• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Høgna táttur

 

CCF 1Bb III

TSB E  55

 

1 Artala kongur í Húnalandi,

brýtur av bragdartátti,

festi frúnna Guðrunu,

ið Sjúrður frægi átti.

 

2 Artala kongur í Húnalandi

vekur upp dreingir snarar:

“Nú skal eg festa Guðrunu,

vit ríða í Júkagarðar.”

 

3 Artala kongur í Húnalandi

ríður fram yvir skóg,

úti Guðrun Júkadóttir

fyri honum stóð.

 

4 “Statt væl, Guðrun Júkadóttir,

tú hitt væna sprund,

nú skínur sól á heiðin land

gjøgnum grøna lund.”

 

5 Artala kongur í hallina gongur,

sigst í bragdartátti,

festi frúgv og førdi heim,

sum Sjúrður í forðum átti.

 

6 Guðrun var leingi í Húnalandi,

kinn ber hon so reyðan,

nú legði hon ráðini

at hevna Sjúrðar deyða.

 

7 Artala kongur í Húnalandi

blandar mjøð og vín,

býður øllum Júkagørpum

at drekka heim til sín.

 

8 Guðrun býður brøðrum sínum,

letur ikki seinka,

sterkar hurðar fyri hallini,

fast við jarni leinkja.

 

9 Guðrun gongur út og inn,

letur blanda vín,

Hegnir og Gunnar og allar brøður

letur hon bjóða til sín.

 

10 Hegnir gekk í hallina inn,

heldur á búnum brandi:

“Nú lystir meg á Húnaland

at drekka tann mjøð í blandi.”

 

11 Grimhild so til orða tekur,

tykir í tí táttur:

“Um tú fert á Húnaland,

ikki kemur tú aftur.”

 

12 Hegnir stendur fyri breiða borði,

tungan mælir snimma:

“Tó skal eg á Húnaland,

sigur av kappum vinna.”

 

13 Grimhild so til orða tekur,

tykir í tí mein:

“Um tit fara á Húnaland,

eingin kemur heim.”

 

14 Hegnir stendur á hallargólvi,

klæddist í brynju blá:

“Tó skal eg á Húnaland,

tað standist hvat av ið má.”

 

15 “Meðan tú fert á Húnaland,

lat tú tað so gera:

Gislir og hann Bjarnir ungi

teir skulu heima vera.

 

 

16 Meðan tú fert á Húnaland

at drekka mjøð og vín,

Gislir og Bjarnir verða eftir

báðir hjá móður síni.”

 

17 Gislir og hann Bjarnir,

Júkungarnir báðir,

fara sær á Húnaland

móti móðurs ráðum.

 

18 Gislir og hann Bjarnir ungi

goymdu ei móðurs orð,

fóru sær á Húnaland,

fátt man feigum forða.

 

19 Upp steig Grimhild drotningin,

hin svinna og hin sæla:

“Kvittar tú á Húnaland,

lat meg fylgja tær!”

 

20 “Eg kann ei síggja, mín sæla móðir,

at tíni eygun gráta,

báran brýtur á blómin tín,

tað kann eg ei sjá.”

 

21 Svaraði Grimhild drotningin

fyrsta orðið tá:

“Tak tú hetta rúnarkelv,

passa væl uppá.

 

22 Tak tú hetta rúnarbelti,

bint um tínar lendar,

tað kann øllum lásum læsa,

allar sútir rinda.”

 

23 Tað var Hegnir Júkason,

ríður út við strand,

møtti honum ein sævarkvinna

á tann hvíta sand.

 

24 “Hoyr tú indi, sævarkvinna,

sig mær dømin mein,

kvitti eg á Húnaland,

komi eg heilur heim?”

 

25 “Hoyr tú, Hegnir Júkason,

eg sigi tær dømin mein,

um tú fert á Húnaland,

ikki kemur tú heim.”

 

26 Tað var Hegnir Júkason,

sínum svørði brá,

hann hjó hesa sævarkvinnu

sundur í lutir tvá.

 

27 Tekur hann hennara blóðiga høvur,

kastar út á sund,

kroppurin fylgdi eftir,

tey sukku bæði til grund.

 

28 Tað var Hegnir Júkason,

ríður út við strand,

møtti hann einum sævarmanni

á tann hvíta sand.

 

29 “Hoyr tað inda, sævarmaður,

sig mær í tí satt,

fari eg á Húnaland,

komi eg heilur aftur?”

 

30 “Hoyr tað, Hegnir Júkason,

tað man eg siga satt,

fert tú tær á Húnaland,

um tað kemur tú aftur.”

 

31 Hann læt knør av lunni draga

oman úr tøttum neysti,

tá stóð fast í kjalarborðum,

fram leyp knørur reysti.

 

32 Hegnir læt av lunni draga

eina glæstriskeið,

skipini hildu í havið út,

fálkurin vísti leið.

 

33 Hegnir vindur segl í rá,

býður seg til at fara,

grátandi vendi Grimhild drotning

aftur í Júkagarðar.

 

34 Tá græt Grimhild drotningin,

tað hitt væna vív:

“Far væl, Hegnir sonur mín,

eg síggi teg ei í lívi.”

 

35 Grimhild fyri munni mælir,

Hegnir er á ferð:

“Eg kenni væl Guðruna dóttur mína.

er ónd í ráðagerð.”

 

36 Vant hann upp síni silkisegl,

gull við vovin rand,

strykar ei á bunkan niður

fyrr enn við Húnaland.

 

37 Kasta sínum akkerum

á so hvítan sand,

fyrst steig Hegnir Júkason

sínum fótum á land.

 

38 Fyrst steig Hegnir Júkason

sínum fótum á land,

Gislar og Bjarnir og Gunnar kongur

undir hans hvørji hand.

 

39 Gingu teir frá strondum niðan.

so er greint fyri mær,

síðan allir Júkagarpar

niðan í grasagarð.

 

40 Uppi í miðjum grasagarði

teir klæddust í brynju dýra,

gingu so í høgar borgir

Júkagarpar fýra.

 

41 Tað var Hegnir Júkason,

inn um dyrnar steig,

hann sá tað á Guðrunu,

at ilt undir brúnum beið.

 

42 Tað var Hegnir Júkason,

hann inn um dyrnar hyggur,

hann sær tað á Guðrunu,

at ilt undir brúnum byggir.

 

43 “Ver vælkomin, Gunnar og Hegnir,”

tað vóru frúnnar orð.

“Kastið nú vákn og herklæði,

stígum yvir borð.”

 

44 Guðrun so til orða tekur:

“Vit eru nú her eina,

fáið mær bæði skjold og svørð

øllum tykkum at goyma.”

 

45 Tí svaraði Gunnar kongur:

“Fáan veit eg mín maka,

sjálvur skal eg mínum váknum goyma,

tað man einki saka.”

 

46 Tí svaraði Hegnir sterki,

gerst so nýtur drongur:

“Sjálvur skal eg mínum váknum goyma

at vita, hvussu gongur.”

 

47 Guðrun so til orða tekur,

tungu bar hon snjalla:

“Minnist tú nakað til Sjúrða unga,

tú førdi heim til hallar?”

 

48 Guðrun so til orða tekur,

ber um hjarta trá:

“Enn var Sjúrður frægari,

í gullsaðili lá.”

 

49 Hegnir mælir fyri sær,

lítur á ringar sínar:

“Ei er blítt á brúnarskoru,

minnist á Sjúrðar lík.”

 

50 Guðrun kemur inn árla morgun,

ilt er skap at eggja,

borð stóð breitt við silkidúk,

og bjór fyri reystar seggjar.

 

51 Kongurin klappar sær á knæ,

leikir ganga á,

Hegnir og Gunnar og allar brøður

setir hann sær íhjá.

 

52 Drukku teir í Húnalandi,

fagurt er á at líta,

Artala kongur í Húnalandi

sparir ei mjøðin hvíta.

 

53 Drukku teir í Húnalandi

bæði við gleði og gleim,

illa líkar Guðrunu,

at einki nertur teim.

 

54 Drekka teir í Húnalandi

bæði við gleði og gaman,

illa líkar Guðrunu,

at eingin nertur saman.

 

55 Guðrun lokkar sín unga svein

við alskyns mekt og mæti:

“Eg skal geva tær gull og fæ,

stillar tú Hegna kæti.”

 

56 Guðrun lokkar sín unga son,

í duldum hon hann bað,

hann gekk sær at borðinum,

sum Hegnir fyri sat.

 

57 Guðrun lokkar sín unga son,

í duldum hon hann dró,

hann hevði upp sína høgru hond,

Hegnir á nasar sló.

 

58 Sveinur var ungur av aldrinum,

hann taldist tað hon bað,

hann gekk aftur at borðinum,

sum Hegnir fyri sat.

 

59 Hann gekk aftur at borðinum,

Hegnir á nasar sló,

voldi tað Guðrun Júkadóttir,

droyrin varð óró.

 

60 Hegnir rann tað heita blóð

bæði úr nasum og munni,

kappin varð so illa við,

hann ikki við slíkt kundi.

 

61 Tað var Hegnir Júkason,

vreiður borðum skeyt,

allur tann hin brúni mjøður

á hallargólvi fleyt.

 

62 Tað var Hegnir Júkason,

vreiður sprakk borðum frá,

allur tann hin brúni mjøður

á hallargólvi lá.

 

63 Hegnir sprakk um borðið fram,

vreiður hann sær vendi,

snarliga reiddi hann mækan til,

gjøgnum sveinin rendi.

 

64 Tað var Hegnir Júkason,

sínum svørði brá,

hann kleyv Guðrunar unga son

sundur í lutir tvá.

 

65 Svaraði Hegnir Júkason,

alt fyriuttan ekka:

“Ikki skal eg av Húnamonnum

fyrstur undan røkka,”

 

66 Tað er Hegnir Júkason,

letur upp hjálmin góð:

“Áðrenn dagur at kvøldi er,

drekka vit vín og blóð.

 

67 Eg fái ikki í Húnalandi

drukkið tann mjøð í blandi,

ótøkk havi tann móðirin,

ið so sín sonin vandi.”

 

68 Guðrun gongur fyri Artala kong,

sigur honum frá:

“Deyður er okkara ungi sonur,

helst av Hegna ráð.

 

69 Eg man ei í Húnalandi

longur við tær stýra,

um enn tú ongar sømdir tekur

eftir tann dreingin dýra.”

 

70 “Hoyr tað, mín hin veldiga søta,

eg vil tað ikki trúgva,

at tú vildi tínum brøðrum

svik til handar snúgva.

 

71 Tá ið teir vógu Sjúrða svein,

Guðrun søtan mín,

tá var Gislir og Bjarnir børn

heima hjá móður síni.

 

72 Hegnir og hann Gunnar kongur

vógu Sjúrða við list,

tá var Gislir lítið barn,

lá við sín móðurs bróst.

 

73 Hoyr tað, mín hin veldiga søta,

legg sjálv til tess ráð,

hvussu vit skulu Hegnir sterka

burt av lívi fá!”

 

74 “Taka skal tríggjar aldirshúðir,

rýða í manna blóði,

Hegnir og Gunnar skulu yvir leypa

fast av miklum móði.”

 

75 Guðrun stendur fyri breiða borði,

mælir um tann vanda:

“Nú skulu tit, Júkagarpar,

á aldirshúðir ganga.”

 

76 Upp steig Hegnir Júkason,

tungu bar hann so snjalla,

talar yvir breiða borð

fyri teir brøður allar.

 

77 Upp steig Hegnir Júkason,

blandað hevði vín:

“Gislir og Bjarnir fara aftur

báðir til móður sína.”

 

78 Upp steig Hegnir Júkason,

letur so orðum svara:

“Gislir og Bjarnir fara báðir

aftur í Júkagarðar.”

 

79 Guðrun stendur fyri breiða borði,

mælir um tann vanda:

“Gislir og hann Bjarnir ungi

báðir skulu ganga.”

 

80 Gislir og hann Bjarnir ungi

mundu á húðir ganga,

allir sóu teir niður falla,

eingin sá teir upp standa.

 

81 Gunnars hestur leyp yvir tá,

eykast meiri vandi,

allir sóu niður falla,

eingin sá hann upp standa.

 

82 Betri var í Júkagørðum

drekka mjøð í blandi,

enn at ganga á aldirshúðir

og standa í stórum vanda.

 

83 Hegnir leyp yvir húðirnar,

yvir húðir allar,

so steig hann á foldina fast,

eingin sá hann falla.

 

84 Hegnir leyp yvir húðirnar,

hann var ei deyðan verð,

hann kom niður standandi,

hann studdist við skjøld og svørð.

 

85 Tað var Hegnir Júkason,

hann ræð yvir húðir støkka:

“Eg man ei í Húnalandi

fyrstur undan røkka.”

 

86 Guðrun kemur út árla morgun,

grimt var henni í huga,

heilan sær hon Hegnir standa,

ei mundu ráðini duga.

 

87 Hegnir stendur í grasagarði,

bindur upp hjálmin sín:

“Áðrenn dagur at kvøldi kemur

drekka vit blóð og vín.”

 

88 Árla var um morgunin,

roðar fyri sól,

tá hevði reysti Artala kongur

brynjað út hundrað tólv.

 

89 Árla var um morgunin,

sólin skein á grótið,

tað var Hegnir Júkason,

hann reið teim øllum ímóti.

 

90 Út reið Hegni Júkason

eina morguntíð,

feldi niður tólv hundrað

glaður í grønari líð.

 

91 Vigið fekk hann Húnamenn

við svørð og bitrar eggjar,

tað var Hegnir Júkason,

hann hopar til hallarveggjar.

 

92 Guðrun kemur út árla morgun,

sól tók fagurt at branda,

heilan sær hon bróður sín

á leikvøllum standa.

 

93 Guðrun so til orða tekur,

sólin brá so víða:

“Hoyr tað, Hegnir bróðir mín,

tú skalt á skógvin ríða.

 

94 Tú skalt ríða á skógvin burtur,

eystur um Lindará,

har skalt tú tey undur síggja,

tú í forðum vá.”

 

95 Árla var um morgunin,

sólin fagurt rann,

tað var Hegnir Júkason,

hann reið á skógvin fram.

 

96 Hegnir ríður á skógvin fram,

eystur um Lindará,

har mundi hann tey undur síggja,

hann í forðum vá.

 

97 Har sá hann tann stóra hest

leypa sær á grunnum,

voldi tað Guðrun Júkadóttir,

ið illgerningar kundi.

 

98 Hegni ríður á grønum vølli,

víða um seg sá,

mikið var tá Sjúrðar lík,

í gullsaðlinum lá.

 

99 Tungan tekur at tala,

letur so orðum víkja:

“Illa gjørði tú, Hegnir, tað,

tú vart við meg at svíkja.

 

100 Mær unti Brynhild Buðladóttir,

tað hitt væna vív,

mær unti Guðrun Júkadóttir,

harfyri læt eg lív.

 

101 Tað var Brynhild Buðladóttir,

sprakk eftir mín deyð,

skifti Guðrunu gull og fæ

og mangar ringar reyðar.

 

102 Hoyr tú, Hegnir Júkason,

ríð til hallar heim,

eg fari mær á heiðin skógv,

so tung eru míni mein.”

 

103 Guðrun kemur út árla morgun,

sólin brandar so víða,

sær hon Hegnir Júkason

aftur av skógnum ríða.

 

104 Árla var um morgunin,

roðar fyri sól,

tá hevði Guðrun Júkadóttir

brynjað út hundrað tólv.

 

105 Hegnir ríður í bardøgum,

hetta man lítið bata,

tað, ið hann um dagar drepur,

lívgar hon upp um nætur.

 

106 Hegnir ríður í bardøgum,

tað yppast ein illur siður:

“Nú leiðist mær í Húnalandi

at høgga teir trælir niður.”

 

107 Tað var Guðrun Júkadóttir,

heitir á sveinin sín:

“Far eftir Langadiga,

bið hann koma til mín.”

 

108 “Hoyr tað, Langadiga,

tú ert kempan sterk,

hevði tú Hegnir av lívi tikið,

tað var eitt roysnisverk.

 

109 Hoyr tað, Langadiga,

fullvæl eg tær troysti,

hevði tú Hegnir av lívi tikið,

tað var eitt dreingjaroysni.”

 

110 “Hoyr tað, Guðrun Júkadóttir,

hví eykar tú mær tann kvíða,

eg kann ei Hegnir av lívi taka,

sum einki svørð kann á bíta.”

 

111 Tað var Langadiga,

reið tó Hegnir ímót,

tað var mær av sonnum sagt,

hann hevði hans høvur á spjót.

 

112 Tað er Guðrun Júkadóttir,

talar til smásvein sín:

“Far eftir Tíðriki Tatlarasyni,

bið hann koma til mín.

 

113 Og so skalt tú siga honum

sanniliga frá,

deyður er okkara ungi sonur,

helst av Hegna ráð.”

 

114 Tað var Guðrun Júkadóttir,

blandar mjøð og vín,

býður so Tíðriki Tatlarasyni

heim í høll til sín.

 

115 “Ver vælkomin, Tíðrikur Tatlarason.

fullvæl eg tær troysti,

hevði tú Hegnir av lívi tikið,

tað var eitt dreingjaroysni.”

 

116 “Hoyr tað, Guðrun Júkadóttir,

eyka mær ei tann vanda,

hvussu skal eg mót Hegna stríða,

einki svørð kann granda?”

 

117 “Hoyr tú, Tíðrikur Tatlarason,

tú ert ein kempa sterk,

hevði tú Hegnir av lívi tikið,

tað var eitt avreksverk.”

 

118 “Tað er ikki ein ella tveir

staddur í tí verki,

eingin møtir honum á jørð,

deyður er Sjúrður sterki.”

 

119 Tíðrikur upp frá borði stígur,

hann tekur um brandin svarta:

“Eg vinni einki av Hegniri.”

Tá gránaði drotning bjarta.

 

120 “Hoyr tað, Tíðrikur Tatlarason.”

brúður mælir av kvíðu,

eg gevi tær bæði gull og fæ.

vilt tú mót Hegna ríða.”

 

121 Upp steig Tíðrikur Tatlarason,

hann heldur á dragið svørð:

“Flúgva skal eg í loftið fram

og vita, hvussu fer.”

 

122 Tíðrikur hvarv úr sessi burtur,

hann er maðurin versti,

hann kom aftur uttan hallar

á kolsvørtum hesti.

 

123 Tíðrikur hvarv úr sessi burtur,

fáir finnast slíkir,

hann kom aftur uttan hallar

í flogdreka líki.

 

124 Hegnir ríður á grønum vølli

tað harða stál at klúgva,

sær hann Tíðrik Tatlarason

í loftið fram at flúgva.

 

125 Hegnir tók sítt góða svørð,

skjýtur tað lið av hendi,

hann vendi sítt svørð í loftið fram,

gjøgnum Tíðrik rendi.

 

126 Tá hann eftir jørðini fór,

var hann sum sótið svarta,

hann hevði mongum manni banað,

nú stóð oddur í hjarta.

 

127 Eitur spýði tann fúli dreki

yvir Hegna bringu,

hann varð ei við váknum vigin,

harfyri læt hann synja.

 

128 Tungt er tað í heiminum

stórar sorgir at bíða,

eitur bar hann í brynju síni,

so fast í hjarta man svíða.

 

129 Hegnir so til orða tekur:

“Nú berjist eg ikki longur,

eitur gongur at hjartanum.”

Tá følnaði nýtur drongur.

 

130 Falnir eru Júkagarpar

við svørð og bitrar eggjar,

tá hopaði frægi av Júkagørpum

fast til hallarveggja.

 

131 Hegnir hopaði at hallarveggi,

brandin yvir seg bar,

Guðrun stendur í grasagarði

hon tennur saman skar.

 

132 “Hoyr tað, Guðrun systir mín,

tað skalt tú mær lova,

læna mær Helvík jalsins dóttur

í nátt á armi at sova!

 

133 Ikki havi eg fingið sár,

grið vil eg ikki tiggja,

læna mær eina jalsdóttur

í nátt á armi at liggja!”

 

134 Guðrun fyri munni mælir,

kinn ber hon so reyðan:

“Fáa skalt tú jalsins dóttur,

tú gongur nú snart til deyða.”

 

135 “Tú manst ognast ungan son,

Aldrias skalt tú kalla,

eg gevi honum tað góða svørð.

mín faðir søkti úr fjalli.

 

136 Hoyr tú, Helvík jalsins dóttir,

hvat eg sigi til tín,

sí so til um nakra tíð,

hann hevnir faðir sín.

 

137 Hoyr tú, Helvík jalsins dóttir,

eg sigi tey orðin hátt,

nú hevur kongurin sveinbarn gitið

á hesi somu nátt.

 

138 Tú manst ognast ungan son,

Guðrun vil hann pína,

tak tú hennara unga son

og legg í vøggu tína!

 

139 Hoyr tú, Helvík jalsins dóttir,

brúka nakra list,

lat mína systur Guðruna

um dyrnar ganga fyrst!

 

140 Hoyr tað, Helvík jalsins dóttir,

eg sigi tær satt ífrá:

tá ið svein er tólv vetrir,

tú gakk fyri Lindará!

 

141 Hoyr tað, mín hin veldiga søta,

eg telji tey orð til tín,

tá ið svein er tólv vetrir,

kennir hann móður sína.

 

142 Tak tú hetta rúnarbelti,

bint um tínar lendar,

tað kann øllum lásum læsa,

allar sútir rinda.”

 

143 Svaraði Hegnir Júkason:

“Nú verður ikki longur,

eitur gongur at hjartanum.”

Tá følnaði nýtur drongur.

 

144 Hegnir leyt tá lata lív,

búðu um hann sum dreyg,

vældu nú um so virðiliga,

løgdu nú lík í heyg.

 

145 Helvík leyt tá síggja á,

Hegnir mundi doya,

síðan gróv hon tann dreyg í heyg.

sum dreingir dalir hoya.

 

CCF 1Bb III

TSB E  55

 

Handrit: N. Nolsøe's Collection. FLB F IV vol. II, No. 87.

 

Útgávur: 

1. Føroya kvæði (Chr. Matras greiddi til útgávu, 1951) Band  I, s. 76.

2. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 1998) 1. bind, s. 224

 

Heimild: Kvæðasavnið hjá N. Nolsøe, 1840

 

E 55 Høgna táttur 1 (Gudrun gets revenge for Sigurd’s death by killing her brothers)

Guðrun verður gift við Artala kongi. Hon vil hava hevnd yvir deyða Sjúrðar og býður brøðrum sínum í veitslu. Mamma teirra, Grimhild, ávarar teir, og somuleiðis eitt fólk, teir hitta á vegnum, men teir lurta ikki eftir.

Teir koma vegin fram og verða bodnir til borðs hjá systrini. Hon hevur koyrt eitur í drykkir teirra, men Høgni varnast tað. Guðrun lokkar sonin at sláa Høgna undir vangan, og Høgni fer á føtur og drepur dreingin. Guðrun eggjar Artala til at drepa brøður sínar, hon nýtir gand, og alllir verða dripnir uttan Høgni. Ein stríðsmaður umskapar seg til ein dreka og goysir eitur á Høgna, sum kennir á sær, at hann er um at doyggja.

Hann biður dóttur ein jall, Helvík, sova hjá sær, áður enn hann doyr. Hann sigur henni, at hon fer at eiga son. Hon má geva honum Høgna navn, og hann fer at hevna deyða faðirs sín.

á føroyskum: CCF 1 A: III, Ba: III ør. 1-97, Bb: III, C ør. 255-346, D: III, E: III ør. 1-211, G ør. 271-367, H: [III] ør. 1-213 (bert á føroyskum). Triði táttur av ”Sjúrðarkvæðum”.

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019