• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Regin smiður

 

CCF 1E I

TSB E 51

 

1 Vilja tær lýða og ljóð geva mær,

meðan eg greini frá,

Gunnar kongur og Buðli kongur,

eg kvøði um báðar tá.

 

2 Ófriður gekk á

ta heilu kongins høll,

so manniliga vardu teir

tey Buðla kongins fjøll.

 

3 Ófriður gekk á

kongins land,

løgdu teir sínar bardagarnar

suður við strand.

 

4 Riðu teir í bardagin,

eingin kemur heim,

eftir livir Hjørdis

bæði við sorg og mein.

 

5 Riðu teir í bardagin,

lótu har sítt lív,

eftir livir Hjørdis,

Sigmundar vív.

 

6 Hjørdis stoytir yvir seg

kápuna blá,

so gongur hon í vágnið fram,

sum Sigmundur lá.

 

7 “Tú ligg væl heilur, Sigmundur.

søtin mín,

eru tær nakað grøðandi

sárini tíni?”

 

8 “Seint manst tú, Hjørdis,

vita mær tey ráð,

at keypa mær tey smyrslini,

ið grøða kunnu míni sár.

 

9 Tá ið eg fekk tað

fyrsta sár,

innarlaga á hjartanum

hyggi eg, at tað gár.

 

10 Tá ið eg hitt annað

sárið fekk,

sundur mítt svørð

í tógvar lutir gekk.

 

11 Sundur gekk mítt svørðið,

og sundur gekk mítt spjót,

Hundings synir

teir riðu mær ímót.

 

12 Hundings synir

skaðan gjørdu tær,

tað verður ei, meðan tú livir,

tú sømdir av teim fær.

 

13 Tað, ið tú hevur í vónum,

tað er sveinsbarn,

ven tað væl við ærum upp,

og gev tí Sigurðar navn.

 

14 Tak tú hesar

svørðslutir tvá,

lat tú teir at smiðju bera,

ungan son vit á.

 

15 Fráni heitur ormurin,

á Glitraheiði liggur,

Regin er hann góður smiður,

fáum er hann dyggur.

 

16 Regin smiður býr

fyri handan á,

honum skalt tú fáa hesar

svørðslutir tvá.

 

17 Eg fái ikki, Hjørdis,

longur talað við teg,

tí hetta er mín deyðastund,

er komin yvir meg.”

 

18 Grátandi snúðist Hjørdis

Sigmundi frá,

allar hennara grannkonur

tær stóðu henni hjá.

 

19 Allar hennar grannkonur

tær stóðu henni við,

tá ið hon frúgvin Hjørdis

seig í óvit niður.

 

20 Tað var tá sum oftum enn,

tað kom til so brátt,

kongin søkti helsótt

á teirri somu nátt.

 

21 Ikki kostaði Hjørdis

minni til enn tá,

børurnar av reyðargulli

læt hon honum slá.

 

22 Børurnar av reyðargulli

letur hon honum gera,

korsið av tí skera silvur

merki til at bera.

 

23 Eystan til undir kirkjuni,

ið dreingir reika at tala,

dimmur er hesin dapri dagur,

niður í mold at fara.

 

24 Eystan til undir kirkjuni,

ið dreingir reika á fold,

gróvu teir tað hitt ljósa lík

niður í døkka mold.

 

25 Frúgvin læt seg við barni ganga

níggju mánar sínar,

inntil at hennara stundum leið,

hon føddi ein svein so fínan.

 

26 Frúgvin læt seg við barni ganga

níggju mánar taldar,

inntil at hennara stundum leið,

hon føddi ein svein so baldan.

 

27 Tað var tá sum oftum enn,

at duld eru døpul mein,

frúgvin er gingin í høgaloft,

hon føðir ein ungan svein.

 

28 Sveipar hon hann í klæði væl,

tá ið hann kom í heim,

Sigurð bað hon nevna

tann hin gæviliga svein.

 

29 Sveipar hon hann í klæði væl,

tikin til góðar at evna,

síðan letur hon presti bera,

Sjúrður biður hon nevna.

 

30 Sveipar hon hann í klæði væl,

so væl skal ríkum falla,

síðan letur hon presti bera,

Sigurða biður hon kalla.

 

31 Barnið varð borið frá kirkju heim

aftur for móður sín,

meiri legði hon røkt á hann

enn alt sítt gull í skrín.

 

32 Barnið varð borið frá kirkju heim

aftur for móður knæ,

meiri legði hon røkt á hann

enn alt sítt gull og fæ.

 

33 Hann vóks upp hjá síni móður,

Gud gav honum vekst,

meiri vóks hann í ein mánað

enn onnur børn í seks.

 

34 Hann var seg á leikvøllum

undir reyðum skildri,

lærdi allar listir tær,

ið riddarin kjósa vildi.

 

35 Hann var seg á leikvøllum

burtur blant aðrar sveinar,

hvønn tann tíð teir reiðir vóru,

stóð teim stríð av meini.

 

36 Hvønn tann tíð teir reiðir vóru,

stóð teim stríð av meingi,

inntil hann gjørdist í høggum tungur,

hann bardi reystar dreingir.

 

37 Niður settust sveinarnir,

reiðir ið teir vóru:

“Líkari var tín faðir hevnt

enn berja os so stóra.”

 

38 Niður settust sveinarnir,

reiðir vóru báðir:

“Líkari var tín faðir hevnt,

enn berja os so sára.”

 

39 Sigurður kastaði reyðum skildri

niður á døkka fold,

tá ið hann hoyrdi sín faðirs deyða.

hann sortnaði sum ein mold.

 

40 Sigurður gongur for sína móður:

“Sig mær satt ífrá:

hvussu var hann av navni nevndur.

ið mín faðir vá?”

 

41 “Hundings synir

skaðan gjørdu tær,

tað verður ikki, meðan tú livir,

tú sømdir av teim fær.”

 

42 Sigurður svaraði síni móður,

alt væl sum hann kundi:

“Ofta hava vaksið ungum hvølpi

hvassar tenn í munni.”

 

43 Sigurður svaraði síni móður,

alt væl sum hann kann:

“Ofta hava vaksið ungum hvølpi

hvassar tenn í rann.”

 

44 Hjørdis hon veik seg

at einari breyt,

læsir hon upp ta kistuna,

ið full var innan við skreyt.

 

45 Læsir hon upp ta kistuna,

ið full var við gull og fæ,

hon tekur upp ta blóðigu skjúrtu.

kastar honum á knæ.

 

46 Hon tekur upp ta skjúrtuna,

ið øll var í blóði drigin:

“Her skalt tú síggja tey herklæði.

ið tín varð faðir í vigin.

 

47 Tak tú hesar

svørðslutir tvá,

lat tú teir at smiðju bera,

eitt annað svørð at fá.

 

48 Regin smiður býr

fyri handan á,

honum skalt tú fáa hesar

svørðslutir tvá.

 

49 Frænur heitur ormurin,

á Glitraheiði liggur.

Regin hann er góður smiður,

men fáum er hann dyggur.

 

50 Gakk tú teg í hestahús

og varpa stein í á,

kjós tær hest til ognar tann,

ið ikki víkur frá!”

 

51 Hann var valdur úr ríkinum,

men enntá var tann besti,

síðan kallaður Grani,

Sigurðar hestur.

 

52 Sigurður loypur á Grana bak

eina morgun snimma,

so ríður hann seg yvir um á

Regin smið at finna.

 

53 Sigurður er riðin

fyri dyrnar fram,

Regin kastar øllum smíði,

tekur sær svørð í hond.

 

54 “Enntá, frægi Sigurður,

tú ert so menskur ein mann,

hvørt stendur tín ferðin,

og hvørt ríður tú fram?”

 

55 “Smíða skalt tú mær svørðið

skært og so reint,

bæði skal eg vega við tí

stál og so stein.

 

56 Og so skalt tú gera tað

so virðiliga væl,

bæði skal eg vega við tí

jarnið og so stál.”

 

57 Regin tók við svørðinum

og legði tað í eld,

tíggju næturnar

hevði hann tað í gerð.

 

58 Tíggju næturnar

hevði hann tað í gerð,

tá var hin ungi Sigurður

riðin aftur á ferð.

 

59 Sigurður loypur á Grana bak

morgun ein so snimma,

so ríður hann seg yvir um á

Regin smið at finna.

 

60 Sigurður er riðin

fyri dyrnar fram,

Regin kastaði øllum smíði,

tekur sær svørð í hond.

 

61 “Smíðað havi eg svørðið

skært og so reint,

bæði skalt tú vega við tí

stál og so sum stein.

 

62 Og so havi eg smíðað tað

so virðiliga væl,

bæði skalt tú vega við tí

jarnið og so stál.”

 

63 Sigurður gongur for sterkan stiðja

royndi alvið fast,

fyrsta høggið, ið hann høgg,

í tógva lutir brast.

 

64 “Deyðan ert tú, Regin smiður,

av mær verð,

fyri at tú hevur svikið meg

í tínari vápnagerð.”

 

65 “Smíði eg tær annað,

og verður tað ikki so,

hjartað úr orminum

tað leggi eg treytir á.”

 

66 “Smíða skalt tú mær annað,

men smíða tú tað so,

vita tað, reystur Regin smiður,

at lív skalt tú ei fá.”

 

67 Báðar legði hann svørðslutirnar

aftur í hans hond,

tá skalv hondin á Regin smið

rætt sum ein liljuvond.

 

68 Regin tók við svørðinum

og legði tað í eld,

tríati næturnar

tað hevði hann tað í gerð.

 

69 Tríati næturnar

hevði hann tað í gerð,

tá var ungi Sigurður

riðin aftur á ferð.

 

70 Sigurður er riðin

fyri dyrnar fram,

Regin kastar øllum smíði,

tekur sær svørð í hand.

 

71 “Smíðað havi eg svørðið

skært og so reint,

bæði skalt tú vega við tí

stál og so sum stein.”

 

72 Sigurður gongur for sterkan stiðja,

royndi alvið fast,

tá mátti hvørki røkka ella støkka,

tá var svørðið hart.

 

73 “Enntá, frægi Sigurður,

tú ert mær so kær,

dvølst tú nakað í ríkinum,

so ver í nátt hjá mær!”

 

74 “Eg kann ikki dvøljast

her í nátt hjá tær,

tí Hjalprek saknar meg

í hásætinum hjá sær.

 

75 Fyrst fari eg í randarný,

Hundings synir at vinna,

síðan aftur á Glitraheiði,

men tað fýsir meg minna.”

 

76 “Enntá, frægi Sigurður,

tú ert mær so kær,

kvittar tú á Glitraheiði,

so lat meg fylgja tær!”

 

77 Sigurður fór í randarný,

væl kom hann aftur í teirri,

skamri stund í ríkinum var,

kvittar á Glitraheiði.

 

78 Tað var Sigurður Sigmundarson.

reið seg fram undir ský,

møtti hann einum so gomlum manni.

hann setti seg niður í líð.

 

79 “Hvør hevur biðið teg

grava hasar gravir tvær?

Deyðan hevur sami maður,

Sigurður, ætlað tær.”

 

80 “Regin, ormins bróðir,

hann mín ráðin ger,

tí hann er mín vinmaður

við mær í mínari ferð.”

 

81 “Drep tú Regin,

tað svør eg við sjálvan meg:

hann er tann versti svikari,

og svíkja vil hann teg.

 

82 Hann er tann versti svikari,

og svíkja vil hann teg,

tí hann til fornar

hevur svikið meg.

 

83 Tí hann til fornar

hevur svikið meg

í síni skammiligu

vápnagerð.

 

84 Grava skalt tú ta triðju

har uppi ífrá,

men hoyr tað, frægi Sigurður,

tú ei har inni stá!

 

85 Grava skalt tú ta fjórðu

har upp í fram,

upp úr jørðini

skalt tú vega hann.”

 

86 Tríati alin er fossurin,

ið ormurin undir liggur,

uppi stóðu høvur og sporl,

og bukt á homrum liggur.

 

87 Uppi stóðu høvur og sporl,

og bukt á homrum lá:

“Hvør er hann so hugdjarvur,

ið høgga torir tá?”

 

88 “Sigurður eitur sami maður.

Sigmundar son,

tað var hin unga Hjørdis,

hon var hans kona.

 

89 Sigurður eitur sami maður,

Sigmundar svein,

tað var hin unga Hjørdis,

hon bar hann í heim.”

 

90 Sigurður tokaði at orminum,

øllum tókti undur,

tá skalv bæði leyv og lund,

hann kleyv hann um miðju sundur.

 

91 Ein kom maður á leikvøll fram,

eingin ið hann kendi,

jútskan hatt á høvdi bar,

finskan boga í hendi.

 

92 Ein kom maður á leikvøll fram,

hann vá við eggjateini,

eittans eyga í heysi bar,

knepta brók á beini.

 

93 Regin legðist at drekka

ormins blóð,

Sigurður gav honum banahøgg

í spori sum hann stóð.

 

94 Tað søgdu honum villir fuglar,

ið uppi sótu í eik:

“Sjálvur skalt tú, Sigurður,

smakka tína steik.”

 

95 Sigurður stokti hjartað,

tó vegurin var trangur,

tríati alin

var teinurin langur.

 

96 Sigurður ríður á Glitraheiði,

so er mær frá tí sagt,

hann hevði tólv gullkistur

hvørjumegin klakk.

 

97 Hann hevði tólv gullkistur

hvørjumegin hjá,

síðan settist Sigurður

at ríða omaná.

 

98 Síðan settist Sigurður

at ríða omaná,

Grani leyp um Lindá,

reiður var hann tá.

 

99 Sigurður reið á markir út,

ei hans móðir visti,

eingin veit á morgni at siga,

hvar hann á kvøldi gistir.

 

100 Hesturin rendi í heiðarmørk,

honum var ikki leiðin kunnig,

Sigurður svav á teirri nátt

undir einum so køldum runni.

 

101 Sigurður svav á teirri nátt

undir einum so køldum runni,

so er mær av sonnum sagt,

hann gisti í Hólmgørðum.

 

102 So treður hann Grani

grótið rætt sum sand,

tílíkur kemur ikki aftur

í Buðla kongsins land.

 

103 So treður hann Grani

grótið rætt sum vøll,

tílíkur kemur ikki aftur

í Buðla kongins høll.

 

CCF 1E I

TSB E 51

 

Handrit: Savn Hammershaimbs, 1848, AM, Access. 4c II [2].

 

Útgávur:

1. Føroya kvæði (Chr. Matras greiddi til útgávu, 1951) Band  I, s. 140.

2. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 1998) 2. bind, s. 142

 

Heimild: Úr Sandoy. Johannes Hansen, Jóannes í Miðstovuni, Sandur (1813-1857)

 

E 51 Regin smiður (Sigurd revenges his father’s death and kills the serpent Fafnir)

Sigmundur brýtur svørð sítt og verður deyðiliga særdur í bardaga ímóti Hundings sonum. Áðrenn hann doyr, sigur hann konu síni, Hjørdis, at hon fer at fáa son, og at hon skal geva honum Sjúrðar navn. Hann fer at hevna deyða faðir sín. Sigmundur gevur henni brotna svørð sítt. Regin smiður skal evna nýtt svørð burtur úr pettunum.

Sjúrður veksur til evnaligan ungan mann, og tá ið hann fer ov ógvisliga við vinmonnunum, biðja teir hann heldur fara og hevna deyða faðir sín. Sjúrður fer til móður sína og fær at vita, hvussu drápsmaður pápans eitur. Hann fær brotna svørðið, velur hestin Grana til sín sjálvs og fer til Regin smið. Regin noyðist at smíða svørðið Gram.

Sjúrður ríður í bardaga og ger av við Hundings synir. Saman við Regini fer hann av stað at drepa ormin Fávnir, egna beiggja Regins. Ein gamalur, einoygdur maður (frábr.: A, D, F: Nornagestur) ávarar Sjúrð ímóti Regini. Sjúrður vegur ormin og etur hjarta hansara, og soleiðis verður hann førur fyri at skilja fuglamál. Eisini fuglarnir ávara hann ímóti svikagerðunum, sum Regin hevur í huga, og síðani drepur Sjúrður Regin. Hann fermir allar dýrgripir ormsins á Grana bak og fer heim aftur.

á føroyskum: CCF 1 A: I, Ba-b: I, C ør. 1-100, D: I, E: I, F, G ør. 1-107 (bert á føroyskum). Fyrsti táttur av ”Sjúrðarkvæðum”.

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019