• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Regin smiður

 

CCF 1H [I]

TSB E 51

 

1 Viljið tær nú lýða á, 

meðan eg man kvøða, 

um teir ríku kongarnar, 

sum eg vil nú umrøða. 

 

Grani bar gullið av heiði, 

brá hann sínum brandi av reiði, 

Sjúrður vann av orminum, 

Grani bar gullið av heiði. 

 

2 Sigmund so nevni eg 

tann jalsins son, 

tað var hin unga Hjørdís, 

hon var hans kona. 

 

3 So glaðiliga drekka teir 

í ríkinum jól, 

so týðuliga seta teir 

sín teknarstól. 

 

4 Ófriður gekk á 

ta heilu høll, 

so menniliga vardu teir 

hin ríka kongins fjøll. 

 

5 Tá var har so mikil 

ríka manna gongd, 

ófriður gekk á 

hin ríka kongins lond. 

 

6 Ófriður gekk á 

hin ríka kongins lond, 

leggja teir sínar bardagar 

suður við sjóvarstrond. 

 

7 Ríða teir í bardagar, 

ongin kemur heim, 

eftir livir Hjørdís 

bæði við sorg og mein. 

 

8 Ríða teir í bardagar, 

lata har sítt lív, 

eftir livir Hjørdís, 

Sigmundar vív. 

 

9 Hjørdís akslar sær 

kápu blá, 

so gekk hon á vøllin fram, 

har Sigmundur lá. 

 

10 "Ligg nú heilur Sigmundur, 

søti mín, 

eg man vera í sorgartíð 

komin at vitja tín. 

 

11 Hoyr tú reysti Sigmundur, 

søti mín 

er tað nakað grøðandi 

sárini tíni?" 

 

12 "Seint manst tú Hjørdís 

fáa til tey ráð 

at geva mær tey smyrslini, 

sum grøða kunna míni sár. 

 

13 Hundings synir í randargný 

skaðan gjørdu har, 

eitur var í svørðinum 

teir bóru móti mær. 

 

14 Tá ið eg tað fyrsta 

sárið fekk, 

sundur mítt svørð tá 

í tógva luti gekk. 

 

15 Tá ið eg fekk tað 

annað sár, 

illa neit at hjartanum, 

tað higgi at tí gár. 

 

16 Tak tú hesa 

svørðsluti tvá, 

lat tú teir til smiðju bera, 

ungan son vit fá'. 

 

17 Tað ið tú hevur í vón hjá tær, 

tað er sveins barn, 

tú føð tað væl við alvi upp, 

tú gev tí Sjúrðar navn. 

 

18 Av sonnum eg tað 

sigi nú til tín: 

hesin sami sonurin 

skal hevna deyða mín. 

 

19 Regin smiður býr 

fyri handan á, 

honum skalt tú fáa 

hesa svørðsluti tvá. 

 

20 Frænur heitir ormurin, 

á Glitraheiði liggur, 

Regin hann er góður smiður, 

fáum er hann dyggur. 

 

21 Eg kann ikki Hjørdís 

longur tala við teg, 

tí hetta man vera deyðastund, 

ið komin er á meg." 

 

22 Grátandi snúvist Hjørdís 

Sigmundi frá, 

allar hennar hirðkonur 

tær stóðu henni hjá. 

 

23 Allar hennar hirðkonur, 

tær stóðu henni við, 

tá ið frúgvin Hjørdís 

fell í óvit niður. 

 

24 Tað var tá sum oftun enn, 

tað kom á so brátt, 

kongin sokti helsótt 

á teirri somu nátt. 

 

25 Ikki kostaði Hjørdís 

minni til enn tá, 

børuna av reyðargulli 

læt hon Sigmundi slá. 

 

26 Børuna av reyðargulli 

læt hon honum gera, 

krossin av tí hvíta silvri 

merki til at bera. 

 

27 Eystantil undir heygnum, 

ið dreingir reika á fold, 

har gróvu teir tað ljósa lík 

niður í døkka mold. 

 

28 Eystantil undir heygnum, 

ið dreingir reika at tala, 

dimmur er hesin dapri dagur, 

niður í mold at fara. 

 

29 Grátandi fór nú Hjørdís, 

í sínum sali at sitja, 

Hjálprek kongur fyrstur var 

ið frúnna mundi vitja. 

 

30 Sigmundur kongurin 

frá Hjørdísi gekk, 

Hjálprek kongurin 

frúnna aftur fekk. 

 

31 Frúgvin læt seg við barni ganga 

níggju mánar taldar, 

til at teirri stundini leið, 

hon føðir ein svein so baldan. 

 

32 Frúgvin læt sær við barni ganga 

níggju mánar sínar, 

til at hennara stundini leið, 

hon føðir ein son so fríðan. 

 

33 Tað var tá sum ofta er enn, 

at duld eru døpur mein, 

frúgvin er gingin í høgaloft 

hon føðir ein ungan svein. 

 

34 Sveipar hon hann í klæði væl, 

tá ið hann kom í heim, 

Sjúrð so bað hon nevna sær 

hin gævuliga svein. 

 

35 Hann vaks upp í ríkinum 

til gævuligan mann, 

Hjálprek kongurin 

fostraði hann. 

 

36 Hann vaks upp í ríkinum, 

skjótt og ikki leingi, 

gjørdist hann í høggum tungur, 

hann bardi kongsins dreingir. 

 

37 Hann var sær á leikvøllum 

undir reyðum skildri, 

lærdi allar listir tær, 

ið kappin kjósa vildi. 

 

38 Hann var sær á leikvøllum 

burtur við aðrar sveinar, 

hvørja ta tíð teir reiðir vóru, 

stóð eitt stríð av meini. 

 

39 Hann var sær á leikvøllum, 

hann millum manna herjar, 

rívur upp eikikelvi stór, 

hann lemjir summar til heljar. 

 

40 Niður setast sveinarnir, 

reiðir ið teir vóru: 

"Líkari var tær faðir at hevna, 

enn berja os so stórum." 

 

41 Sjúrður kastar reyðum skildri 

niður á døkka fold, 

tá ið hann hoyrdi sín faðirs deyða, 

hann sortnaði rætt sum mold. 

 

42 Kastar hann svørð og herklæði, 

hann lystir ei longur at leika, 

gongur so inn fyri móður sína 

við reyðar kinnar og bleikar. 

 

43 "Hoyr tú sæla móðir mín, 

sig mær satt í frá, 

hvussu var hann at navni nevndur, 

ið mín faðir vá'?" 

 

44 "Eg kann ikki sannari 

siga tær í frá, 

tað vóru Hundings synir, 

ið tín faðir vá'. 

 

45 Tað vóru Hundings synir, 

ið tín faðir vá', 

tað verður ei, meðan tú livir, 

tú sømdir av teim manst fá." 

 

46 Sjúrður svarar síni móður 

alvæl sum hann kundi: 

"Ofta hava vaksið ungum rakka 

hvassar tenn í munni." 

 

47 Hjørdís gongur at kistuni, 

sum øll var í gulli drigin: 

"Her sært tú tey herklæði, 

sum tín var faðir í vigin." 

 

48 Hon læsir upp ta kistuna, 

sum nógv goymdi gull og fæ, 

tekur upp ta blóðugu skjúrtu, 

og kastar honum á knæ. 

 

49 Tekur hon teir svørðslutir, 

Sjúrði hon teir fær: 

"Hetta gav tín sæli faðir, 

ið mikið gott unti mær. 

 

50 Tak tú hesa 

svørðsluti tvá, 

tær eitt annað javngott 

svørð av teimum slá. 

 

51 Regin smiður býr 

fyri handan á, 

honum skalt tú bera 

hesa svørðsluti tvá. 

 

52 Frænur eitur ormurin, 

á Glitraheiði liggur, 

Regin hann er góður smiður, 

men fáum er hann dyggur. 

 

53 Gakk tú fram at fossinum, 

kasta stein í á, 

kjós tær hest til handar tann, 

sum ikki víkur í frá!" 

 

54 Gekk hann sær at fossinum, 

kastaði stein í á, 

hann tók tann av hestunum, 

sum ikki veik í frá. 

 

55 Hann varð valdur í ríkinum, 

av øllum var hann bestur, 

síðan var hann kallaður, 

Grani, Sjúrðar hestur. 

 

56 Sjúrður loypur á Grana bak 

morgun ein so snimma, 

síðan reið hann yvir um á, 

Regin smið at finna. 

 

57 Tað var hin ungi Sjúrður 

ríður fyri dyrnar fram, 

Regin kastar smíði øllum 

og tók sær svørð í hond. 

 

58 "Hoyr ta frægi Sjúrður, 

tú ert so menskur ein mann, 

hvørt stendur ferðin tín, 

hvørt ríður tú fram?" 

 

59 "Hoyr tú tað nú Regin, 

higar stendur mín ferð, 

ger mær tað tú Regin smiður, 

smíða mær nú eitt svørð!" 

 

60 "Ver vælkomin, ungi Sjúrður 

tú hevur verið mær kærur, 

dvølst tú í ríkinum nakra tíð, 

tú ver í nátt hjá mær." 

 

61 "Eg kann ikki, Regin smiður, 

dvøljast her hjá tær, 

Hjálprek kongur saknar meg 

úr hásætinum hjá sær." 

 

62 Smíða tú mær svørðið 

virðiliga og væl, 

bæði skal eg vega við tí 

jarn og so stál. 

 

63 Smíða skalt tú mær svørðið 

skært og so reint, 

bæði skal eg vega við tí 

jarn og so stein." 

 

64 Regin tók við svørðinum, 

legði tað í eld, 

tíggju næturnar 

hevði hann tað í gerð. 

 

65 Tíggju næturnar 

hevði hann tað í gerð, 

tá var hin ungi Sjúrður 

riðin aðra ferð. 

 

66 Sjúrður loypur á Grana bak 

morgun ein so snimma, 

síðan reið hann yvir um á 

Regin smið at finna. 

 

67 Tað var hin ungi Sjúrður, 

ríður fyri dyrnar fram, 

Regin kastar øllum smíði 

og tók sær svørð í hond. 

 

68 "Ver vælkomin Sjúrður, 

smíðað havi eg svørð, 

bilar tær ei hugur og hjarta, 

tú verður til víggja førur. 

 

69 Smíðað havi eg tær svørð 

skært og so reint, 

bæði skalt tú vega við tí 

jarn og so stein." 

 

70 Sjúrður gongur at stórum stiðja, 

royndi alv so fast, 

sundur hans svørð tá 

í tógva luti brast. 

 

71 "Deyða ert tú Regin, 

av mær verð, 

fyri tú vildi svíkja meg 

í tíni vápnagerð." 

 

72 Báðar tekur hann svørðslutirnar, 

kastar honum á knæ, 

skalv tá Regin smiður 

sum eitt liljublað. 

 

73 Báðar legði hann svørðslutirnar 

aftur í hans hond, 

tá skalv hondin á Regin 

sum á liljuvond. 

 

74 "Smíða skalt tú annað svørð, 

men smíðar tú tað svá, 

vita skalt tú Regin 

lív skalt tú ei fá. 

 

75 Svørðið skalt tú gera 

so reiðuliga hart, 

bæði skal eg vega við tí 

stál og so jarn." 

 

76 "Smíði eg tær annað svørð 

og verður tað ei svá, 

hjartað úr orminum, 

tað leggi eg treytir á. 

 

77 Hoyr tað ungi Sjúrður, 

smíði eg tær svørð, 

hjartað úr orminum, 

tað vil eg hava í verð." 

 

78 Regin tók við svørðinum, 

legði tað í eld, 

tríati næturnar 

hevði hann tað í gerð. 

 

79 Tríati næturnar 

hevði hann tað í gerð, 

tá var hin ungi Sjúrður 

riðin aftur á ferð. 

 

80 Sjúrður loypur á Grana bak 

morgun ein so snimma, 

síðan reið hann yvir um á 

Regin smið at finna. 

 

81 Tað var hin ungi Sjúrður, 

reið fyri dyrnar fram, 

Regin kastar øllum smíði 

og tók sær svørð í hond. 

 

82 "Ver vælkomin, Sjúrður, 

smíðað havi eg svørð, 

bilar tær ei hugurin, 

tú verður so víða á ferð." 

 

83 Sjúrður gongur at stiðjanum, 

høggur alt við fart, 

hvørki mátti røkka, ei støkka, 

so var svørðið hart. 

 

84 So høggur hann Sjúrður 

fastliga til, 

sundur kleyv hann stiðjan 

og stabban við. 

 

85 Tað rennur ein á frá kelduni upp, 

ein onnur skamt ífrá, 

Gramm kallar hann svørðið, 

á hallargólvi lá. 

 

86 "Hoyr tað frægi Sjúrður 

tú far og kann um vív, 

fyri tílíkan høvdinga 

vildi eg lati lív." 

 

87 "Hoyr tú ta nú Regin, 

hetta sigur tú mær, 

men annað býr í hjartanum, 

Regin smiður, á tær." 

 

88 "Inn tað, frægi Sjúrður, 

siga skalt tú mær, 

nær tú ríður á Glitraheiði, 

lat meg fylgja tær." 

 

89 "Fyrst ríði eg í randargný 

Hundings synir at finna, 

síðan ríði eg á Glitraheiði, 

men tað fýsir meg minna. 

 

90 Fyrst ríði eg í randargný, 

Hundings synir at fella, 

so fari eg á Glitraheiði, 

tí mær man einki bella." 

 

91 Tað var Sjúrður Sigmundarson, 

ei skortar honum eyð, 

reið hann tá í randargný, 

hann hevndi sín faðirs deyða. 

 

92 Allar vá hann Hundings synir, 

væl kom hann aftur frá teim, 

skamri stund í ríkinum var, 

hann reið á Glitraheiði. 

 

93 Tað var Sjúrður Sigmundarson, 

ríður yvir skóg, 

møtti honum gamalur maður, 

hann settist niður á lón. 

 

94 Har kom maður á vøllin fram, 

eingin ið hann kendi, 

eyga hevði hann eitt í heysi, 

finskan boga í hendi. 

 

95 "Hoyr tað Sjúrður Sigmundarson, 

tú ert so reystur ein mann, 

hvørt stendur ferðin tín, 

hvørt ríður tú fram?" 

 

96 "Eg reið fyrst í randargný 

teir Hundings synir at finna, 

nú ríði eg á Glitraheiði, 

roysnisverk at vinna." 

 

97 "Hoyr tú reysti Sjúrður, 

siga skalt tú mær, 

hvør er hasin vesæli maður 

í fylgi er við tær?" 

 

98 "Regin smiður kallast hann, 

ormsins bróðir hann er, 

tí havi eg hann við mær 

á hesi míni ferð." 

 

99 "Hvør bað teg grava 

hesar gravir tvær? 

Deyðan man hin sami maður 

hava ætlað tær." 

 

100 "Regin legði mær ráðini 

at grava gravir tvær, 

tí hann er mín vinmaður 

við mær á hesari ferð." 

 

101 "Hevur Regin biðið teg 

grava gravir tvær, 

hann er versti svíkjari 

og deyða vil hann teg. 

 

102 Væl mást tú Sjúrður 

akta har uppá, 

at tú ikki deyðan skalt 

av hesum ormi fá. 

 

103 Grava tú ta triðju, 

tú grava hana skamt ífrá, 

ein mun av eitrinum 

lívir hon tær tá. 

 

104 Grava tú enn ta fjórðu, 

har longur fram, 

upp úr grøvini 

skalt tú vega hann. 

 

105 Grava skalt tú ta fjórðu, 

tú grava hana har íhjá, 

síðan skalt tú Sjúrður, 

á jørðini stá." 

 

106 Ormur er skriðin av gullinum, 

frá man frættast víða, 

Sjúrður setist á Grana bak, 

hann býr seg til at ríða. 

 

107 Ormur er skriðin av gullinum, 

tykist hava grið, 

Sjúrður trívur um benjarkolv, 

hann býr sítt svørð nú til. 

 

108 Tríati favnar var fossurin, 

ið ormurin undir lá, 

uppi vóru hans bæði bøxl, 

men búkur á homrum lá. 

 

109 Uppi vóru hans bæði bøxl, 

men búkur á homrum lá, 

tað var hin reysti Sjúrður, 

hann sínum svørði brá. 

 

110 Sjúrður gav so vænt eitt høgg, 

tað øllum tókti undur, 

tá skalv bæði leyv og lund 

og allar vørildar grundir. 

 

111 Tá skalv bæði leyv og lund, 

og allar vørildar grundir, 

Sjúrður brá sínum bitra brandi, 

hjó hann um miðju sundir. 

 

112 Tað spurdi ormurin, 

tá ið hann í brotum lá: 

"Hvør er hin hugdjarvi, 

ið høgga torir svá?" 

 

113 "Sjúrð skalt tú nevna meg, 

Sigmundar son, 

tað var hin unga Hjørdís, 

kona hans var hon." 

 

114 "Hoyr tú tað nú Sjúrður, 

hvat eg tali til tín, 

hvør fylgdi tær ta longu leið 

higar nú til mín?" 

 

115 "Regin er tín bróðir, 

hann vísti mær veg, 

hann er hin versti svíkjari, 

deyða vildi hann teg." 

 

116 Til tess svaraði ormurin, 

meðan hann fleyt í blóði: 

"Drepa skalt tú Regin smið, 

tó at hann er mín bróðir. 

 

117 Veg tú nú Regin smið, 

sum tú hevur vegið meg, 

hann er versti svíkjari, 

deyða vil hann teg." 

 

118 Tað var Regin smiður, 

talaði so fyri sær: 

"Fái eg nú Sjúrður 

tað, ið tú lovaði mær?" 

 

119 Sjúrður stakk til hjartað, 

tó vegurin var trangur, 

steikti tað á teini, 

ið tríati alin var langur. 

 

120 Sjúrður gjørdist á hendi heitur, 

hann brá sær í munn, 

fuglar og so alskyns djór 

vóru honum á máli kunn. 

 

121 Tað søgdu honum villini fuglar, 

uppi sita í eik: 

"Sjálvur skalt tú Sjúrður 

eta av tíni steik." 

 

122 Sjúrður steikti hjartað, 

og tað av teini dró, 

Regin legðist at drekka 

ormsins eiturblóð. 

 

123 Regin legðist at drekka 

ormsins eiturblóð, 

Sjúrður gav honum banasár, 

í spori sum hann stóð. 

 

124 Tað var hin ungi Sjúrður, 

sínum svørði brá, 

síðan kleyv hann Regin smið 

sundir í luti tvá. 

 

125 Mikið mundi Sjúrður 

gullið eignast tá, 

tí at hann vá tann frænarorm, 

á Glitraheiði lá. 

 

126 Árla var um morgunin, 

tað roðar fyri sól, 

hann bindur upp á Grana bak 

gullkistur tólv. 

 

127 Tólv gullkistur legði hann 

hvørjuminni klakk, 

sjálvur settist hann omaná, 

so er mær frásagt. 

 

128 Síðan settist Sjúrður 

at ríða omaná, 

Grani sprakk um lingheiðir, 

og reiður var hann tá. 

 

129 Hesturin rennur í oyðimørk, 

leiðin var honum ei kunnig, 

Sjúrður svav á teirri nátt 

undir so køldum runni. 

 

130 So treður hann Grani 

grót rætt sum vøll, 

tílíkur kemur eingin aftur 

í ríka kongsins høll. 

 

131 Nú skal lætta ljóði av, 

eg kvøði ei longur á sinni, 

so skal taka upp annan tátt, 

og víðari leggja í minni.

 

CCF 1H [I]

TSB E 51

 

Uppruni: V. U. Hammershaimbs “Færøiske Kvæder I”, 1851

 

Útgávur:

1. V. U. Hammershaimbs Færøiske Kvæder I (1851) s. 3 - 15

2. Føroya kvæði (Chr. Matras greiddi til útgávu, 1951) Band  I, s. 191.

3. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 1998) 3. bind, s. 72

 

Heimild: V. U. Hammershaimbs Færøiske Kvæder I, 1851

 

E 51 Regin smiður (Sigurd revenges his father’s death and kills the serpent Fafnir)

Sigmundur brýtur svørð sítt og verður deyðiliga særdur í bardaga ímóti Hundings sonum. Áðrenn hann doyr, sigur hann konu síni, Hjørdis, at hon fer at fáa son, og at hon skal geva honum Sjúrðar navn. Hann fer at hevna deyða faðir sín. Sigmundur gevur henni brotna svørð sítt. Regin smiður skal evna nýtt svørð burtur úr pettunum.

Sjúrður veksur til evnaligan ungan mann, og tá ið hann fer ov ógvisliga við vinmonnunum, biðja teir hann heldur fara og hevna deyða faðir sín. Sjúrður fer til móður sína og fær at vita, hvussu drápsmaður pápans eitur. Hann fær brotna svørðið, velur hestin Grana til sín sjálvs og fer til Regin smið. Regin noyðist at smíða svørðið Gram.

Sjúrður ríður í bardaga og ger av við Hundings synir. Saman við Regini fer hann av stað at drepa ormin Fávnir, egna beiggja Regins. Ein gamalur, einoygdur maður (frábr.: A, D, F: Nornagestur) ávarar Sjúrð ímóti Regini. Sjúrður vegur ormin og etur hjarta hansara, og soleiðis verður hann førur fyri at skilja fuglamál. Eisini fuglarnir ávara hann ímóti svikagerðunum, sum Regin hevur í huga, og síðani drepur Sjúrður Regin. Hann fermir allar dýrgripir ormsins á Grana bak og fer heim aftur.

á føroyskum: CCF 1 A: I, Ba-b: I, C ør. 1-100, D: I, E: I, F, G ør. 1-107 (bert á føroyskum). Fyrsti táttur av ”Sjúrðarkvæðum”.

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019