• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Høgna táttur

 

CCF 1G [III]

TSB E 55

 

271 Artala kongur í Húnalondum,

sum sigst í bragdartátti,

festi frúnna Guðruna,

ið Sjúrður átti.

 

272 Artala kongur í Húnalondum

blandar mjøð og vín,

býður hann øllum Júkabrøðrum

heim at drekka til sín.

 

273 Artala kongur í Húnalandi

kátan mjøðin blandar,

býður hann øllum Júkabrøðrum,

teim stendur í stórum vanda.

 

274 Guðrun læt bjóða sínum brøðrum,

letur tá ikki gloyma,

setir fyri hallardyr,

fast við jarni soyma.

 

275 Guðrun læt bjóða sínum brøðrum,

letur tá ikki seinka,

setir fyri hallardyr,

fast við jarnaleinkjur.

 

276 Til svaraði Høgni Júkason,

heldur gleði og gleim:

“Ríða vit í Húnalondin,

eingin kemur heim.”

 

277 Svaraði Høgni Júkason,

so sigst í bragdartátti:

“Ríða vit í Húnalondin,

eingin kemur aftur.”

 

278 Tað var reysti Gunnar kongur,

tekur til orða svá:

“Vit skulu ríða í Húnalondin,

tað stendur hvat av, ið má.”

 

279 Tóku vápn og herklæði

við sær brøður báðir,

ríða so í Húnalondin,

teim stendur í stóran váða.

 

280 Tað var Høgni Júkason,

kom har ríðandi í garð,

úti Guðrun Júkadóttir

fyri honum stóð.

 

281 Artala kongur í Húnalandi

blandar mjøð og vín,

úti stóð Guðrun Júkadóttir,

fagnar væl brøður sín.

 

282 Úti stóð Guðrun Júkadóttir

við hógv og hyggið orð:

“Tær kastið svørð og herklæði

og stígið inn fyri borð!”

 

283 Svaraði Høgni Júkason,

hann var betonktur drongur:

“Sjálvur skal eg míni vápn

goyma, hvøssu gongur.”

 

284 Svaraði reysti Gunnar kongur,

hann er dreingja maki:

“Sjálvur skal eg míni vápn goyma.

tað má einki saka.”

 

285 Tað var Høgni Júkason,

bindur upp hjálm sín góða:

“Áðrenn dagur at kvøldi kemur,

eg drekki vín í blóð.”

 

286 Drekka teir í Húnalandi

bæði úti og inni,

drekka mjøð og klára vín,

glaðir vóru í sinni.

 

287 Drekka teir í Húnalandi

bæði við gleði og gleim,

Guðrun hevur ringt í sinni,

einki merkja teir.

 

288 Drekka teir í Húnalandi

bæði við gleði og gaman,

illa dámdi Guðrunu,

tí teir líktust væl tilsaman.

 

289 Guðrun krevur sín unga son

bæði við flesk og mati:

“Eg vil geva tær gull og silvur,

fært tú ilt í Høgna káta.”

 

290 Sveinur var ungur á aldrinum,

hann gjørdi sum hon bað,

hann gekk seg at borðinum,

sum Høgni fyri var.

 

291 Hann gekk seg at borðinum

og Høgna á nasar sló,

voldi tað Guðrun Júkadóttir,

at teir ikki vóru í ró.

 

292 Tað var Høgni Júkason,

reiður sprakk borðinum frá,

mitt á miðjum hallargólvi

komst hann fótum á.

 

293 Tað var Høgni Júkason,

reiður frá borðinum vendi,

allur hansara brúni mjøður

á hallargólvi rendi.

 

294 Tað var Høgni Júkason,

reiður frá borðinum leyp,

allur hansara brúni mjøður

á hallargólvi fleyt.

 

295 Tað var Høgni Júkason,

sínum svørði brá,

hann kleyv Guðrunar unga son

sundur í lutir tvá.

 

296 “Her man eg í Húnalandi

drekka tann mjøð við vanda,

ótøkk havi mín móðurdóttir,

sum sín son upp vandi!

 

297 Eg man ei í Húnalandi

leingi fyri tær sæta,

dersum tú gert tær nakrar sømdir

eftir tín dreingin mæta.

 

298 Eg man ei í Húnalandi

leingi fyri tær stýra,

um enn tú gert tær nakrar sømdir

eftir drong tín dýra.”

 

299 Guðrun gongur fyri Artala kong,

sigur honum frá:

“Deyður er vár ungi sonur

helst av Høgna ráð.”

 

300 “Hoyr tað, mín hin veldiga søta,

ber ei um tað trá,

vit kunnu okkum á seinri stund

ein annan aftur fá.”

 

301 Eg skal ei í Húnalandi

leingi fyri tær gæta,

dersum tú gert ikki nakrar sømdir

eftir tann dreingin mæta.

 

302 Eg skal ei í Húnalandi

leingi fyri tær stýra,

dersum tú gert ikki nakrar sømdir

eftir tann dreingin dýra.”

 

303 “Hoyr tað, mín hin veldiga søta,

tað vil eg ikki trúgva,

at tú vilt tínum brøðrum

svik til handa snúgva.

 

304 Tá ið teir vógu Sjúrða svein,

tað voldu í stríði tínum,

tá var Gíslar lítið barn

heima hjá móður síni.”

 

305 Til svaraði Guðrun Júkadóttir,

hon ber tungu snjalla:

“Høgni og hann Jørnar ungi

báðir skulu gjalda.”

 

306 “Hoyr tað, mín hin veldiga søta,

legg mær tað til ráð,

hvøssu vit skulu hann Høgna sterka

av sínum døgum fá.”

 

307 “Taka skal tríggjar aldýrshúðir,

rýða í mannablóð,

Gunnar og Høgni skal yvir leypa

so fast av miklum móði.”

 

308 Tað var Høgni Júkason,

var staddur í stórari trongd,

feldi niður tólvhundrað,

ruddi fyri sær gongd.

 

309 Tað var Guðrun Júkadóttir,

voldi honum ta sút,

eftir bardist Gunnar kongur

av glasstovuborgini út.

 

310 Tað var reysti Gunnar kongur,

var staddur í stórari trongd,

hann kleyv hurðar úr seigum jarni,

loysir seg reysti fangi.

 

311 Gunnar hyggin sprakk tá fyrst,

tá elvaðist meiri vandi,

allir sóu hann niður falla,

eingin upp aftur standa.

 

312 Høgni sprakk yvir húðirnar,

hann var deyðan verd,

hann kom niður á grønan vøll,

studdi seg við sítt svørð.

 

313 Høgni stendur í grasagarði,

bindur upp hjálmar báðar:

“Heintið mær Gíslar og Benjar,

eg havi vinir fáar.”

 

314 Høgni stendur í grasagarði,

bindur upp hjálm við vreiði:

“Heintið mær Gíslar og Benjar,

eg havi ikki vinir fleiri.”

 

315 Guðrun kemur út árla morgun

av so vreiðum huga,

heilan sær hon Høgna standa,

ei hava ráðini dugað.

 

316 Hon gløir við eygum og glettir á tonn.

við kjaftinum mundi hon gapa,

gjarna vildi hon Høgna gloypt,

ei má tað henni bata.

 

317 Svaraði Høgni Júkason,

svør á síni trúgv:

“Hevði eg verið fiskur sum maður,

etin var eg núgv.”

 

318 Árla var um morgunin,

sólin roðar í fjøll,

tá hevði reysti Artala kongur

brynjað út hundrað øll.

 

319 Tá hevði reysti Artala kongur

brynjað út hundrað øll,

løgdu sínum bardøgum

beint fyri kongins hall.

 

320 Árla var um morgunin,

tað roðar fyri sól,

tá hevði reysti Artala kongur

brynjað út hundrað og tólv.

 

321 Tá hevði reysti Artala kongur

brynjað út hundrað og tólv,

tað var Høgni Júkason,

reið har eina ímót.

 

322 So reið Høgni Júkason

eina morgunstund,

feldi niður hundrað og tólv

glaður í grønari lund.

 

323 So reið Høgni Júkason

eina morguntíð,

feldi niður hundrað og tólv

glaður í grønari líð.

 

324 Tað var Gunnhild Júkans drotning,

heldur sær á gaman,

meiri ið hann høggur sundur,

meiri rennur saman.

 

325 Tað var Høgni Júkason,

tað gav hann væl gætur:

tað, sum hann høggur niður um dagin.

rúnar hon upp um nætur.

 

326 Tað var Høgni Júkason,

hann elvast og illur sigur:

“Leiðist mær í Húnalandi

at høgga hesar trælar niður.”

 

327 Tað var Guðrun Júkadóttir,

krevur smásvein sín:

“Gakk tú eftir Langageva,

bið hann koma til mín!”

 

328 Sveinur var fittur í fótunum,

og beinini kundu hann bera,

øll letur hon klæði hans

við liljur og rósur skera.

 

329 Sveinur var fittur í fótunum,

og beinini hann bar

hagar upp til landanna,

sum Langageva var.

 

330 Tað var Guðrunar unga svein,

kom í garð so móð,

úti reysti Langageva

fyri honum stóð.

 

331 “Vælkomin, Guðrunar unga son,

higar heim til mín,

drekk nú, hvat tær betur dámar,

mjøðin ella vín!”

 

332 “Lítið er mær um mjøðin tín,

hvaðna minni um vín,

tað er Guðrun Júkadóttir,

biður teg koma til sín.

 

333 Hoyr tú, reysti Langageva,

hvat eg sigi tær frá:

deyður er hennar ungi sonur

helst av Høgna ráð.”

 

334 Tað var reysti Langageva,

heim í garðin fór,

tað var Høgni Júkason,

fyri honum stóð.

 

335 Bardust tógva dagar fyrst,

hvørgin sigur fekk,

inntil tann hin triðja,

sólin niður gekk.

 

336 Bardust fullar tógva dagar,

hvørgin sigur vann,

inntil tann hin triðja,

tá ið sólin niður rann.

 

337 Inntil dagin triðja,

sólin niður rann,

tá fall reysti Langageva,

tann hin raski mann.

 

338 Tað var Høgni Júkason,

sínum svørði brá,

hann kleyv reysta Langageva

sundur í lutir tvá.

 

339 Tað var Guðrun Júkadóttir,

krevur smásvein sín:

“Gakk eftir Tíðrik Tatmarsson,

bið hann koma til mín!”

 

340 Sveinur var fittur í fótunum,

og beinini skuldu hann bera,

øll letur hon klæði hans

við rósur og liljur skera.

 

341 Sveinur var fittur í fótinum,

og beinini hann bar

hagar upp til landanna,

sum Tíðrikur var.

 

342 Tað var Guðrunar unga son,

kom í garð so móð,

úti Tíðrik Tatmarsson

fyri honum stóð.

 

343 “Vælkomin, Guðrunar unga son

higar heim til mín,

drekk nú hvat tær betur dámar,

mjøðin ella vín!”

 

344 “Lítið er mær um mjøðin tín,

hvaðna minni um vín,

tað er hon Guðrun Júkadóttir,

biður teg koma til sín.

 

345 Hoyr tað, Tíðrik Tatmarsson,

hvat eg sigi tá:

deyður er hennara ungi sonur

helst av Høgna ráð.”

 

346 Tað var Tíðrik Tatmarsson,

reiður sprakk borðinum frá,

mitt á miðjum hallargólvi

komst hans fótum á.

 

347 Tað var Tíðrik Tatmarsson,

reiður frá borðinum vendi,

allur hansara brúni mjøður

á hallargólvi rendi.

 

348 Tað var Tíðrik Tatmarsson,

reiður frá borðinum leyp,

allur hansara brúni mjøður

á hallargólvi fleyt.

 

349 Tíðrikur leyp á rennaran,

sum hann sjálvur átti,

so reið hann til Artala kong,

sum føtur bera máttu.

 

350 Tað var Tíðrik Tatmarsson,

kom har ríðandi í garð,

snakkar við Guðruna Júkadóttur,

hon gleðist, tá ið hon hann sær.

 

351 “Vælkomin, Tíðrik Tatmarsson,

og væl eg á teg troysti,

hevði tú Høgna av lívi fingið,

tað var eitt manndómsroysni.”

 

352 “Hoyr tú, Guðrun Júkadóttir,

tú elvar mær miklan vanda,

hvøssu skal eg Høgna av lívi taka,

tá ið einki svørð kann granda?

 

353 Hoyr tú, Guðrun Júkadóttir,

tú elvar miklan kvída,

hvøssu skal eg Høgna av lívi taka,

tá ið einki svørð kann bíta?”

 

354 Tíðrikur hvarv úr sessi burt,

hann var maðurin versti,

hann kom aftur uttan hallar

á kolsvørtum hesti.

 

355 Tíðrikur hvarv úr sessi burt,

fáir finnast slíkir,

hann kom aftur uttan hallar

í flogdreka líki.

 

356 Bardust fullar tríggjar dagar,

hvørgin sigur fekk,

inntil dagin fjórða,

sólin niður gekk.

 

357 Bardust fullar tríggjar dagar,

hvørgin sigur vann,

inntil dagin fjórða,

sólin niður rann.

 

358 Inntil dagin fjórða,

sólin niður rann,

tá fall Høgni Júkason

tann hin raski mann.

 

359 Eitur spýr hann Tíðrikur

niður yvir Høgna brynju,

hann varð ei við vápnum vigin,

harfyri lá hann sjúkur.

 

360 “Einki havi eg sárið á mær,

og tó má eg her liggja,

lænið mær eina jalldóttur

í nátt hjá mær at liggja!”

 

361 Fingu honum eina jalsdóttur

at sova á armi hjá,

fekk við henni ein ungan son,

sum síðani sigur frá.

 

362 “Tú eigur tær ein ungan son,

Høgna skalt tú hann kalla,

eg gevi tær tað góða svørð,

sum faðir mín søkti úr fjalli.

 

363 Tú eigur teg ein ungan son,

Guðrun vil honum sút,

ver tú tá í øllum klók,

og gakk tá seinri út!

 

364 Tú eigur tær ein ungan son,

Guðrun vil hann pína,

tak tú hennara onkabarn

og legg í vøggu tína!

 

365 Tak tú hetta reyðargull,

bint um tínar lendar,

tað kann læsa lásir upp,

tú mást hetta væl erindra.

 

366 Eg gevi tær bæði gull og silvur

og mangar ringar reyðar,

tak nú við, mín jalsdóttir,

tú hevna so væl mín deyða!”

 

367 Árla var um morgunin,

sólin roðar í ský,

upp stóð unga jalsdóttir,

men Høgni læt sítt lív.

 

CCF 1G [III]

TSB E 55

 

Handrit: Savn Reventlows Ny kgl. Saml. 1928, fol. Nr. 6.

 

Útgávur:

1. Føroya kvæði (Chr. Matras greiddi til útgávu, 1951) Band  I, s. 182.

2. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 1998) 3. bind, s. 52

 

Heimild: Savn Reventlows

 

E 55 Høgna táttur 1 (Gudrun gets revenge for Sigurd’s death by killing her brothers)

Guðrun verður gift við Artala kongi. Hon vil hava hevnd yvir deyða Sjúrðar og býður brøðrum sínum í veitslu. Mamma teirra, Grimhild, ávarar teir, og somuleiðis eitt fólk, teir hitta á vegnum, men teir lurta ikki eftir.

Teir koma vegin fram og verða bodnir til borðs hjá systrini. Hon hevur koyrt eitur í drykkir teirra, men Høgni varnast tað. Guðrun lokkar sonin at sláa Høgna undir vangan, og Høgni fer á føtur og drepur dreingin. Guðrun eggjar Artala til at drepa brøður sínar, hon nýtir gand, og alllir verða dripnir uttan Høgni. Ein stríðsmaður umskapar seg til ein dreka og goysir eitur á Høgna, sum kennir á sær, at hann er um at doyggja.

Hann biður dóttur ein jall, Helvík, sova hjá sær, áður enn hann doyr. Hann sigur henni, at hon fer at eiga son. Hon má geva honum Høgna navn, og hann fer at hevna deyða faðirs sín.

á føroyskum: CCF 1 A: III, Ba: III ør. 1-97, Bb: III, C ør. 255-346, D: III, E: III ør. 1-211, G ør. 271-367, H: [III] ør. 1-213 (bert á føroyskum). Triði táttur av ”Sjúrðarkvæðum”.

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019