• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Triði táttur: Høgni

 

CCF 1H [III+IV]

TSB E 55 E 38

 

1 Guðrun situr í Júkagørðum, 

sorgina ber so tunga, 

hon lovast ongum edilingi 

eftir Sjúrð hin unga. 

 

Grani bar gullið av heiði, 

brá hann sínum brandi av reiði, 

Sjúrður vann av orminum, 

Grani bar gullið av heiði. 

 

2 Guðrun situr í Júkagørðum 

við trega og tungum meini, 

hon lovast ongum edilingi 

eftir tann Sjúrð svein. 

 

3 Artala gongur í høllini, 

biður saðla sær hest: 

"Nú skal ríða í Júka garðar, 

frú Guðruna at festa." 

 

4 Árla var um morgunin, 

sólin roðar á tanga, 

síggja teir ein so miklan kappa 

at borgararmi ganga. 

 

5 Guðrun situr yvir breiða borði, 

kom henni mangt í huga, 

teir gingu bæði út og inn, 

hendan kappa at skoða. 

 

6 Guðrun so til orða tekur, 

skortar hon ei fíggjar: 

"Eg skal mær av høllini út 

henda kappa at síggja." 

 

7 Guðrun gekk av høllini út, 

við so nýtum orðum: 

"Tað glógvar so gull á hesum kappa, 

sum Sjúrður reið í forðum." 

 

8 Artala gongur í høllina inn, 

hann bæði er vænur og vitur, 

sum hon Guðrun Júka dóttir 

yvir breiða borði situr. 

 

9 Guðrun so til orða tekur: 

"Tað er ei at dylja, 

hvat eru tíni ørindi, 

hvat tykist tú vilja?" 

 

10 Artala so til orða tekur, 

hann mælir av tungum trega: 

"Tað eru míni ørindi, 

Guðrun, tín at biðja." 

 

11 Guðrun situr yvir breiða borði, 

glógvar í gulli reyða: 

"Eg lovist ongum edilingi 

eftir Sjúrðar deyða." 

 

12 Artala stendur á hallargólvi, 

hann er nýtur drongur: 

"Siga skalt tú mær nei ella ja, 

eg spyrji teg ikki longur." 

 

13 Leingi sat Guðrun Júka dóttir, 

hugsaði um tað tá: 

Hon hevði lovað at hevna Sjúrð, 

so leingi hon liva má. 

 

14 Guðrun so til orða tekur, 

tikin til góðar at evna: 

"Hvussu heitir tú kappin reysti, 

hvussu skal eg teg nevna?" 

 

15 Tí svaraði Artala, 

ið gull bar sær á hond: 

"Tú skalt nevna meg Artala kong, 

ið ræður fyri Húnalondum." 

 

16 Guðrun steig upp skundisliga, 

hon rætti fram ljósa hond: 

"Gjarna fylgi eg Artala kongi 

aftur á Húnalond." 

 

17 Guðrun steig upp skundisliga, 

hon rættir hond yvir borð, 

fagurt var at lýða 

á teirra festnarorð. 

 

18 Artala kongur í Húnalandi, 

sigst í bragda tátti, 

festi frúnna Guðrunu, 

ið Sjúrður frægi átti. 

 

19 Artala klæðist árla morgun, 

hann gull ber sær á hand, 

førir so frúnna Guðrunu 

við sær á Húnalond. 

 

20 Artala klæðist árla morgun, 

so er greitt fyri mær, 

og hana frú Guðrunu 

hann førir í høll við sær. 

 

21 Livdu saman í ríkinum 

alt fyri uttan mein, 

áttu børn, ólu av sær 

unga sonin ein. 

 

22 Guðrun var leingi á Húnalandi, 

kinn bar hon so reyða, 

nú leggur hon ráðini upp 

at hevna Sjúrðar deyða. 

 

23 Tað er hon Guðrun Júkadóttir 

letur blanda vín, 

Høgna og Gunnar og øllum brøðrum 

býður hon heim til sín. 

 

24 Artala kongur í Húnalandi 

kátan mjøðin blandar, 

býður hann øllum Júkabrøðrum, 

teim stendur nú lív í vanda. 

 

25 Gunnar gongur í høllina inn, 

man so orðum stýra: 

"Nú skulum vær til Húnalands 

júkagarpar fýra." 

 

26 Svaraði Grimhild móðir hans: 

"Mær tykir tað eingin tattur, 

at tit ríðið á Húnaland, 

ið eingin kemur aftur." 

 

27 Tí svaraði Gunnar kongur, 

tekur til orða svá: 

"Tó skulum vær á Húnaland, 

tað standist hvat av, ið má." 

 

28 "Meðan tú fert á Húnaland, 

at drekka mjøð og vín, 

Gíslar og Hjarnar vera eftir 

báðir hjá móður síni." 

 

29 Gíslar og hann Hjarnar, 

Júkungarnir báðir, 

ríða teir til Húnalands 

móti móður ráði. 

 

30 Gíslar og hann Hjarnar, 

Júkungarnir tveir, 

ríða teir á Húnaland, 

fátt kann forða feigum. 

 

31 Upp stóð Grimhild drotningin, 

hin svinna og hin sæla: 

"Kvittar tú á Húnaland, 

lat meg fylgja tær." 

 

32 "Eg kann ei síggja, móðir mín, 

at tíni eygun gráta, 

báran brýtur á blómukinn, 

tað kann eg ikki sjá." 

 

33 Svaraði Grimhild drotningin, 

í fyrsta orði tá: 

"Tak tú hetta rúnarkelvið 

og passa væl uppá. 

 

34 Tak tú hetta rúnarkelvið 

bint um tínar lendar, 

tað kann øllum lásum læsa, 

allar sútir rinda." 

 

35 Sólin skín á heiðina, 

hon skyggir á skjøldin fríða, 

so var sagt, at Høgni kongur 

skuldi undan ríða. 

 

36 Tað er Høgni Júkason, 

hann ríður seg fram við strond, 

møtir hann eini sævarkvinnu 

á teimum hvítu sondum. 

 

37 "Heil og sæl, tú sævarkvinna, 

sig mær av tí satt: 

Eg ríði nú á Húnaland, 

komi eg heilur aftur?" 

 

38 "Hoyr tað, Høgni Júkason, 

eg sigi tær av tí satt: 

Ríður tú á Húnaland, 

ikki kemur tú aftur. 

 

39 Hoyr tað Høgni Júkason, 

eg sigi tær døpur mein: 

Um tú fert á Húnaland, 

ikki kemur tú heim." 

 

40 Tað var Høgni Júkason, 

sínum svørði brá, 

hjó hann hesa sævarkvinnu 

sundur í luti tvá. 

 

41 Tekur hann hennar blóðiga høvur, 

kastar út á sund, 

kroppin skjýtur hann eftir, 

sukku tey bæði í grund. 

 

42 "Ligg nú har tú vonda veittur, 

tú hin illa kvinna, 

eg skal ríða á Húnaland, 

sigur av kappum vinna." 

 

43 Tað er hann Høgni Júkason, 

ríður hann fram fyri strond, 

møtir hann einum sævarmanni 

á teimum hvítu sondum. 

 

44 "Heilur og sælur mín sævarmaður, 

sig mær av tí gleim: 

Eg ríði meg á Húnaland, 

komi eg heilur heim?" 

 

45 "Hoyr tað Høgni Júkason, 

eg sigi tær av tí gleim, 

væl máttú ríða á Húnaland, 

tí heilur kemur tú heim." 

 

46 So letur Høgni Júkason, 

búgva skipini sín, 

bæði letur hann í tey laða, 

virtin og so vín. 

 

47 Oman skúgva teir flotdrekan, 

fram úr tøttum neysti, 

tá stóð fast í kjalarhæli, 

loypur so fram og goysti. 

 

48 Bræddir vóru brandar, 

skorin var hvør stokk, 

stavnur og stýri av reyðargulli, 

so var segl í topp. 

 

49 Bræddir vóru brandar, 

borðini vóru ný, 

gyltir leika veðurringar 

upp í miðjan ský. 

 

50 Høgni vindur segl í rá, 

teir út á havið fara, 

grátandi vendi Grimhild 

aftur í Júkagarðar. 

 

51 So grætur Grimhild drotningin, 

tað hitt væna vív: 

"Far væl Høgni sonur mín, 

eg síggi teg ei í lívi." 

 

52 Grimhild fyri munni mælir: 

"Høgni reisir á ferð, 

eg kenni væl Guðrun dóttur mína, 

er roynd í ráðagerð." 

 

53 Sigldu teir frá landinum 

út á saltan sjógv, 

Høgni tekur jarnárar tvær, 

hann setist sjálvur at rógva. 

 

54 Ein kom maður í høllina inn, 

Guðruni sigur frá: 

"Eg síggi skip av havi koma, 

seglini gul og blá." 

 

55 Guðrun so til orða tekur, 

øll í gulli skín: 

"Vera man Gunnar og Høgni, 

ið koma at vitja mín." 

 

56 Guðrun gongur í grasagarð, 

hon reyðargull ber á hendi, 

ramar risti hon illgerningar, 

og út á havið sendi. 

 

57 Vaksa tók tá veður, 

byrur lá av londum, 

sundur gingu jarnárar 

báðar í Høgna hondum. 

 

58 Vaksa tók tá veður, 

sandur á tilju lá, 

aldan breyt í bæði borð, 

so fell tann bylgja blá. 

 

59 Mælti tá ein lítil sveinur, 

tóktist komin í vanda: 

"hvaðan eru hesir avrekshestar, 

ið eftir sjónum ganga?" 

 

60 Høgni so til orða tekur, 

mælir so fyri sær: 

"hetta er Guðrunar illgerningar 

ristar móti mær. 

 

61 Hetta eru eingir hestar, 

ei heldur onnur ross, 

tað er Guðrunar illgerningar, 

ristar móti oss." 

 

62 Guðrun gongur í grasagarð, 

reyðargull ber á hendi, 

loysir hon út ørnir tvær 

og út á havið sendi. 

 

63 Ørnir tvær av landi koma, 

setast á saltan sjó, 

vaksa tekur veður í ský, 

aldan brýtur á ló. 

 

64 So var veður á sjónum hart, 

at aldan reis frá grunni, 

voldi tað Guðrun Júkadóttir, 

sum illgerningar kundi. 

 

65 So var veður á sjónum hart, 

tá bliknaðu dreingir dýrir, 

Gunnar gekk í lyftingina, 

Høgni stóð við stýrið. 

 

66 So var veður á sjónum hart, 

ógvuligt á at líta, 

stýrir so Høgni Júkason, 

at frá dreiv mjøllin hvíta. 

 

67 Høgni tekur sítt rúnarkelvi, 

floygir tað út fyri borð, 

ikki mátti illgerning vaksa, 

so megnað vóru hans orð. 

 

68 Høgni tekur sítt rúnarkelvi, 

kastar tað út á sjó, 

minka tók tá aldan, 

tað stiltist væl á ló. 

 

69 So var veður á sjónum hart, 

tað reyk bæði sjógvur og sandur, 

tó varð sagt, at Júkagarpar 

slitu upp undir landið. 

 

70 So var veður á sjónum hart, 

tað hurrar í hvørjum streingi, 

tóku teir havn í Húnalandi, 

tí fullvæl dugdu dreingir. 

 

71 Tá ið teirra snekkjan 

kendi fagurt land, 

kasta teir sínum akkerum, 

á tann hvíta sand. 

 

72 Kasta teir sínum akkerum 

á tann hvíta sand, 

fyrstur steig Gunnar Júkason 

sínum fótum á land. 

 

73 Fyrstur steig Gunnar Júkason 

sínum fótum á land, 

Høgni og Hjarnar og allir brøður 

upp á hvítan sand. 

 

74 Gingu teir frá strondum niðan, 

so er greitt fyri mær, 

gingu so allir Júkagarpar 

niðan í grasagarð. 

 

75 Uppi í miðjum grasagarði 

aksla teir síni skinn, 

og so búnir ganga teir 

í høgar hallir inn. 

 

76 Uppi í miðjum grasagarði 

teir klæddust í brynjur dýru, 

gingu so í høgar borgir 

teir Júkagarpar fýra. 

 

77 Tað var Gunnar og Høgni, 

heim í garðin fóru, 

úti Guðrun Júkadóttir, 

fyri teimum stóð. 

 

78 Artala kongur í Húnalandi 

blandar mjøð og vín, 

úti stendur hon Guðrun, 

hon fagnar væl brøðrum sínum. 

 

79 Guðrun so til orða tekur, 

glað fyri uttan ekka: 

"Gangið tit í høllina inn 

tann brúna mjøð at drekka." 

 

80 Tað var Høgni Júkason, 

hann inn í høllina steig, 

tá sá hann á Guðrunu, 

at ilt undir kinnum beið. 

 

81 Guðrun so til orða tekur: 

"Eg geri tað ei at loyna, 

fáið mær higar skjøld og svørð 

frá øllum tykkum at goyma." 

 

82 Mælti tað Guðrun drotningin 

við hógv og hyggin orð: 

"Tær kastið svørð og herklæði, 

tær stígið yvir borð." 

 

83 Svaraði Høgni Júkason, 

hann heldur á brýndum knívi: 

"Eingin fær mítt svørð og skjøld, 

meðan eg eri á lívi." 

 

84 Tí svaraði Gunnar kongur, 

hann heldur á brýndum mæka: 

"Sjálvur skal eg vápnini goyma, 

tað man ongan saka." 

 

85 Guðrun so til orða tekur, 

bar um hjarta trá: 

"Mætari maður Sjúrður var, 

á gullsaðli lá." 

 

86 Guðrun so til orða tekur, 

ilskan í henni breyt: 

"Minnist tú nakað Sjúrð hin unga, 

tú legði mær á skeyt?" 

 

87 Svaraði Høgni Júkason, 

hann lítur á ringin reyða: 

"Ei er blítt á brúnaskorum, 

hon minnist á buðlungs deyða." 

 

88 Guðrun so til orða tekur, 

hon letur av tungu falla: 

"Minnist tú nakað Sjúrð hin unga, 

tú førdi mær heim til hallar?" 

 

89 Svaraði Høgni Júkason, 

hann lítur á ringin sín: 

"Ei er blítt á brúnaskorum, 

hon minnist á Sjúrðar lík." 

 

90 Inn kemur Guðrun árla morgun, 

ilt er skap at eggja, 

borð stóð breitt við silkidúk 

og bjór fyri reystar seggir. 

 

91 Tað var Guðrun Júkadóttir, 

hon tók sær ker í hand, 

so gekk hon í kjallaran, 

sum mjøðurin fleyt íbland. 

 

92 Tá ið hon hevði blandað teim 

mjøðin út í vín, 

tá so mikið óminni 

letur hon har útí. 

 

93 Og so mikið óminni 

letur hon har útí, 

ber so inn fyri Høgna 

og biður hann drekka til sín. 

 

94 Hyggin hyggur Høgni tá 

at fingurgulli góða, 

sveitka tekur hans fingurgull, 

tað rodnaði rætt sum blóð. 

 

95 Tað er Høgni Júkason, 

hann kendi ta svikalist, 

biður nú Guðrun systur sína 

drekka av skálum fyrst. 

 

96 Guðrun stendur á hallargólvi, 

hon rodnar rætt sum blóð, 

hon hvolvdi um tað silvurker, 

á breiðum borði stóð. 

 

97 Kongurin klappar sær á knæ, 

sum søgur ganga frá, 

Gunnar, Høgna og allar brøður 

hann setur nú sær íhjá. 

 

98 Drekka teir í Húnalandi 

bæði úti og inni, 

drukku mjøð og klára vín, 

glaðir á hvørjum sinni. 

 

99 Drekka teir í Húnalandi 

bæði við gleði og gleim, 

illa líkar Guðrunu, 

at eingin ertir teim. 

 

100 Drekka teir í Húnalandi 

bæði við gleði og gaman, 

illa líkar Guðrunu, 

at eingin ertir saman. 

 

101 Guðrun krevur sín unga son 

bæði við mekt og mæti: 

"Eg vil geva tær gull og fæ, 

stillar tú Høgna kæti." 

 

102 Sveinur var ungur á aldrinum, 

hann gjørdi tað, hon bað, 

hann gekk at tí borðinum, 

sum Høgni fyri sat. 

 

103 Sveinur gekk at borðinum, 

duldan hon hann dró, 

hevði hann upp sína høgru hond, 

Høgna á nasar sló. 

 

104 Gekk hann fram at borðinum 

og Høgna á nasar sló, 

voldi tað Guðrun Júkadóttir, 

at drekkjan var óró. 

 

105 Høgna rann tað heita blóð 

bæði um nasar og munn, 

kappin varð tá óstiltur, 

svik vóru honum ei kunn. 

 

106 Tað var Høgni Júkason, 

hann reiður borðinum skeyt, 

allur hin brúni mjøður 

á hallargólvi fleyt. 

 

107 Tað var Høgni Júkason, 

hann reiður sprakk borðum frá, 

mitt á miðjum hallargólvi 

komst hann fótum á. 

 

108 Høgni upp frá borði steig, 

snarliga hann sær vendi, 

meðan hann greiddi mækan til, 

ígjøgnum sveinin rendi. 

 

109 Høgni upp frá borði steig 

og sínum svørði brá, 

hann kleyv Guðrunar unga son 

sundur í lutir tvá. 

 

110 "Eg man ei á Húnalandi 

drekka tann mjøð við grandi, 

ótøkk havi mín móðurdóttir, 

ið so sín son upp vandi." 

 

111 Guðrun gongur fyri Artala kong 

og sigur honum frá: 

"Deyður er vár ungi sonur, 

helst av Høgna ráði. 

 

112 Eg man ei í Húnalandi 

longur við tær gæta, 

um tú gert ikki miklar sømdir 

eftir tann dreingin mæta. 

 

113 Eg man ei á Húnalandi 

longur við tær stýra, 

um tú gert ikki miklar sømdir 

eftir tann sonin dýra." 

 

114 "Hoyr tað Guðrun søta mín, 

tað vil eg ikki trúgva, 

at tú vilt nakað tínum brøðrum 

svik tilhandar snúgva. 

 

115 Tá ið teir vógu Sjúrð svein, 

tað voldu í stríði tínum, 

tá var Gíslar lítið barn 

heima hjá móður síni." 

 

116 Svaraði Guðrun Júkadóttir: 

"Tað skal eg nú valda, 

Gíslar og hann Hjarnar ungi, 

báðir skulu gjalda." 

 

117 "Hoyr tað mín hin velduga søta, 

legg mær til tess ráð, 

hvussu vit skulum Høgna sterka 

av sínum lívi fá. 

 

118 Tað er ei lítið avreksverk 

Høgna at ganga ímót, 

hvar hann er í víggi staddur, 

har hevur hann høvur á spjót." 

 

119 "Taka skal tríggjar aldirshúðir, 

rýða í mannablóði, 

har skal yvir Høgni leypa, 

troyttur av miklum móði. 

 

120 Hoyr tað reystur Artala kongur, 

tað skalt tú ikki gloyma: 

sláa skal tær fyri hallardyr 

og fast við jarni soyma." 

 

121 Tað var Artala kongur, 

ei hann tað nú gloymdi, 

hann sló tær fyri hallardyr, 

og fast við jarni soymdi. 

 

122 Guðrun stendur fyri breiðum borði 

mælir nú um tann vanda: 

"Nú skal Gíslar, bróðir mín, 

fyrstur á húðum ganga." 

 

123 Høgni upp frá borði steig, 

ei mundi hann orðum spara, 

ein av øllum Júkagarpum 

hann ræður fyri hinar svara. 

 

124 Høgni so til orða tekur, 

hann mælir av tungum trega: 

"Gíslar og Hjarnar heim skulu fara 

sína móður at gleða. 

 

125 Gíslar og Hjarnar báðir vóru 

heima hjá móður síni, 

tá ið eg og Gunnar 

tóku Sjúrð av lívi." 

 

126 Guðrun so til orða tekur: 

"Tó skulum vit tað valda, 

Gíslar, Hjarnar og allir brøður 

líka skulu gjalda." 

 

127 Gíslar og hann Hjarnar 

mundu á húðum ganga, 

allir sóu teir niður falla, 

eingin upp aftur standa. 

 

128 Guðrun stendur fyri breiðum borði, 

mælir nú um tann vanda: 

"Nú skal Gunnar, bróðir mín, 

aftur á húðum ganga." 

 

129 Tað var Guðrun Júkadóttir, 

hon voldi teim sorg og sút, 

øvutur bardist Gunnar kongur 

av glæstriborgini út. 

 

130 Tað var reystur Gunnar kongur, 

í stórari trongd var staddur, 

klývur hurðar úr seigum jarni, 

hann mundi ei vera ræddur. 

 

131 Gunnar kongur á húðir sprakk, 

elvist nú meiri vandi, 

allir sóu hann niður falla, 

eingin upp aftur standa. 

 

132 Guðrun stendur fyri breiðum borði, 

hon mælir um tann vanda: 

"Nú skal Høgni, bróðir mín 

síðstur á húðum ganga." 

 

133 Høgni so til orða tekur, 

hann heldur á búnum brandi: 

"Betri var í Júkagørðum 

at drekka mjøðin blandi." 

 

134 Tað var Høgni Júkason, 

var staddur í stórari trongd, 

feldi niður tólv hundrað, 

hann ruddi fyri sær gongd. 

 

135 Høgni tekur brandin tá, 

tað vil eg fyri tykkum tína, 

gongur so í loftið fram, 

hann mintist á móður sína. 

 

136 Mælti tá Høgni Júkason, 

hann studdist við dragið svørð: 

"Tó skal ganga á aldirs húðum, 

og vita hvussu fer." 

 

137 Høgni sprakk yvir aldirshúðir, 

hann læt tað so vera, 

honum barst ikki fóturin við, 

tað tókti honum einki at gera. 

 

138 Høgni sprakk yvir húðirnar, 

hann fekk ei bana her, 

hann kom niður á grønan vøll 

og studdist við skjøld og svørð. 

 

139 Høgni sprakk yvir aldirshúðir, 

hann býst ei við frið, 

tá stóð brynjað fyri honum 

alt Artala kongsins lið. 

 

140 Høgni stendur í grasgarði, 

bindur um hjálmin sín: 

"Áður enn dagur at kvøldi kemur, 

í blóði drekkum vær vín." 

 

141 Høgni tokar í herin fram, 

við bitrum brandi í hendi, 

eg svørji tann eið við mína trú, 

hann mangan sveitan rendi. 

 

142 Høgni tokar í herin fram, 

mátturin í honum veks, 

hann sparir ei sín bitra brand, 

henn vegur fimm og seks. 

 

143 Høgni tokar í herin fram, 

hann býst ei við frið, 

hann legði niður á Húnalandi 

alt Artala kongsins lið. 

 

144 Legði hann niður alt hans lið 

við svørð og bitrar eggjar, 

tað var Høgni Júkason, 

hann hopar til hallarveggjar. 

 

145 Vegið fekk hann alla tá, 

frá man frættast víða, 

síðla var um aftanin, 

tá løttu teir av at stríða. 

 

146 Guðrun kemur út árla morgun, 

grimt var henni í huga, 

heilan sær hon Høgna standa, 

ei høvdu ráðini duga. 

 

147 Árla var um morgunin, 

tað roðar fyri sól, 

tá hevði reystur Artala kongur 

brynjað út hundrað tólv. 

 

148 Árla var um morgunin, 

ið sólin roðar í fjøll, 

løgdu teir sínum bardøgum 

skamt frá kongsins høll. 

 

149 Høgni reið av høllini út, 

hann býst ei við frið, 

enn stóð brynjað fyri honum, 

alt Artala kongsins lið. 

 

150 Tað var Høgni Júkason, 

hann ríður teim ein ímót, 

hvør ið kom tá fyri hans hond, 

tá hevði hann høvur á spjót. 

 

151 Høgni ríður í herin fram, 

hann roynir góðar gripir, 

henn fellur niður av Húnamonnum 

tíggju fyri hvørja sipan. 

 

152 Vegið fekk hann Húnamenn 

við svørð og bitrar eggjar, 

tað var Høgni Júkason, 

hann hopar til hallarveggjar. 

 

153 Guðrun kemur út árla morgun, 

sól tók fagurt at branda, 

heilan sær hon bróður sín 

á leikvøllinum at ganga. 

 

154 Guðrun so til orða tekur, 

frá man frættast víða: 

"Hoyr tað Høgni, bróður mín, 

tú skalt á skógin ríða. 

 

155 Tú skalt burtur á skógin ríða, 

eystur um Hildará, 

har skalt tú tey undur síggja, 

ið tú í forðum vá." 

 

156 Høgni reið á skógin burt 

eystur um Hildará, 

har mundi hann tey undur síggja, 

ið hann í forðum vá. 

 

157 Høgni stendur á grønum vølli, 

víða um seg hyggur, 

mikið var tá buðlungs lík, 

á gullbørum liggur. 

 

158 Høgni stendur á grønum vølli, 

slíkt er mikið undur, 

mikil hestur, stórur og sterkur, 

loypur har á grundum. 

 

159 Høgni stendur á grønum vølli, 

honum kom mangt í huga, 

hann sá høvur við hestsins búk 

bundið við saðilboga. 

 

160 Tungan tók at mæla, 

hon læt so orðum víkja: 

"Illa gjørdi tú, Høgni, tað, 

at tú ræð meg at svíkja. 

 

161 Mær unti Brynhild Buðladóttir, 

tað hitt væna vív, 

mær unti Guðrun Júkadóttir, 

har fyri læt eg lív. 

 

162 Brynhild unti mær so væl, 

hon sprakk eftir mín deyða, 

Guðrunu skiftuð tit gull og fæ 

og mangar ringar reyðar. 

 

163 Heim til hallar ríð tú nú, 

bæði við gleði og gleim, 

eg fari aftur á heiðin skóg 

so vítt yvir vørild og heim." 

 

164 Høgni reið til hallar heim, 

hann býst ei við frið, 

tá stóð brynjað fyri honum 

alt Artala kongsins lið. 

 

165 Høgni reið í herin fram, 

hann letur av brandi rúka, 

fótur ei nertur við jørðina, 

hann treður á manna búkar. 

 

166 Hundar goyja, úlvar túta, 

ørnin higji lasti, 

hundrað heilt og hartil hálvt 

hann fellir í hvørjum kasti. 

 

167 Tað var Guðrun Júkadóttir, 

heldur at tí gaman, 

meira ið Høgni høggur sundur, 

meira renna teir saman. 

 

168 Tað var Høgni Júkason, 

hann gav tí fullvæl gætur, 

teir ið hann um dagin drepur, 

teir lívgar hon upp um nætur. 

 

169 Tí svaraði Høgni Júkason: 

"Her elvist ein illur siður, 

leiðist mær nú í Húnalandi, 

at høgga trælar niður." 

 

170 Guðrun kemur út árla morgun, 

grimt var henni í huga, 

heilan sær hon Høgna ríða, 

ei hava svikini dugað. 

 

171 Hon glør við eygum, glettir á tonn, 

við kjaftinum mundi hon gapa, 

gjarna hevði hon Høgna gloypt, 

eingi kundu svikini bata. 

 

172 Tað var Guðrun Júkadóttir, 

hon heitir á sveinin sín: 

"Gakk tú tær eftir longu Gevu 

og bið hana koma til mín. 

 

173 Hann var fimur á fótunum, 

ið boðini skuldi bera, 

øll letur hon klæði hans 

við rósur og liljur skera. 

 

174 "Hoyr tað Geva langa, 

eg sigi tær satt ífrá, 

deyður er Guðrunar ungi son, 

helst av Høgna ráði. 

 

175 Hoyr tað Geva langa, 

tú ert ein kempa sterk, 

hevði tú Høgna av lívi tikið, 

tað var eitt roysnisverk." 

 

176 Geva so til orða tekur, 

hon talar um sín vilja: 

"Tað er ikki eins manns verk 

hans høvur frá búki at skilja." 

 

177 Høgni reið mót Gevu fram 

við bitrum svørði í hendi, 

henn hevði upp sín bitra brand, 

ígjøgnum Gevu rendi. 

 

178 Tað var Høgni Júkason, 

sínum svørði brá, 

hann kleyv reystu longu Gevu 

sundur í luti tvá. 

 

179 Tað er hon Guðrun Júkadóttir, 

hon bryggjar og blandar vín, 

býður nú Tíðriki Tatnarsyni 

heim í høll til sín. 

 

180 Hann var fimur á fótunum, 

ið tey boðini bar 

haðan á tann grøna skóg, 

ið Tíðrikur fyri var. 

 

181 "Vælkomin Guðrunar lítil svein, 

higar nú til mín, 

drekk nú hvat tær betur líkar 

mjøðin ella vín." 

 

182 "Lítið er mær um mjøðin tín, 

altvæl minni um vín, 

onnur havi eg ørindi 

higar í dag til tín. 

 

183 Onnur havi eg ørindi, 

higar í dag til tín, 

tað er hon Guðrun Júkadóttir, 

býður tær heim til sín." 

 

184 Tíðrikur hvarv av vølli brátt, 

so er greint fyri mær, 

snarliga kom á Artala borg, 

sum Guðrun fyri var. 

 

185 "Vælkomin Tíðrikur Tatnarson, 

so væl eg á teg troysti, 

hevði tú Høgna av lívi tikið, 

tað var eitt manndómsroysni." 

 

186 "Hoyr tað Guðrun Júkadóttir, 

tú elvir mær miklan vanda, 

hvussu skal eg Høgna av lívi taka, 

ið einki svørð kann granda." 

 

187 "Bæði silvur og reyðargull 

vil eg geva tær tá, 

um tú Høgna Júkason 

klývur í luti tvá." 

 

188 Tíðrikur hvarv úr sessi brátt, 

hann er maður hin versti, 

hann kom aftur uttan hallar 

á kolsvørtum hesti. 

 

189 Høgni reið mót honum fram, 

við so stórari ferð, 

møtti honum Tíðrikur Tatnarson, 

hann gav honum sár av svørði. 

 

190 Høgni brá sínum bitra brandi, 

kappin tann hin mesti, 

sló hann Tíðrik Tatnarson 

opnan niður av hesti. 

 

191 Tíðrikur hvarv av vølli burt, 

fáir kennast slíkir, 

brá hann sær á lofti upp 

í flogdreka líki. 

 

192 Eitur spýði hin svarti dreki, 

niður á Høgna brynju, 

hann var ei við vápnum vegin 

harífrá læt hann sinja. 

 

193 Tungt er tað í heiminum 

stórar sorgir at bíða, 

eitur bar hann í brynju síni, 

so fast í hjarta man svíða. 

 

194 Høgni snúðist haðan burt, 

hann bardist ikki longur, 

eitur gongur at hjartanum, 

tá følnaði nýtur drongur. 

 

195 Tað var Høgni Júkason, 

heim í garðin fór, 

úti sjálvur Artala kongur 

fyri honum stóð. 

 

196 "Eg havi einki sár á mær, 

grið vil eg ei tiggja, 

lánið mær eina jalsdóttur 

í nátt á armi at liggja." 

 

197 Svaraði Guðrun systir hans, 

hon heldur hann fyri háð: 

"Fáið honum svínahirðidóttur 

at sova hans armi á." 

 

198 Tí svaraði Artala kongur, 

mundi hann at honum hyggja: 

"Hoyr tað Høgni Júkason, 

ta bøn skalt tú tiggja." 

 

199 Tí svaraði Artala kongur, 

hann tekur til orða svá: 

"Fáið honum eina jalsdóttur 

at sova hans armi á." 

 

200 Fingu teir honum jalsdóttur 

at sova hans armi á, 

hann gat svein við Jalsdóttur, 

sum søgan sigur frá. 

 

201 "Hoyr tað Helvík jalsdóttir, 

eg sigi tær orðum hátt: 

gitið man Artala kongur hava 

svein á hesi nátt. 

 

202 Eignast vit ein ungan son, 

tung man sorgin falla, 

hoyr tað Helvík jalsdóttir 

Høgna skalt tú hann kalla. 

 

203 Tú eigur tær ein ungan son, 

Guðrun vil hann pína, 

tak tú hennara onkarbarn 

og legg í vøggu tína. 

 

204 Tú eigur tær ein ungan son, 

Guðrun vil honum sút, 

ver tú tær í øllum klók, 

tú gakk tær síðari út. 

 

205 Tað er hon Guðrun, systir mín, 

hon kann svikalist, 

hon biður teg, Helvík jalsdóttir, 

ganga av durum fyrst. 

 

206 Tú skalt biðja hana undan ganga, 

tí hon ber høvur hægri, 

tú skalt ganga aftaná, 

tí tú ert ein mun lægri. 

 

207 Eignast vit ein ungan son, 

lat tað vera svá: 

bið hann Høgna hevna mín, 

um hann liva má. 

 

208 Tak tú hetta rúnarbelti, 

tú bint um tínar lendar, 

tað kann læsa lásum upp 

og tínar sútir rinda. 

 

209 Hoyr tað Helvík jalsdóttir, 

eg geri ei av tí loyna, 

fá tað várum unga syni, 

tá ið hann kann at goyma. 

 

210 Eg gevi tær bæði gull og fæ 

og mangar ringar reyðar, 

tak nú við mín jalsdottir, 

og hevn so væl mín deyða." 

 

211 Tá segði Høgni Júkason: 

nú verður ikki longur, 

eitur gongur at hjartanum, 

so følnaði nýtur drongur. 

 

212 Helvík leit at síggja á, 

tá ið Høgni mundi doyja, 

síðan gróv hon dreyg í heyg, 

sum dreingir í dalinum hoyja. 

 

213 Árla vár um morgunin, 

sólin roðar í líð, 

upp stóð unga jalsdottir, 

men Høgni lát sítt lív. 

 

[Her byrjar Aldrias táttur (Annar Høgna táttur) TSB E 38]

 

214 Tær ganga sær við børnunum 

níggju mánar sínar, 

til at teirra stundum leið, 

tær føða sveinar fríðar. 

 

215 Helvík unga sonin ár, 

borin til gott at evna, 

síðan bað hon presti bera, 

Høgna bað hon nevna. 

 

216 Guðrun unga sonin ár, 

tung man sorgin falla, 

síðan læt hon presti bera, 

Svein biður hon hann kalla. 

 

217 Tá ið tær høvdu á songum ligið, 

lætta tekur vandi, 

nú er at teim stundum komið, 

tær skulu av durum ganga. 

 

218 Sótu tær inni mánan ein, 

sótu tær inni tvá: 

"hoyr tað unga jalsdóttir, 

tú skalt fyrst útgá." 

 

219 Tí svaraði unga jalsdóttir: 

tað skal eg um valda, 

tú bert hægri krúnuna, 

tí skalt tú fyrst útganga. 

 

220 Helvík átti sær ungan son, 

hann vildi Guðrun pína, 

tekur hon Guðrunar unga son 

og leggur í vøggu sína. 

 

221 Tað gjørdi Helvík jalsdóttir, 

tykir hon í tí tattur, 

leggur hon sín hin unga son 

í Guðrunar vøggu aftur. 

 

222 Guðrun gekk í høllina inn, 

hon víða um seg sá, 

tekur sín hin unga son 

og sneiðir høvur frá. 

 

223 Tað var Guðrun Júkadóttir, 

hon voldi sær stóran harm, 

tað vil eg av sonnum siga 

hon drap sítt onkarbarn. 

 

224 Høgni vox upp í ríkinum 

til gævuligan mann, 

Artala kongur í Húnalandi 

mundi fostra hann. 

 

225 Árla var um morgunin, 

sólin skein so víða, 

tað var Høgni Høgnason, 

hann lystur á skógin ríða. 

 

226 Høgni reið á skógin burt, 

sum søgur ganga frá, 

møtir hann síni sælu móður 

fyri eystan Hildará. 

 

227 Helvík so til orða tekur, 

hon smílist undir lín: 

"tað svørji eg á míni trú, 

at tú ert sonur mín." 

 

228 Høgni so til orða tekur: 

"tí vil eg ikki trúgva, 

eg havi ei sæð eina lægri konu 

kunna betra at ljúgva." 

 

229 Tak tú henda lítin knív, 

hygg ið væl hann bítur, 

sker so meg í armin mín, 

vita um í hjartað nítur." 

 

230 Hann tók henda lítin knív, 

hugdi ið væl hann beit, 

skar hann hana í armin sín, 

tað fast í hjartað neit. 

 

231 Mælti tað Høgni Høgnason, 

hann smílist undir lín: 

"tað kenni eg á sjálvum mær, 

at tú ert móðir mín." 

 

232 "Hoyr tað Høgni sonur mín, 

eg sigi tær satt ífrá, 

Høgni bað teg hevna sín, 

um tú liva má. 

 

233 Tak tú hetta rúnarbelti, 

bint um tínar lendar, 

tað kann øllum lásum læsa, 

allar sorgir rinda." 

 

234 Tí svaraði hans sæla móðir, 

ið tungu bar so snjalla: 

"eg gevi tær tað búna svørð, 

ið faðir tín søkti úr fjalli. 

 

235 Og tær gevi eg bæði gull og fæ 

og mangar ringar reyðar, 

tak nú við mín sæli sonur 

og hevn tín faðirs deyða." 

 

236 Hann kom ikki av skógi heim 

fyrr enn síðla á kvøldi, 

Artala kongur yvir borði sat 

við alt sítt dreingjaveldi. 

 

237 Sveinur gekk í høllina inn, 

hann skuldi ljósið skara, 

hann brendi gjøgnum fótablað, 

hann mundi tað ikki vara. 

 

238 Sveinur skuldi ljósið skara, 

er mær ei á tí hól, 

ljósið brendi í fótablað 

niður í hallargólv. 

 

239 Tí svaraði Artala kongur, 

riður í brósti rennur: 

"hvat hugsar tú sveinur so djúpt, 

tú gáar ei, at tú brennur." 

 

240 "Tað hugsi eg, Artala kongur, 

at tú hevur miklan eyð, 

man tó verða á tínari ævi, 

at tú tiggur vatn og breyð." 

 

241 "Bæði havi eg gull og fæ, 

og hartil nógvan eyð, 

tað verður ikki, meðan eg livi, 

at eg tiggi vatn og breyð. 

 

242 Árla var um morgunin, 

sólin skein so víða: 

viltú nakað Artala kongur 

í dag á skógin ríða?" 

 

243 Tí svaraði Artala kongur 

somu morgunstund: 

"gjarna vil eg fylgja tær 

ígjøgnum grønu lund." 

 

244 Árla vár um morgunin, 

sól tók fagurt at roða, 

nú lystir hann at gullbjørgi 

sítt reyðargull at skoða. 

 

245 Ríða teir á skógin burt, 

glaðir í huga full, 

vísti hann honum á húsið tað, 

ið lagt var innan við gull. 

 

246 Tí svaraði Artala kongur 

og tekur til orða svá: 

"hoyr tað nú harra Svein, 

tú skalt her fyri inngá." 

 

247 Tí svaraði harra Svein: 

"tað skal eg nú valda, 

tú bert hægri krúnuna, 

fyrstur skalt tú innganga." 

 

248 Tað var reystur Artala kongur 

hann inn í húsið sá, 

Høgni smeldi hurð í lás 

og snúðist so haðan ífrá. 

 

249 Høgni fyri uttan stendur, 

glaður uttan sút, 

læsti hann aftur við rúnarbelti, 

hvørki teirra náddi út. 

 

250 "Bæði hevur tú gull og fæ, 

og hartil nógvan eyð, 

viltú nakað Artála kongur 

tiggja vatn og breyð?" 

 

251 "Bæði havi eg gull og fæ, 

og hartil nógvan eyð, 

gjarna vil eg nú harra Svein 

tiggja av tær vatn og breyð." 

 

252 Inni svølti hann bæði tey 

hjá tí gullinum reyða, 

tað gjørdi Høgni Høgnason, 

so hevndi hann faðir síns deyða. 

 

253 Tað var Høgni Høgnason, 

ið mikið gull mundi fá, 

hann kom ikki aftur í gullbjørgið, 

fyrr enn kongurin turrur lá. 

 

254 Høgni gisti sína móður 

síðla dags á kvøldi, 

síðan reið hann haðan burt 

til kongin í Danaveldi.

 

CCF 1H [III+IV]

TSB E 55 E 38

 

Uppruni: V. U. Hammershaimb. “Færøiske Kvæder I” 1851 

 

Útgávur:

 

1. V. U. Hammershaimb. “Færøiske Kvæder I”, 1851 s. 37-58

2. Føroya kvæði (Chr. Matras greiddi til útgávu, 1951) Band  I, s. 205.

3. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 1998) 3. bind, s. 118

 

Heimild: V. U. Hammershaimb: “Færøiske Kvæder I”, 1851 

Triði táttur: Høgni

 

CCF 1H [III+IV]

TSB E 55 E 38

 

1 Guðrun situr í Júkagørðum, 

sorgina ber so tunga, 

hon lovast ongum edilingi 

eftir Sjúrð hin unga. 

 

Grani bar gullið av heiði, 

brá hann sínum brandi av reiði, 

Sjúrður vann av orminum, 

Grani bar gullið av heiði. 

 

2 Guðrun situr í Júkagørðum 

við trega og tungum meini, 

hon lovast ongum edilingi 

eftir tann Sjúrð svein. 

 

3 Artala gongur í høllini, 

biður saðla sær hest: 

"Nú skal ríða í Júka garðar, 

frú Guðruna at festa." 

 

4 Árla var um morgunin, 

sólin roðar á tanga, 

síggja teir ein so miklan kappa 

at borgararmi ganga. 

 

5 Guðrun situr yvir breiða borði, 

kom henni mangt í huga, 

teir gingu bæði út og inn, 

hendan kappa at skoða. 

 

6 Guðrun so til orða tekur, 

skortar hon ei fíggjar: 

"Eg skal mær av høllini út 

henda kappa at síggja." 

 

7 Guðrun gekk av høllini út, 

við so nýtum orðum: 

"Tað glógvar so gull á hesum kappa, 

sum Sjúrður reið í forðum." 

 

8 Artala gongur í høllina inn, 

hann bæði er vænur og vitur, 

sum hon Guðrun Júka dóttir 

yvir breiða borði situr. 

 

9 Guðrun so til orða tekur: 

"Tað er ei at dylja, 

hvat eru tíni ørindi, 

hvat tykist tú vilja?" 

 

10 Artala so til orða tekur, 

hann mælir av tungum trega: 

"Tað eru míni ørindi, 

Guðrun, tín at biðja." 

 

11 Guðrun situr yvir breiða borði, 

glógvar í gulli reyða: 

"Eg lovist ongum edilingi 

eftir Sjúrðar deyða." 

 

12 Artala stendur á hallargólvi, 

hann er nýtur drongur: 

"Siga skalt tú mær nei ella ja, 

eg spyrji teg ikki longur." 

 

13 Leingi sat Guðrun Júka dóttir, 

hugsaði um tað tá: 

Hon hevði lovað at hevna Sjúrð, 

so leingi hon liva má. 

 

14 Guðrun so til orða tekur, 

tikin til góðar at evna: 

"Hvussu heitir tú kappin reysti, 

hvussu skal eg teg nevna?" 

 

15 Tí svaraði Artala, 

ið gull bar sær á hond: 

"Tú skalt nevna meg Artala kong, 

ið ræður fyri Húnalondum." 

 

16 Guðrun steig upp skundisliga, 

hon rætti fram ljósa hond: 

"Gjarna fylgi eg Artala kongi 

aftur á Húnalond." 

 

17 Guðrun steig upp skundisliga, 

hon rættir hond yvir borð, 

fagurt var at lýða 

á teirra festnarorð. 

 

18 Artala kongur í Húnalandi, 

sigst í bragda tátti, 

festi frúnna Guðrunu, 

ið Sjúrður frægi átti. 

 

19 Artala klæðist árla morgun, 

hann gull ber sær á hand, 

førir so frúnna Guðrunu 

við sær á Húnalond. 

 

20 Artala klæðist árla morgun, 

so er greitt fyri mær, 

og hana frú Guðrunu 

hann førir í høll við sær. 

 

21 Livdu saman í ríkinum 

alt fyri uttan mein, 

áttu børn, ólu av sær 

unga sonin ein. 

 

22 Guðrun var leingi á Húnalandi, 

kinn bar hon so reyða, 

nú leggur hon ráðini upp 

at hevna Sjúrðar deyða. 

 

23 Tað er hon Guðrun Júkadóttir 

letur blanda vín, 

Høgna og Gunnar og øllum brøðrum 

býður hon heim til sín. 

 

24 Artala kongur í Húnalandi 

kátan mjøðin blandar, 

býður hann øllum Júkabrøðrum, 

teim stendur nú lív í vanda. 

 

25 Gunnar gongur í høllina inn, 

man so orðum stýra: 

"Nú skulum vær til Húnalands 

júkagarpar fýra." 

 

26 Svaraði Grimhild móðir hans: 

"Mær tykir tað eingin tattur, 

at tit ríðið á Húnaland, 

ið eingin kemur aftur." 

 

27 Tí svaraði Gunnar kongur, 

tekur til orða svá: 

"Tó skulum vær á Húnaland, 

tað standist hvat av, ið má." 

 

28 "Meðan tú fert á Húnaland, 

at drekka mjøð og vín, 

Gíslar og Hjarnar vera eftir 

báðir hjá móður síni." 

 

29 Gíslar og hann Hjarnar, 

Júkungarnir báðir, 

ríða teir til Húnalands 

móti móður ráði. 

 

30 Gíslar og hann Hjarnar, 

Júkungarnir tveir, 

ríða teir á Húnaland, 

fátt kann forða feigum. 

 

31 Upp stóð Grimhild drotningin, 

hin svinna og hin sæla: 

"Kvittar tú á Húnaland, 

lat meg fylgja tær." 

 

32 "Eg kann ei síggja, móðir mín, 

at tíni eygun gráta, 

báran brýtur á blómukinn, 

tað kann eg ikki sjá." 

 

33 Svaraði Grimhild drotningin, 

í fyrsta orði tá: 

"Tak tú hetta rúnarkelvið 

og passa væl uppá. 

 

34 Tak tú hetta rúnarkelvið 

bint um tínar lendar, 

tað kann øllum lásum læsa, 

allar sútir rinda." 

 

35 Sólin skín á heiðina, 

hon skyggir á skjøldin fríða, 

so var sagt, at Høgni kongur 

skuldi undan ríða. 

 

36 Tað er Høgni Júkason, 

hann ríður seg fram við strond, 

møtir hann eini sævarkvinnu 

á teimum hvítu sondum. 

 

37 "Heil og sæl, tú sævarkvinna, 

sig mær av tí satt: 

Eg ríði nú á Húnaland, 

komi eg heilur aftur?" 

 

38 "Hoyr tað, Høgni Júkason, 

eg sigi tær av tí satt: 

Ríður tú á Húnaland, 

ikki kemur tú aftur. 

 

39 Hoyr tað Høgni Júkason, 

eg sigi tær døpur mein: 

Um tú fert á Húnaland, 

ikki kemur tú heim." 

 

40 Tað var Høgni Júkason, 

sínum svørði brá, 

hjó hann hesa sævarkvinnu 

sundur í luti tvá. 

 

41 Tekur hann hennar blóðiga høvur, 

kastar út á sund, 

kroppin skjýtur hann eftir, 

sukku tey bæði í grund. 

 

42 "Ligg nú har tú vonda veittur, 

tú hin illa kvinna, 

eg skal ríða á Húnaland, 

sigur av kappum vinna." 

 

43 Tað er hann Høgni Júkason, 

ríður hann fram fyri strond, 

møtir hann einum sævarmanni 

á teimum hvítu sondum. 

 

44 "Heilur og sælur mín sævarmaður, 

sig mær av tí gleim: 

Eg ríði meg á Húnaland, 

komi eg heilur heim?" 

 

45 "Hoyr tað Høgni Júkason, 

eg sigi tær av tí gleim, 

væl máttú ríða á Húnaland, 

tí heilur kemur tú heim." 

 

46 So letur Høgni Júkason, 

búgva skipini sín, 

bæði letur hann í tey laða, 

virtin og so vín. 

 

47 Oman skúgva teir flotdrekan, 

fram úr tøttum neysti, 

tá stóð fast í kjalarhæli, 

loypur so fram og goysti. 

 

48 Bræddir vóru brandar, 

skorin var hvør stokk, 

stavnur og stýri av reyðargulli, 

so var segl í topp. 

 

49 Bræddir vóru brandar, 

borðini vóru ný, 

gyltir leika veðurringar 

upp í miðjan ský. 

 

50 Høgni vindur segl í rá, 

teir út á havið fara, 

grátandi vendi Grimhild 

aftur í Júkagarðar. 

 

51 So grætur Grimhild drotningin, 

tað hitt væna vív: 

"Far væl Høgni sonur mín, 

eg síggi teg ei í lívi." 

 

52 Grimhild fyri munni mælir: 

"Høgni reisir á ferð, 

eg kenni væl Guðrun dóttur mína, 

er roynd í ráðagerð." 

 

53 Sigldu teir frá landinum 

út á saltan sjógv, 

Høgni tekur jarnárar tvær, 

hann setist sjálvur at rógva. 

 

54 Ein kom maður í høllina inn, 

Guðruni sigur frá: 

"Eg síggi skip av havi koma, 

seglini gul og blá." 

 

55 Guðrun so til orða tekur, 

øll í gulli skín: 

"Vera man Gunnar og Høgni, 

ið koma at vitja mín." 

 

56 Guðrun gongur í grasagarð, 

hon reyðargull ber á hendi, 

ramar risti hon illgerningar, 

og út á havið sendi. 

 

57 Vaksa tók tá veður, 

byrur lá av londum, 

sundur gingu jarnárar 

báðar í Høgna hondum. 

 

58 Vaksa tók tá veður, 

sandur á tilju lá, 

aldan breyt í bæði borð, 

so fell tann bylgja blá. 

 

59 Mælti tá ein lítil sveinur, 

tóktist komin í vanda: 

"hvaðan eru hesir avrekshestar, 

ið eftir sjónum ganga?" 

 

60 Høgni so til orða tekur, 

mælir so fyri sær: 

"hetta er Guðrunar illgerningar 

ristar móti mær. 

 

61 Hetta eru eingir hestar, 

ei heldur onnur ross, 

tað er Guðrunar illgerningar, 

ristar móti oss." 

 

62 Guðrun gongur í grasagarð, 

reyðargull ber á hendi, 

loysir hon út ørnir tvær 

og út á havið sendi. 

 

63 Ørnir tvær av landi koma, 

setast á saltan sjó, 

vaksa tekur veður í ský, 

aldan brýtur á ló. 

 

64 So var veður á sjónum hart, 

at aldan reis frá grunni, 

voldi tað Guðrun Júkadóttir, 

sum illgerningar kundi. 

 

65 So var veður á sjónum hart, 

tá bliknaðu dreingir dýrir, 

Gunnar gekk í lyftingina, 

Høgni stóð við stýrið. 

 

66 So var veður á sjónum hart, 

ógvuligt á at líta, 

stýrir so Høgni Júkason, 

at frá dreiv mjøllin hvíta. 

 

67 Høgni tekur sítt rúnarkelvi, 

floygir tað út fyri borð, 

ikki mátti illgerning vaksa, 

so megnað vóru hans orð. 

 

68 Høgni tekur sítt rúnarkelvi, 

kastar tað út á sjó, 

minka tók tá aldan, 

tað stiltist væl á ló. 

 

69 So var veður á sjónum hart, 

tað reyk bæði sjógvur og sandur, 

tó varð sagt, at Júkagarpar 

slitu upp undir landið. 

 

70 So var veður á sjónum hart, 

tað hurrar í hvørjum streingi, 

tóku teir havn í Húnalandi, 

tí fullvæl dugdu dreingir. 

 

71 Tá ið teirra snekkjan 

kendi fagurt land, 

kasta teir sínum akkerum, 

á tann hvíta sand. 

 

72 Kasta teir sínum akkerum 

á tann hvíta sand, 

fyrstur steig Gunnar Júkason 

sínum fótum á land. 

 

73 Fyrstur steig Gunnar Júkason 

sínum fótum á land, 

Høgni og Hjarnar og allir brøður 

upp á hvítan sand. 

 

74 Gingu teir frá strondum niðan, 

so er greitt fyri mær, 

gingu so allir Júkagarpar 

niðan í grasagarð. 

 

75 Uppi í miðjum grasagarði 

aksla teir síni skinn, 

og so búnir ganga teir 

í høgar hallir inn. 

 

76 Uppi í miðjum grasagarði 

teir klæddust í brynjur dýru, 

gingu so í høgar borgir 

teir Júkagarpar fýra. 

 

77 Tað var Gunnar og Høgni, 

heim í garðin fóru, 

úti Guðrun Júkadóttir, 

fyri teimum stóð. 

 

78 Artala kongur í Húnalandi 

blandar mjøð og vín, 

úti stendur hon Guðrun, 

hon fagnar væl brøðrum sínum. 

 

79 Guðrun so til orða tekur, 

glað fyri uttan ekka: 

"Gangið tit í høllina inn 

tann brúna mjøð at drekka." 

 

80 Tað var Høgni Júkason, 

hann inn í høllina steig, 

tá sá hann á Guðrunu, 

at ilt undir kinnum beið. 

 

81 Guðrun so til orða tekur: 

"Eg geri tað ei at loyna, 

fáið mær higar skjøld og svørð 

frá øllum tykkum at goyma." 

 

82 Mælti tað Guðrun drotningin 

við hógv og hyggin orð: 

"Tær kastið svørð og herklæði, 

tær stígið yvir borð." 

 

83 Svaraði Høgni Júkason, 

hann heldur á brýndum knívi: 

"Eingin fær mítt svørð og skjøld, 

meðan eg eri á lívi." 

 

84 Tí svaraði Gunnar kongur, 

hann heldur á brýndum mæka: 

"Sjálvur skal eg vápnini goyma, 

tað man ongan saka." 

 

85 Guðrun so til orða tekur, 

bar um hjarta trá: 

"Mætari maður Sjúrður var, 

á gullsaðli lá." 

 

86 Guðrun so til orða tekur, 

ilskan í henni breyt: 

"Minnist tú nakað Sjúrð hin unga, 

tú legði mær á skeyt?" 

 

87 Svaraði Høgni Júkason, 

hann lítur á ringin reyða: 

"Ei er blítt á brúnaskorum, 

hon minnist á buðlungs deyða." 

 

88 Guðrun so til orða tekur, 

hon letur av tungu falla: 

"Minnist tú nakað Sjúrð hin unga, 

tú førdi mær heim til hallar?" 

 

89 Svaraði Høgni Júkason, 

hann lítur á ringin sín: 

"Ei er blítt á brúnaskorum, 

hon minnist á Sjúrðar lík." 

 

90 Inn kemur Guðrun árla morgun, 

ilt er skap at eggja, 

borð stóð breitt við silkidúk 

og bjór fyri reystar seggir. 

 

91 Tað var Guðrun Júkadóttir, 

hon tók sær ker í hand, 

so gekk hon í kjallaran, 

sum mjøðurin fleyt íbland. 

 

92 Tá ið hon hevði blandað teim 

mjøðin út í vín, 

tá so mikið óminni 

letur hon har útí. 

 

93 Og so mikið óminni 

letur hon har útí, 

ber so inn fyri Høgna 

og biður hann drekka til sín. 

 

94 Hyggin hyggur Høgni tá 

at fingurgulli góða, 

sveitka tekur hans fingurgull, 

tað rodnaði rætt sum blóð. 

 

95 Tað er Høgni Júkason, 

hann kendi ta svikalist, 

biður nú Guðrun systur sína 

drekka av skálum fyrst. 

 

96 Guðrun stendur á hallargólvi, 

hon rodnar rætt sum blóð, 

hon hvolvdi um tað silvurker, 

á breiðum borði stóð. 

 

97 Kongurin klappar sær á knæ, 

sum søgur ganga frá, 

Gunnar, Høgna og allar brøður 

hann setur nú sær íhjá. 

 

98 Drekka teir í Húnalandi 

bæði úti og inni, 

drukku mjøð og klára vín, 

glaðir á hvørjum sinni. 

 

99 Drekka teir í Húnalandi 

bæði við gleði og gleim, 

illa líkar Guðrunu, 

at eingin ertir teim. 

 

100 Drekka teir í Húnalandi 

bæði við gleði og gaman, 

illa líkar Guðrunu, 

at eingin ertir saman. 

 

101 Guðrun krevur sín unga son 

bæði við mekt og mæti: 

"Eg vil geva tær gull og fæ, 

stillar tú Høgna kæti." 

 

102 Sveinur var ungur á aldrinum, 

hann gjørdi tað, hon bað, 

hann gekk at tí borðinum, 

sum Høgni fyri sat. 

 

103 Sveinur gekk at borðinum, 

duldan hon hann dró, 

hevði hann upp sína høgru hond, 

Høgna á nasar sló. 

 

104 Gekk hann fram at borðinum 

og Høgna á nasar sló, 

voldi tað Guðrun Júkadóttir, 

at drekkjan var óró. 

 

105 Høgna rann tað heita blóð 

bæði um nasar og munn, 

kappin varð tá óstiltur, 

svik vóru honum ei kunn. 

 

106 Tað var Høgni Júkason, 

hann reiður borðinum skeyt, 

allur hin brúni mjøður 

á hallargólvi fleyt. 

 

107 Tað var Høgni Júkason, 

hann reiður sprakk borðum frá, 

mitt á miðjum hallargólvi 

komst hann fótum á. 

 

108 Høgni upp frá borði steig, 

snarliga hann sær vendi, 

meðan hann greiddi mækan til, 

ígjøgnum sveinin rendi. 

 

109 Høgni upp frá borði steig 

og sínum svørði brá, 

hann kleyv Guðrunar unga son 

sundur í lutir tvá. 

 

110 "Eg man ei á Húnalandi 

drekka tann mjøð við grandi, 

ótøkk havi mín móðurdóttir, 

ið so sín son upp vandi." 

 

111 Guðrun gongur fyri Artala kong 

og sigur honum frá: 

"Deyður er vár ungi sonur, 

helst av Høgna ráði. 

 

112 Eg man ei í Húnalandi 

longur við tær gæta, 

um tú gert ikki miklar sømdir 

eftir tann dreingin mæta. 

 

113 Eg man ei á Húnalandi 

longur við tær stýra, 

um tú gert ikki miklar sømdir 

eftir tann sonin dýra." 

 

114 "Hoyr tað Guðrun søta mín, 

tað vil eg ikki trúgva, 

at tú vilt nakað tínum brøðrum 

svik tilhandar snúgva. 

 

115 Tá ið teir vógu Sjúrð svein, 

tað voldu í stríði tínum, 

tá var Gíslar lítið barn 

heima hjá móður síni." 

 

116 Svaraði Guðrun Júkadóttir: 

"Tað skal eg nú valda, 

Gíslar og hann Hjarnar ungi, 

báðir skulu gjalda." 

 

117 "Hoyr tað mín hin velduga søta, 

legg mær til tess ráð, 

hvussu vit skulum Høgna sterka 

av sínum lívi fá. 

 

118 Tað er ei lítið avreksverk 

Høgna at ganga ímót, 

hvar hann er í víggi staddur, 

har hevur hann høvur á spjót." 

 

119 "Taka skal tríggjar aldirshúðir, 

rýða í mannablóði, 

har skal yvir Høgni leypa, 

troyttur av miklum móði. 

 

120 Hoyr tað reystur Artala kongur, 

tað skalt tú ikki gloyma: 

sláa skal tær fyri hallardyr 

og fast við jarni soyma." 

 

121 Tað var Artala kongur, 

ei hann tað nú gloymdi, 

hann sló tær fyri hallardyr, 

og fast við jarni soymdi. 

 

122 Guðrun stendur fyri breiðum borði 

mælir nú um tann vanda: 

"Nú skal Gíslar, bróðir mín, 

fyrstur á húðum ganga." 

 

123 Høgni upp frá borði steig, 

ei mundi hann orðum spara, 

ein av øllum Júkagarpum 

hann ræður fyri hinar svara. 

 

124 Høgni so til orða tekur, 

hann mælir av tungum trega: 

"Gíslar og Hjarnar heim skulu fara 

sína móður at gleða. 

 

125 Gíslar og Hjarnar báðir vóru 

heima hjá móður síni, 

tá ið eg og Gunnar 

tóku Sjúrð av lívi." 

 

126 Guðrun so til orða tekur: 

"Tó skulum vit tað valda, 

Gíslar, Hjarnar og allir brøður 

líka skulu gjalda." 

 

127 Gíslar og hann Hjarnar 

mundu á húðum ganga, 

allir sóu teir niður falla, 

eingin upp aftur standa. 

 

128 Guðrun stendur fyri breiðum borði, 

mælir nú um tann vanda: 

"Nú skal Gunnar, bróðir mín, 

aftur á húðum ganga." 

 

129 Tað var Guðrun Júkadóttir, 

hon voldi teim sorg og sút, 

øvutur bardist Gunnar kongur 

av glæstriborgini út. 

 

130 Tað var reystur Gunnar kongur, 

í stórari trongd var staddur, 

klývur hurðar úr seigum jarni, 

hann mundi ei vera ræddur. 

 

131 Gunnar kongur á húðir sprakk, 

elvist nú meiri vandi, 

allir sóu hann niður falla, 

eingin upp aftur standa. 

 

132 Guðrun stendur fyri breiðum borði, 

hon mælir um tann vanda: 

"Nú skal Høgni, bróðir mín 

síðstur á húðum ganga." 

 

133 Høgni so til orða tekur, 

hann heldur á búnum brandi: 

"Betri var í Júkagørðum 

at drekka mjøðin blandi." 

 

134 Tað var Høgni Júkason, 

var staddur í stórari trongd, 

feldi niður tólv hundrað, 

hann ruddi fyri sær gongd. 

 

135 Høgni tekur brandin tá, 

tað vil eg fyri tykkum tína, 

gongur so í loftið fram, 

hann mintist á móður sína. 

 

136 Mælti tá Høgni Júkason, 

hann studdist við dragið svørð: 

"Tó skal ganga á aldirs húðum, 

og vita hvussu fer." 

 

137 Høgni sprakk yvir aldirshúðir, 

hann læt tað so vera, 

honum barst ikki fóturin við, 

tað tókti honum einki at gera. 

 

138 Høgni sprakk yvir húðirnar, 

hann fekk ei bana her, 

hann kom niður á grønan vøll 

og studdist við skjøld og svørð. 

 

139 Høgni sprakk yvir aldirshúðir, 

hann býst ei við frið, 

tá stóð brynjað fyri honum 

alt Artala kongsins lið. 

 

140 Høgni stendur í grasgarði, 

bindur um hjálmin sín: 

"Áður enn dagur at kvøldi kemur, 

í blóði drekkum vær vín." 

 

141 Høgni tokar í herin fram, 

við bitrum brandi í hendi, 

eg svørji tann eið við mína trú, 

hann mangan sveitan rendi. 

 

142 Høgni tokar í herin fram, 

mátturin í honum veks, 

hann sparir ei sín bitra brand, 

henn vegur fimm og seks. 

 

143 Høgni tokar í herin fram, 

hann býst ei við frið, 

hann legði niður á Húnalandi 

alt Artala kongsins lið. 

 

144 Legði hann niður alt hans lið 

við svørð og bitrar eggjar, 

tað var Høgni Júkason, 

hann hopar til hallarveggjar. 

 

145 Vegið fekk hann alla tá, 

frá man frættast víða, 

síðla var um aftanin, 

tá løttu teir av at stríða. 

 

146 Guðrun kemur út árla morgun, 

grimt var henni í huga, 

heilan sær hon Høgna standa, 

ei høvdu ráðini duga. 

 

147 Árla var um morgunin, 

tað roðar fyri sól, 

tá hevði reystur Artala kongur 

brynjað út hundrað tólv. 

 

148 Árla var um morgunin, 

ið sólin roðar í fjøll, 

løgdu teir sínum bardøgum 

skamt frá kongsins høll. 

 

149 Høgni reið av høllini út, 

hann býst ei við frið, 

enn stóð brynjað fyri honum, 

alt Artala kongsins lið. 

 

150 Tað var Høgni Júkason, 

hann ríður teim ein ímót, 

hvør ið kom tá fyri hans hond, 

tá hevði hann høvur á spjót. 

 

151 Høgni ríður í herin fram, 

hann roynir góðar gripir, 

henn fellur niður av Húnamonnum 

tíggju fyri hvørja sipan. 

 

152 Vegið fekk hann Húnamenn 

við svørð og bitrar eggjar, 

tað var Høgni Júkason, 

hann hopar til hallarveggjar. 

 

153 Guðrun kemur út árla morgun, 

sól tók fagurt at branda, 

heilan sær hon bróður sín 

á leikvøllinum at ganga. 

 

154 Guðrun so til orða tekur, 

frá man frættast víða: 

"Hoyr tað Høgni, bróður mín, 

tú skalt á skógin ríða. 

 

155 Tú skalt burtur á skógin ríða, 

eystur um Hildará, 

har skalt tú tey undur síggja, 

ið tú í forðum vá." 

 

156 Høgni reið á skógin burt 

eystur um Hildará, 

har mundi hann tey undur síggja, 

ið hann í forðum vá. 

 

157 Høgni stendur á grønum vølli, 

víða um seg hyggur, 

mikið var tá buðlungs lík, 

á gullbørum liggur. 

 

158 Høgni stendur á grønum vølli, 

slíkt er mikið undur, 

mikil hestur, stórur og sterkur, 

loypur har á grundum. 

 

159 Høgni stendur á grønum vølli, 

honum kom mangt í huga, 

hann sá høvur við hestsins búk 

bundið við saðilboga. 

 

160 Tungan tók at mæla, 

hon læt so orðum víkja: 

"Illa gjørdi tú, Høgni, tað, 

at tú ræð meg at svíkja. 

 

161 Mær unti Brynhild Buðladóttir, 

tað hitt væna vív, 

mær unti Guðrun Júkadóttir, 

har fyri læt eg lív. 

 

162 Brynhild unti mær so væl, 

hon sprakk eftir mín deyða, 

Guðrunu skiftuð tit gull og fæ 

og mangar ringar reyðar. 

 

163 Heim til hallar ríð tú nú, 

bæði við gleði og gleim, 

eg fari aftur á heiðin skóg 

so vítt yvir vørild og heim." 

 

164 Høgni reið til hallar heim, 

hann býst ei við frið, 

tá stóð brynjað fyri honum 

alt Artala kongsins lið. 

 

165 Høgni reið í herin fram, 

hann letur av brandi rúka, 

fótur ei nertur við jørðina, 

hann treður á manna búkar. 

 

166 Hundar goyja, úlvar túta, 

ørnin higji lasti, 

hundrað heilt og hartil hálvt 

hann fellir í hvørjum kasti. 

 

167 Tað var Guðrun Júkadóttir, 

heldur at tí gaman, 

meira ið Høgni høggur sundur, 

meira renna teir saman. 

 

168 Tað var Høgni Júkason, 

hann gav tí fullvæl gætur, 

teir ið hann um dagin drepur, 

teir lívgar hon upp um nætur. 

 

169 Tí svaraði Høgni Júkason: 

"Her elvist ein illur siður, 

leiðist mær nú í Húnalandi, 

at høgga trælar niður." 

 

170 Guðrun kemur út árla morgun, 

grimt var henni í huga, 

heilan sær hon Høgna ríða, 

ei hava svikini dugað. 

 

171 Hon glør við eygum, glettir á tonn, 

við kjaftinum mundi hon gapa, 

gjarna hevði hon Høgna gloypt, 

eingi kundu svikini bata. 

 

172 Tað var Guðrun Júkadóttir, 

hon heitir á sveinin sín: 

"Gakk tú tær eftir longu Gevu 

og bið hana koma til mín. 

 

173 Hann var fimur á fótunum, 

ið boðini skuldi bera, 

øll letur hon klæði hans 

við rósur og liljur skera. 

 

174 "Hoyr tað Geva langa, 

eg sigi tær satt ífrá, 

deyður er Guðrunar ungi son, 

helst av Høgna ráði. 

 

175 Hoyr tað Geva langa, 

tú ert ein kempa sterk, 

hevði tú Høgna av lívi tikið, 

tað var eitt roysnisverk." 

 

176 Geva so til orða tekur, 

hon talar um sín vilja: 

"Tað er ikki eins manns verk 

hans høvur frá búki at skilja." 

 

177 Høgni reið mót Gevu fram 

við bitrum svørði í hendi, 

henn hevði upp sín bitra brand, 

ígjøgnum Gevu rendi. 

 

178 Tað var Høgni Júkason, 

sínum svørði brá, 

hann kleyv reystu longu Gevu 

sundur í luti tvá. 

 

179 Tað er hon Guðrun Júkadóttir, 

hon bryggjar og blandar vín, 

býður nú Tíðriki Tatnarsyni 

heim í høll til sín. 

 

180 Hann var fimur á fótunum, 

ið tey boðini bar 

haðan á tann grøna skóg, 

ið Tíðrikur fyri var. 

 

181 "Vælkomin Guðrunar lítil svein, 

higar nú til mín, 

drekk nú hvat tær betur líkar 

mjøðin ella vín." 

 

182 "Lítið er mær um mjøðin tín, 

altvæl minni um vín, 

onnur havi eg ørindi 

higar í dag til tín. 

 

183 Onnur havi eg ørindi, 

higar í dag til tín, 

tað er hon Guðrun Júkadóttir, 

býður tær heim til sín." 

 

184 Tíðrikur hvarv av vølli brátt, 

so er greint fyri mær, 

snarliga kom á Artala borg, 

sum Guðrun fyri var. 

 

185 "Vælkomin Tíðrikur Tatnarson, 

so væl eg á teg troysti, 

hevði tú Høgna av lívi tikið, 

tað var eitt manndómsroysni." 

 

186 "Hoyr tað Guðrun Júkadóttir, 

tú elvir mær miklan vanda, 

hvussu skal eg Høgna av lívi taka, 

ið einki svørð kann granda." 

 

187 "Bæði silvur og reyðargull 

vil eg geva tær tá, 

um tú Høgna Júkason 

klývur í luti tvá." 

 

188 Tíðrikur hvarv úr sessi brátt, 

hann er maður hin versti, 

hann kom aftur uttan hallar 

á kolsvørtum hesti. 

 

189 Høgni reið mót honum fram, 

við so stórari ferð, 

møtti honum Tíðrikur Tatnarson, 

hann gav honum sár av svørði. 

 

190 Høgni brá sínum bitra brandi, 

kappin tann hin mesti, 

sló hann Tíðrik Tatnarson 

opnan niður av hesti. 

 

191 Tíðrikur hvarv av vølli burt, 

fáir kennast slíkir, 

brá hann sær á lofti upp 

í flogdreka líki. 

 

192 Eitur spýði hin svarti dreki, 

niður á Høgna brynju, 

hann var ei við vápnum vegin 

harífrá læt hann sinja. 

 

193 Tungt er tað í heiminum 

stórar sorgir at bíða, 

eitur bar hann í brynju síni, 

so fast í hjarta man svíða. 

 

194 Høgni snúðist haðan burt, 

hann bardist ikki longur, 

eitur gongur at hjartanum, 

tá følnaði nýtur drongur. 

 

195 Tað var Høgni Júkason, 

heim í garðin fór, 

úti sjálvur Artala kongur 

fyri honum stóð. 

 

196 "Eg havi einki sár á mær, 

grið vil eg ei tiggja, 

lánið mær eina jalsdóttur 

í nátt á armi at liggja." 

 

197 Svaraði Guðrun systir hans, 

hon heldur hann fyri háð: 

"Fáið honum svínahirðidóttur 

at sova hans armi á." 

 

198 Tí svaraði Artala kongur, 

mundi hann at honum hyggja: 

"Hoyr tað Høgni Júkason, 

ta bøn skalt tú tiggja." 

 

199 Tí svaraði Artala kongur, 

hann tekur til orða svá: 

"Fáið honum eina jalsdóttur 

at sova hans armi á." 

 

200 Fingu teir honum jalsdóttur 

at sova hans armi á, 

hann gat svein við Jalsdóttur, 

sum søgan sigur frá. 

 

201 "Hoyr tað Helvík jalsdóttir, 

eg sigi tær orðum hátt: 

gitið man Artala kongur hava 

svein á hesi nátt. 

 

202 Eignast vit ein ungan son, 

tung man sorgin falla, 

hoyr tað Helvík jalsdóttir 

Høgna skalt tú hann kalla. 

 

203 Tú eigur tær ein ungan son, 

Guðrun vil hann pína, 

tak tú hennara onkarbarn 

og legg í vøggu tína. 

 

204 Tú eigur tær ein ungan son, 

Guðrun vil honum sút, 

ver tú tær í øllum klók, 

tú gakk tær síðari út. 

 

205 Tað er hon Guðrun, systir mín, 

hon kann svikalist, 

hon biður teg, Helvík jalsdóttir, 

ganga av durum fyrst. 

 

206 Tú skalt biðja hana undan ganga, 

tí hon ber høvur hægri, 

tú skalt ganga aftaná, 

tí tú ert ein mun lægri. 

 

207 Eignast vit ein ungan son, 

lat tað vera svá: 

bið hann Høgna hevna mín, 

um hann liva má. 

 

208 Tak tú hetta rúnarbelti, 

tú bint um tínar lendar, 

tað kann læsa lásum upp 

og tínar sútir rinda. 

 

209 Hoyr tað Helvík jalsdóttir, 

eg geri ei av tí loyna, 

fá tað várum unga syni, 

tá ið hann kann at goyma. 

 

210 Eg gevi tær bæði gull og fæ 

og mangar ringar reyðar, 

tak nú við mín jalsdottir, 

og hevn so væl mín deyða." 

 

211 Tá segði Høgni Júkason: 

nú verður ikki longur, 

eitur gongur at hjartanum, 

so følnaði nýtur drongur. 

 

212 Helvík leit at síggja á, 

tá ið Høgni mundi doyja, 

síðan gróv hon dreyg í heyg, 

sum dreingir í dalinum hoyja. 

 

213 Árla vár um morgunin, 

sólin roðar í líð, 

upp stóð unga jalsdottir, 

men Høgni lát sítt lív. 

 

[Her byrjar Aldrias táttur (Annar Høgna táttur) TSB E 38]

 

214 Tær ganga sær við børnunum 

níggju mánar sínar, 

til at teirra stundum leið, 

tær føða sveinar fríðar. 

 

215 Helvík unga sonin ár, 

borin til gott at evna, 

síðan bað hon presti bera, 

Høgna bað hon nevna. 

 

216 Guðrun unga sonin ár, 

tung man sorgin falla, 

síðan læt hon presti bera, 

Svein biður hon hann kalla. 

 

217 Tá ið tær høvdu á songum ligið, 

lætta tekur vandi, 

nú er at teim stundum komið, 

tær skulu av durum ganga. 

 

218 Sótu tær inni mánan ein, 

sótu tær inni tvá: 

"hoyr tað unga jalsdóttir, 

tú skalt fyrst útgá." 

 

219 Tí svaraði unga jalsdóttir: 

tað skal eg um valda, 

tú bert hægri krúnuna, 

tí skalt tú fyrst útganga. 

 

220 Helvík átti sær ungan son, 

hann vildi Guðrun pína, 

tekur hon Guðrunar unga son 

og leggur í vøggu sína. 

 

221 Tað gjørdi Helvík jalsdóttir, 

tykir hon í tí tattur, 

leggur hon sín hin unga son 

í Guðrunar vøggu aftur. 

 

222 Guðrun gekk í høllina inn, 

hon víða um seg sá, 

tekur sín hin unga son 

og sneiðir høvur frá. 

 

223 Tað var Guðrun Júkadóttir, 

hon voldi sær stóran harm, 

tað vil eg av sonnum siga 

hon drap sítt onkarbarn. 

 

224 Høgni vox upp í ríkinum 

til gævuligan mann, 

Artala kongur í Húnalandi 

mundi fostra hann. 

 

225 Árla var um morgunin, 

sólin skein so víða, 

tað var Høgni Høgnason, 

hann lystur á skógin ríða. 

 

226 Høgni reið á skógin burt, 

sum søgur ganga frá, 

møtir hann síni sælu móður 

fyri eystan Hildará. 

 

227 Helvík so til orða tekur, 

hon smílist undir lín: 

"tað svørji eg á míni trú, 

at tú ert sonur mín." 

 

228 Høgni so til orða tekur: 

"tí vil eg ikki trúgva, 

eg havi ei sæð eina lægri konu 

kunna betra at ljúgva." 

 

229 Tak tú henda lítin knív, 

hygg ið væl hann bítur, 

sker so meg í armin mín, 

vita um í hjartað nítur." 

 

230 Hann tók henda lítin knív, 

hugdi ið væl hann beit, 

skar hann hana í armin sín, 

tað fast í hjartað neit. 

 

231 Mælti tað Høgni Høgnason, 

hann smílist undir lín: 

"tað kenni eg á sjálvum mær, 

at tú ert móðir mín." 

 

232 "Hoyr tað Høgni sonur mín, 

eg sigi tær satt ífrá, 

Høgni bað teg hevna sín, 

um tú liva má. 

 

233 Tak tú hetta rúnarbelti, 

bint um tínar lendar, 

tað kann øllum lásum læsa, 

allar sorgir rinda." 

 

234 Tí svaraði hans sæla móðir, 

ið tungu bar so snjalla: 

"eg gevi tær tað búna svørð, 

ið faðir tín søkti úr fjalli. 

 

235 Og tær gevi eg bæði gull og fæ 

og mangar ringar reyðar, 

tak nú við mín sæli sonur 

og hevn tín faðirs deyða." 

 

236 Hann kom ikki av skógi heim 

fyrr enn síðla á kvøldi, 

Artala kongur yvir borði sat 

við alt sítt dreingjaveldi. 

 

237 Sveinur gekk í høllina inn, 

hann skuldi ljósið skara, 

hann brendi gjøgnum fótablað, 

hann mundi tað ikki vara. 

 

238 Sveinur skuldi ljósið skara, 

er mær ei á tí hól, 

ljósið brendi í fótablað 

niður í hallargólv. 

 

239 Tí svaraði Artala kongur, 

riður í brósti rennur: 

"hvat hugsar tú sveinur so djúpt, 

tú gáar ei, at tú brennur." 

 

240 "Tað hugsi eg, Artala kongur, 

at tú hevur miklan eyð, 

man tó verða á tínari ævi, 

at tú tiggur vatn og breyð." 

 

241 "Bæði havi eg gull og fæ, 

og hartil nógvan eyð, 

tað verður ikki, meðan eg livi, 

at eg tiggi vatn og breyð. 

 

242 Árla var um morgunin, 

sólin skein so víða: 

viltú nakað Artala kongur 

í dag á skógin ríða?" 

 

243 Tí svaraði Artala kongur 

somu morgunstund: 

"gjarna vil eg fylgja tær 

ígjøgnum grønu lund." 

 

244 Árla vár um morgunin, 

sól tók fagurt at roða, 

nú lystir hann at gullbjørgi 

sítt reyðargull at skoða. 

 

245 Ríða teir á skógin burt, 

glaðir í huga full, 

vísti hann honum á húsið tað, 

ið lagt var innan við gull. 

 

246 Tí svaraði Artala kongur 

og tekur til orða svá: 

"hoyr tað nú harra Svein, 

tú skalt her fyri inngá." 

 

247 Tí svaraði harra Svein: 

"tað skal eg nú valda, 

tú bert hægri krúnuna, 

fyrstur skalt tú innganga." 

 

248 Tað var reystur Artala kongur 

hann inn í húsið sá, 

Høgni smeldi hurð í lás 

og snúðist so haðan ífrá. 

 

249 Høgni fyri uttan stendur, 

glaður uttan sút, 

læsti hann aftur við rúnarbelti, 

hvørki teirra náddi út. 

 

250 "Bæði hevur tú gull og fæ, 

og hartil nógvan eyð, 

viltú nakað Artála kongur 

tiggja vatn og breyð?" 

 

251 "Bæði havi eg gull og fæ, 

og hartil nógvan eyð, 

gjarna vil eg nú harra Svein 

tiggja av tær vatn og breyð." 

 

252 Inni svølti hann bæði tey 

hjá tí gullinum reyða, 

tað gjørdi Høgni Høgnason, 

so hevndi hann faðir síns deyða. 

 

253 Tað var Høgni Høgnason, 

ið mikið gull mundi fá, 

hann kom ikki aftur í gullbjørgið, 

fyrr enn kongurin turrur lá. 

 

254 Høgni gisti sína móður 

síðla dags á kvøldi, 

síðan reið hann haðan burt 

til kongin í Danaveldi.

 

CCF 1H [III+IV]

TSB E 55 E 38

 

Uppruni: V. U. Hammershaimb. “Færøiske Kvæder I” 1851 

 

Útgávur: 

1. V. U. Hammershaimb. “Færøiske Kvæder I”, 1851 s. 37-58

2. Føroya kvæði (Chr. Matras greiddi til útgávu, 1951) Band  I, s. 205.

3. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 1998) 3. bind, s. 118

 

Heimild: V. U. Hammershaimb: “Færøiske Kvæder I”, 1851 

 

E 38 Høgna táttur 2/Aldrias táttur (Høgni revenges his father’s death by killing his foster-father Artala)

Helvík føðir sonin Høgna, og um somu tíð fær Guðrun son, sum hon rópar Svein. Helvík skiftir teir báðar dreingirnar um, og Guðrun drepur dreingin, sum hon heldur Helvík eiga.

Høgni lítli veksur upp við navninum Svein. Ein dagin gevur Helvík honum svørðið hjá pápa hansara og ein gandalut, sum læsir allar dyr. Hon biður hann hevna deyða faðirs hansara við at beina fyri Artala, manni Guðrunar.

Tá ið hann er tilkomin, lokkar hann Artala inn í kongsins skattkamar, læsir hurðina og letur hann svølta í hel. Síðani tekur Høgni gullið, vitjar mammu sína og fer síðani til kongin í Danmark.

á føroyskum: CCF 1 A: IV, Ba: III ør. 98-139, Bb: IV, C ør. 347-395, D: IV, E: III ør. 212-247, G ør. 368-421, H: [III] ør. 214-254 (bert á føroyskum). Triði og fjórði táttur av Sjúrðarkvæðunum.

E 55 Høgna táttur 1 (Gudrun gets revenge for Sigurd’s death by killing her brothers)

Guðrun verður gift við Artala kongi. Hon vil hava hevnd yvir deyða Sjúrðar og býður brøðrum sínum í veitslu. Mamma teirra, Grimhild, ávarar teir, og somuleiðis eitt fólk, teir hitta á vegnum, men teir lurta ikki eftir.

Teir koma vegin fram og verða bodnir til borðs hjá systrini. Hon hevur koyrt eitur í drykkir teirra, men Høgni varnast tað. Guðrun lokkar sonin at sláa Høgna undir vangan, og Høgni fer á føtur og drepur dreingin. Guðrun eggjar Artala til at drepa brøður sínar, hon nýtir gand, og alllir verða dripnir uttan Høgni. Ein stríðsmaður umskapar seg til ein dreka og goysir eitur á Høgna, sum kennir á sær, at hann er um at doyggja.

Hann biður dóttur ein jall, Helvík, sova hjá sær, áður enn hann doyr. Hann sigur henni, at hon fer at eiga son. Hon má geva honum Høgna navn, og hann fer at hevna deyða faðirs sín.

á føroyskum: CCF 1 A: III, Ba: III ør. 1-97, Bb: III, C ør. 255-346, D: III, E: III ør. 1-211, G ør. 271-367, H: [III] ør. 1-213 (bert á føroyskum). Triði táttur av ”Sjúrðarkvæðum”.

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019