• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Regin smiður

 

CCF 1Ba I

TSB E 51

 

1 Viljið tær nú lýða,

so er mær greint ífrá,

Buðlung kong og Gunnar kong

eg kvøði um báðar tá.

 

2 Viljið tit nú lýða,

meðan eg man kvøða

um teir báðar kongarnar,

og nú er um teir at røða.

 

3 So glaðiliga drukku

teir síni jól,

sámiliga sótu teir

sín tignarstól.

 

4 Sigmundur eitur tann

jalsins son,

lovar hina ungu Hjerdi,

hon var hans kona.

 

5 Sigmundur kongur

frá henni gekk,

Hjalprekur kongur

hana aftur fekk.

 

6 Ófriður gekk á ta

heilu høll,

manniliga vardu teir

tá Buðla kongins fjøll.

 

7 Ófriður gekk á kongins land

eystur á strand,

manniliga vardu teir

tað Buðla kongins land.

 

8 Riðu teir í bardagin,

eingin kom heim,

eftir livir Hjerdi

bæði við sorg og mein.

 

9 Riðu teir í bardagin,

lótu teir sítt lív,

eftir livir Hjerdi,

Sigmundar vív.

 

10 Hjerdi hon akslar sær

kápu blá,

so gekk hon í garðin tann,

sum Sigmundur lá.

 

11 “Liggur tú her, Sigmundur,

søtin mín,

eru tey nakað grøðandi

sárini tíni?”

 

12 “Seint manst tú, Hjerdi,

vita tær tey ráð,

gera tey smyrslini,

ið grøða kann míni sár.

 

13 “Sundur gekk mítt svørðið,

sundur gekk mítt spjót,

Hundinssynirnir teir

riðu mær ímót.

 

14 Hundinssynirnir

skaðan gjørdu tær,

eitur var í svørðinum,

teir bóru móti mær.

 

15 Tá ið eg tað fyrsta

sárið fekk,

sundur mítt svørð í

tógva lutir gekk.

 

16 Tá ið eg fekk tað

annað sár,

innarlaga at hjartanum

ið hyggja av tí gár.

 

17 Tak tú hesar

svørðslutir tvá,

lat tú teir til smíði at goyma

unga soni okra.

 

18 Frænur eitur ormurin,

á Glitraheiði liggur,

Regin hann er góður smiður,

fáum er hann dyggur.

 

19 Regin smiður býr

fyri handan á,

honum skalt tú fáa hesar

svørðslutir tvá.

 

20 Tað, ið tú hevur í vónunum,

tað er sveinsbarn,

ven tað væl við ærum upp,

og gev tí Sjúrðar navn.

 

21 Eg fái ikki, Hjerdi,

snakkað longur við teg,

tí tað er mín deyðastund,

ið komin er á meg.”

 

22 Grátandi snúðist Hjerdi

Sigmundi frá,

allar hennara hirðkonur

tær stóðu henni hjá.

 

23 Allar hennara hirðkonur

tær stóðu henni við,

tað var frúgvin Hjerdi,

hon fell í óvit niður.

 

24 Tað er enn, sum oftum var tá,

tað kom til so brátt,

jallin søkti helsótt

á teirri somu nátt.

 

25 Frúgvin læt seg við barni ganga

níggju mánar sínar,

til at hennara stundum leið,

hon føddi ein svein so fínan.

 

26 Frúgvin læt seg við barni ganga

níggju mánar taldar,

til at hennara stundum leið,

hon føddi ein svein so baldan.

 

27 Tað er enn, sum oftum var tá,

dult er døpul mein,

frúgvin er gingin í høgaloft,

hon føddi ein ungan svein.

 

28 Sveipar hon hann í klæði rein,

tá hann kom í heim,

Sjúrða bað hon nevna

tann gæviliga svein.

 

29 Barnið varð borið frá kirkju heim

aftur for móður sín,

meiri læt hon røkta tað

enn alt sítt gull í skrín.

 

30 Hann veks upp hjá síni móður,

Gud gav honum vekst,

meiri veks hann í ein mánað

enn onnur børn í seks.

 

31 Hann veks upp hjá síni móður

undir reyðum skildri,

lærdi allar listir tær,

ið meistarin kjósa vildi.

 

32 Hann veks upp hjá síni móður,

tann tíguliga mann,

Hjalprekur kongurin

fostraði hann.

 

33 Hann var seg á leikvølli

burt blant aðrar dreingir,

hvønn tann tíð teir vreiðir vóru,

stóð teim stríð á meingi.

 

34 Hann var seg á leikvølli

burt blant aðrar sveinar,

hvønn tann tíð teir vreiðir vóru,

stóð teim stríð á meini.

 

35 Niður settust sveinarnir,

vreiðir ið teir vóru:

“Líkari var tín faðir at hevnt

enn berja os so stórum.”

 

36 Niður settust sveinarnir,

vreiðir vóru báðir:

“Líkari var tín faðir at hevnt

enn berja os so sára.”

 

37 Sjúrður kastar reyðum skildri

niður á døkka fold,

Tá hann hoyrdi sín faðirs deyð,

hann sortnaði sum ein mold.

 

38 Hann kastaði svørð og herklæði,

hann lysti ei longur at leika,

so gekk hann for sína móður

við reyðar kinnar og bleikar.

 

39 “Hoyr tað, mín hin sæla móðir,

sig mær satt ífrá:

varð mín faðir við váknum vigin,

ella doyði hann á strá?”

 

40 “Eg kann ikki sannari

siga tær ífrá:

Hundins synir,

ið tín faðir vá.

 

41 Hundins synir,

ið tín faðir vá,

tað verður ikki, meðan tú livir,

tú sømdir av teim fár.”

 

42 Sjúrður svarar síni móður,

alt tað sum hann kann:

“Ofta veksur í ungum rakka

hvassar tenn í rann.”

 

43 Sjúrður svarar síni móður,

alt tað sum hann kundi:

“Ofta veksur í ungum rakka

hvassar tenn í munni.”

 

44 Hjerdi veit sær

eina breyt,

læsir upp ta kistuna,

full er innan við skreyt.

 

45 Hon læsir upp ta kistuna,

full var við gull og fæ,

hon tók upp ta skjúrtuna

og kastar honum á knæ.

 

46 Hon tók upp ta skjúrtuna,

øll var í blóði drigin:

“Her skalt tú síggja tey herklæðir,

hvarí tín faðir er vigin.

 

47 Tak tú hesar

svørðslutir tvá,

lat tú teir til smíði,

eitt annað svørð at slá.

 

48 Frænur eitur ormurin,

á Glitraheiði liggur,

Regin hann er góður smiður,

fáum er hann dyggur.

 

49 Regin smiður býr fyri

handan á,

honum skalt tú fáa hesar

svørðslutir tvá.

 

50 Gakk tú teg at fossinum,

kasta stein í á,

tak so tann av hestunum,

ið ikki víkir frá.”

 

51 Hann tók tann av hestunum,

ið ikki víktti frá,

um varð hann kallaður,

hann eitur Grani grá.

 

52 Sjúrður klæðist í síni song

eini morgun snimma:

“Nú lystir meg yvir um á

Regin smið at finna.”

 

53 Sjúrður er riðin

fyri dyrnar fram,

Regin kastar øllum smíði,

hann tók sær jarn í hand.

 

54 “Ver vælkomin, Sjúrður,

higar nú til mín,

drekk nú, hvat tær betur líkar,

mjøðin ella vín!”

 

55 “Lítið er mær um mjøðin tín,

hálvvæl minni um vín,

onnur havi eg ørindini

higar í dag til tín.

 

56 Tak tú hesar

svørðslutir tvá,

vita tað, reystur Regin smiður,

eitt annað svørð út slá.

 

57 Smíða skalt tú mær svørðið

virðiliga væl,

bæði skal eg vega við tí

jarn so sum stál.

 

58 Smíða skalt tú mær svørðið

skært og so reint,

bæði skal eg vega við tí

jarn so sum stein.”

 

59 “Hoyr tú, snari Sjúrður,

tú ert mær so kærur,

dvølst tú nakað úr ríkinum,

ver í nátt hjá mær!”

 

60 “Eg fái ikki, Regin smiður,

dvalst her hjá tær,

Hjalprekur saknar mín

úr hásæti frá sær.”

 

61 Regin gongur at sterkum stiðja,

leggur jarn í eld,

tíggju næturnar

hevði hann tað í gerð.

 

62 Tíggju næturnar

hevði hann tað í gerð,

tá var snari Sjúrður

riðin har á ferð.

 

63 Sjúrður er riðin

fyri dyrnar fram,

Regin kastar øllum smíði,

hann tók sær svørð í hand.

 

64 “Ver vælkomin, Sjúrður,

smíðað havi eg svørð,

bilar tær hverki hjarta ei hug,

tú verður til víggja før.

 

65 Smíðað havi eg svørðið

virðiliga væl,

bæði skalt tú vega við tí

jarnið so sum stál.

 

66 Smíðað havi eg svørðið

skært og so reint,

bæði skalt tú vega við tí

jarn so sum stein.”

 

67 Sjúrður gongur at sterkum stiðja,

høggur við ein fart:

“Sundur mítt svørðið

í tógva lutir brast.

 

68 Deyðan ert tú, Regin smiður,

av mær verð,

fyri tú hevur svikið meg

í váknargerð.

 

69 Smíða skalt tú mær annað,

skal tað verða so,

hoyr tað, reystur Regin smiður,

lív skalt tú ei fá.”

 

70 “Smíði eg tær annað,

verður tað ikki so,

hjartað úr orminum

tað leggi eg treytir á.”

 

71 Regin gongur at sterkum stiðja,

leggur jarn í eld,

tríati næturnar

hevði hann tað í gerð.

 

72 Tríati næturnar

hevði hann tað í gerð,

tá var snari Sjúrður

riðin har á ferð.

 

73 Sjúrður er riðin

fyri dyrnar fram,

Regin kastar øllum smíði,

hann tók sær svørð í hand.

 

74 “Ver vælkomin, Sjúrður,

smíðað havi eg svørð,

bilar tær hvørki hjarta ei hug,

tú verður til víggja før.

 

75 Smíðað havi eg svørðið

virðiliga væl,

bæði kanst tú vega við tí

jarn so sum stál.

 

76 Smíðað havi eg svørðið

skært og so reint,

bæði kanst tú vega við tí

jarn so sum stein.”

 

77 Sjúrður gongur at sterkum stiðja,

leggur svørðið til,

sundur kleyv hann stóra stiðja

standandi niður.

 

78 Sjúrður gongur at sterkum stiðja,

høggur við ein fart,

hvørki mátti røkka ei støkka,

so var svørðið hart.

 

79 Sjúrður gav so stórt eitt høgg,

orna tók hans blóð,

hann kleyv sundur stóra stiðja

niður í hallargólv.

 

80 Vá hann ormin giltum upp,

annað so sum tá,

Gramm kallaði hann svørðið,

á hallargólvi lá.

 

81 “Hoyr tú, snari Sjúrður,

tú ert so rask ein mann,

hvar stendur tín ferðin,

og hvar ríður tú fram?”

 

82 “Fyrst ríði eg í randarný

Hundins synir at vinna,

síðan aftur á Glitraheiði,

tað fýsir meg minna.”

 

83 Tað er reystur Regin smiður,

mælir so fyri sær:

“Kvittar tú á Glitraheiði,

lat meg fylgja tær.”

 

84 Tað var Sjúrður Sigmundarson,

skortar hann ei eyð,

hann reið seg í randarný,

hann hevndi sín faðirs deyð.

 

85 Hann reið seg í randarný,

væl komin aftur úr teirri,

síðan aftur úr ríkinum

hann kvittar á Glitraheiði.

 

86 Tað var Sjúrður Sigmundarson,

reið fram yvir skeið,

møtir hann einum gomlum manni,

setast niður á leið.

 

87 Ein kom maður á víðan vøll fram,

eingin ið hann kendi,

eittans eyga í heysi bar,

ein finskan boga í hendi.

 

88 Ein kom maður á víðan vøll fram,

eyga hevði sum bolli,

eittans hár á hesum dára,

toppur á miðjum kolli.

 

89 Ein kom maður á víðan vøll fram,

vá við eggjateini,

eittans eyga í heysi ber,

og knepta brók á beini.

 

90 “Hoyr tú, snari Sjúrður,

tú ert so rask ein mann,

hvar stendur tín ferðin,

og hvar ríður tú fram?”

 

91 “Fyrst reið eg í randarný

Hundins synir at vinna,

nú lystir meg á Glitraheiði,

tað fýsir meg minna.

 

92 Eg reið meg í randarný,

væl komin aftur úr teirri,

síðan aftur úr ríkinum

eg kvitti á Glitraheiði.”

 

93 “Hvør hevur biðið teg, Sjúrður,

grivið tær gravir tvær?

Deyðan hevur sami maður

ætlað tær.”

 

94 “Regin, ormins bróðir,

hann mær ráðini ger,

tí hann er mín vinmaður

í hesari ferð.”

 

95 “Drekk tú, Regin smiður,

spar ei sjálvan meg,

hann er tann versti svikari,

og svíkja vil hann teg.

 

96 Hann er tann versti svikari,

og svíkja vil hann teg,

tí hann hevur svikið

í váknagerð.

 

97 Tí hann hevur svikið

í váknagerð,

hoyr tú, snari Sjúrður,

samlíkt ger hann við teg.

 

98 Grav tú enn ta triðju,

grav hana her íhjá,

hoyr tú, snari Sjúrður,

ei her inni stá.

 

99 Grav tú enn ta fjórðu,

grav hana skamt ífrá,

ein mun av eitrinum

tað lívir hon tær tá.

 

100 Tríati alin er fossurin,

ið ormurin undir liggur,

uppi standa høvur og sporl,

og bukt á homrum liggur.

 

101 Uppi standa høvur og sporl,

bukt á homrum lá,

hvør er hann so hugdjarvur,

ið vega hann torir tá?”

 

102 “Sjúrð skalt tú nevna meg,

Sigmundar son,

tað var hin unga Hjerdi,

hon var hans kona.

 

103 Sjúrð skalt tú nevna meg,

Sigmundar svein,

tað var hin unga Hjerdi,

hon bar meg í heim.”

 

104 Tað er Sjúrður Sigmundarson,

ríður á heiði Glitra,

hann vil vera kempuførur,

ið møtir hans brandi bitra.

 

105 Ormurin liggur á gullinum,

ger so stórt eitt skrík,

Sjúrður situr á Grana baki,

hann býr sítt svørðið til.

 

106 Ormurin liggur á gullinum,

frá man frættast víða,

Sjúrður situr á Grana baki,

hann býr seg til at stríða.

 

107 Sjúrður gav so stórt eitt høgg,

tað var mikið undur,

tá skalv bæði leyv og lund,

hann kleyv hann um miðju sundur

 

108 Tað var Sjúrður Sigmundarson,

sínum svørði brá,

hann kleyv henda frænarorm

sundur í lutir tvá.

 

109 Sjúrður stokti hjartað,

tað var virðin trang,

tríati alin var tann

teinurin lang.

 

110 Tað var Sjúrður Sigmundarson,

brá fingrar upp í munn,

fuglar og so villini djúr

tey vórðu honum kunn.

 

111 Tað søgdu honum villir fuglar,

uppi sótu í eik:

“Sjálvur mást tú, Sjúrður,

eta tína steik.”

 

112 Sjúrður stokti hjartað,

av teini dró,

Regin legðist at drekka

ormins blóð.

 

113 Tað var Sjúrður Sigmundarson,

sínum svørði brá,

hann kleyv reystan Regin smið

sundur í lutir tvá.

 

114 Árla var um morgunin,

roðar fyri sól,

bindur upp á Grana bak

gullkisturnar tólv.

 

115 Bindur upp á Grana bak,

so er mær frásagt,

tólv gullkistur

hvørjumegin klakk.

 

116 Tólv gullkistur

hvørjumegin tá,

síðan setst hann Sjúrður

at ríða omaná.

 

117 Síðan setst hann Sjúrður

at ríða omaná,

hann sprakk yvir Lindarnar,

og reiður var hann tá.

 

118 Grani rendi, heiðin kendi,

honum var leiðin kunn,

Sjúrður svav á teirri nátt

undir ein kaldan runn.

 

119 Sjúrður svav á teirri nátt

undir ein kaldan runn,

eg svørji tann eið á mína trúgv,

hann gisti í Hólmgørðum.

 

120 Sjúrður klæðist í Hólmgørðum

eina morgun snimma,

hon fylgdi honum so langt á leið,

mangir grátir renna.

 

121 Sjúrður reið á markir út,

ei hans móðir visti,

eingin veit á morgni at siga,

hvar hann á kvøldi gistir.

 

122 So gongur hann Grani

eftir víðan sand,

tílíkur kemur eingin aftur

á Buðla kongins land.

 

123 So gongur hann Grani

eftir víðan vøll,

tílíkur kemur eingin aftur

á Buðla kongins høll.

 

CCF 1Ba I

TSB E 51

 

Handrit: J. Klemmensen: Sandoyarbók DFS 68, No. 11, s. 155

 

Útgávur: 

1. R. Long: Sandoyarbók I, p. 87.

2. Føroya kvæði (Chr. Matras greiddi til útgávu, 1951) Band  I, s. 34.

3. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 1998) 1. bind, s. 119

 

Heimild: Sandoyarbók, 1821. Eftir Daniel Joensen, Skúvoy

 

E 51 Regin smiður (Sigurd revenges his father’s death and kills the serpent Fafnir)

Sigmundur brýtur svørð sítt og verður deyðiliga særdur í bardaga ímóti Hundings sonum. Áðrenn hann doyr, sigur hann konu síni, Hjørdis, at hon fer at fáa son, og at hon skal geva honum Sjúrðar navn. Hann fer at hevna deyða faðir sín. Sigmundur gevur henni brotna svørð sítt. Regin smiður skal evna nýtt svørð burtur úr pettunum.

Sjúrður veksur til evnaligan ungan mann, og tá ið hann fer ov ógvisliga við vinmonnunum, biðja teir hann heldur fara og hevna deyða faðir sín. Sjúrður fer til móður sína og fær at vita, hvussu drápsmaður pápans eitur. Hann fær brotna svørðið, velur hestin Grana til sín sjálvs og fer til Regin smið. Regin noyðist at smíða svørðið Gram.

Sjúrður ríður í bardaga og ger av við Hundings synir. Saman við Regini fer hann av stað at drepa ormin Fávnir, egna beiggja Regins. Ein gamalur, einoygdur maður (frábr.: A, D, F: Nornagestur) ávarar Sjúrð ímóti Regini. Sjúrður vegur ormin og etur hjarta hansara, og soleiðis verður hann førur fyri at skilja fuglamál. Eisini fuglarnir ávara hann ímóti svikagerðunum, sum Regin hevur í huga, og síðani drepur Sjúrður Regin. Hann fermir allar dýrgripir ormsins á Grana bak og fer heim aftur.

á føroyskum: CCF 1 A: I, Ba-b: I, C ør. 1-100, D: I, E: I, F, G ør. 1-107 (bert á føroyskum). Fyrsti táttur av ”Sjúrðarkvæðum”.

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019