• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Høgna táttur

 

CCF 1Aa III

TSB E 55

 

1 Artala kongur í Húnalandi,

bróti úr bragdartátti,

festi Guðruna Júkadóttur,

ið Sjúrður snari átti.

 

Grani bar gullið av heiði,

brá hann sínum brandi av reiði,

Sjúrður vann av orminum,

Grani bar gullið av heiði.

 

2 Artala kongur í hallina gongur,

vekur upp dreingir snarar:

“Nú skal eg festa Guðruna,

vit ríða í Júkagarðar.”

 

3 Artala kongur í Húnalandi

ríður fram yvir skóg,

úti Guðrun Júkadóttir

fyri honum stóð.

 

4 “Statt væl, Guðrun Júkadóttir,

tú unniliga sprund,

nú skínur sól á heiðin lond

ígjøgnum grønan lund.”

 

5 Artala kongur í Húnalandi,

sigist í bragdartátti,

festi frúgv og førdi heim,

sum Sjúrður í forðum átti.

 

6 Guðrun gekk at borði fram,

sipa má eg pá stand,

hana førdi kongurin

við sær til Húnaland.

 

7 Guðrun var leingi á Húnalandi,

kinn bar hon so reyða,

nú legði hon ráðini á

at hevna Sjúrðar deyða.

 

8 Artala kongur í Húnalandi

blandar mjøð og vín,

býður so øllum Júkungum

at drekka heim til sín.

 

9 Guðrun býður sínum brøðrum,

letur ikki gloyma:

sterkar hurðar fyri hallina,

og fast við jarni soyma.

 

10 Guðrun býður sínum brøðrum,

letur ikki seinka,

sterkar hurðar fyri hallisdyr,

og fast við jarni leinkja.

 

11 Guðrun gongur út og inn,

letur blanda vín,

Høgnar, Gunnar og allar brøður

letur hon heinta til sín.

 

12 Høgnar gekk í hallina inn,

heldur á búnum brandi:

“Nú lystir meg á Húnaland

at drekka tann mjøðin blandi.”

 

13 Grimhild so til orða tekur,

tykir í tí tortur:

“Um tú fert á Húnaland,

ikki kemur tú aftur,”

 

14 Høgnar stendur fyri breiðum borði,

tungan mælir snimma:

“Tó skal eg á Húnaland

sigur av kappum vinna.”

 

15 Grimhild so til orða tekur,

tykir í tí mein:

“Um tit fara á Húnaland,

eingin kemur heim.”

 

16 Høgnar stendur á hallargólvi,

hann klæddist í brynju blá:

“Tó skal eg á Húnaland,

tað standist av, hvat ið má.”

 

17 “Meðan tú fert á Húnaland,

lat nú tað so gera:

Gíslar og hann Jarnar

skulu heima vera.

 

18 Meðan tú fert á Húnaland

at drekka mjøð og vín,

Gíslar og Jarnar verða eftir

báðir hjá móður sín.”

 

19 Gíslar og hann Jarnar,

Júkungarnir báðir,

fara sær á Húnaland

mót síni móðurs ráðum.

 

20 Gíslar og hann Jarnar,

Júkungarnir tveir,

fóru sær á Húnaland,

fátt kann forða feigum.

 

21 Tað var Høgnar Júkason,

ríður út við strand,

møtti honum ein sævarkvinna

á tann hvíta sand.

 

22 “Hoyr tú inda, sævarkvinna,

sig mær dømin mein,

um eg fari á Húnaland,

komi eg heilur heim?”

 

23 “Hoyr tú, Høgnar Júkason,

eg sigi tær dømin mein,

um tú fert á Húnaland,

ikki kemur tú heim.”

 

24 Tað var Høgnar Júkason,

sínum svørði brá,

hann kleyv hesa sævarkvinnu

sundur í lutir tvá.

 

25 Tekur hann hennara blóðiga høvur,

kastar út á sund,

skjýtur hann kroppin eftir,

sukku bæði til grund.

 

26 Tað var Høgnar Júkason,

gongur fram við strand,

møtti hann einum sævarmanni

á tann hvíta sand.

 

27 “Hoyr tú inda, sævarmaður,

sig mær í tí satt,

fari eg á Húnaland,

komi eg heilur aftur?”

 

28 “Hoyr tú, Høgnar Júkason,

tað man eg siga satt,

um tú fert á Húnaland,

um tað tú kemur aftur.”

 

29 Hann læt knør av lunni draga

oman úr tøttum neysti,

tá stóð fast í kjalborðum,

fram leyp knørurin reysti.

 

30 Høgnar læt av lunni ganga

sína glæstriskeið,

skipini hildu í havið út,

falkurin drívur av leið.

 

31 Høgnar vindur segl í rá,

letur so orðum svara,

grátandi vendi Grimhild drotning

aftur í Júkagarðar.

 

32 So grætur Grimhild drotningin,

tað hitt væna vív:

“Far væl, Høgnar sonur mín,

eg síggi teg ei í lívi.”

 

33 Grimhild fyri munni mælir,

Høgnar reisir á ferð:

“Eg kenni væl Guðruna dóttur mína,

er roynd í bágagerð.”

 

34 Høgnar talar til Gunnar kong,

alt foruttan sút:

“Vit vinda nú segl í húna hátt,

vit seta í havið út.”

 

35 Ein kom maður í hallina inn

til perlamentið fríða:

“Nú síggi eg falk í havi út

alt undir tann grøna líða.”

 

36 “Sært tú skip eftir havi koma,

seglini hvít sum lín,

vera man Høgnar Júkason

at vitja systur sín.”

 

37 Guðrun gekk í grasagarð,

reyðargull bar á hendi,

ramar risti hon rúnirnar,

tær út í havið sendi.

 

38 Ørnir tvær av landi komu,

setast á salta sjógv,

vaksa tekur vindur í ský,

aldan brýtur á lógv.

 

39 Tá var veður á sjónum hart,

ógvuligt á at líta,

stýrir so Høgnar Júkason,

at frá dró mjøllin hvíta.

 

40 So var veður á sjónum hart,

tá ið Høgnar stóð til stýri,

Gunnar kongur í lyfting gongur,

nú bliknaði drongur dýri.

 

41 So var veður á sjónum hart,

tað brakar í borð og bondum,

sundur gingu jarnárar

báðar í Høgna hondum.

 

42 Tá var veður á sjónum hart,

tað knakar í hvørjum stongum,

tað var Høgnar Júkason,

tók havn í Húnalondum.

 

43 Løgdu undir Húnaland

eina morguntíð,

alt var sum í bál at líta,

skeiðir dynja í.

 

44 Løgdu undir Húnaland

eina morgunstund,

alt var sum í bál at líta,

í tann skeiðadund.

 

45 Tá ið teirra snekkja

hon kendi fagurt land,

fyrst steig Høgnar Júkason

sínum fótum á land.

 

46 Fyrst steig Høgnar Júkason

sínum fótum á land,

Gíslar, Jarnar og Gunnar kongur

undir hans høgru hond.

 

47 Ganga teir frá strondum niðan,

so er greitt fyri mær,

síðan allir Júkagarpar

niðan í grasagarð.

 

48 Úti í miðjum grasgarði

tungu bóru teir so snjalla,

gingu so í høgar borgir

Júkagarpar allir.

 

49 Úti í miðjum grasgarði

klæddust í brynju dýra,

gingu so í høgu borgir

Júkagarpar fýra.

 

50 Tað var Høgnar Júkason,

inn um dyrnar steig,

nú sá hann á Guðrunu,

at ilt undir kinnar beið.

 

51 Segði tað Høgnar Júkason,

inn um dyrnar hyggur:

“Eg síggi tað á Guðrunu,

at ilt undir kinnar byggir.”

 

52 Guðrun so til orða tekur:

“Vit erum nú her aleina,

fáið mær bæði skjold og svørð

øllum tykkum at goyma!”

 

53 Svaraði Høgnar Júkason,

hann heldur á brúnum knívi:

“Frá mær leggi eg ikki skjøld og svørð,

so leingi eg eri á lívi.”

 

54 Guðrun so til orða tekur,

hon bar tungu snjalla:

“Minnist tú nakað á Sjúrða unga,

tú førdi mær til hallar?”

 

55 Guðrun so til orða tekur,

ilskan í henni breyt:

“ Minnist tú nakað Sjúrð hin unga

blóðigan mær í skeyt?”

 

56 Guðrun so til orða tekur,

ilt undir kinnar beið:

“Frægari maður var Sjúrður kappi,

í gullsporum reið.”

 

57 Guðrun so til orða tekur,

bar um hjarta trá:

“Enn var Sjúrður frægari,

í gullsaðli lá.”

 

58 Høgnar hugsar so við sær,

lítur á ringar reyðar:

“Ei er blítt á brúnarskoru,

minnist á buðlungs deyða.”

 

59 Høgnar mælir fyri sær,

lítur á ringin sín:

“Ei er blítt á brúnarskoru,

minnist á buðlungs lík.”

 

60 Inn kemur Guðrun árla morgun,

ilt er skap at eggja,

borð stóð breitt við silkidúk,

og bjór fyri reystar seggjar.

 

61 Inn kom Guðrun árla morgun

við hógv og hyggið orð:

“Kastið nú vákn og herklæði,

tær stígið yvir borð!”

 

62 Svaraði Høgnar Júkason,

hann var dreingja maki:

“Sjálvir skulum vit váknini goyma,

osum til at taka.”

 

63 Drekka teir í Húnalandi

bæði úti og inni,

drekka mjøð og kláran vín

glaðir á hvørjum sinni.

 

64 Drekka teir í Húnalandi

bæði við gleði og gaman,

illa líkar Guðrunu,

at einki nertur saman.

 

65 Drekka teir í tríggjar dagar

bæði við gleði og gleim,

illa líkar Guðrunu,

at einki nertur teim.

 

66 Guðrun lokkar sín unga son

við so miklum mæti:

“Eg skal geva tær gull og fæ,

stillar tú Høgnar av kæti.”

 

67 Guðrun lokkar sín unga son,

í duldum hon hann bað,

hann gekk sær at borðinum,

sum Høgnar fyri sat.

 

68 Guðrun lokkar sín unga son,

í duldum hon hann dró,

hann hevði upp sína høgru hond,

Høgnar á nasar sló.

 

69 Sveinur var ungur av aldrinum,

hann taldist, tá ið hon bað,

hann gekk aftur at borðinum,

sum Høgnar fyri sat.

 

70 Hann gekk aftur at borðinum,

á Høgnar nasar sló,

voldi tað Guðrun Júkadóttir,

drykkjan varð óró.

 

71 Høgna rann tað heita blóð

bæði úr nøsum og munni,

kappin varð so illa við,

hann ikki við slíkt kundi.

 

72 “Eg fái ei í Húnalandi

drukkið tann mjøðin við grandi,

ótakk havi tann móðirin,

ið so sín son upp vandi.”

 

73 Høgnar fram um borðið leyp

við berum spjóti í hendi,

mækin sneiddi búk og bein,

ígjøgnum sveinin rendi.

 

74 Tað var Høgnar Júkason,

sínum svørði brá,

hann tók hennara unga son,

hjó honum bulin frá.

 

75 Høgnar tók sín búgvin brand,

sneiðir bulin frá,

kastar høvdið á hallargólv,

so Artala kongur sá.

 

76 Guðrun gekk for Artala kong,

sigur honum frá:

“Deyður er okra ungi sonur,

helst av Høgna ráð.

 

77 Eg man ei í Húnalandi

longur við tær stýra,

um tú gert ikki nakrar sømdir

eftir tann dreingin dýra.”

 

78 “Hoyr tú tað, mín veldiga søta,

lat nú tað so vera,

sjálvur er hann tín onkarbróðir,

eg kann honum einki gera.”

 

79 “Tú skalt ikki, Artala kongur,

leingi ríki stýra,

vilt tú ongar sømdir taka

eftir tann dreingin dýra.”

 

80 “Hoyr tú, Guðrun søta mín,

tað vil eg ei trúgva,

at tú vilt nú tínum brøðrum

svik til handar snúgva.

 

81 Tá ið teir vógu hann Sjúrð svein,

Guðrun søta mín,

tá vóru Gíslar og Jarnar børn

heima hjá móður sín.”

 

82 Guðrun so til orða tekur:

“Tað skal eg nú valda,

Gíslar og hann Jarnar ungi

báðir skulu gjalda.”

 

83 Mælti tað Guðrun Júkadóttir:

“Tað man einki saka,

Gíslar og Jarnar og allar brøður

skal eg av lívi taka.”

 

84 “Tað er einki eykarverk

at ganga Høgna ímóti,

hvar ið hann kemur í víggj at standa,

har hevur hann høvur á spjóti.

 

85 Hoyr tú tað, mín veldiga søta,

legg sjálv til tess ráð,

hvussu vit skulu teir miklu menn

burtur av lívi fá!”

 

86 “Taka skal tríggjar aldirshúðir,

rýða tær í blóði,

falla so tungt á Júkagarpar,

troyttir av miklum móði.”

 

87 Guðrun stendur fyri breiðum borði,

mælir um tann vanda:

“Nú skulu tit, Júkagarpar,

á aldirshúðir ganga.”

 

88 Upp steig Høgnar Júkason,

tungu bar hann so snjalla,

talar yvir breiða borð

fyri teir brøður allar.

 

89 Upp steig Høgnar Júkason,

blandað hevði vín:

“Gíslar og Jarnar fara báðir

aftur til móður sín.”

 

90 Upp steig Høgnar Júkason,

letur so orðum svara:

“Gíslar og Jarnar fara báðir

aftur í Júkagarðar.”

 

91 Guðrun stendur fyri breiðum borði,

mælir um tann vanda:

“Gíslar og hann Jarnar ungi,

allir skulu ganga.”

 

92 “Gíslar og hann Jarnar ungi

vóru ikki hjá,

Gunnar og eg Høgnar

vóru teir, Sjúrðin vá.

 

93 Gunnar og eg Høgnar

tóku Sjúrða av lívi,

tá vóru Gíslar og Jarnar børn

heima hjá móður síni.

 

94 Gunnar og eg Høgnar

vógu tann kappan reysta,

Gíslar og hann Jarnar ungi

ikki harav vistu.

 

95 Gunnar og eg Høgnar

vit vógu Sjúrða við listi,

tá vóru Gíslar og Jarnar børn,

lógu hjá móðurs brósti.”

 

96 Gíslar og hann Jarnar

mundu á húðir ganga,

allir sóu teir falla niður,

eingin sá teir upp standa.

 

97 Guðrun stendur fyri breiðum borði,

mælir um tann vanda:

“Nú skal Gunnar bróðir mín

aftur á húðir ganga.”

 

98 Tað var Gunnar Júkason,

hann mundi á húðir ganga,

allir sóu hann niður falla,

eingin sá hann upp standa.

 

99 Guðrun stendur fyri breiða borði,

nú ber hon kinn so reyðan:

“Hoyr tú, Høgnar bróðir mín,

nú hevni eg Sjúrðar deyða.”

 

100 Upp steig Høgnar Júkason,

brandin yvir seg bar,

so er mær av sonnum sagt,

slíkt gongur hans hugi nær.

 

101 Guðrun stendur fyri breiða borði,

kinn ber hon so balda:

“Nú skal Høgnar bróðir mín

aftur á húðir ganga.”

 

102 “Betri var í Júkagørðum

at drekka tann mjøð í blandi,

enn sum at ganga á aldirshúðir

og standa í stórum vanda.”

 

103 Høgnar tekur nú brandin tann,

vil eg fyri tygur tína,

gongur so í loftið fram,

hann mintist á móður sína.

 

104 Upp steig Høgnar Júkason,

heldur á dragið svørð:

“Eg skal ganga á aldirshúðir,

og vita, hvussu fer.”

 

105 Høgnar gekk á aldirshúðir,

nú mundi tað so vera,

ikki bar nú fóturin við,

tað tykti honum einki at gera.

 

106 Tað var Høgnar Júkason,

hann ræð yvir húðir støkka:

“Ei mundi eg í Húnalandi

fyrstur undan røkka.”

 

107 Tað var Høgnar Júkason,

hann tekur við húðir at støðga:

“Ei man eg í Húnalandi

tann fyrsta undan røkka.”

 

108 Guðrun kemur út árla morgun,

gramt var henni í huga,

heilan sær hon Høgnar standa,

ei hava ráðini dugað.

 

109 Høgnar stendur í grasgarði,

bindur upp hjálmin sín:

“Áðrenn dagur at kvøldi kemur,

drekka vit blóð sum vín.”

 

110 Árla var um morgunin,

tað roðar fyri sól,

tá hevði Guðrun Júkadóttir

brynjað út hundrað tólv.

 

111 Árla var um morgunin,

sólin skín á grótið,

tað var Høgnar Júkason,

hann ríður teim øllum ímóti.

 

112 Tað var Høgnar Júkason,

ríður teimum øllum ímóti,

búkar fullu á jørðina,

sum tey varpa gróti.

 

113 Høgnar ríður í bardagin,

roynir góðar gripir,

niður feldi hann kongins menn,

tíggju fyri hvørja sipan.

 

114 Hundar tutu, úlvar goyggja,

ørnin hyggi læsti,

hundrað heilt og hartil hálvt

tað fellur í annað kastið.

 

115 Vigið fekk hann Húnamenn

við svørð og bitrar eggjar,

tað var Høgnar Júkason,

hann hopar til hallarveggja.

 

116 Guðrun kemur út árla morgun,

sól tók fagurt at branda,

heilan sær hon bróður sín

á leikvøllinum ganga.

 

117 Guðrun so til orða tekur,

sólin brá tá víða:

“Hoyr tú, Høgnar bróðir mín,

tú skalt á skógin ríða.

 

118 Tú skalt ríða á skógin burtur,

eystur um Lindará,

har skalt tú tey undur síggja,

sum tú í forðum vá.”

 

119 Árla var um morgunin,

sólin fagurt rann,

tað var Høgnar Júkason,

hann ríður á skógin fram.

 

120 Høgnar ríður á skógin fram,

eystur um Lindará,

har mundi hann tey undur síggja,

hann í forðum vá.

 

121 Har sá hann tann stóra hest

leypa sær av grundum,

voldi tað Guðrun Júkadóttir,

ið illgerningar kundi.

 

122 Tungan tók at tala,

letur so orðum víkja:

“Illa gjørdi tú, Høgnar,

tá tú vart við meg at svíkja.

 

123 Mær unti Brynhild Buðlins dóttir,

tað hitt væna vív,

mær unti Guðrun Júkadóttir,

harfyri læt eg lív.

 

124 Tað var Brynhild Buðlins dóttir,

sprakk eftir mín deyða,

tá skifti tú Guðrunu gull og fæ

og mangar ringar reyðar.”

 

125 Høgnar ríður á grønum vølli,

víða um seg sá,

mikið var tá buðlungs lív,

í gullsaðlinum lá.

 

126 “Tak nú hetta rúnarbelti,

bint um tínar lendar,

tað kann øllum lásum læsa,

allar sútir rinda.

 

127 Tak tú hetta rúnarbelti,

sett við gulli reyða,

eg fekk tað á Hildarheyg

eftir ta dvørgamoy deyða.

 

128 Hoyr tú, Høgnar Júkason,

ríð nú til hallar heim,

eg fari mær á heiðin skóg,

so tung eru míni mein.”

 

129 Guðrun kemur út árla morgun,

sólin brann so víða,

sær hon Høgnar Júkason

aftur av skógnum ríða.

 

130 Árla var um morgunin,

roðar fyri sól,

tá hevði Guðrun Júkadóttir

brynjað út hundrað tólv.

 

131 Árla var um morgunin,

sólin skein á grótið,

tað var Høgnar Júkason,

hann ríður teim øllum ímóti.

 

132 Tað var Høgnar Júkason,

hann ríður teimum øllum ímóti,

búkar fullu á jørðina,

sum tey varpa gróti.

 

133 Høgnar ríður í bardagin,

roynir góðar gripir,

niður feldi hann kongins menn,

tíggju í hvørji sipan.

 

134 Hundar tutu, úlvar goyggja,

ørnin hyggi læsti,

hundrað heilt og hartil hálvt

tey fullu í annað kastið.

 

135 Høgnar ríður í bardagin:

“Hetta man lítið bata,

tað, ið eg um dagin vegi,

villir hon upp um nætur.”

 

136 Høgnar ríður í bardagin,

har yppist ein illur siður:

“Nú leiðist mær í Húnalandi

at høgga teir trælir niður.”

 

137 Tað var Guðrun Júkadóttir,

talar til sveinin sín:

“Gakk til Tíðrik Tatlarason,

og bið hann koma til mín.”

 

138 Sveinur fór á skógin burtur

við hógv og hyggið orð:

“Guðrun bað tygum koma til sín

at drekka yvir borð.”

 

139 Tað var Guðrun Júkadóttir,

letur nú blanda vín,

býður so Tíðriki Tatlarasoni

í hallina inn til sín.

 

140 “Ver vælkomin, Tíðrikur Tatlarason,

fullvæl eg á teg troysti,

hevði tú Høgnar av lívi tikið,

tað var eitt manndómsroysni.”

 

141 “Hoyr tú, Guðrun Júkadóttir,

eyka mær ei tann vanda,

hvussu skal eg mót Høgnari stríða,

ið einki vákn kann granda?”

 

142 “Hoyr tú, Tíðrikur Tatlarason,

tú ert ein kempa so sterk,

hevði tú Høgnar av lívi fingið,

tað var eitt manndómsverk.”

 

143 “Tað er einki eykarverk

at ganga Høgna ímóti:

hvar ið hann kemur á vágarvøll,

har hevur hann høvur á spjóti.

 

144 Tað er ikki ein ella tveir,

standa í tí verki,

eingin møtir honum á jørð,

deyður er Sjúrður sterki.

 

145 Mangur hevur lívið latið

sigist í hesum kvæði –

eingin møtir honum á jørð,

deyður er Sjúrður frægi.”

 

146 Tíðrikur upp frá borði stígur,

hann tekur um brandin svarta:

“Eg vinni einki á Høgnari.”

Nú gránaði drotning bjarta.

 

147 “Hoyr tú, Tíðrikur Tatlarason,”

brúður mælir av kvíða,

“eg gevi tær bæði gull og fæ,

vilt tú mót Høgnari ríða.”

 

148 Upp stóð Tíðrikur Tatlarason,

hann heldur á dragið svørð:

“Flúgva skal eg í loftið fram

og vita, hvussu fer.”

 

149 Tíðrikur hvarv úr HóImgørðum,

fáir finnast slíkir,

hann kom aftur annað sinni

í flogdreka líki.

 

150 Tíðrikur fór í stríðið burtur,

fáir finnast slíkir,

hann kom aftur uttan borg

í flogdreka líki.

 

151 Tíðrikur fleyg í loftið fram

við sínar stríðu streingir,

Høgnar stendur í tungum stríð,

nú ristir hann reystar dreingir.

 

152 Høgnar ríður á grønum vølli

tað harða stál at klúgva,

sær hann Tíðrik Tatlarason

í luftini yvir sær flúgva.

 

153 Høgnar tók sítt góða svørð,

hann skjýtur tað leið av hendi,

hann vendi sítt svørð so í loftið fram,

ígjøgnum Tíðrikin rendi.

 

154 Tá ið hann eftir jørðini fór,

var hann sum sótið svarta,

hann hevði mongum manni bágað,

men nú stóð brandur í hjarta.

 

155 Eitur spýði tann svarti dreki

niður á Høgna brynju,

hann varð ei við váknum vigin,

fyri tað læt hann synja.

 

156 Tungt er tað í heiminum

størri sorgir at bíða,

eitur bar hann í brynju síni,

so fast í hjarta at svíða.

 

157 Høgnar so til orða tekur:

“Eg berjist ikki longur,

eitur gongur at hjartanum.”

Tá følnaði nýtur drongur.

 

158 Falnir eru Húnamenn

við svørð og bitrar eggjar,

nú hopaði frægi av Júkagørpum

so fast til hallarveggja.

 

159 Guðrun kemur út árla morgun,

gramt var henni í huga,

heilan sær hon Høgnar standa,

ei hava svikini dugað.

 

160 Høgnar hopaði at hallarveggi

brandin yvir seg bar,

Guðrun stendur í grasgarði,

hon tennur saman skar.

 

161 “Hoyr tú, Guðrun systir mín,

tað skalt tú mær lova,

læna mær Helvík jalsins dóttur

í nátt á armi at sova!

 

162 Ikki havi eg fingið sár,

nú grið vil eg ei tiggja,

læna mær eina jalsdóttur

í nátt á armi at liggja!”

 

163 Høgnar so aftur til orða tekur:

“Tann grið vil eg av tær tiggja,

læna mær Helvík jalsins dóttur

í nátt av harmi at liggja!”

 

164 Guðrun so fyri munni mælir,

kinn ber hon so reyða:

“Fáa skalt tú nú jalsins dóttur,

tú gongur nú snart til deyða.”

 

165 Lógu tey í sínari song

við alskyns spekt og mæti:

“Vit eiga osum ein ungan son,

til guls og landa at gæta.”

 

166 Hann gat við frúnni ungan son

á teirri somu nátt,

Høgnar risti rúnirnar,

og tað man lesast brátt.

 

167 “Tú manst ognast ungan son,

Høgnar skalt tú kalla,

eg gevi honum tað búna svørð,

ið faðir mín søkti úr fjalli.

 

168 Hoyr tú, Helvík jalsins dóttir,

hvat eg nú sigi til tín,

síggj so til, um ei langa tíð

hann hevnir faðir sín.

 

169 Hoyr tú, Helvík jalsins dóttir,

eg sigi tey orðini hátt,

nú hevur kongurin sveinsbarn gitið

á hesi somu nátt.

 

170 Tú manst ognast ungan son,

Guðrun vil hann pína,

tak tú hennara unga son,

og legg í vøggu tína!

 

171 Hoyr tú, Helvík jalsins dóttir,

brúka nakra list,

lat mína systur Guðruna

um dyrnar ganga fyrst!

 

172 Hoyr tú, Helvík jalsins dóttir,

eg sigi tær satt ífrá:

tá ið svein er tólv ár gamal,

tú gakk fyri Lindará!

 

173 Hoyr tú tað, mín veldiga søta,

eg tali tey orð til tín,

tá ið tín sonur er tólv ár gamal,

tá kennir hann móður sína.

 

174 Tak tú hetta rúnarbelti,

bint um tínar lendar,

tað kann øllum lásum læsa,

allar sútir rinda.”

 

175 Tá segði Høgnar Júkason:

“Nú verst ikki longur,

nú gongur eitrið at hjartanum.”

So følnaði nýtur drongur.

 

176 Høgnar leyt tá lata lív,

búðu um hann sum dreyg,

vældu nú um so virðiliga,

løgdu nú lík í heyg.

 

177 Helvík leyt tá síggja á,

Høgnar mundi doyggja,

síðan gróv hon tann dreyg í heyg,

sum dreingir dalin hoyggja.

 

CCF 1Aa III

TSB E 55

 

Handrit: Schrøters Sjúrðar kvæði. NkS 345, 8vo.

 

Útgávur:       

1. Chr. Matras (ed.): J. H. Schrøters optegnelser af Sjúrðar kvæði (Færoensia 3) s. 27.

2. Føroya kvæði (Chr. Matras greiddi til útgávu, 1951) Band  I, s. 8.

3. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 1998) 1. bind, s. 89

 

Heimild: J.H. Schrøter, 1818.

 

E 55 Høgna táttur 1 (Gudrun gets revenge for Sigurd’s death by killing her brothers)

Guðrun verður gift við Artala kongi. Hon vil hava hevnd yvir deyða Sjúrðar og býður brøðrum sínum í veitslu. Mamma teirra, Grimhild, ávarar teir, og somuleiðis eitt fólk, teir hitta á vegnum, men teir lurta ikki eftir.

Teir koma vegin fram og verða bodnir til borðs hjá systrini. Hon hevur koyrt eitur í drykkir teirra, men Høgni varnast tað. Guðrun lokkar sonin at sláa Høgna undir vangan, og Høgni fer á føtur og drepur dreingin. Guðrun eggjar Artala til at drepa brøður sínar, hon nýtir gand, og alllir verða dripnir uttan Høgni. Ein stríðsmaður umskapar seg til ein dreka og goysir eitur á Høgna, sum kennir á sær, at hann er um at doyggja.

Hann biður dóttur ein jall, Helvík, sova hjá sær, áður enn hann doyr. Hann sigur henni, at hon fer at eiga son. Hon má geva honum Høgna navn, og hann fer at hevna deyða faðirs sín.

á føroyskum: CCF 1 A: III, Ba: III ør. 1-97, Bb: III, C ør. 255-346, D: III, E: III ør. 1-211, G ør. 271-367, H: [III] ør. 1-213 (bert á føroyskum). Triði táttur av ”Sjúrðarkvæðum”.

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019