• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Høgna táttur

 

CCF 1 Ca [III]

TSB E 55 TSB E 38

 

255 Artala kongur í Húnalandi,

sigst í bragdartátti,

hann festi frúnna Guðruna,

ið Sjúrður frægi átti.

 

256 Artala kongur í Húnalandi

blandar hann mjøð og vín,

býður hann øllum Júkabrøðrum

heim at drekka til sín.

 

257 Artala kongur í Húnalandi

kátan mjøðin blandar,

býður hann øllum Júkabrøðrum,

teim stendur í stórum vanda.

 

258 Guðrun læt bjóða sínum brøðrum,

letur einki seinka,

setir hon hurðar for hallins dyr,

fast við jarnleinkjur.

 

259 Guðrun læt bjóða sínum brøðrum,

letur einki gloyma:

setir so hurðar for hallins dyr

og fast í jarni soyma.

 

260 Tí svaraði Høgni Júkason,

hann feldi gleði og gleim:

“Ríða vit í Húnaland,

og eingin kemur heim.”

 

261 Tað var Høgni Júkason,

sigst í bragdartátti:

“Ríða vit í Húnaland,

og eingin kemur aftur.”

 

262 Tí svaraði Gunnar kongur,

tekur til orða svá:

“Vit skulu ríða í Húnaland,

tað stendst hvat av ið má.”

 

263 Gíslar og hann Jørnir ungi,

seggja brøður báðir,

ríða teir so í Húnaland,

tað stendur í stórum váða.

 

264 Tað var reystur Gunnar kongur,

hann kom tar ríðandi í garð,

úti Guðrun Júkadóttir

fyri honum stár.

 

265 Artala kongur í Húnalandi

blandar mjøð og vín,

úti stendur hon Guðrun,

hon fagnar væl brøðrum sín.

 

266 Úti stendur hon Guðrun

við hógv og hyggin orð:

“Tær kastið svørð og herklæði,

tær stígið yvir borð!”

 

267 Tí svaraði Høgni Júkason,

hann gerst nýtin drongur:

“Sjálvur skal eg mínum váknum goyma

at vita, hvøssu mær gongur.”

 

268 Tí svaraði Gunnar kongur,

hann er dreingja maki:

“Sjálvur skal eg mín vákn at goyma,

tað man ongan saka.”

 

269 Tað var Høgni Júkason,

hann bant upp hjálmin prúða:

“Áðrenn dagur at kveldi kemur.

drekki eg vín í blóði.”

 

270 Drekka teir í Húnalandi

bæði úti og inni,

drekka mjøð og kláran vín

og glaðir á hvørjum sinni.

 

271 Drekka teir í Húnalandi

bæði við gleði og gleim,

illa líkar Guðrunu,

at einki nertur teim.

 

272 Drekka teir í Húnalandi

bæði við gleði og gaman,

illa líkar Guðrunu,

at einki nertur saman.

 

273 Guðrun krevur sín unga son

bæði við spekt og mæti:

“Eg vil geva tær gull og fæ,

og stilla tú Høgna kæti.”

 

274 Sveinur var ungur á aldrinum,

hann gjørdi tað, hon bað,

hann gekk seg at borðinum,

sum Høgni fyri var.

 

275 Hann gekk seg at borðinum

og Høgna á nasar sló,

voldi tað Guðrun Júkadóttir,

at drykkjan varð óró.

 

276 Tað var Høgni Júkason,

ið reiður sprakk borðum frá,

mitt á miðjum hallargólvi

komst hann fótum á.

 

277 Tað var Høgni Júkason,

reiður borðum skeyt,

allur tann hin brúni mjøður

á hallargólvi fleyt.

 

278 Tað var Høgni Júkason,

sínum svørði brá,

hann kleyv Guðrunar unga son

og sundur í lutir tvá.

 

279 “Eg man ei í Húnalandi

drekka tann mjøð við grandi,

ótøkk havi mín móðurdóttir,

so sín sonin vandi.

 

280 Eg man ei í Húnalandi

leingi fyri tær gæta,

um enn tú gert tær miklar sømdir

eftir tann sonin mæta.

 

281 Eg man ei í Húnalandi

leingi fyri tær stýra,

um enn tú gert tær nakrar sømdir

eftir tann dreingin dýra.”

 

282 Guðrun gongur for Artala kong

og sigur honum frá:

“Deyður er vár unga son,

helst av Høgna ráð.”

 

283 Hoyr tað, mín hin veldiga søta,

lat av angist og trá,

vit kunnu okkum á skemri stund

annan aftur fá.”

 

284 “Eg skal ei í Húnalandi

leingi fyri tær gæta,

dersum tú gert ikki nakrar sømdir

eftir tann dreingin mæta.

 

285 Eg skal ei í Húnalandi

leingi fyri tær stýra,

dersum tú gert ikki nakrar sømdir

eftir tann dreingin dýra.”

 

286 “Hoyr tað tú, hin veldiga søta.

tað vil eg einki trúgva,

at tú vilt nú tínum brøðrum

svik til handar snúgva.

 

287 Tá teir vógu hann Sjúrð svein,

tað voldi í stríði tínum,

tá var Gíslar lítið barn

og heima hjá móður síni.”

 

288 Svaraði Guðrun Júkadóttir,

tungu bar hon so snjalla:

“Gunnar og Jørnir ungi

báðir skulu gjalda.”

 

289 “Hoyr tað, mín hin veldiga søta,

legg mær til tað ráð,

hvøssu vit skulu hann Høgna sterka

av sínum lívi fá!”

 

290 “Taka skal tríggjar aldirshúðir,

rýða í mannablóði,

Gunnar og Høgnar skal yvir leypa

so fast av miklum móði.”

 

291 Tað var Høgni Júkason,

var staddur í stórari trongd,

feldi niður tólv hundrað,

hann ruddi fyri sær gongd.

 

292 Tað var Guðrun Júkadóttir,

voldi teim sorg og sút,

øvutur bardist Gunnar kongur

av glæstriborgini út.

 

293 Tað var reystur Gunnar kongur,

var staddur í stórari trongd,

hann klývur hurðar úr seigum jarni,

hann loysir seg reyst av fanga.

 

294 Gunnar hyggin sprakk tá fyrst,

eykast tá meiri vandi,

allir sóu hann niður falla,

eingin upp aftur standa.

 

295 Høgni sprakk yvir húðina,

hann var deyðan verð,

hann kom niður á grønan vøll,

studdist við skjold og svørð.

 

296 Høgni stendur í grasgarði,

bindur upp hjálm av vreiði:

“Tær heintið mær Gíslar og Beinir,

eg havi ikki vinir fleiri.”

 

297 Høgni situr í grasagarði,

bindur upp hjálmar báðar:

“Tær heintið mær Gíslar og Beinir,

eg nú havi vinir fáar.”

 

298 Guðrun kemur út árla morgun,

grimt var henni í huga,

heilan sá hon Høgna standa,

ei máttu ráðini duga.

 

299 Hon glíggjar við eygum, glennir á tonn,

við kjaftinum mundi hon gapa,

gjarna vildi hon Høgna gloypt,

men ei kundi tað henni bata.

 

300 Tí svaraðl Høgni Júkason,

hann svør á sína trúgv:

“Hevði eg verið fiskur sum maður,

etin var eg nú. “

 

301 Árla var um morgunin,

sólin roðar í fjøll,

tá hevði hann reystur Artala kongur

brynjað út hundrað øll.

 

302 Tá hevði hann reystur Artala kongur

brynjað út hundrað øll,

løgdu sínum bardagi

skamt frá kongins høll.

 

303 Árla var um morgunin,

tað roðar fyri sól,

tá hevði reystur Artala kongur

brynjað út hundrað tólv.

 

304 Tá hevði reystur Artala kongur

brynjað út hundrað tólv,

tað var Høgni Júkason,

hann reið tar eina ímóti.

 

305 So reið Høgni Júkason

eina morgunstund,

feldi niður tólv hundrað

glaður í grønari lund.

 

306 So reið Høgni Júkason

eina morguntíð,

feldi niður tólv hundrað

glaður í grønari líð.

 

307 Tað var Grimhild Júkans drotning,

heldur sær á gaman,

meira ið hann høggur sundur,

meira renna teir saman.

 

308 Tað var Høgni Júkason,

tað gav hann væl gætur:

tað, hann høggur sundur um dagin.

tað lívgar hon upp um nætur.

 

309 Tí svaraði Høgni Júkason:

“Her elvist ein illur siður,

leiðist mær í Húnalandi

at høgga teir trælar niður.”

 

310 Tað var Guðrun Júkadóttir,

krevur smádrong sín:

“Tú gakk teg eftir longu Gevu,

og bið hana koma til mín.”

 

311 Hann var fimur á fótunum,

ið boðini skuldi bera,

øll letur hon klæði hans

við liljur og rósur skera.

 

312 Tað var Guðrunar unga svein,

hann kom tar ríðandi í garð,

úti reysta langa Geva

fyri honum stár.

 

313 “Vælkomin, Guðrunar unga son,

higar nú til mín,

drekk nú, hvat tær betur líkar,

mjøðin ella vín.”

 

314 “Lítið er mær um mjøðin tín,

og hálvvæl minni um vín,

tað er hon Guðrun Júkadóttir,

biður teg koma til sín.

 

315 Hoyr tað tú, hin langa Geva,

eg sigi tær satt ífrá:

deyður er hennar unga son,

og helst av Høgna ráð.”

 

316 Bardust fullar tógva dagar,

hvørgin sigur fekk,

inntil tann hin triðja,

tá sol til vegar gekk.

 

317 Bardust tógvar fullar dagar,

hvørki sigur vann,

inntil tann hin triðja,

ið sól til vegar rann.

 

318 Tað var Høgni Júkason,

sínum svørði brá,

hann kleyv reystu longu Gevu

sundur í lutir tvá.

 

319 Tað var Guðrun Júkadóttir,

krevur smásvein sín:

“Tú gakk eftir Tíðriki Tatmarssyni.

bið hann koma til mín.”

 

320 Hann var fimur á fótunum,

ið boðini skuldi bera,

øll letur hon klæði hans

við liljur og rósur skera.

 

321 Hann var fimur í fótunum,

ið tey boðini bar

hagar upp til landanna,

sum Tíðrikur fyri var.

 

322 Tað var Guðrunar unga son,

hann kom tar ríðandi í garð,

úti Tíðrikur Tatmarsson

fyri honum stóð.

 

323 “Vælkomin, Guðrunar unga svein,

higar út til mín,

drekk nú, hvat tær betur líkar,

mjøðin ella vín!”

 

324 “Lítið er mær um mjøðin tín,

hálvvæl minni um vín,

tað var hon Guðrun Júkadóttir,

hon sendi meg til tín.

 

325 Hoyr tað, Tíðrikur Tatmarsson,

eg sigi tær satt ífrá:

deyður er hennara unga son,

og helst av Høgna ráð.”

 

326 Tað var Tíðrikur Tatmarsson,

við vreiðum borðum skeyt,

allur tann hin brúni mjøður

á hallargólvi fleyt.

 

327 Tað var Tíðrikur Tatmarsson,

reiður sprakk borðum frá,

allur tann hin brúni mjøður

á hallargólvi lá.

 

328 Tíðrikur leyp á rennaran,

ið hann sjálvur átti,

so reið hann til Artals,

sum føtur bera máttu.

 

329 Tað var Tíðrikur Tatmarsson,

hann kom tar ríðandi í garð,

snakkar við frú Artals drotning,

í gluggum tar hon stár.

 

330 “Vælkomin, Tíðrikur Tatmarsson,

so væl at eg teg troysti,

hevði tú Høgna av lívi tikið,

tað var eitt manndómsroysni.”

 

331 “Hoyr tað, Guðrun Júkadóttir,

tú elvar mær miklan kvíða,

hvøssu skal eg Høgna av lívi fáa,

sum einki svørð kann á bíta?

 

332 Hoyr tað, Guðrun Júkadóttir,

tú elva mær ongan vanda,

hvøssu skal eg Høgna av lívi taka,

einki svørð kann granda?”

 

333 Tíðrikur hvarv úr sessi burtur,

fáir  finnast  slíkir,

hann kom aftur uttan hallar

í flogdreka líki.

 

334 Tíðrikur hvarv úr sessi burtur,

hann var maður versti,

hann kom aftur uttan hallar

á kolsvørtum hesti.

 

335 Bardust fullar tógvar dagar,

hvørgin sigur fekk,

inntil tann hin triðja,

sól til viðar gekk.

 

336 Bardust fullar tógvar dagar,

hvørgin sigur vann,

inntil tann hin triðja,

sól til viðar rann.

 

337 Inntil tann hin triðja,

sól til viðar rann,

tá fall Høgni Júkason,

tann hin menski mann.

 

338 Eitur spýr hann Tíðrikur

og niður yvir Høgna bringu,

hann varð ei við váknum vigin,

harfor læt hann synja.

 

339 “Einki havi eg sár á mær,

og sjálvur má eg tað tiggja,

lænið mær eina jalsdóttur

í nátt á armi liggja!”

 

340 Fingu honum eina jalsdóttur

sova armi á,

hann gat við henni ungan son,

sum søgan sigur frá.

 

341 “Tú eigur tær ein ungan son,

Høgna skalt tú hann kalla,

eg gevi honum tað búgvið svørð,

ið faðir mín søkti úr fjalli.

 

342 Tú eigur tær ein ungan son,

Guðrun vil hann pína,

tak tú frúnnar onkarbarn,

tú legg í vøggu tína!

 

343 Tú eigur tær ein ungan son,

Guðrun vil honum sút,

ver tú teg í øllum klók,

tú gakk teg síðari út.

 

344 Tak tú hetta rúnargull,

tú bint um tínar lendar,

tað kann loysa lásum upp

og tínar sútir rinda.

 

345 Eg gevi tær bæði gull og fæ

og mangar ringar reyðar,

tak nú við, mín jalsdóttir,

tú hevn so væl mín deyð!”

 

346 Árla var um morgunin,

sólin roðar í líð,

upp stóð unga jalsdóttir,

men Høgni læt sítt lív.

 

(Ørindini 347 – 395 = CCF 38 Aldrias táttur TSB E 38)

 

347 Frúgvin læt seg við barni ganga

níggju mánar sínar,

til at hennara stundum leið,

hon føðir ein svein so fínan.

 

348 Frúgvin læt seg við barni ganga

níggju mánar taldar,

til at hennara stundum leið,

hon føðir ein svein so baldan.

 

349 Tað er nú, sum oftum er,

duld eru dupul mein,

frúgvin er gingin í høgaloft,

hon føðir ein ungan svein.

 

350 Sveipar hon hann í klæði rein,

tá hann kom í heim,

Høgna bað hon nevna tann

hin geviliga svein.

 

351 Sveipar hon hann í klæði rein,

væl skal ríkum falla,

síðan læt hon presti bera,

Høgna bað hon kalla.

 

352 Barnið varð borið frá kirkjuni

aftur for móður sín,

meira legði hon røkt á tað

enn alt sítt gull í skrín.

 

353 Barnið varð borið frá kirkjuni

og sett á móður fang,

meira læt hon røkta hann

enn alt sítt gull og land.

 

354 Sótu tær inni mánan,

og sótu tær inni tvá:

“Hoyr tað, unga jalsdóttir,

tú skalt fyrst út gá.”

 

355 Tí svaraði unga jalsdóttir:

“Tað skal eg nú valda,

tú bert hægri krúnuna,

tú skalt nú fyrst út ganga.”

 

356 Hon átti sær ein ungan son,

Guðrun vildi honum sút,

hon var seg av øllum klók,

hon gekk tá síðari út.

 

357 Hon átti seg ein ungan son,

Guðrun vildi hann pína,

hon tók Guðrunar onkarbarn

og legði í vøggu sína.

 

358 Tað var Guðrun Júkadóttir,

voldi sær meiri harm,

tað vil eg tær for sanheden siga,

hon drap sítt egið barn.

 

359 Hann vóks upp hjá síni móður,

Gud gav honum vekst,

meiri vaks hann í ein mánað

enn onnur árin seks.

 

360 Hann vóks upp hjá síni móður,

mikil gevin góð,

meiri vaks hann í ein mánað

enn onnur árin tólv.

 

361 Hann vaks upp í ríkinum

skjótt og ikki leingi,

til hann gjørdist í høggum tungur,

hann bardi reystar dreingir.

 

362 Hann var seg á leikvellinum

burt blant aðrar dreingir,

hvønn tann tíð teir reiðir vóru,

stóðst hans stríð á meingi.

 

363 Hann var seg á leikvøllinum

burtur blant aðrar sveinar,

hvønn tann tíð teir reiðir vóru,

stóðst hans stríð á meini.

 

364 Niður settust sveinarnir,

reiðir vóru báðir:

“Líkari var tín faðir at hevnt

enn berja os so sára.”

 

365 Niður settust sveinarnir,

reiðir ið teir vóru:

“Líkari var tín faðir at hevnt

enn berja os so stórum.”

 

366 Kastar hann svørð og herklæði,

hann lystir ei longur at leika,

so gekk hann for sína móður

við reyðar kinnar og bleikar.

 

367 “Hoyr tað, sæla móðir mín,

tú sig mær satt ífrá:

hvøssu er hann á navni nevndur,

ið mín faðir vá?

 

368 Hvøssu er hann á navni nevndur,

ið mín faðir vá,

hvat fell hann for hvassa svørð,

ella doyði hann á strá?”

 

369 “Eg kann ikki sannari

siga tær ífrá:

Artala kongur í Húnalandi,

ið tín faðir vá.

 

370 Artala kongur í Húnalandi,

ið tín faðir vá,

tað verður ikki, meðan tú livir,

tú sømdir av honum fár.”

 

371 Høgni svarar síni móður,

alt væl sum hann kann:

“Ofta hevur vaksið ungum rakka

hvassar tenn í rann.”

 

372 Og Høgni svaraði síni móður,

alt væl sum hann kundi:

“Ofta hevur vaksið ungum rakka

hvassar tenn í munni.”

 

373 Hon veik seg at kistuni,

ið nógv hevði gull og fæ,

hon tekur upp hans faðirs skjúrtu,

kastar honum á knæ.

 

374 Hon gár seg at kistuni,

ið nógv hevði gullið inni:

“Her skalt tú síggja tey merki stór,

at tín var faðir vigin.

 

375 Tak tú hetta rúnargull

og bint um tínar lendar,

tað kann læsa lásum upp

og tínar sútir rinda.”

 

376 Tí svaraði hansara sæla móðir,

tungu ber hon so snjalla:

“Eg gevi tær tað búgvið svørð,

ið faðir hans søkti frá fjalli.

 

378 Og tær gevi eg bæði gull og fæ

og mangar ringar reyðar,

tak nú við, mín sæli son,

tú hevn tín faðirs deyð!”

 

379 Sveinur var ungur á aldrinum,

hann skuldi ljósið skara,

hann brendi ígjøgnum fótarblað,

hann tók tað ei í vara.

 

380 Sveinur var ungur á aldrinum,

hann skuldi skara ljós,

brendi gjøgnum fótarblaðið

niður á hallargólv.

 

381 Tí svaraði Artala kongur,

niður í brósti rennur:

“Hvat hugsar tú, svein, so djúpt,

tú gáar ei, hvat tú brennur?”

 

382 “Tað hugsi eg, harra mín,

at tú hevur nógvan eyð,

man tað verða á tínari ævi,

tú tiggur vatn og breyð.”

 

382 “Bæði havi eg gull og fæ,

og hartil nógvan eyð,

tað verður ikki, meðan eg livi,

eg tiggi vatn og breyð.”

 

383 Árla var um morgunin,

sólin skein so víða.

“Vilt tú nakað, Artala kongur,

í dag á skógvin ríða?”

 

384 Tí svaraði Artala kongur,

somu morgunstund:

“Gjarna vil eg fylgja tær

ígjøgnum grøna lund.”

 

385 Tí svaraði Artala kongur,

mælir so fyri sær:

“Gjarna vil eg, Høgni ungi,

til at fylgja tær.”

 

386 Riðu teir á skógvin burtur,

nýtt var teim for eygum,

funnu upp á gullhúsið tað,

ið lagt var í brondum beygum.

 

387 Tí svaraði Artala kongur:

“Tað skal eg nú valda,

hoyr tað Høgni Høgnason,

tú skalt her fyrst inn ganga!”

 

388 Tí svaraði Høgni Høgnason:

“Og tað skal eg nú valda,

tú bert hægri krúnuna,

tú skalt her fyrst inn ganga!”

 

389 Tað var reystur Artala kongur,

var settur við virðin full,

hann gekk inn í húsið tað,

ið fult var innan við gull.

 

390 Tað var reystur Artala kongur,

inn í gullhúsið sá,

Høgni smelti hurð í lás,

og síðan snúðist hann frá.

 

391 Høgni smelti hurð í lás,

hann snúðist úr kongins veldi,

hann kom ikki aftur á beygagátt

fyrr enn triðja dag á kvøldi.

 

392 “Bæði hevur tú gull og fæ,

og hartil hevur tú eyð,

vilt tú nakað, Artala kongur,

tiggja vatn og breyð.”

 

393 “Bæði havi eg gull og fæ,

og hartil nógvan eyð,

gjarna vil eg, Høgni ungi,

tiggja vatn og breyð.”

 

394 Tí svaraði Artala,

læt so orðum svara:

“Gjarna tiggi eg vatn og breyð,

og um enn tað verri væri.”

 

395 Hegni smelti hurð í lás,

síðan snúðist hann harfrá,

hann kom ikki aftur á beygagátt,

fyrr enn kongurin turrur lá.

 

CCF 1 Ca [III]

TSB E 55 TSB E 38

 

Handrit: Handrit Hammershaimbs. AM, Access. 4c II [2].

 

Útgávur:

1. Føroya kvæði (Chr. Matras greiddi til útgávu, 1951) Band  I, s. 99.

2. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 1998) 2. bind, s. 39

 

Heimild: Úr Norðuroyum

 

E 38 Høgna táttur 2/Aldrias táttur (Høgni revenges his father’s death by killing his foster-father Artala)

Helvík føðir sonin Høgna, og um somu tíð fær Guðrun son, sum hon rópar Svein. Helvík skiftir teir báðar dreingirnar um, og Guðrun drepur dreingin, sum hon heldur Helvík eiga.

Høgni lítli veksur upp við navninum Svein. Ein dagin gevur Helvík honum svørðið hjá pápa hansara og ein gandalut, sum læsir allar dyr. Hon biður hann hevna deyða faðirs hansara við at beina fyri Artala, manni Guðrunar.

Tá ið hann er tilkomin, lokkar hann Artala inn í kongsins skattkamar, læsir hurðina og letur hann svølta í hel. Síðani tekur Høgni gullið, vitjar mammu sína og fer síðani til kongin í Danmark.

á føroyskum: CCF 1 A: IV, Ba: III ør. 98-139, Bb: IV, C ør. 347-395, D: IV, E: III ør. 212-247, G ør. 368-421, H: [III] ør. 214-254 (bert á føroyskum). Triði og fjórði táttur av Sjúrðarkvæðunum.

E 55 Høgna táttur 1 (Gudrun gets revenge for Sigurd’s death by killing her brothers)

Guðrun verður gift við Artala kongi. Hon vil hava hevnd yvir deyða Sjúrðar og býður brøðrum sínum í veitslu. Mamma teirra, Grimhild, ávarar teir, og somuleiðis eitt fólk, teir hitta á vegnum, men teir lurta ikki eftir.

Teir koma vegin fram og verða bodnir til borðs hjá systrini. Hon hevur koyrt eitur í drykkir teirra, men Høgni varnast tað. Guðrun lokkar sonin at sláa Høgna undir vangan, og Høgni fer á føtur og drepur dreingin. Guðrun eggjar Artala til at drepa brøður sínar, hon nýtir gand, og alllir verða dripnir uttan Høgni. Ein stríðsmaður umskapar seg til ein dreka og goysir eitur á Høgna, sum kennir á sær, at hann er um at doyggja.

Hann biður dóttur ein jall, Helvík, sova hjá sær, áður enn hann doyr. Hann sigur henni, at hon fer at eiga son. Hon má geva honum Høgna navn, og hann fer at hevna deyða faðirs sín.

á føroyskum: CCF 1 A: III, Ba: III ør. 1-97, Bb: III, C ør. 255-346, D: III, E: III ør. 1-211, G ør. 271-367, H: [III] ør. 1-213 (bert á føroyskum). Triði táttur av ”Sjúrðarkvæðum”.

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019