í hug,

uttan Guðruna vildi hann eiga.

 

106 Hon drekkur dít, hon drekkur dámt

til tann dreingin mæta,

honum kom einki annað í hug,

enn Guðruna vildi hann hava.

 

107 Tað er vánda Grimhild,

hon talar til dóttur sína:

“Gakk tú teg í kjallaran

og blanda mjøð og vín.

 

108 Blanda tú mjøðin,

og blanda tú vín,

og so mikið óminni

tað lat tú har útí.

 

109 Og so mikið óminni

tað lat tú har útí,

ber so inn fyri Sjúrð hin unga,

bið hann drekka til tín.”

 

110 “Tað eru so mangir í vára londum

konga synir og jalla,

girnast tað, ið annar eigur,

tað man lukkast valla.”

 

111 Hon hevði upp sína høgru hond.

gav henni høgg á tenn,

blóðið dreiv í barmin niður,

sóu tað mangir menn.

 

112 Tað var Guðrun Gjúkadóttir,

tók sær ker í hand,

so gekk hon í kjallaran,

sum mjøðurin fleyt í blandi.

 

113 Blandaði hon mjøðin,

og blandaði hon vín,

og so mikið óminni

læt hon har útí.

 

114 Og so mikið óminni

læt hon har útí,

og bar so inn fyri Sjúrð hin unga,

bað hann drekka til sín.

 

115 Drykkurin fór sum dýrur drambur,

hann drakk av horninum bjarta,

Sjúrður misti minni alt,

og brúður av buðlungs hjarta.

 

116 Tað var vánda Grimhild,

hon talar til dóttur sína:

“Gakk tú teg í hallina inn

og reið fyri gestum tínum.”

 

117 Tað er vánda Grimhild,

hon talar til dóttur sína:

“Heinta mær higar mín borðbúnað,

eg vil hann for gestin sýna.”

 

118 Tað var Sjúrður Sigmundarson,

tók sær frúvu at festa,

snarliga læt til brúdleyps ætla,

læt ikki longur fresta.

 

119 Drukkið var teirra brúdleyp,

kátt var teirra lív,

gingu so bæði í eina song,

Sjúrður og hans vív.

 

120 Fimti vóru voksljós brend

fyri teim vonu eingjum,

kongurin og tann hirðin øll

fylgdu teim at seingjum.

 

121 Guðrun vaknar upp árla morgun

- dreingir, leggið í minni! -

henni kom einki annað í hug,

uttan Brynhildu vildi hon finna.

 

122 Árla var um morgunin,

tað roðaði fyri sól,

fóru út á vatn at taka,

føgur vóru flóð.

 

123 Árla var um morgunin,

sólin roðar í líð,

fóru út á vatn at taka,

føgur vóru vív.

 

124 Árla var um morgunin,

sólin roðar í lund,

fóru út á vatn at taka,

føgur vóru sprund.

 

125 Møttust har á miðjari leið,

Brynhild og Guðrun unga,

onnur teirra gleði bar,

men onnur harmin tunga.

 

126 Møttust har á miðjari leið

Brynhild og Guðrun Gjúka,

onnur teirra gleði bar,

men onnur harmin sjúka.

 

127 Guðrun sagdi, Brynhild tagdi.

hvør er snótin stríð:

“Hví man mín bróðir, Gunnar kongur.

unna so vonum vívi?”

 

CCF 1E II

TSB E 100

 

Handrit: Savn Hammershaimbs, 1848. AM, Access. 4c II [2].

 

Útgávur:

1. Føroya kvæði (Chr. Matras greiddi til útgávu, 1951) Band  I, s. 145.

2. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 1998) 2. bind, s. 155

 

Heimild: Úr Sandoy. Hans Johannessen, Hanus í Koytu, Sandur (1779-1864)

 

E 100 Brynhildar táttur (Brynhild is deceived by Sigurd and has him killed)

Brynhild, dóttir Buðla, vil giftast við Sjúrði og bíðar eftir honum. Buðli byggir henni hús og ger vágaloga um tey. Tann maður, ið er førur fyri at fara ígjøgnum eldmúrin, skal ognast hana.

Sjúrður heldur av stað at leita hana upp. Hestur hansara Grani fer ígjøgnum eldin við honum, og Sjúrður finnur Brynhild og lovar henni trúskap. Hon ávarar hann ímóti svarta gandi Grimhildar.

Sjúrður fer, men gandur noyðir hann fram við bústaði Grimhildar, har hann hittir dóttur hennara, Guðruna. Sjúrður fær drykk, sum hevur við sær, at hann gloymir Brynhild og verður trúlovaður við Guðruni og skal giftast við henni.

Tá ið Brynhild frættir hetta, sigur hon við Guðruna, at Sjúrður má láta lív. Beiggi Guðruna, Gunnar, biður um Brynhild, og hon sigur honum, at hann fær seg bara, um hann drepur Sjúrð. Við svikaráðum drepa Gunnar og Høgni Sjúrð.

Guðrun svør hevnd, og Brynhild doyr av sorg.

á føroyskum: CCF 1 A: II, Ba: II, Bb: II, C ør. 101-254, D:II, E: II, G ør. 108-270, H: [II] (bert á føroyskum). Annar táttur av ”Sjúrðarkvæðunum”.

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019