• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Høgna táttur

 

CCF 1Ba III

TSB E 100

TSB E 38

 

1 Artala kongur í Húnalandi,

brýtur av bragdartátti,

festi frúnna Guðruna,

ið Sjúrður frægi átti.

 

2 Tá ið tey høvdu í ríki verið

fullar vintur seks,

átti hon við Artala kongi

fullar synir seks.

 

3 Guðrun eigur sær brøður tveir,

hon vil teir ikki gloyma:

sterkar hurðar for hallardyr,

fast við jarni soyma.

 

4 Guðrun eigur brøður tveir,

leggur hon teir í seingir,

sterkar hurðar for hallardyr

fast við jarnaleinkjum.

 

5 Hegnir og hann Gunnar kongur

gjørðu skil fyri landi,

ríða so til Húnalanda

at standa í stórum vanda.

 

6 Mjáur um miðju og herðabreiður,

so er hann Hegnir reysti,

gyltan hjálm á høvdi á sær,

gjørður av góðum treysti.

 

7 Tað er Guðrun Júkadóttir,

blandar mjøð og vín,

býður øllum Júkabrøðrum

heim at drekka til sín.

 

8 Hann var fimur á fótunum,

ið tey boðini bar

haðani heim til landanna,

sum Gunnar kongur var.

 

9 “Væl sitið inni, Gunnar og Hegnir.

drekkið mjøð og vín,

tað er Guðrun systir tykra,

býður tykkum heim til sín.”

 

10 Tað er Hegnir Júkason,

lyftir av sær hatt:

“Ríðum vær til Húnalanda,

eingin kemur aftur.

 

11 Ríðum vær til Húnalanda,

ongum lat veitslu gera,

Gislar og hann Bjarnir ungi

teir skulu eftir vera.”

 

12 Gislar og hann Bjarnir ungi,

seggja brøður báðir,

ríða so til Húnalanda,

standa í stórum váða.

 

13 SóIin skín á heiðin mark,

yvir teirra skildir fríðar,

so varð sagt, at Gunnar kongur

hann skuldi fyri ríða.

 

14 Tað var bæði Gunnar og Hegnir,

heim í garðin fór,

úti Guðrun Júkadóttir

fyri teimum stóð.

 

 15 “Ver vælkomin, Gunnar og Hegnir,”

tað vóru frúnnar orð.

“Kastið vákn og herklæði,

og stígið yvir borð.”

 

16 Tí svaraði Gunnar kongur:

“Fáan veit eg mín maka,

sjálvur skal eg mínum váknum goyma,

tað man ongan saka.”

 

17 Tí svaraði Hegnir sterki,

gerst nú nýtur drongur:

“Sjálvur skal eg mínum váknum goyma

at vita, hvussu gongur.”

 

18 Kongur klappaði sær á knæ,

leikir ganga á,

Hegnir, Gunnar og allar brøður

setir hann sær íhjá.

 

19 Kongur klappaði sær á knæ,

leikir ganga hægst,

Hegnir, Gunnar og allar brøður

setir hann sær í næst.

 

20 Drekka teir í Húnalandi,

fagurt er á at líta,

Artala kongur í Húnalandi

sparir ei mjøðin hvíta.

 

21 Drekka teir í Húnalandi

bæði við gleði og gleim,

illa líkar Guðrunu,

at einki nertur teim.

 

22 Drekka teir í Húnalandi

bæði við gleði og gaman,

illa líkar Guðrunu,

at einki nertur saman.

 

23 Drekka teir í Húnalandi

fullar dagar trí,

illa líkar Guðrunu,

at einki nertur í.

 

24 Drekka teir í Húnalandi

bæði úti og inni,

drekka mjøð og kláran vín

so glaðir á hvørjum sinni.

 

25 Guðrun krevur sín unga son

við alskyns mekt og mæti:

“Eg skal geva tær gull og fæ,

stillar tú Hegna kæti.”

 

26 Sveinin var ungur á aldrinum,

taldi hon hann og bað,

hann gekk har at borðinum,

sum Hegnir fyri sat.

 

27 Hann hevði upp sína høgru hond,

sló Hegna høgg á tenn,

blóðið dreiv í barmin niður,

sóu tað mangir menn.

 

28 Hann hevði upp sína høgru hond,

og Hegna á nasar sló,

voldi tað Guðrun Júkadóttir,

at droyrin varð óró.

 

29 Tað var Hegnir Júkason,

vreiður borðum skeyt,

allur tann hin brúni mjøður

á hallargólvi fleyt.

 

30 Tað var Hegnir Júkason,

vreiður sprakk borðum frá,

allur tann hin brúni mjøður

á hallargólvi lá.

 

31 Tað var Hegnir Júkason,

snarliga hann sær vendi,

snarliga reiddi hann mækan til,

og gjøgnum sveinin rendi.

 

32 Tað var Hegnir Júkason,

sínum svørði brá,

hann kleyv Guðrunar unga son

sundur í lutir tvá.

 

33 Hann kleyv Guðrunar unga son

sundur í lutir tvá,

varpaði so kroppin á hallargólv,

so Artala kongur sá.

 

34 Svaraði Hegnir Júkason,

alt fyriuttan ekka:

“Ikki skal eg av Húnamonnum

fyrstur undan røkka.”

 

35 Tað er Hegnir Júkason,

bindur upp hjálmin góða:

“Áðrenn dagur at kvøldi er komin.

drekki eg vín í blóði.

 

36 Eg fái ei í Húnalandi

drukkið tann mjøð í blandi,

skamm fái bæði móðir og dóttir,

so sín sonin vandi.”

 

37 Guðrun gongur for Artala kong,

sigur honum frá:

“Deyður er okra ungi sonur,

helst av Hegna ráð.”

 

38 “Hoyr tað, mín hin veldiga søta,

lat av angist og trá,

vit skulu okkum á skamri stund

ein annan aftur fá.”

 

39 “Eg skal ei í Húnalandi

leingi for ognum stýra,

darsum tú gert ikki nakrar sømdir

eftir tann dreingin dýra.

 

40 Eg skal ei í Húnalandi

leingi for ognum gæta,

darsum tú gert ikki nakrar sømdir

eftir tann dreingin mæta.”

 

41 “Hoyr tað, Guðrun Júkadóttir,

eg vil tær ikki trúgva,

at tú vildi tínum bróður

svik til handar snúgva.

 

42 Tá teir vógu Sjúrða svein,

voldi í stríði tínum,

tá var Gislar lítið barn

heima hjá móður síni.”

 

43 “Hoyr tað, mín hin veldigi søti,

tað skal eg nú valda,

Gislar og hann Bjarnir ungi

báðir skulu gjalda.”

 

44 “Hegnir og hann Gunnar kongur

teir vógu Sjúrða við list,

tá var Gislar lítið barn,

lá pá sín móðurs bryst.

 

45 Hoyr tað, mín hin veldiga søta,

legg sjálv til tey ráð,

hvussu vit skulu Hegnir sterka

av sínum lívi fá! “

 

46 “Taka skal tvinnar aldanshúðir,

smitta í mannablóði,

Hegnir og Gunnar skulu yvir leypa

fast av miklum móði.”

 

47 Gunnars hestur leyp yvir fyrst,

eykast meiri vandi,

allir sógvu hann niður falla,

men eingin sá hann upp standa.

 

48 Hegnir leyp yvir húiðirnar,

yvir hirðina alla,

so steig hann á foldina fast,

at eingin sá hann falla.

 

49 Hegnir leyp yvir húðirnar,

hann var ikki deyðan verð,

hann kom niður á grønan vøll,

hann studdist við skjold og svørð.

 

50 Og so ríður Hegnir

dreingjaliga fram,

kleyv hvønn niður um tvørar,

ímóti honum rann.

 

51 Hegnir gongur í grasagarði,

bindur upp hjálmaboga:

“Ei koma Gislar og Bjarnir út,

eg havi so vinir fáar.”

 

52 Hegnir gongur í grasagarði,

bindur upp hjálm á sær:

“Ei koma Gislar og Bjarnir út,

eg fáar vinir fær.”

 

53 Árla var um morgunin,

roðar fyri sól,

tá hevði reystur Artala kongur

brynjað út hundrað tólv.

 

54 Tá hevði reystur Artala kongur

brynjað út hundrað tólv,

einsamallur Hegnir sterki

ríður teim ímót.

 

55 Út reið Hegnir Júkason

eina morgunstund,

feldi niður tólv hundrað

so glaður í grønari lund.

 

56 Út reið Hegnir Júkason

eina morguntíð,

feldi niður tólv hundrað

so glaður í grønari líð.

 

57 Guðrun kemur út árla morgun,

grumt var henni í hug,

heilan sær hon Hegna standa,

ei vilja ráðini duga.

 

58 Hon glíggjar við eygum og glettir á tenn,

við kjaftinum man hon gapa,

gjarna hevði hon Hegna gloypt,

men ei kundi tað hana bata.

 

59 Svaraði Hegnir Júkason:

“Her ræðst nú ikki til bøtur” ‑

alt tað, ið hann um dagar drap,

tað lívgar hon upp um nætur.

 

60 Svaraði Hegnir Júkason:

“Her yppist ein illur siður,

nú keðist mær í Húnalandi

at høgga teir trælar niður.”

 

61 Svaraði Hegnir Júkason,

hann svór við sína trú:

“Var eg fiskur, sum eg eri maður,

etin var eg nú.”

 

62 Tað er Guðrun Júkadóttir,

talar til smásvein sín:

“Far eftir Longudigu,

bið hann koma til mín.”

 

63 “Hoyr tú, Langadiga,

tú ert kempan sterk,

hevði tú Hegna av lívi tikið,

tað var eitt roysnisverk.

 

64 Hoyr tú, Langadiga,

fullvæl tú tær troystir,

hevði tú Hegna av lívi tikið,

tað var eitt dreingjaroysni.”

 

65 “Hoyr tað, Guðrun Júkadóttir,

hví eykar tú mær tann kvída,

eg kann ikki Hegna av lívi taka,

ið einki svørð kann bíta.”

 

66 Tað var Langadiga,

reið tá Hegna ímóti,

tað er mær av sonnum sagt,

hann hevði hans høvur á spjóti.

 

67 Tað er Guðrun Jiúkadóttir,

talar til smásvein sín:

“Far eftir Tíðriki Tatmarssoni,

bið hann koma til mín.

 

68 Og so skalt tú siga honum

sanniliga frá,

deyður er mín ungi sonur,

helst av Hegna ráð.”

 

69 Tað var Guðrunar ungi svein,

heim í garðin fór,

úti Tíðrikur Tatmarsson

fyri honum stóð.

 

70 “Vælkomin, Guðrunar ungi svein,

higar nú til mín,

drekk nú, hvat tær betur líkar,

mjøðin ella vín!”

 

71 “Lítið er mær um mjøðin tín,

hálvvæl minni um vín,

tað var Guðrun Júkadóttir,

sendi meg til tín.

 

72 Og so bað hon meg siga tær

sanniliga frá,

deyður er hennara ungi sonur,

helst av Hegna ráð.”

 

73 Leingi sat Tíðrikur Tatmarsson,

hugsaði so við sær:

“Hvat man Guðrun Júkadóttir

vilja hava av mær?”

 

74 Tíðrikur leyp á gangaran sín,

ið hann sjálvur átti,

so ríður hann til Hartansborg,

sum føtur bera máttu.

 

75 Tað var Tíðrikur Tatmarsson,

heim í garðin fór,

úti Guðrun Júkadóttir

fyri honum stóð.

 

76 “Og so skal eg siga tær

sanniliga frá,

deyður er mín ungi sonur,

helst av Hegna ráð.”

 

77 “Tað man ei vera eykarverk

at ríða Hegna ímóti,

hvør honum møtir við skjold og svørð,

so hevur hann høvur á spjóti.

 

78 Tað man ei vera eykarverk

at ríða Hegna for nær,

hvør honum møtir við skjold og svørð,

so hevur hann høvur av.”

 

79 Tíðrikur hvarv úr sessi burt,

hann var maður versti,

hann kom aftur uttanborgaður

á kolsvørtum hesti.

 

80 Tíðrikur hvarv úr sessi burt,

fáir finnast slíkir,

hann kom aftur uttanborgaður

í flogdreka líki.

 

81 Eitur spýði tann fúli dreki

yvir Hegna brynju,

hann varð ei við váknum vigin,

derfor læt hann synja.

 

82 Eitur spýði tann fúli dreki

yvir Hegna herðar,

hann varð ei við váknum vigin.

derfor læt hann vera.

 

83 Svaraði Hegnir Júkason:

“Nú berjist eg ikki longur.”

Eitur gekk at hjartanum,

tá følnaði nýtur drongur.

 

84 Tungt er tað í verðini,

so tung tann sorgin beið,

eitrið lá í hvørjum seymi,

so fast í hjarta sveið.

 

85 “Eg havi einki sár á mær,

sjálvur má eg tað tiggja,

læna mær eina jalsdóttur

í nátt á armi liggja!

 

86 Eg havi einki sár á mær,

sjálvur má eg tað trá,

lænið mær eina jalsdóttur

at liggja hjá.”

 

87 Svaraði Guðrun systir hans,

hon rekur á hann háð:

“Lænið honum svinna jalsdóttur

at sova armi á!”

 

88 Teir fingu honum eina jalsdóttur

at sova armi á,

hann gat við henni ungan son,

ið søgur ganga frá.

 

89 “Vit eiga okkum ein ungan son.

Guðrun vil hann pína,

tak tú hennara onkarbarn,

legg í vøggu tína!

 

90 Vit eiga okkum ein ungan son,

Guðrun vil honum sút,

ver tú teg í øllum klók,

tú gakk teg seinni út.

 

91 Tak tú hetta rúnarkelvi,

ger tað ei at loyna,

fá tú tínum unga soni,

tá hann kann at goyma!

 

92 Tak tú hetta rúnarkelvi,

bint um tínar lindar,

tað kann læsa lásir upp

og allar sútir rinda.

 

93 Vit eiga okkum ein ungan son,

Hegna skalt tú kalla,

eg gevi honum tað góða svørð,

mín faðir søkti úr fjalli.”

 

94 Árla var um morgunin,

roðar fyri sól,

upp stóð unga jalsdóttir,

men Hegnir lívið lót.

 

95 Ikki kostaði jalsdóttir

minni til enn tá,

børurnar av reyðargulli

læt hon honum slá.

 

96 Børurnar av reyðargulli

læt hon honum gera,

korsið av tað skæra silvur

merkið við at bera.

 

97 Eystan til undir kirkjuni

dreingir eyka skara:

dimmur er hesin dagur í dag

niður í mold at fara.

 

[Innihaldsliga koma nú tey ørindi, sum í øðrum uppskriftum eru “Aldrias táttur” (Annar Høgna táttur)]

 

98 Frúgvin læt seg við barni ganga

níggju mánar sínar,

til at hennara stundum leið,

hon føddi ein svein so fínan.

 

99 Frúgvin læt seg við barni ganga

níggju mánar taldar,

til at hennara stundum leið,

hon føddi ein svein so baldan.

 

100 Tað er enn, sum oftum var,

duld er døpul mein,

frúgvin er gingin í høgaloft,

hon føðir ein ungan svein.

 

101 Sveipar hon hann í klæði rein,

tá hann kom í heim,

Hegnir bað hon kalla

tann gæviliga svein.

 

102 Barnið varð borið frá kirkju heim

aftur for móður sín,

meiri læt hon røkta tað

enn alt sítt gull í skrín.

 

103 Sótu tær inni mánað,

sótu tær inni tvá:

“Hoyr tú, unga jalsdóttir,

tú skalt her fyrst út gá.”

 

104 Svaraði unga jalsdóttir:

“Tað skal eg nú valda,

tú bert hægri krúnuna,

tú skalt fyrst út ganga.”

 

105 Hon átti sær ein ungan son,

Guðrun vildi hann pína,

hon tók hennara unga son

og legði í vøggu sína.

 

106 Hon átti sær ein ungan son,

Guðrun vildi honum sút,

hon var seg í øllum klók,

hon gekk tá síðri út.

 

107 Tað var Guðrun Júkadóttir,

elvdi sær meiri harm,

tað varð mær av sonnum sagt,

hon drap sítt egið barn.

 

108 Hann veks upp í ríkinum,

Gud gav honum vekst,

meira veks hann í ein mánað

enn onnur børn í seks.

 

109 Hann veks upp í ríkinum

undir reyðum skildri,

lærdi allar listir tær,

ið meistar kjósa vildi.

 

110 Hann var seg á leikvølli

burt blant aðrar sveinar,

hvønn tann tíð teir vreiðir vóru,

stóð teim stríð á meini.

 

111 Hann var seg á leikvølli

burt blant aðrar dreingir,

hvønn tann tíð teir vreiðir vóru,

stóð teim stríð á meingi.

 

112 Niður settust sveinarnir,

vreiðir ið teir vóru:

“Líkari var tín faðir at hevnt

enn berja os so stórum.”

 

113 Niður settust sveinarnir,

vreiðir vóru báðir:

“Líkari var tín faðir at hevnt,

enn berja os so sára.”

 

114 Hann kastaði svørð og herklæði,

hann lysti ei longur at leika,

so gekk hann for sína móður

við reyðar kinnar og bleikar.

 

115 “Hoyr tað, mín hin sæla móðir,

sig mær satt ífrá:

varð mín faðir við váknum vigin.

ella doyði hann á strá?”

 

116 “Eg kann ikki sannari

siga tær ífrá:

Artala kongur í Húnalandi,

ið tín faðir vá.

 

117 Artala kongur í Húnalandi,

ið tín faðir vá,

tað verður ikki, meðan tú livir,

tú sømdir av honum fár.”

 

118 Sveinin svarar síni móður,

alt tað sum hann kann:

“Ofta veks í ungum rakka

hvassar tenn í rann.”

 

119 Sveinin svarar síni móður,

alt tað sum hann kundi:

“Ofta veks í ungum rakka

hvassar tenn í munni.”

 

120 “Tak tú hetta rúnargull,

bint um tínar lindar,

tað kann læsa lásir upp

og allar sútir rinda.

 

121 Tak tú hetta rúnargull,

eg geri tað ei at loyna,

tak nú við, mín sæli son,

nú tú kanst at goyma!”

 

122 Svaraði unga jalsdóttir,

tungu bar hon so snjalla:

“Her hevur tú tað búgvið svørð,

tín faðir søkti úr fjalli.

 

123 Eg gevi tær bæði gull og silvur,

mangar ringar reyðar,

tak nú við, mín sæli son,

hevn so væl hans deyða!”

 

124 Hann var ungur á aldrinum,

hann skuldi ljósið skara,

brendi seg gjøgnum fótarblaðið,

hann tók seg ikki vara.

 

125 Hann var ungur á aldrinum,

hann skuldi skara ljós,

brendi seg gjøgnum fótarblaðið

niður í hallargólv.

 

126 Tí svaraði Artala kongur,

rymur í brósti rennur:

“Hvat teinkir tú, svein, so djúpt,

tú gáar ei, at tú brennur?”

 

127 “Tað teinki eg, Artala kongur,

tú hevur nógvan eyð,

man tað verða á tíni ævi,

tú tiggur vatn og breyð.”

 

128 “Bæði havi eg gull og silvur,

hartil nógvan eyð,

tað verður ei á míni ævi,

eg tiggi vatn og breyð.”

 

129 Árla var um morgunin,

sólin skín so víða:

“Vilt tú nakað, Artala kongur,

í dag á skógvin ríða?”

 

130 Tað var reystur Artala kongur.

svarar so frá sær:

“Gjarna vil eg, Hegnir ungi,

at eg fylgi tær.”

 

131 So riðu teir fyrsta dag,

myrkt var teim fyri eygum,

funnu upp á gullhúsið tað,

ið lagt var við bondum beygum.

 

132 Tí svaraði Artala kongur:

“Tað skal eg nú valda,

hoyr nú tað, tú Hegnir ungi,

tú skalt her fyrst inn ganga!”

 

133 Tá svaraði Hegnir ungi:

“Tað skal eg nú valda,

tú bert hægri krúnuna,

tú skalt her fyrst inn gá!”

 

134 Tað var reystur Artala kongur,

inn í hellið sá,

Hegnir smelti hurð í lás,

og síðan snúðist hann frá.

 

135 Hegnir smelti hurð í lás,

hann snúðist úr kongins veldi,

hann kom ikki á beygagátt

fyrr enn triðja dag at kvøldi.

 

136 “Hoyr tú, reystur Artala kongur,

tú hevur nógvan eyð,

man tað verða á tíni ævi,

tú tiggur vatn og breyð.”

 

137 “Bæði havi eg gull og silvur,

hartil nógvan eyð,

gjarna vil eg, Hegnir ungi,

tiggja vatn og breyð.

 

138 Bæði havi eg gull og silvur,

hartil góðs og garðar,

gjarna tiggi eg vatn og breyð,

um enn tað verri væri.”

 

139 Hegnir smelti hurð í lás,

síðan snúðist hann frá,

hann kom ikki á beygagátt,

fyrr enn kongurin skarpur lá.

 

CCF 1Ba III

TSB E 100

TSB E 38

 

Handrit: J. Klemmensen: Sandoyarbók DFS 68, No. 11,

 

Útgávur: 

1. R. Long: Sandoyarbók I, s. 101.

2. Føroya kvæði (Chr. Matras greiddi til útgávu, 1951) Band  I, s. 50.

3. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 1998) 1. bind, s. 158

 

Heimild: Sandoyarbók, 1821. Eftir Daniel Joensen, Skúvoy.

 

E 38 Høgna táttur 2/Aldrias táttur (Høgni revenges his father’s death by killing his foster-father Artala)

Helvík føðir sonin Høgna, og um somu tíð fær Guðrun son, sum hon rópar Svein. Helvík skiftir teir báðar dreingirnar um, og Guðrun drepur dreingin, sum hon heldur Helvík eiga.

Høgni lítli veksur upp við navninum Svein. Ein dagin gevur Helvík honum svørðið hjá pápa hansara og ein gandalut, sum læsir allar dyr. Hon biður hann hevna deyða faðirs hansara við at beina fyri Artala, manni Guðrunar.

Tá ið hann er tilkomin, lokkar hann Artala inn í kongsins skattkamar, læsir hurðina og letur hann svølta í hel. Síðani tekur Høgni gullið, vitjar mammu sína og fer síðani til kongin í Danmark.

á føroyskum: CCF 1 A: IV, Ba: III ør. 98-139, Bb: IV, C ør. 347-395, D: IV, E: III ør. 212-247, G ør. 368-421, H: [III] ør. 214-254 (bert á føroyskum). Triði og fjórði táttur av Sjúrðarkvæðunum.

E 55 Høgna táttur 1 (Gudrun gets revenge for Sigurd’s death by killing her brothers)

Guðrun verður gift við Artala kongi. Hon vil hava hevnd yvir deyða Sjúrðar og býður brøðrum sínum í veitslu. Mamma teirra, Grimhild, ávarar teir, og somuleiðis eitt fólk, teir hitta á vegnum, men teir lurta ikki eftir.

Teir koma vegin fram og verða bodnir til borðs hjá systrini. Hon hevur koyrt eitur í drykkir teirra, men Høgni varnast tað. Guðrun lokkar sonin at sláa Høgna undir vangan, og Høgni fer á føtur og drepur dreingin. Guðrun eggjar Artala til at drepa brøður sínar, hon nýtir gand, og alllir verða dripnir uttan Høgni. Ein stríðsmaður umskapar seg til ein dreka og goysir eitur á Høgna, sum kennir á sær, at hann er um at doyggja.

Hann biður dóttur ein jall, Helvík, sova hjá sær, áður enn hann doyr. Hann sigur henni, at hon fer at eiga son. Hon má geva honum Høgna navn, og hann fer at hevna deyða faðirs sín.

á føroyskum: CCF 1 A: III, Ba: III ør. 1-97, Bb: III, C ør. 255-346, D: III, E: III ør. 1-211, G ør. 271-367, H: [III] ør. 1-213 (bert á føroyskum). Triði táttur av ”Sjúrðarkvæðum”.

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019