• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Valin svein

 

Valin svein

 

CCF 102 B 

TSB E 88 

 

1 Lýðið væl til, og ljóðið á,  

meðan vær gongum í dans!  

Valin svein av Reynagarði,  

gitið um roysni hans. 

 

2 Lýðið væl til, og ljóðið á,  

gitið man vera enn!  

Valin svein av Reynagarði,  

gitið um raskar menn. 

 

3 Valin skuldi á skógin burt, 

við so mikið manna, 

brynju og hjálm og hartil svørð, 

læt hann fyri sær kanna. 

 

4 Har var mikil trøllatrongd,  

sum Valin skuldi ríða,  

møtti hann tí Bjarna trølli,  

bað hann koma at stríða. 

 

5 Valin hugsar við sjálvum sær:  

"Nú er komið tað versta,  

trøllið biður meg stríða við seg,  

ei býðst mær tað til besta." 

 

6 So tók Valin svørð í hond, 

mót tí trølli at fikta, 

hann høgdi tað í fimtan lutir, 

vant var á at sikta. 

 

7 "Hvør er eftir av trøllunum,  

sum meiri torir at fikta?  

Tað má koma brátt og snart,  

leingi sømi eg ikki. 

 

8 Ríði eg mót tí Bjarna trølli,  

søgur ganga frá enn,  

Valin vil tann sveinin hava,  

fáir finnast enn. 

 

9 Valin vil tann sveinin hava, 

erpin til at stríða, 

Valin svein av Reynaríki 

mót tí trølli skal ríða. 

 

10 Valin skal tað sveinin fá,  

sum veljist av hesum landi,  

Valin svein av Reynagarði  

gongur tí trølli til handa." 

 

11 Tað var hetta Bjarna trøll,  

tað reisti út av høll,  

møttu teir hann Valin svein,  

sum gitið er yvir øll. 

 

12 Skeggið er sum sótið svart,  

hvast sum rakiknívar,  

hvør sum har fyri andan kemur,  

hann heldur ikki lívi. 

 

13 Taglið hongur á beltið niður, 

rætt sum hali á hesti, 

svart er tað fyri niðan knóra, 

gullið ringlar um beltið. 

 

14 Hógvar hevur tað sum ross,  

hartil klógvir langar,  

mikið óttaðist Valin svein  

mót slíkum trølli at ganga. 

 

15 Trøllið tað er ógvuligt, 

satt er frá at siga, 

klógv hevur tað á hvørjum fingri, 

er alin hálva triðju. 

 

16 Ógvuligur er kjaftur á tí, 

favnar feti tvinna, 

so eru tenn í heysi hans 

sum størsta skeið at dynja. 

 

17 Eyguni eru sum brandar tveir, 

inni glógva í høll, 

annað tóktist Valin svein 

frágjørdur slíkum trølli. 

 

18 Brýrnar eru sum klettar tveir,  

standa høgt í fjalli,  

nasagluggar sum neystadyr,  

er yvirvaksið allar. 

 

19 So er sagt frá trøllinum 

'buiur vi laji lenga': 

"Tú skalt, illi Valin svein, 

uppi á teinum hanga." 

 

20 So varð sagt frá trøllinum  

'buir vi laa laikjar':  

"Tú skalt, illi Valin svein,  

uppi á teinum steikjast. 

 

21 Fylg tú mær í bjørgið inn,  

her bjóði eg tær til borð,  

tá skalt tú, Valin svein,  

búgvast við friðarorð!" 

 

22 Valin gekk í bjørgið inn, 

tonkti um tann vanda, 

hvøssu hann skuldi tí Bjarna trølli 

tað so fast bestanda. 

 

23 Valin gekk í bjørgið inn 

við so mikið veldi, 

inni sótu trøllkonur tvær, 

hvør við sínum manni á eldi. 

 

24 Inni sótu trøllkonur tvær,  

harum vil eg greina:  

"Ver vælkomin, Valin svein,  

vær steikja teg á teini. 

 

25 Vælkomin higar, Valin svein,  

ber sigur og sterkar rásir,  

tú skalt steikjast her á báli,  

sum til øsku krás!" 

 

26 "Tað skulu ongar trøllkonur 

steikja meg á teini, 

eg skal taka mín bitra brand 

við váknum tykkum skeina." 

 

27 Valin leyp úr gyltum stóli,  

glaður við hjarta mót,  

báðar drap hann trøllkonur,  

onnur misti fót. 

 

28 "Nú havi eg dripið trøllkonur tvær, 

inni í tíni høll, 

sama skalt tú deyðan fáa, 

tú, títt Bjarna trøll. 

 

29 Sama skalt tú deyðan fáa,  

uttan tú lovar mær lyfti,  

bjørgið innan av við gull,  

og silvur skalt tú mær skifta." 

 

30 Trøllið letur dúk á borð,  

prála og at skarta,  

býður reysta Valin svein  

at telva um gullið bjarta. 

 

31 "Haldið osum so lystigan,  

tí gullið liggur á gólv,  

setist so at borðinum  

at telva osum talv! 

 

32 Setið osum at telva talv,  

setið gull í veður,  

ella seti høvur osara,  

tað geldur ikki betur!" 

 

33 Valin gjørdist ilsku fús,  

hartil vreiður at síggja:  

"Eg fáist ei við at leika talv,  

eg stríðist mót tær í víggi." 

 

34 Trøllið flættar faksið sítt,  

og hvassa skegg at reiða:  

"Eg kann ikki í víggi stríðast  

betur við talvi leika. 

 

35 Hvøssu skal eg í víggi stríða,  

eg havi ei glavint og spjót?  

Taki eg til mínar trøllarúnir,  

tá geldur alt títt mót." 

 

36 "Um enn tú hevur ein ljótan skort, 

og skeggið flættað langa, 

eg skal taka mín bitra brand, 

mót tær í víggi standa." 

 

37 Trøllið reikar um bjørgið hart,  

tók um jarnstong sterka,  

býður reysta Valin svein  

royna sítt roysni sterka. 

 

38 Trøllið reiggjar jarnstong sína, 

eldur um hellið brast. 

ikki rakti hann Valin svein, 

tað seig í bjørgið fast. 

 

39 Stongin stendur í bergi fast,  

sum hon hevði verið múrað,  

trøllið ætlaði at taka hana út,  

tað vildi ikki fyri Valini fíra. 

 

40 "Nú havi eg mína jarnstong týnað, 

inn í bjørgið at standa, 

tú skalt ikki, breiði tussi, 

av hesum stundum ganga." 

 

41 Tað var reysti Valin svein, 

kvistaði sínum skildi, 

hann høgdi herðar av trøllinum, 

føturnir eftir fylgdu. 

 

42 Trøllið settist í bjørgið niður, 

av so mikið undur, 

saman grøddu lutir hans, 

sum Valin høgdi sundur. 

 

43 Valin brá tað annað høgg,  

ei legði hann megi eftir,  

høgdi so á Bjarna trøllið,  

hálsin av herðum kvetti. 

 

44 Fann hann uppi á trøllinum 

tríggjar edilsteinar, 

teir gjørdu nátt sum ljósan dag,, 

reyðargull ringlar fyri. 

 

45 Valin samlaði gullið saman,  

ætlaði at bera tað út,  

tríggjar hestar at ríða heim,  

í skundir reiddi hann brúð. 

 

46 Sjálvur bar hann gullkistuna, 

setir inn í borg, 

tá hann hevði gullið fingið 

sløkt var øll sorg. 

 

47 So hevði hann tað úr bjørginum, 

har var einki eftir, 

læt so kynda heita bál, 

eld á bjørgið setti. 

 

48 Valin reið í garðin heim  

við gull og fagnað slíka,  

meiri fann hann í bjørginum  

enn í nøkrum kongaríki. 

 

49 Hann hevði fingið úr bjørginum,  

hvat hann vildi velja,  

javnlíkur er hann kongasynum  

kátur við mongum 'sjelja'. 

 

50 Valin svav í síni song, 

kátur av gulli bjarta, 

so skal sigast í hesum tátti, 

Valin kann at skarta. 

 

51 Tað leið ikki langt tá um, 

so er frá at siga, 

Valin skuldi um breiða líð, 

væna vív at biðja. 

 

52 Tað leið ikki langt tá um, 

so er sagt ífrá, 

Valin skal ríða um breiða líð, 

væna vív at fá. 

 

53 Valin skal ríða um breiða líð, 

biðja vívið vanda, 

har eru teir, sum hava vilja, 

mangur man eftir standa. 

 

54 "Hoyr tað Viljorm, bróðir mín, 

legg mær ráð so ný! 

Hvat skal eg við skipum fara 

ella við hestalið?" 

 

55 Svarði Viljorm, bróðir hans,  

satt so mundi hann siga:  

"Betri er við skipum at fara  

enn við hest at ríða." 

 

56 Tað var hann Valin svein, 

tóktist ongan vanda: 

"Eg skal ríða á breiða líð, 

eg kann mót trøllum standa. 

 

57 Eg skal ríða í breiða líð,  

farið tær til skips,  

liggið fyri Garðaríki,  

vitið, hvat ið býðst!" 

 

58 Valin tekur brynju og hjálm,  

svørð hann hevði úr vali,  

saðla læt hann hestin tann,  

sigst av góðum ali. 

 

59 Út varð loystur gangarin,  

Valin skuldi á ríða,  

prýddur var hann við skarlak  

niður á miðal síðu. 

 

60 Hann var prýddur við skarlak 

niður á miðal síðu, 

forgyltur var saðilin, 

Valin skuldi á ríða. 

 

61 Valin ríður allan dag, 

langa leið og ljóta, 

hann sær eld í fjalli brenna, 

royk og neistar skjóta. 

 

62 Valin ríður allan dag,  

drúgva leið og langa,  

hann sær eld í fjalli brenna,  

av høgan loga ganga. 

 

63 Valin gongur at hellisdurum, 

tykist ongan vanda: 

"Antin her búgva trøll ella fólk, 

eg skal í hellið ganga." 

 

64 Valin gekk í bjørgið inn  

av so miklum alvi,  

inni lá ein risi og svav  

við opnum munni á gólvi. 

 

65 Ógvuligt var at síggja á  

risans skorti langa,  

nasagluggar sum neystadyr,  

eyguni glógva sum brandar. 

 

66 Valin stendur á hallargólvi, 

hugsar sær til ráð: 

"Hvøssu skal eg við risan gera, 

deyðan yvir hann fá?" 

 

67 Hann tók til sín bitra saks,  

sprettir upp risans bjálva,  

ikki vaknaði breiði tussi,  

tá kom at hans nalva. 

 

68 Valin brá sítt svørð á loft,  

hevði megi eftir,  

kruvdi reysta Bjarna risa,  

gjøgnum ryggin kvetti. 

 

69 Risin vaknar við kaldan dreym, 

runt um hellið rakar, 

Valin leyp so snarliga út, 

ei vildi lata seg taka. 

 

70 Risin brølar um hellið tá, 

indrini úti var, 

Valin stendur við hallardyr, 

tað gekk honum einki nær. 

 

71 Risin brølar um helli tá,  

hans kíkur úti hekk,  

Valin stóð og lýddi á,  

hartil hans hugur gekk. 

 

72 Tað var buldur í hellinum,  

tá Bjarna tussi læt lív,  

síðan læt Valin gullið bjarta  

laða á gangara sín. 

 

73 Valin reið av hellinum,  

glaður av teirri lund,  

møtir honum ein valdra kempa,  

ei býðst frið um stund. 

 

74 "Hvar ríður tú, valdra kempa, 

hví ríður tú eina, 

hevur tú verið í borgargørðum, 

biðið um frúnna væna?" 

 

75 "Eg var meg í borgargørðum, 

bað tað vívið besta, 

far tú ikki, Valin svein, 

eg havi frúnna fest! 

 

76 Eg var meg í borgargørðum, 

festi mær tað vív, 

ætlar tú at ríða har, 

kosta skal tað títt lív." 

 

77 Valin tekur gull og silvur,  

ætlaði tað at verja,  

biður hesa valdu kempu  

fektast ella berjast. 

 

78 "Ei skalt tú her, Valin svein, 

njóta slíka frú, 

tað skal váknum gjalda mest 

sigur at vinna í líð. 

 

79 "Tú skalt ikki, valda kempa, 

njóta her tín vilja, 

áðrenn eg fari til hallar heim, 

ella skulu vit skiljast." 

 

80 Tað var hin valda kempa,  

buddist ikki leingi,  

hann tók upp ein stóran stein  

eftir Valini slongdi. 

 

81 Steinurin fleyg í veðrið upp 

yvir dalar og fjøll, 

hann kom niður á valda kempu, 

hann fell deyður á vøll. 

 

82 Tað var henda valda kempa,  

hann lá deyður á vøll,  

hoyrt er sagt frá Valin svein  

um tussar og Bjarna trøll. 

 

83 Kennitekin hevði hann av,  

hvat manndómsverk hann vann,  

reið so heim í Borgargarð  

við kempusvørð í hond. 

 

84 Hann kom at tí borgarportri, 

tað býðst meiri vandi, 

tólv vóru teir riddarar, 

í miðjum portri standa. 

 

85 Tólv vóru teir riddarar,  

sum hildu yvir frúnni vakt,  

teir brúktu gull og vakrar perlur,  

høvdu so stóra makt. 

 

86 "Hoyrið tað, allir reystir riddarar, 

her fyri durum goyma! 

Eg skal ganga í hallina inn,  

finna frúnna heima. 

 

87 Hoyrið tað, allir reystir riddarar,  

her fyri durum standa!  

Eg skal meg í hallina inn, 

finna vívið vanda." 

 

88 Valin gekk í hallina inn, 

tonkti seg til ráð, 

hvøssu hann skuldi ta bjørtu brúður 

við miklum lempum fá. 

 

89 Valin stendur á hallargólvi,  

ber fram kvøðu sína:  

"Sit væl, reystur Jákin jall,  

gev mær dóttur tína!" 

 

90 Leingi sat hann Jákin kall,  

hugsaði tar til ráð,  

hvøssu hann skuldi Valin svein  

eitt hániligt andsvar fá. 

 

91 "Tú ert tann versti rossakallur, 

tjóðaður úr ymsum londum, 

tú fært ikki mína dóttur, 

tú tín øskubrandur." 

 

92 "Eg eri ei nakar rossakallur,  

ei nakar øskubrandur,  

antin skalt tú lívið láta  

ella geva mær vívið vanda." 

 

93 Valin var ikki hugabráður,  

hans kinnar gjørdust reyðir,  

sanna hoyrið tær orðið mítt,  

at biðil tín er deyður." 

 

94 Svaraði jomfrú Fagra, 

við so mikið mein: 

"Veitst tú nakað um biðil mín, 

ger mær um tað grein!" 

 

95 "Eg skal siga frá biðil tínum, 

her í hesi høll, 

hann lá mitt á míni leið 

deyður á grønum vølli. 

 

96 Hoyr tað, jomfrú Fagra, 

eg sigi tær tí frá, 

her hevur tú hans bitra brand, 

navnið stendur á." 

 

97 Tað var jomfrú Fagra, 

varð so illa við, 

tá ið hon sá sín biðils navn, 

í óvit fell hon niður. 

 

98 "Tú hevur dripið biðil mín,  

og tað á grønum vølli,  

tú skalt ikki livandi sleppa  

út av hesi høll." 

 

99 Tað var jomfrú Fagra, 

rópar fólk til sín: 

"Valin hevur á víðum vølli 

dripið biðil mín." 

 

100 Til tað svaraði Jákin kall  

av so ilskum bræði:  

"Valin skal á gálgan upp  

at turka síni klæði." 

 

101 Valin loypur á hallarbonk  

upp yvir Jákins menn:  

"Áðrenn eg fari á gálgan upp,  

til møði skalt tú kenna." 

 

102 Valin loypur á hallarbonk  

upp yvir Jákins manna:  

"Áðrenn eg fari í gálgan upp,  

vit skulu við vápnum kanna." 

 

103 Jákin rópar á sínar menn,  

biður ei dvøljast leingi:  

"Takið reystan Valin svein,  

hann skal á gálgan heingjast!" 

 

104 Tá vóru allir Jákins menn 

reistir upp í høll, 

Valin sá sær ongan frama, 

leyp á grønan vøll. 

 

105 Tað var hann Valin svein,  

leyp á gangara renna,  

einki høvdu Jákins menn  

eftir honum at spenna. 

 

106 Tað var hann Valin svein 

tekur av sín hatt: 

"Sitið væl, allir Jákins menn, 

havið góða nátt!" 

 

107 "Kemur tú aftur til borgargarð, 

grísin hund teg skal bíta, 

deyðan skalt tú harðan tola 

í myrkastovu at sita. 

 

108 Valin hugsar við sjálvum sær, 

'viin' finnast kempur: 

"Betri er at flýggja her frá, 

vinna hann aftur við lempum." 

 

109 Valin reið frá Jákin kall, 

letst í brynju blá: 

"Komi eg aftur til borgargarð, 

sigur skalt tú ikki fá." 

 

110 Valin reið frá borgargarði,  

tók so hart at spenna:  

"Komi eg aftur til Jákin kall,  

óræddur má eg renna." 

 

111 So reið hann Valin svein  

yvir dalar og fjøll,  

áðrenn dagur á kvøldi kom,  

var hann á risans høll. 

 

112 Tað var hann Valin svein,  

gekk at risans dyr,  

kendi væl tað herbergið,  

sum hann hevði verið fyrr. 

 

113 Valin gekk í hellið inn,  

tað var seint á kvøldi,  

inni sat ein Bjarna risi  

og stokti krás á eldi. 

 

114 "Her kemur tú, Valin svein, 

tú drap mítt besta ráð, 

tú skalt nú á hesi stund 

láta lívið á. 

 

115 Risin reiggjar jarnstongini,  

tað mundi einki bella,  

slerdi so til Valin sterka  

ætlaði hann at fella. 

 

116 Tað var hann Valin svein, 

sínum svørði brá, 

høgdi so til Bjarna tussa, 

hann hevði hans høvur frá. 

 

117 So tók hann bæði gull og silvur, 

alt úr risans høll, 

legði tað á gangara sín, 

reið so út á vøll. 

 

118 Aftur læsti hann risans høll, 

stendur so enn í dag, 

so reið hann at Reynagarði 

við alt sítt gull og fæ. 

 

119 Tá ið hann kom at garði heim, 

tá býðst mikil vandi, 

hann sær Viljorm, bróður sín, 

mót trøllkonum ganga. 

 

120 Tá hann kom at garði heim, 

sá hann alt so víða, 

hann sær Viljorm, bróður sín, 

mót trøllkonum stríða. 

 

121 Kelling tekur um Viljorm 

av so ilskum bræði, 

bankar hann í báðum hondum, 

reiv av buðlings klæði. 

 

122 Tað var Valin, bróðir hans, 

tekur til at gráta: 

"Nú má Viljormur, bróðir mín, 

lívið fyri henni láta." 

 

123 Valin leyp av sínum hesti,  

hann hevði megi eftir,  

hann tók risans jarnstong.  

henni um heysin setti. 

 

124 Tók hann Viljorm, bróður sín, 

setti hann á sín hest, 

so reið hann til hallar heim, 

sakta kundi hann best. 

 

125 Tók hann reysta Viljorm,  

bar hann á sín sal:  

"Heintið allar lekjarar,  

sín bróður grøða skal!" 

 

126 So var hann Viljormur, 

sjúkur av ekka, 

teir skonktu honum tann brúna mjøð, 

og ikki kundi hann drekka. 

 

127 Løgdu teir hann í varma *leyg,  

lektu hansara sár,  

seymaðu aftur við silkitráð,  

lupu ikki út við fára. 

 

128 Grøddu teir hann í dagar,  

grøddu teir hann í tvá,  

fyrsta dag í fjórðu viku,  

fór hann í brynju blá. 

 

129 Nú er hann Viljormur, 

lektur í hold, 

allar skal hann leikir vinna, 

hvar hann ríður um fold. 

 

130 Nú er hann Viljormur, 

lektur í bý, 

allar skal hann leikir vinna, 

hvar hann kemur í stríð. 

 

131 Allir lovaðu lyfti stórt, 

mikið um at vinna, 

sum gullið glógvar í Valins høll, 

her skal leggjast í minni. 

 

132 Nú skal lata liðið samla, 

við so fullgott mót, 

sjey hundrað við skipum fara, 

annað slíkt til fóts. 

 

133 Nú skal lata liðið samla, 

geva ikki grið, 

leggja seg við Eysturtanga 

við monnum hundrað trý. 

 

134 Nú skal lata stevnu seta,  

við so mikið vekst,  

leggja fyri Eysturtanga  

við monnum hundrað seks. 

 

135 Nú skal lata stevnu stilla, 

gera mikið hól, 

leggja fyri Eysturtanga 

við manna hundrað tólv." 

 

136 Svaraði reystur Viljormur,  

smíða læt svørðið sterka:  

"Fara vit um oynnarsal,  

vinna avreksverki. 

 

137 Eg skal aftur til borgargarð 

nú á hesum sinni, 

vinna vív og roysnisverk, 

dreingir, leggið í minni!" 

 

138 Fóru teir í oynnarsal, 

byggja skipin sterku, 

trý hundrað til skipið hvørt, 

valdu til tað besta. 

 

139 So letur hann Valin svein 

síni skipini gera, 

allar letur hann streingirnar 

av reyðargulli vera. 

 

140 So letur hann Valin svein, 

byggja skipini stór, 

bæði letur hann á tey leggja 

virtur og so bjór. 

 

141 Bræddir vóru brandar, 

borðini vóru blá, 

so stýrdi hann Valin svein, 

snart dró londum frá. 

 

142 Forgyltur leikar 'Vedalin' 

upp í miðjum ský, 

dreingir sigla tann salta sjógv, 

leika hvønn annan við. 

 

143 Vant hann upp síni silkisegl, 

bæði gul og blá, 

strykar ei á bunkan niður 

fyrr enn við Eysturvág. 

 

144 Kastaðu sínum akkerum 

á so hvítan sand, 

fyrstur steig reystur Valin svein 

sínum fótum á land. 

 

145 Tað var reystur Valin svein,  

gekk frá strondum niðan,  

møtir honum Jákin kall,  

hann stóð í borgarlið. 

 

146 Leggur svørð á Jákins háls:  

"Nú er av at kvetta,  

antin skalt tú lívið láta  

ella tína dóttur at festa." 

 

147 Svarði hann Jákin kall,  

mælir av ræddum bræði:  

"Eg skal mær í hallina inn,  

taka av frúnni ráðið." 

 

148 Jákin kall skifti síni orð, 

tá hann kom í høll, 

tólv hundrað valdi hann sær, 

út á grønan vøll. 

 

149 Tá ið Valin hetta sá, 

Jákin kall seg so sveik: 

"Hevði eg vitað av svikunum, 

tú skuldi smakkað steik." 

 

150 Jákin kall rópar á sínar menn,  

hinumegin við borg:  

"Farið varliga til víggi fram,  

tí Valin eykar mær sorg." 

 

151 Valin ríður um borgargarð  

við sítt svørð í hendi,  

høgdi so á Jákins menn  

mangan sveitan rendi. 

 

152 Valin ríður um borgargarð, 

tykist einki at bella, 

mangan man hann av Jákins monnum 

niður til jarðar fella. 

 

153 So høgdu teir Valins menn,  

blóðið dreiv til ský,  

maktast reysti Viljormur,  

víggi stendur í. 

 

154 Til tað svaraði Viljormur 

fyrsta orðið tá: 

"Hoyr tað, Valin, bróðir mín, 

greið mær honum frá!" 

 

155 Tað var hann Valin svein, 

sínum svørði vendi, 

høgdi fast við báðum hondum, 

oddin í hjartað rendi. 

 

156 Valin leyp undir borgarport, 

møði av sær at renna: 

"Hevði eg ikki gjørt fyri æru skuld, 

við honum skuldi eg spennið." 

 

157 Valin reið í heri fram  

við spentum boga av alvi,  

búkar fullu á jørðina niður  

klývur av um nalva. 

 

158 Valin reið í herin fram,  

spenti sínum streingjum,  

búkar fullu til jarðar niður,  

gitið man verða leingi. 

 

159 Høgga títt, teir líva lítt,  

so er tað at gera,  

ikki kundi Jákin kall  

nakran sigur bera. 

 

160 Fram kom ein av Jákins monnum, 

mikil var hann av vekstri, 

hann var tríggjar alin høgur 

upp frá saðli á hesti. 

 

161 Valin var bæði mikil og stórur, 

gitið man verða enn, 

høgdi til við báðum hondum, 

kleyv hann niður í tenn. 

 

162 Kempan datt á jørðina niður,  

sigur mær søgan frá,  

annar kom á bakið hans,  

hann bar merki blá. 

 

163 Viljormur reið fast honum ímót, 

vildi ikki lúta, 

fast bóru eggjar saman, 

eldur av teimum fúka. 

 

164 "Betri var tær, Viljormuri,  

heima ligið at strúka,  

enn at berjast á víðum vølli,  

eldur úr svørðum fúka. 

 

165 Betri var tær heima at ligið, 

drukkið mjøð og vín, 

enn at berjast við Geira sterka, 

láta snarliga lív. 

 

166 Betri var tær heima at ligið, 

fagna fagru frú, 

enn at berjast við Geira sterka, 

láta lívið nú." 

 

167 "Eg havi ofta heima ligið,  

ført tað gull til lands,  

betri er at berjast við teg,  

enn leika við frúvur í dans. 

 

168 Eg havi ofta heima ligið,  

reitt mær gull í garð,  

betri er at berjast við teg,  

enn sita við frúvarlær. 

 

169 Eg havi ofta heima ligið,  

lagt mær gull í gólv,  

betri er at berjast við teg,  

enn leika við frúvur í talv." 

 

170 "Tú gerst einki, Viljormur,  

koma við spotta fram,  

leggja seg við borgarlið,  

moynna av tær vann. 

 

171 Tú gerst einki, Viljormur, 

koma við spotska orð, 

eg kann teg við vápnum mínum 

fella niður til jørð. 

 

172 Tú gerst einki, Viljormur,  

koma við spotskum alvi,  

eg kann teg við vápnum best  

klúgva av um nalva." 

 

173 Tað var hann Geiri sterki,  

sínum svørði brá,  

høgdi eftir Viljormi,  

ikki rakti hann tá. 

 

174 Viljormur leyp tá snart á føtur, 

væl kundi hann sær venda, 

við báðum hondum høgdi tann til, 

blóðið svørðið kendi. 

 

175 Geiri sterki datt á vøll,  

tað var mikið undur,  

høgdi til av makt og megi,  

tá skalv leyv og lund. 

 

176 So høgdu teir Valins menn, 

tá skulvu borgargarðar, 

mangur doyði á somu stund, 

fullu niður til jarðar. 

 

177 So høgga teir Valins menn,  

svørðið ringlar í hendi,  

eingin livdi av Jákins monnum,  

tá tann leikur fekk enda. 

 

178 So ríður hann Valin svein  

gjøgnum grøna lund,  

allar letur hann Jákins menn  

doygga á teirri stund. 

 

179 Nú hevur Jákin kall 

fingið mikla sorg, 

hann er flýddur úr vígginum 

upp á hægstu borg. 

 

180 Nú hevur Jákin kall  

fingið stóran harm,  

hann er flýddur úr vígginum  

upp á hægsta torn. 

 

181 Tað var hann Valin svein,  

tekur av vreiði at renna:  

"Hvar er hann reystur Jákin kall?  

Nú skal eg lata hann brenna." 

 

182 "Hoyr tað, Valin, bróiðir mín,  

eg veit væl um tann kall,  

hann er flýddur í høga torn  

við knektum og sínum jallum." 

 

183 Valin gekk í tornið upp,  

Viljorm honum fylgdi,  

ikki tóktist Jákin kall  

koma í verri gildi. 

 

184 Jákin legðist í ein krók,  

bangafullur at gráta,  

Valin rópar uttanfyri:  

"Lívið skalt tú láta." 

 

185 "Hoyr tú, reysti Valin svein, 

vilt tú geva mær grið, 

gull og silvur og mína dóttur, 

halda skal eg frið." 

 

186 "Betri tú lovaði lyfti fyrr, 

eg havi teg við vápnum vunnið, 

ótíð kemur tað nú, 

njóta má eg frú." 

 

187 Valin leyp í tornið upp,  

tekur í Jákin kall,  

varpaði hann á hallargólv,  

gav honum knappligt fall. 

 

188 Valin leyp í tornið upp,  

tekur í Jákin so grimm,  

varpaði hann á hallargólv,  

tá brotnaðu rivini finun. 

 

189 "Hoyr tað, tú Jákin kall,  

eg má teg væl á minna,  

tá ið vit møttust í borgarlið,  

her sveikst tú meg á sinni! 

 

190 Eg bað teg vív í borgarlið, 

av so góðum sinni, 

nú skalt tú her, Jákin kall, 

lívið láta inni." 

 

191 Tað var hann Valin svein, 

sínum svørði brá, 

meðan kleyv hann Jákin kall 

sundur í lutir tvá. 

 

192 Valin kastar vápn í høll:  

"Nú er av tað versta,  

leiðið frúnna í hallina inn,  

nú skal eg hana festa!" 

 

193 Frúgvin varð bæði studd og leidd 

inn á hallargólv, 

sjálvar ringdu klokkurnar, 

tendraðust voksljós tólv. 

 

194 Valin svein hann rættir  

henni hvíta hand,  

fagurt var at lýða á  

teirra festansband. 

 

195 Frúgvin hon rættir  

hond yvir borð,  

lystiligt var at lýða á 

teirra festansorð. 

 

196 Tað var hann Valin svein,  

tók sær frú at festa,  

snarliga læt til brúdleyps ætla,  

læt ikki longur fresta. 

 

197 Lótu tey til brúdleyps ætla, 

við so mikið meingi, 

kom so mangur høgur maður 

sum fjøður á fuglaveingi. 

 

198 Lótu tey til brúdleyps ætla, 

ikki mátti tvørra, 

átjan borgum boðið var, 

tólv hundrað av hvørji. 

 

199 Drukkið varð teirra brúdleypið, 

kátt var teirra lív, 

gingu bæði í eina song, 

Valin og hans vív. 

 

200 Bæði gingu í eina song, 

Valin og hans vív, 

síðan fór hvør, sum boðin var, 

haðan heim til sín. 

 

201 Valin fór aftur til Reynagarð, 

við sín brúður bjarta, 

Viljormur ráddi yvir borgargarði 

við sítt móðiga hjarta. 

 

202 Valin fór aftur til Reynagarð, 

við svørð og brynju blá, 

síðan ráddi Viljormur 

yvir borgargørðum tá. 

 

Handrit: Kvæðasavnið hjá Napoleoni Nolsøe. Føroya landsbókasavn , II (1842) nr. 86. 

 

Útgávur:  

 

1. Føroya kvæði (N. Djurhuus og Chr.Matras greiddu til útgávu,1967) Band IV, Teil 2, s. 323. 

2. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2002) 23. bind, s. 73. 

 

Heimild: Úr Streymoy: Napoleon Nolsøe (1809-1877), Nólsoy, 1842 

 

 

 

E 88 Valin Svein (Giant-slaying suitor kills rival and maiden’s father to get her)

Valin kemur fram á eitt risahelli, drepur fleiri riser og fer við gulli teirra.

Hann heldur av stað at biðja um Føgru. Á leið síni depur hann ein risa. Síðani hittir hann ein mann, sum hevur skipað fyri at giftast við Føgru. Hann drepur hann og tekur svørð hansara. Hann ber upp bønarorð hjá faðir Føgru og hjá Føgru sjálvari, men fær krakk. Tá ið hann sýnir svørðið fram, royna tey at taka hann, men hann sleppur undan teimum. Á leið síni drepur hann enn ein risa.

Tá ið hann kemur heim, finnur hann beiggja sín Viljorm í bardaga við eitt risakvendi. Hann bjargar beiggja sínum. Tá ið Viljormur er komin fyri seg, fara teir aftur heim til Føgru. Pápi hennara roynir við svikaráðum at taka teir, men í bardaganum, sum spyrst burturúr, verður hann dripin við øllum sínum monnum.

Valin giftist Føgru.

á føroyskum: CCF 102 (bert á føroyskum)

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019