• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Óluvu kvæði

 

CCF 107 C

TSB E 105

 

1 Eg kann onga skemtun gera,

hvar ið eg gangi í dans,

kvøði um Pipping kong,

frú Gertrúð, drotning hans.

 

Latum dans dynja, dreingir!

*Dans, sláið ring,

glaðir ríða norðmenn,

til hildarting*

 

2 Pipping kongur av Fraklandi

eigur so væna frúgv,

vænari er Óluva, dóttir hans,

hyggin og so trúgv.

 

3 Karlamagnus Pippingsson

bróðir er hann at fljóði,

tey eru nú væl til aldurs komin,

Jóhannes hin góði.

 

4 Kongur siglir til Fraklands burt,

bønarorð at biðja,

tá fell øllum fólki væl,

móðir ei, æt Sivja.

 

5 Tá fell øllum fólki væl,

faðir og hennara móður,

og so hennara báðum brøðrum

Jóhannes hin góði.

 

6 Hugin festi Óluvu,

tók í hennara hand,

bæði við gull og brent silvur,

førdu tey hana í land.

 

7 Hugin festi Óluvu,

førdi hana heim,

hørpur og so danskar pípur

slignar vóru fyri teim.

 

8 Tey vóru ikki leingi saman,

til tey áttu svein,

góðum stundum gitin varð,

so varð hann borin í heim.

 

9 Hann varð lagdur í klæði væl,

gott til góða at evna,

so varð hann til kirkju borin,

Landrus bað hon nevna.

 

10 Borin varð hann frá kirkju heim,

lagt fyri móður sína,

meiri legði hon røkt á hann

enn alt sítt gull í skrín.

 

11 Borin varð hann frá kirkju heim,

lagdur síni móður hjá,

meiri legði hon røkt á hann

enn alt sítt gull, hon ár.

 

12 Borin varð hann frá kirkju heim,

lagdur fyri móður knæ,

meiri legði hon røkt á hann

enn alt sítt gull og fæ.

 

13 Tað var tá, sum ofta er nú,

mangt man hugin reikja,

kongur lystir á skógvin burt

at fremja sínar leikir.

 

14 Svaraði hann Eingilbret,

so tekur hann uppá:

“Hvør skal eftir í ríkinum vera,

tygara drotning íhjá?”

 

15 Eg seti út mín besta vin,

Mýlint riddara ríka,

tað hugsi eg við sjálvum mær,

hann man meg ikki svíkja.”

 

16 “Setir tú út, tín besta vin,

Mýlint riddara góð,

helst man hann í ráðum vera,

svíkja tað væna fljóð.”

 

17 Óluva situr í glaskirkju,

lesur úr síni bók,

har kom Mýlint gangandi,

hond um hana tók.

 

18 “Hoyr tú tað, Mýlint ríki,

tú vilt gera illa,

tú vilt svíkja kongin,

slíkt man dømin spilla.”

 

19 “Eg skal geva tær meira gull,”

tekur til orð at byrja,

“enn hann gav tær, Hugin kongur,

tá hann reið at gilja.

 

20 Eg skal geva tær meira gull,”

talar hann alt í hól,

“enn hann legði tær, Hugin kongur,

fram á brúðarstól.”

 

21 “Hoyri tú tað, Mýlint ríki

eg taki ei gávur av tær,

nógv síggi eg fyri eygum liggja,

Gud hevur unnað mær.”

 

22 Hetta sá hann Mýlint tá,

hann kundi ei drotning vinna,

snúðist hann henni frá

í tí sama sinni.

 

23 Snúðist hann henni frá

illfús er hann vinnur,

steðgar hann ikki sínari ferð,

fyrr enn hann blámannin finnur.

 

24 Snúðist hann henni frá

eina so lítla stand,

síðan snúðist hann henni frá

á blámansins fund.

 

25 “Gakk tú teg til hallar heim,

kjós tær fagurt fljóð,

frúgvin man ikki undan sigast,

hon er í júlum(!) góð.”

 

26 Hann gav honum óminnisdrykk,

sum søgur ganga ífrá,

nøktaði hann hana úr øllum klæðum,

bar til seingjar so.

 

27 Bláar leggur hann armarnar

yvir drotningar háls,

henni er blíður og bjartur ímót,

ganga so svikini falsk.

 

28 Bláar leggur hann varrarnar

yvir drotningar munn,

henni er blíður og bjartur ímót,

ganga so svikini kunn.

 

29 Steðgaðist hann teimum hjá

eina so lítla stund,

síðan snúðist hann teimum frá

á Hugin kongsins fund.

 

30 Snúðist hann teimum frá,

illfúsur er hann vinnur,

steðgar hann ikki sínari ferð,

fyrr enn hann kongin finnur.

 

31 Kongur kemur frá skógnum heim,

'breytur um breytar' táttar,

spyr eftir Óluvu, síni drotning,

um enn vit hittast aftur.

 

32 “Stígið nú yvir borð,

veldigi harri her,

síðan skal eg siga tær,

hvar Óluva drotning er!

 

33 Stígið nú yvir borð,

veldigi harri mín,

síðan skal eg siga tær frá

Óluvu drotning tíni!”

 

34 Mýlint gongur í kjallaran,

blandar saman í ker,

ber so inn fyri Hugin kong

svik til hann tá ber.

 

35 Hann gav honum óminnisdrykk,

hann skuldi einki minnast,

einki til Óluvu, sína drotning,

einki honum unna.

 

36 Leiddi hann hann í húsið inn,

sum Óluva fyri lá,

kongurin varð so illa við,

hann gleim við 'attan' brá.

 

37 Mýlint tók sítt góða svørð

hjó blámans høvur frá,

har sum hansara blóðið dreiv,

har tendraðust ljósini á.

 

38 “Hoyr tú tað, Mýlint ríki,

tú hevur gjørt nú illa,

tú hevur dripið hann sakleysan,

slíkt man dømin spilla.”

 

39 “Hoyrið tær tað, mín veldigi harri,

tær talið ikki slíkt,

tað eru drotningar gerningar,

tykjast at vera so líkt.”

 

40 Talaði hann Hugin kongur,

tekur til orð at byrja:

“Senda skal boð til Einglands

Pippingi heim at bjóða.”

 

41 Tað var hann tá Eingilbret,

ið tey boðini bar,

haðan og til landanna,

sum Pippingur fyri var.

 

42 “Hoyr tú tað, Eingilbret,

sig mær satt ífrá!

Livir Óluva, dóttir mín,

Hugin kongur er hjá?”

 

43 “Eg kann ikki sannari

siga fyri teg,

hon er funnin beligin,

kongur vil hitta teg.”

 

44 Kongur kemur frá Einglandi,

'breytar um breyta' táttir

spyr eftir Óluvu, síni dóttur,

“munnu vit finnast aftur?”

 

45 “Stigið nú yvir borð,

veldigi harri her,

síðan skal eg siga tær,

hvar Óluva dóttir er!

 

46 Stígið nú yvir borð,

veldigi harri mín,

síðan skal eg siga tær

frá Óluvu, dóttur tíni!”

 

47 Mýlint gongur í kjallaran,

blandar vín í ker,

ber so inn fyri Pipping kong,

svik til hann tá ber.

 

48 Hann gav honum óminnisdrykk,

hann skuldi einki minnast,

einki til Óluvu, sína dóttur,

einki henni unna.

 

49 Rýlig var sær Óluva,

fell sín faðir til fót,

rak hann hana reiður burt,

hon sá so lítið til bót.

 

50 Hann tók hetta loynimanshøvur,

kastaði Óluvu for knæ:

“Tak tú hetta loynimanshøvur,

tú elsk tað nátt og dag!”

 

51 Øllum var nú 'hurrunar'

svikini til mongdar,

uttan hinum unga Eingilbret,

sum frúnni fylgdi til landa.

 

52 Riðu teir tá dystin saman

av so tungari treyt,

Eingilbret hevði Mýlint ríka

so langt av saðil á breyt.

 

53 “Eg skal verja drotningina,

ganga her við teg,

í berari míni skjúrtuni,

Mýlint, herklæð teg!”

 

54 “Tað er mín fyrsta undanførsla,

førið meg út í hav,

søkkið meg til grunnar niður

í tað djúpa hav!”

 

55 Tóku teir frúnna Óluvu,

førdu útt í hav,

tá ið teir komu til landanna,

tá stóð drotning har.

 

56 “Tað er mín onnur undanførsla,

man meg eftir beiða,

førið meg á so høgt eitt torn

á svørðsodd at reiða!”

 

57 Tóku teir frúnna Óluvu,

teir gjørdu snarpan leik,

hvørki teirra bitra branda

á hennara holdi beit.

 

58 “Tað er mín triðja undanførsla,

brennandi ovnar renna,

eri eg ei rein á hesum máli,

tá man mítt likam brenna.”

 

59 Ikki vildi kongurin,

taka ta frúgv av lívi,

tí hann hevði á nøkrum stundum

unt tí væna vívi.

 

60 Hon gekk seg at vøgguni

at minnast á sonin sín:

“Liv nú heilur og happadrúgvur,

tú minst á móður tína!”

 

61 Hon gekk seg at vøgguni,

sum hennara sonur lá:

“Gud signi teg, mín sæli sonur,

sum allar eigurnar á!”

 

62 Har var hann tá Mýlint ríki,

báðum vildi mein,

spenti fót á barnsins vøggu,

tað galt hans brúnabein.

 

63 “Hvørki verður tær dagur at gavni,

Mýlint, av hesari giftu,

tann sum hevur skapt himmal og jørð,

hann kann tað bert umskifta.

 

64 Tað er mín fjórða undanførsla,

man meg mestur ryggja,

førið meg burtur í oyðumark,

sum ormar og pladdur liggja!”

 

65 “Hoyr, mín veldigi harri,

lat einki hana minnast,

tak við Galionnu, dóttur mína,

væl við henni at unna!”

 

66 “Eg lovi ikki drotning tann,

ið sova skal á mín arm,

eftir Óluvu, míni drotning,

hon vekir mær harm.”

 

67 Tey vóru ikki leingi saman,

til tey áttu svein,

óndum stundin gitin varð,

so varð hann borin í heim.

 

68 Hann varð lagdur í klæði ill,

ilt til illa evna,

aftur varð hann borin fyri Mýlint,

Málandrus at nevna.

 

69 Áður hann gat á gólvi gingið,

tá beit hann mann í fót,

Mýlint og hon Galianna,

tey buðu for hann bót.

 

70 Áður hann gat á gólvi gingið,

tá beit hann mann í føtur,

Mýlint og hon Galianna,

tey buðu fyri hann bøtur.

 

71 Vuksu upp í ríkinum,

báðir á einari grund,

so var at skiljla teirra millum,

sum góður maður og hundur.

 

72 Vuksu uppi ríkinum

tvinni kongabørn,

tað var sonur Óluvu,

ið herin unti allur.

 

73 Og so riðu sveinar

eftir leikvølli fram,

tað var sonur Óluvu,

við hvørjum leiki rann.

 

74 Tað var sonur Óluvu,

ið herurin tók at unna,

Mýlint líkaði tað einki væl,

ið hvussu tað ganga kundi.

 

75 Málandrus hevði upp sína høgru hond,

hann gav honum høgg á tenn,

blóðið dreiv í barmin niður,

har sóu tað mangir menn.

 

76 Landrus sló tá aftur ímóti,

tað galt hans brúnabein,

tá tókti Málandrus

so snarliga fáa mein.

 

77 Mýlint gongur for kongin:

“Hvør skal hetta mál verja,

at tú letur tín horkonuson,

títt einkarbarn so berja?”

 

78 Og so letur kongur hann

við lurkum lemja út,

tá mátti Landrus bíða

foruttan sorg og sút.

 

79 Og so hevur Landrus

av Gudi fingið makt,

snarliga søkti hann gullbeltini,

ið hennara faðir átti.

 

80 Í tí sama kvøldinum,

tá gisti hann eina,

tað kundi hann teinkja við sínari móður,

sorgir vuksu við teimum.

 

81 Landrus gekk har uttanhallar,

til tað hevði hann frætt,

hvar, ið hon búði, tann sæla kvinna,

ið hansara móðir átti.

 

82 Hon gav gullborðin klæði,

maðurin er hann fríður:

“Ver vælkomin, Landrus mín,

á hvønn vegin tú ríður!”

 

83 Tað var um ein halgan dag,

hann skuldi sínar frændur vitja,

hann kom har so síðla á degi,

teir pílagrímar fyri honum sitja.

 

84 Teir buðu honum at stíga yvir borð,

eta og drekka við sær,

har var ein so vælborin,

hann heim við øllum sær.

 

85 Ikki visti Landrus av,

fyrr enn hvorvið var av breyt,

mat og drekka, klæðini góð,

skiljast so at við treyt.

 

86 Nakin ríður Landrus

aftur á Sivju fund,

stendur hon og fagnar honum

tað ynniliga sprund.

 

87 Sivja hevði upp sína høgru hond,

fast undir kjálka slær:

“Tak tú ikki vanvirðishøgg

av minni manni enn tær!”

 

88 Hon gav honum gullborðin klæði,

maður er hann fríður:

“Ver vælkomin, Landrus mín,

á hvønn vegin tú ríður!”

 

89 Hon gav honum gullborðin klæði,

korsið tað hitt sterka:

“Møtir tú tínari stjúpmóður,

tá vinn henni umboðsverk!”

 

90 Landrus reið har uttanhallar,

visti sær einki til mein,

hoyrdi hann til tógva dvørgar,

mæla um í stein.

 

91 Teir buðu honum at stíga yvir borð,

eta og drekka við sær,

har var eingin so vælborin,

hann heim við øllum sær.

 

92 Yngri dvørgur undan borði leyp,

skuldi sveinin grípa,

hann var seg so fimur í fót,

hann fekk einki á at líta.

 

93 Svaraði hann eldri dvørgur,

talar til bróður sín:

“Lat hann hava handa dúk

at føra móður sína!”

 

94 Undirstóð hann dvørgamál,

áður hann hagar gekk,

gripið gott hann av teim søkti,

sigur av teim fekk.

 

95 Undirstóð hann dvørgamál,

áður hann hagar reið,

gripin góðan av teim søkti,

góðan sigurin beið.

 

96 Landrus reið har uttanhallar,

á so síðlan dag,

hoyrdi hann ikki fagrari sang,

sum sær fyri oyrum bar.

 

97 Landrus leggur ørv á strong,

skuldi tað djórið skjóta,

hann sá niðri fyri kníggjum liggja

mangar ormar ljótar.

 

98 “Hoyr tú tað, ungi maður,

hvussu skal eg teg nevna,

fyri hvat vilt tú deyða meg,

hvat havi eg gjørt til hevnar?”

 

99 “Landrus skalt tú nevna meg,

Hugin, kongsins son,

tað var mær til móður sagt,

at Óluva æt hon.”

 

100 “Av Gudi verði tú gøðgaður,

Landrus, sonur mín,

hvat hevur hann til ráða tikið,

Hugin, faðir tín?”

 

101 “Tað hevur hann til ráða tikið,

Hugin, faðir mín,

Mýlint hevur givið honum

Galionnu dóttur sína.

 

102 Áður hann gat á gólvi gingið,

beit hann mann í fót,

Mýlint og hon Galianna,

tey buðu fyri hann bót.

 

103 Áður hann gat á gólvi gingið,

beit hann mann í føtur,

Mýlint og hon Galianna,

tey buðu fyri hann bøtur.

 

104 “Hoyr tú Landrus, søti mín,

tú ríð teg aftur brátt,

bið hana senda mær klæði góð,

hevur hon til tess mátt!”

 

105 Hoyr tú Landrus, søti mín,

sig mær satt ífrá,

livir Sivja, fostra tín,

ið móðir hevði so kær?”

 

106 Aftur ríður Landrus,

aftur á Sivju fund,

stendur hon og fagnar honum,

tað ynniliga sprund.

 

107 “Hoyr tú Sivja, fostra mín,

hví grunar tú Guds kraft?

Hon bað teg senda sær klæði góð,

hevði tú til tess makt.

 

108 Eg havi verið í skóg í dag,

við mína móður talt,

hon bað teg senda sær klæði góð,

hevur tú til tess makt.”

 

109 Sivja varð so illa við,

hon skar í brósti at gráta:

“Ormarnir munnu skemri stundir

hana lívið láta.”

 

110 Burtur ríður Landrus

bæði við gleði og gleim,

førdi hann sína sælu móður,

aftur til Sivju heim.

 

111 Tað var um ein halgan dag,

skuldi til kirkju ríða,

visti hann ikki av tí,

fyrr enn hann kom í streymin stríða.

 

112 Hann hjó hennara høvur og háls

mitt um miðju sundur,

tá gjørdist Mýlint ganska ræddur,

tá hendi honum undur.

 

113 “Miskunn, miskunn, Landrus mín,

miskunn vænti eg mær,

tí eg havi á nøkrum stundum

havt tín faðir so kær.”

 

114 “Onga miskunn skalt tú fá,

onga skalt tú biðja,

fyrr enn tú hevur, Mýlint ríki,

sagt mær svikini tíni.”

 

115 “Eg beyð frúnni Óluvu

hjá mær á armi at liggja,

tí sveik eg drotningina,

hon vildi ikki tey boð tiggja.”

 

116 “Nú hevur tú sagt mær svikini tíni,

ger nú sum tú vilt,

gakk nú til mína sælu móður,

bið hana geva tær til!”

 

117 Rýligur var sær Mýlint tá,

fell Óluvu for fót

rak hon hann av reiði burtur,

sálina bað hon ikki njóta.

 

118 Til teir somu ormarnar,

sum Óluvu lógu til skjól,

hagar førdu teir Mýlint ríka,

sum skrál gingu ljóð.

 

119 Kongur situr í hásætinum,

ymsar litir fekk,

sær hann hetta væna vív,

á hallargólvi gekk.

 

120 Landrus gongur at borðinum,

sítt faðirs skegg hann ristir,

allir sótu kongsins menn,

hildu seg so tvistar.

 

121 Kongurin býður drotningini

á armi hjá sær at liggja,

hon gekk sær í nunnukleystur,

vildi ei tað boð tiggja.

 

122 Tað var frúgvin Óluva,

gav seg í nunnukleystur,

Landrus eitur hennara sonur,

bæði ríkur og reystur.

 

123 Tað var frúgvin Óluva,

hon sat væl í tólv vetrar,

hon fekk føði av himmiríki,

tað var henni betur.

 

Latum dans dynja, dreingir!

*Dans, sláið ring,

glaðir ríða norðmenn,

til hildarting*!

 

CCF 107 C

TSB E 105

 

Handrit:  Savn Hammershaimbs. AM, Access. 4c I [13].

 

Útgávur:  

1. Føroya kvæði (N. Djurhuus  greiddi til útgávu, 1968) Band V, s. 174.

2. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2003) 26. bind, s. 51.

 

Heimild: Úr Mykinesi: Jakob Jakobsen (1804-1879), Mykinesi, 1847.

 

E 105 Óluvu kvæði (Husband believes false accusations against his wife and punishes her, but she is later saved by her son)

Óluva er gift við Hugini kongi, og tey eiga ein son, Landrus.

Meðan kongur er burturstaddur, roynir Mýlint at lokka Óluvu, men hon vísir hann frá sær. Síðani fær hann hana at drekka, til hon sovnar, og leggur hana og ein móra í somu song. Kongur kemur aftur og finnur tey har. Hann trýr Mýlinti og sendir Óluvu út í oyðimørkina. Hann giftist eini skyldkonu Mýlint.

Tá ið Landrus er tilkomin, finnur hann mammu sína á lívi. Hann fer heim við henni og fær Mýlint at viðganga, hvat ið hann hevur gjørt. Hann verður sendur út í oyðimørkina og doyr har. Óluva fer í klostur.

á føroyskum: CCF 107 (bert á føroyskum)

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019