• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Regin smiður

 

CCF 1D I

TSB E 51

 

1 Vilja tær nú lýða á,

meðan eg man kvøða

um teir ríku kongarnar,

sum eg vil nú um røða.

 

2 Sigmundur kongurin

hann var ein jalsins son,

men hann fekk sær

so høgborna konu.

 

3 So glaðiliga drekka tey

í ríkinum jól,

so fagurliga byggja tey

tann ríka kongins stól.

 

4 Tá var har so mikil

ríka manna gongd,

ófriður gekk á

kongins land.

 

5 Ríða teir í bardøgum

suður upp á strand,

so reystiliga vardu teir

tann ríka kongins land.

 

6 Ríða teir í bardøgum,

lótu har sítt lív,

eftir livir Hjørdis,

Sigmundar vív.

 

7 Stendist tað av bardøgum,

eingin kemur heim,

eftir livir Hjørdis

við sorg og døpul mein.

 

8 Stríddust teir í bardøgum,

eingin kemur út,

eftir livir Hjørdis

bæði við sorg og sút.

 

9 Tað var frúgv Hjørdis,

hon akslar kápan blá,

so gongur hon á valin fram,

sum Sigmundur lá.

 

10 “Ligg tú heilur, Sigmundur,

søti mín,

eg man vera í sorgartíð

komin at vitja tín.

 

11 Hoyr tú, reystur Sigmundur,

søti mín,

eru tey nakað grøðandi

sárini tín?”

 

12 “Seint manst tú, Hjørdis,

fáa til tess ráð,

gera tey smyrslini,

sum grøða kann míni sár.

 

13 Hundsins synir í randarný

skaðan gjørdu tær,

eitur var í svørðinum,

teir bóru móti mær.

 

14 Áðrenn teir góvu mær

tað fyrsta sár,

sundur gekk mítt svørðið

í lutirnar tvá.

 

15 Sundur gekk mítt svørðið,

og sundur gekk mítt spjót,

Hundsins synir

riðu mær allir ímót.

 

16 Tað annað sárið,

teir góvu mær tá,

illa neit í hjartanum,

tað hyggi av tí gár.

 

17 Tað, ið tú hevur í vónum hjá tær,

tað er sveinsbarn,

føð tað væl við alvi upp

og gev tí Sjúrðar navn.

 

18 Tak tú hesar

svørðslutir tvá,

lat tú teir til smiðju bera,

ungan son tú ár.

 

19 Av sonnum eg tað

sigi nú til tín:

hesin sami sonur

skal hevna deyða mín.

 

20 Regin smiður býr

fyri handan á,

honum skalt tú bera og fáa

hesar svørðslutir tvá.

 

21 Og so má hann gera tað

so reiðiliga hart,

bæði má hann vega við tí

steinin og so jarn.

 

22 Fávnir eitur ormurin,

á Glitraheiði liggur,

Regin er ein góður smiður,

fáum er hann dyggur.

 

23 Eg fái ikki, Hjørdis,

longur snakkað við teg,

hetta má vera deyðastund,

ið komin er á tneg.”

 

24 Grátandi snúðist Hjørdis

Sigmundi frá,

allar hennara hirðkonur

feldu fyri hann tár.

 

25 Grátandi fór nú Hjørdis

í sínum sali at sitja,

Hjalprek kongur fyrstur og fremstur

frúnna kom at vitja.

 

26 Frúgvin gekk seg við barninum

níggju mánar sínar,

til at teirri stundum leið,

hon føðir ein svein so fríðan.

 

27 Frúgvin gekk seg við barninum

í níggju mánar taldar,

til at hennara stundum leið,

hon føðir ein svein so baldan.

 

28 Nú er enn sum ofta fyrr,

duld eru døpul mein,

frúgvin er gingin í høgaloft,

høn føðir ein ungan svein.

 

29 Nú er enn sum oftum fyrr,

duld eru døpul huga,

frúgvin er gingin í høgaloft,

hon føðir ein svein so prúðan.

 

30 Sveipar hon hann í klæði væl,

tá ið hann kom í heim,

Sjúrða bað hon nevna sær

tann geviliga svein.

 

31 Barnið varð sveipt í klæði væl,

og gott er til góðan at evna,

síðan bað hon presti bera,

Sjúrða bað hon nevna.

 

32 Barnið varð borið frá kirkju heim

aftur til móður sín,

meiri læt hon røkta hann

enn alt sítt gull í skrín.

 

33 Barnið varð borið frá kirkjuni

og sett á móðurs fang,

meiri legði hon røkt á hann

enn alt sítt gull og sprang.

 

34 Barnið varð borið frá kirkjuni,

lagt sín móður hjá,

meiri læt hon røkta hann

enn alt sítt gull, ið ár.

 

35 Meiri legði hon røkt á hann

enn alt sítt gull, ið ár,

áðrenn hann man á gólvi ganga,

sleit hann skarlaksklæði.

 

36 Hjalprek kongurin,

tann hin jalsins son,

hann fekk nú sær eina

so høgborna konu.

 

37 So var tað við Sjúrða,

mikil gav hann vekst,

meira vóks hann í ein mánað

enn onnur børn í seks.

 

38 Hann vóks upp hjá síni móður,

hon gav honum gangin hægst,

meiri vóks hann í ein mánað

enn onnur børn í seks.

 

39 Hann vóks upp í ríkinum

til geviligan mann,

Hjalprek kongurin,

sum fostraði hann.

 

40 Hann vóks upp í ríkinum,

og gav hann leið á gólv,

meir vóks hann í ein mánað

enn onnur børn í tólv.

 

41 Hann vóks upp í ríkinum

skjótt og ikki leingi,

til hann gjørdist í høggum tungur,

hann bardi kongins dreingir.

 

42 Hann var sær á leikvøllum,

ímillum manna herjar,

ríva upp stórar eikikylvur,

lemjar summar til heljar.

 

43 Niður settust sveinarnir,

vreiðir ið teir vóru:

“Líkari var tær faðir at hevna

enn berja oss so stóran.”

 

44 Niður settust sveinarnir,

vreiðir vóru báðir:

“Líkari var tær faðir at hevnt

enn berja oss so sáran.”

 

45 Sveinurin kastar reyðum skildri

niður á døkka fold,

tá ið hann hoyrdi sín faðirs deyð,

sortnaði sum ein mold.

 

46 Sveinurin kastar skildri niður,

lystir ei longur at leika,

hann gár for sína sælu móður

við reyðar kinnar og bleikar.

 

47 Sveinur gekk til móður sína,

talar rætt og slætt:

“Sig mær sannan faðir at mær,

hvør vil vita sín ætt.

 

48 Hoyr tú, mín hin sæla móðir,

spyrja má eg nú teg:

varð mín faðir við váknum vigin?

Dult er tað fyri meg.

 

49 Hoyr tað, mín hin sæla móðir,

sig mær satt ífrá:

er hann enn á verøldini,

ið mín faðir vá?”

 

50 “Um hann er á verøldini,

ið tín faðir vá,

tað er ikki, meðan tú livir,

tú sømdir av teimum fár.

 

51 Hundsins synir í randarný

teir tín faðir vá,

tú manst ikki, meðan tú livir,

sømdir av teim fá.”

 

52 Sveinur svaraði síni móður,

alt væl sum hann kundi:

“Oftum hevur vaksið ungum rakka

hvassar tenn í munni.”

 

53 Sveinur svarar síni móður

alt væl sum hann kann:

“Oftum hevur vaksið ungum rakka

og hvassar tenn í rann.”

 

54 Frúgvin gekk at tí kistuni,

sum øll var í gulli drigin:

“Her skalt tú síggja tey herklæði.

ið tín var faðir í vigin.”

 

55 Hon læsir upp ta kistuna,

sum nógv var í gull og fæ,

hon tekur teir svørðslutir

og kastar Sjúrða á knæ.

 

56 Hon tekur upp ta skjúrtuna,

sum øll í blóði var drigin:

“Her skalt tú síggja, mín sæli son,

hvøssu tín varð faðir vigin.”

 

57 Hon tekur hesar svørðslutir,

Sjúrða hon teir fær:

“Hetta gav tín hin sæli faðir,

mikið gott unti mær.

 

58 Tak tú hesar

svørðslutir tvá,

lat tú tær eitt annað svørðið

av teimum slá.

 

59 Regin smiður býr

fyri handan á,

honum skalt tú fáa hesar

svørðslutir tvá.

 

60 Honum skalt tú fáa

hesar svørðslutir tvá,

smíða væl og virðiliga,

til tú ríða má.

 

61 Fávni eitur ormurin,

á Glitraheiði liggur,

Regin hann er góður smiður,

fáum er hann dyggur.”

 

62 Tað var hin ungi Sjúrður,

honum mundi einki fresta:

“Hoyr tú tað, mín sæla móðir,

vís mær á veldigan hest!”

 

63”Gakk tú fram at fossinum,

varpa stein í á,

kjós tær hest til handa tann,

sum ikki víkir frá!”

 

64 Hann gekk sær at fossinum,

kastaði stein í á,

tók sær tann av hestunum,

sum ikki víkti frá.

 

65 Hann var í tí ríkinum

ein tann allarbesti,

síðan varð hann kallaður Grani,

Sjúrðar hestur.

 

66 Árla var um morgunin,

meg man rætt um minna,

Sjúrður kvittar yvir um á

Regin smið at finna.

 

67 Sjúrður leyp á Grana bak

sama morgun snimma,

so ríður hann sær yvir um á

Regin smið at finna.

 

68 Tað var hin ungi Sjúrður,

ríður fyri dyrnar fram,

Regin kastar smíðina

og tekur sær jarn í hand.

 

69 “Hoyr tú tað nú, Regin,

hetta er mín ferð,

ger mær tað, tú Regin smiður,

smíða mær nú eitt svørð!

 

70 Tak nú frá mær hesar

svørðslutir tvá,

tú manst mær eitt javngott svørð

av teimum lutum slá.”

 

71 “Ver vælkomin, Sjúrður,

tú ert mær so kær,

dvølst í ríkinum nakra tíð,

í hesa nátt hjá mær!”

 

72 “Eg fái ikki, Regin smiður,

dvølst í nátt hjá tær,

Hjalprek kongur saknast meg

úr hásætinum hjá sær.

 

73 Smíða tú mær nú svørðið

skjørt og so reint,

bæði skal eg vega við tí

jarn og so stein.”

 

74 Regin tók við svørðinum,

og legði hann tað í eld,

einans náttina

hevði hann tað í gerð.

 

75 Einans náttina

hevði hann tað í gerð,

hugaður var nú Sjúrður ungi,

hann ríður aðra ferð.

 

76 Árla var um morgunin,

meg má rætt um minnast,

Sjúrður kvittar yvir um á

Regin smið at finna.

 

77 Tað var hin ungi Sjúrður,

ríður fyri dyrnar fram,

Regin kastar smíðina

og tekur sær svørð í hand.

 

78 “Smíðað havi eg svørðið,

gjørt havi eg tað til,

bilar tær ei hugurin,

lívið leggi eg við.

 

79 Smíðað havi eg svørðið,

skjørt og so reint,

bæði manst tú vega við tí

jarn og so stein.”

 

80 Sjúrður gekk at sterkum stiðja,

roynir alt við hast,

fyrsta høggið, ið hann brá,

í tógvar lutir brast.

 

81 “Deyðan ert tú, Regin smiður,

av mær verð,

fyri tú vildi svíkja meg

í tí váknagerð.”

 

82 Tekur hann hesar svørðslutir,

kastar á Regins knæ,

Regin smiður skalv

sum eitt liljublað.

 

83 Legði hann hesar svørðslutir

aftur í hans hand,

tá skalv handin á Regin smiði

sum ein liljuvand.

 

84 “Smíðar tú annað

svørðið so mær,

deyðan manst tú, Regin smiður,

vænta tær.

 

85 Tú manst gera tað

so reinliga hart,

bæði má tað vera

tolið og so skarpt.

 

86 Smíða mær svørðið

skjørt og so reint,

bæði má eg vega við tí

jarn og so stein.”

 

87 “Hoyr tað, Sjúrður ungi,

smíði eg tær svørð,

hjartað úr orminum

vil eg hava í verð.

 

88 Smíði eg tær svørðið,

geri eg tað so,

hjartað úr orminum

leggi eg virðin á.”

 

89 Regin gongur at smíðini,

legði svørð í eld,

tríati næturnar

hevði hann tað í gerð.

 

90 Tríati næturnar

hevði hann tað í gerð,

hugurin var um Sjúrða unga

og um hansara ferð.

 

91 Tað var um ein árla morgun,

meg man rætt um minna,

Sjúrður kvittar yvir um á

Regin smið at finna.

 

92 Tað var hin ungi Sjúrður,

ríður fyri dyrnar fram,

Regin kastar smíðina

og tekur svørð í hand.

 

93 “Ver vælkomin, Sjúrður,

hvussu er at tí vón?

Góðar hevur tú yvirvánir

í allari ásjón.

 

94 Ver vælkomin, Sjúrður,

smíðað havi eg svørð,

bilar tær ei hugurin,

tú verður so víða á ferð.

 

95 Smíðað havi eg svørðið

skært og so reint,

bæði manst tú vega við tí

jarn og so stein.

 

96 Smíðað havi eg svørðið

virðiliga og so væl,

bæði manst tú vega við tí

jarn og so stál.”

 

97 Sjúrður gongur at stiðjanum,

høggur á við fart,

hvørki mátti røkka ella støkka,

so var svørðið hart.

 

98 So høgg hann Sjúrður tá

fastligani til,

sundur kleyv hann stiðjan

og stabban við.

 

99 Hann vá ein orm av giltum upp,

annan skamt ífrá,

Gramm kallaði hann svørðið,

á gólvinum lá.

 

100 “Hoyr tú, frægi Sjúrður,

av kongaborið vív,

fyri tílíkar høvdingar

vil eg lata lív.

 

101 Hoyr tú, frægi Sjúrður,

siga manst tú mær,

nær tú ríður á Glitraheiði,

eg vil fylgja tær.”

 

102 “Fyrst fari eg í randarný

Hundsins synir at fella,

síðan fari eg á Glitraheiði,

tað mær má einki bella.

 

103 Fyrst fari eg í randarný

Hundsins synir at finna,

síðan ríði eg á Glitraheiði,

tað verður mær minna.”

 

104 Tað var Sjúrður Sigmundarson,

hann kortar ikki eyð,

so fór hann í randarný

og hevndi sín faðirs deyð.

 

105 Allar vá hann Hundsins synir,

væl kom hann aftur frá teim,

skamri stund av ríkinum

hann reið á Glitraheiði.

 

106 Tað var svikarin Regin smiður,

hugsar so við sær:

“Kvittar tú á Glitraheiði,

eg skal fylgja tær.”

 

107 Tað var hin ungi Sjúrður,

ríður á Glitraheiði,

møtti hann einum gomlum manni

mitt á sínari leið.

 

108 Har kom maður á vøllin fram,

væl hann Sjúrður kendi,

gullborin hjálm á høvdi bar

og sterkan boga í hendi.

 

109 Tað var hin ungi Sjúrður,

situr á baldum hesti,

so er mær av sonnum sagt,

at tað var Nornagestur.

 

110 “Hoyr tú, reystur Sjúrður,

tú ert so rask ein mann,

hvar stendur ferðin tín,

og hvar ríður tú fram?”

 

111 “Eg havi verið í randarný,

Hundsins synir eg tá feldi,

nú fari eg á Glitraheið,

tá man einki bella.”

 

112 “Hoyr tú, reysti Sjúrður,

siga skalt tú mær:

hvør er hesin vesæligi maður,

í fylgi er við tær?”

 

113 “Regin smiður,

ormsins bróðir hann er,

tí er hann við mær ein

í hesari ferð.

 

114 Regin legði ráðini,

at grava gravir tær,

tí er hann við mær

ein í hesari ferð.”

 

115 “Hevur Regin biðið teg

grava gravir tvær,

hann er tann versti svikari,

deyða vil hann teg.

 

116 Hoyr tú tað, tú Sjúrður,

passa tú væl uppá,

at tú deyðan ikki skal

av hesum ormi fá.

 

117 Grav tú nú tógvar,

ta triðju har íhjá,

ein mun av eitrinum

man tað líva tá.

 

118 Grav tú griftir tríggjar,

um tú verður móður,

harvið skalt tú verja teg

fyri eiturormsins blóði.

 

119 Grav tú ta triðju,

grav hana har íhjá,

síðan skalt tú, Sjúrður,

á jørðini stá.

 

120 Grav tú ta triðju

av so miklum móði,

har í skalt tú balla teg

fyri ormsins eiturblóði.”

 

121 Ormurin er skriðin av gullinum,

tað man frættast víða,

Sjúrður situr á Grana bak,

býr sær til at stríða.

 

122 Ormurin er skriðin av gullinum,

langt ger hann skrið,

Sjúrður trívur um benjarkolv,

hann býr sítt svørðið til.

 

123 Tríati alin var fossurin,

ið ormurin undir lá,

uppi vóru bæði bøksl,

og búkur á hamri lá.

 

124 Uppi vóru bæði bøksli,

og búkur á hamri lá:

hvør má vera hugdjarvur,

ið vega torir tá?

 

125 Tað var hin snari Sjúrður,

sínum svørði brá,

hann kleyv tann hin frænarorm

sundur í lutir tvá.

 

126 Vænt var tað høggið,

ið Sjúrður høgg um stund,

tá skalv bæði leyv og lund

og øll vørildins grund.

 

127 Tá skalv bæði leyv og lund

og øll vørildins grund,

Sjúrður brá sín bitra brand,

hjó hann í miðju sundur.

 

 

128 Tá spurdi ormurin,

í tógva brotunum lá:

“Hvør var hin hugdjarvi,

ið vega tordi so?”

 

129 “Sjúrða skal tú nevna meg,

Sigmundar svein,

Hjørdis drotning móðir,

hon bar meg í heim.

 

130 Sjúrða skalt tú nevna meg,

Sigmundar svein,

Hjørdis drotning móðir,

hon bar meg í heim.”

 

131 “Hoyr tú tað, nú, Sjúrður,

íhvat eg spyrji tín:

hvør fylgdi tær tann langa veg

higar nú til mín?”

 

132 “Regin er tín bróðir,

hann vísti mær veg,

hann er tann versti svikarin,

deyða vildi hann teg.”

 

133 Til tess svaraði ormurin,

meðan hann fleyt í blóði:

“Drepa manst tú Regin smið,

hóast hann er mín bróðir.

 

134 Veg tú nú Regin smið,

sum tú hevur vigið meg,

hann er tann versti svikarin,

deyða vil sjálvan teg.”

 

135 Stokti hann hans hjartað,

vegin var so trongur,

tríati alin

var teinurin langur.

 

136 Sjúrður gjørdist um hendur heitur

drap hann sær tí í munn: ‑

fuglar og alskyns djór

vórðu honum á máli kunnig.

 

137 Tað var Regin smiður,

talaði so fyri sær:

“Fái eg tað nú, Sjúrður,

ið tú lovaði mær?”

 

138 Til tess svaraði viga,

uppi situr í eik:

“Sjálvur skalt tú, Sjúrður,

eta tína steik.”

 

139 Át hann hjartað

og av teininum dró,

Regin legðist at drekka

ormsins eiturblóð.

 

140 Regin legðist at drekka

ormsins eiturblóð,

Sjúrður gav honum banasár

í spori, sum hann stóð.

 

141 Tað var hin ungi Sjúrður,

sínum svørði brá,

síðan kleyv hann Regin smið

sundur í lutir tvá.

 

142 Tað søgdu honum fuglarnir,

uppi sita í eik:

“Sjálvur mást tú, Sjúrður,

smakka somu steik.”

 

143 Mikið mundi Sjúrður

gullið ognast tá,

tí hann vá tann frænarorm,

á Glitraheiði lá.

 

144 Árla var um morgunin,

áðrenn upp rann sól,

bindur hann tá á Grana bak

gullkistur tólv.

 

145 Tólv gullkistur

hvørjumegin klakk,

Sjúrður settist omaná,

so er frásagt.

 

146 Tólv gullkistur

hvørjumegin á,

Sjúrður leyp á lendar,

og vreiður var hann tá.

 

147 Tólv gullkistur

hvørjumegin klakk,

sprakk hann yvir Lindará,

so er frásagt.

 

148 Grani sprakk um díkið,

sylgjan sundur gekk,

tað var mær av sonnum sagt,

at Nornagestur hana fekk.

 

149 Hesturin rendi, hagan kendi,

honum var leiðin kunnug,

Sjúrður svav tá somu nátt

undir ein' køldum runni.

 

150 Sjúrður svav tá somu nátt

alt undir ein' køldum runni,

tað vil eg for sannheit siga,

hann gat á aldrinum.

 

151 Sjúrður reið á skógvin fram,

ei hans móðir av visti,

eingin veit á morgni at siga,

hvar hann á kvøldi gisti.

 

152 So gekk Grani tá

á gleri sum á vøll,

slíkur kemur eingin heim

á Buðla kongins høll.

 

153 So gongur Grani

á grót sum hvítan sand,

tílíkur kemur eingin heim

á ríka kongins land.

 

154 Nú skal lætta ljóðinum av,

eg kvøði ikki longur á sinni,

nú skal taka upp annan tátt

og víðari leggja í minni.

 

CCF 1D I

TSB E 51

 

Handrit: Hanus Hanusson: Fugloyarbók, fyri 1854. AM Access. 4a, no. 75, s. 301

 

Útgávur:

1. Føroya kvæði (Chr. Matras greiddi til útgávu, 1951) Band  I, s. 106.

2. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 1998) 2. bind, s. 57

 

Heimild: Fugloyarbók

 

E 51 Regin smiður (Sigurd revenges his father’s death and kills the serpent Fafnir)

Sigmundur brýtur svørð sítt og verður deyðiliga særdur í bardaga ímóti Hundings sonum. Áðrenn hann doyr, sigur hann konu síni, Hjørdis, at hon fer at fáa son, og at hon skal geva honum Sjúrðar navn. Hann fer at hevna deyða faðir sín. Sigmundur gevur henni brotna svørð sítt. Regin smiður skal evna nýtt svørð burtur úr pettunum.

Sjúrður veksur til evnaligan ungan mann, og tá ið hann fer ov ógvisliga við vinmonnunum, biðja teir hann heldur fara og hevna deyða faðir sín. Sjúrður fer til móður sína og fær at vita, hvussu drápsmaður pápans eitur. Hann fær brotna svørðið, velur hestin Grana til sín sjálvs og fer til Regin smið. Regin noyðist at smíða svørðið Gram.

Sjúrður ríður í bardaga og ger av við Hundings synir. Saman við Regini fer hann av stað at drepa ormin Fávnir, egna beiggja Regins. Ein gamalur, einoygdur maður (frábr.: A, D, F: Nornagestur) ávarar Sjúrð ímóti Regini. Sjúrður vegur ormin og etur hjarta hansara, og soleiðis verður hann førur fyri at skilja fuglamál. Eisini fuglarnir ávara hann ímóti svikagerðunum, sum Regin hevur í huga, og síðani drepur Sjúrður Regin. Hann fermir allar dýrgripir ormsins á Grana bak og fer heim aftur.

á føroyskum: CCF 1 A: I, Ba-b: I, C ør. 1-100, D: I, E: I, F, G ør. 1-107 (bert á føroyskum). Fyrsti táttur av ”Sjúrðarkvæðum”.

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019