• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Óluvu kvæði

 

CCF 107 Da

TSB E 105

 

1 Pipping kongur í Einglandi

hann eigur so væna frúgv,

Óluva eitur hansara dóttir,

bæði von og prúð.

 

2 Óluva eitur hansara dóttir,

tað hitt væna fljóð,

Karlamagnus, bróðir hennara,

Jóannis hin góði.

 

3 Karlamagnus Pippings son,

Ingibjargar barnið,

bæði gleðir hann úlv og ørn,

í blóði herðir hann jarnið.

 

4 Karlamagnus Pippings son,

Ingibjargar bróðir,

væl er hann av ættum komin,

Jóannis hin góði.

 

5 Tekkilig er Óluva,

sett við verøldar prís,

hárið er sum marmor sítt,

hon er av øllum vís.

 

6 Tekkilig er Óluva

sett við verøldar tokka,

hárið er sum marmor sítt,

tað leggist alt í lokkar.

 

7 Hugin situr í hásæti,

talar við sínar dreingir:

“Hvar vita tit mín javnlíka,

tað havi eg hugsað leingi?”

 

8 Hugin situr í hásæti,

talar við sínar menn:

“Hvar vita tit mín javnlíka,

tað havi eg hugsað enn?”

 

9 Sveinar svara sínum harra:

“Hví spyrjið tær so?

Best manst tú vita við sjálvum tær,

hvar tín stár hugur á.

 

10 Best manst tú vita við sjálvum tær,

hvar tín stár hugur á,

hoyrt havi eg gitið Pipping kong

væna dóttur úr.

 

11 Pipping kongur dóttur eigur,

hava hana menn við orði,

henni er stólur av gulli gjørdur

framman for kongsins borði.

 

12 Pipping kongur dóttur eigur,

væna og so vísa,

kannst tú hana til ektar fá,

hon kann títt lív væl prísa.

 

13 Hon ber ikki bleika brá

undir sínum gula hári,

heldur enn tann fagrasta summarsól,

ið fagurt skín um várið.

 

14 Hon kann alt við hondum gera,

sømir væl ein kvinnu,

hon kann bøkur og rúnarmál,

tað reyðargull kann hon spinna.

 

15 Hon kann alt við hondum gera,

tann frúgva læra má,

hon kann bæði lesa og skriva,

bøkur og rúnarmál.”

 

16 “Er hon so væn og tekkilig,

sum tú sigur frá,

hagar skal eg streingja mínum

bønarorðum á.

 

17 Hagar skal eg streingja mínum

bønarorðum á,

biðja dóttur Pipping kong,

tað stendst hvat av ið má.

 

18 So letur hann Hugin kongur

síni skipini gera,

allar letur hann streingirnar

av reyðargulli vera.

 

19 Bræddir vóru brandar,

skorin var hvør stokk,

stavn og stýri av reyðargulli,

so var segl í topp.

 

20 Bræddir vóru brandar,

borðini vóru blá,

stavn og stýri av reyðargulli,

har skín sólin á.

 

21 Vindur hann upp síni silkisegl,

gull við vovin brand,

strykar ei á bunka niður

fyrr enn við Eingland.

 

22 Higar ið tann snekkjan,

kendi fagurt land,

læt hann síni akker falla

á so hvítan sand.

 

23 Læt hann síni akker falla

á so hvítan sand,

fyrstur stígur Hugin kongur

sínum fótum á land.

 

24 Fyrstur stígur Hugin kongur

sínum fótum á land,

so hann meistarin Eingilbret

undir hans høgru hand.

 

25 Gingu teir frá strondum niðan,

ríkir menn og reystir,

lunnar brustu, og jørðin skalv,

teir settu knørr í neystið.

 

26 Mitt í miðjum grasagarði

aksla síni skinn,

og so búgvin gongur hann

í høgar hallir inn.

 

27 Og so búgvin gongur hann

í høgar hallir inn,

sum Pipping kongur við borðið sat

við manna hundrað fimm.

 

28 Hugin gekk í hallina inn,

í forðum var tann siður,

hevur nú alt í einum orði,

heilsar og hann biður.

 

29 Hugin stendur á hallargólvi,

ber upp kvøðju sína:

“Sit væl reystur, Pipping kongur,

gev mær dóttur tína!”

 

30 Leingi sat hann Pipping kongur,

áðrenn hann tordi tala:

“Heinta mína dóttur í hallina inn

sjálv for seg at svara!”

 

31 Frúgvin varð bæði studd og leidd

inn í sín faðirs veldi,

ljómin skein av akslagrein,

tað skyggir av tignareldi.

 

32 Hugin kvittaði til Eingland

Óluvu at biðja,

øllum fell tað væl í lag,

sjálv læt hon ikki synja.

 

33 Hugin kvittaði til Einglands

Óluvu at fá,

øllum fell tað væl í lag,

sjálv segði hon já.

 

34 Fram gekk frúgvin Óluva,

rætti hond yvir borð,

lystiligt var at lýða

teirra festnarorð.

 

35 Fram gekk frúgvin Óluva,

rætti fram ljósa hond,

lystiligt var á at lýða

teirra festnarorð.

 

36 Hugin festi Óluvu

og flutti hann hana heim,

hørpur og frægur streingjaleikur

spældi fyri teim.

 

37 Hugin festi Óluvu,

so er komið til mín:

“Mentardrotning, lat tær fylgja

góðan siður í bý!”

 

38 Hugin festi Óluvu,

tók í hennara hand:

“Mentardrotning, lat tær fylgja

góðan siður í land.”

 

39 Silki og so perlur

varð eftir vegnum breitt,

so varð frúgvin Óluva

niður til strandar leidd.

 

40 Silki og so perlur

varð eftir vegnum prangað,

ei mátti frúgvin Óluva

á berum jørðum ganga.

 

41 Fylgdu teim til strandar oman,

faðir hennara og móðir,

fylgdi teimum hirðin øll

og Jóannis, moynnar bróðir.

 

42 Eg kann ei við orðum greina

teirra tungu mein,

Pipping fylgdi síni dóttur

ytst á flóðarstein.

 

43 Vant hann upp síni silkisegl,

út í havið setti,

mikil var tann mannamúgva,

stóð á landi eftir.

 

44 Vant hann upp síni silkisegl,

gull við vovin rand,

strykaði ei á bunkan niður

fyrr enn við Noregis land.

 

45 Higar ið tann snekkjan

kendi fagurt land,

læt hann síni akker falla

á so hvítan sand.

 

46 Læt hann síni akker falla

á so hvítan sand,

fyrstur stígur Hugin kongur

sínum fótum á land.

 

47 Fyrstur stígur Hugin kongur

sínum fótum á land,

so hon frúgvin Óluva

undir hans høgru hond.

 

48 Tók hann frúnna Óluvu,

lyftir á land við sær:

“Gud og milda Maria moy

veri nú við tær.”

 

49 Silki og so perlur

varð eftir vegnum breitt,

so varð frúgvin Óluva

niðan til hallar leidd.

 

50 Silki og so perlur

varð eftir vegnum prangað,

ei skuldi frúgvin Óluva

á berum jørðum ganga.

 

51 Tað var brúdleyp, ið boðið var,

ikki mátti tvørra,

báðum borgum boðið varð,

tólv hundrað av hvørji.

 

52 Drukkið varð teirra brúdleypið,

kátt var teirra lív,

gingu bæði í eina song,

Hugin og hans vív.

 

53 Tey vóru ikki leingi saman,

til [tey] gótu svein,

hann varð av góðum stundum gitin,

so varð hann borin í heim.

 

54 Frúgvin læt seg við barni ganga,

níggju mánar taldar,

til at hennara stundum leið,

hon føðir ein svein so baldan.

 

55 Tað er enn sum oftum var tá,

dult er døpult mein,

frúgvin er gingin í høgaloft,

hon føðir ein ungan svein.

 

56 Sveipar hon hann í klæði væl,

væl skal ríkum falla,

síðan læt hon presti bera,

Landrus bað hon kalla.

 

57 Sveipar hon hann í klæði væl,

væl skal góðum evna,

síðan læt hon presti bera,

Landrus bað hon nevna.

 

58 Barnið varð borið frá kirkjuni,

aftur for móður sín,

meiri læt hon røkta tað

enn alt sítt gull í skrín.

 

59 Barnið varð borið frá kirkjuni

aftur for móður song,

meiri læt hon røkta tað

enn alt sítt gull og lond.

 

60 Tí svaraði Hugin kongur,

kinn ber hann so bleik:

“Lidnir eru fimtan vetur,

síðan eg framdi leik.”

 

61 Tí svaraði Hugin kongur,

kinn ber hann so bleik:

“Hvør skal mína drotning goyma,

meðan eg fremji leik?”

 

62 Svaraði meistarin Eingilbret:

“Eg geri, tað og kann,

eg skal tína drotning goyma,

eg flutti hana í land.”

 

63 Svaraði meistarin Eingilbret:

“Tað kann eg væl gera,

eg skal heima í ríkinum

hjá tíni drotning verða.”

 

64 “Heiti eg á mín besta vin,

Mýlint, riddaran ríka,

ei verður hann í ráðunum

Óluvu drotning at svíkja.”

 

65 “Heitir tú á tín besta vin,

Mýlint riddaran ríka,

fyrstur verður hann í ráðunum

Óluvu, drotning at svíkja.”

 

66 Hugin fór á skógvin burt

at samla gull og fæ,

Mýlint goymdi hansara drotning

bæði nátt og dag.

 

67 Hugin fór á skógvin burt

at samla gull til landa,

eftir livir Óluva,

er stødd í stórum vanda.

 

68 Hugin fór á skógvin burt

at samla gull og eyð,

eftir livir Óluva,

er stødd í stórari neyð.

 

69 Óluva situr í Postulakirkju,

sang av síni bók,

har kom Mýlint gangandi

hana á hondum tók.

 

70 Tað er illi Mýlint,

svarar so fyri sær:

“Tað tykir mær einki vera

at sova í song hjá tær.”

 

71 “Ríð tú burtur, Mýlinit,

tú vilt gera illa,

tú vilt svíkja kongin,

og sjálvur tín manndóm spilla.”

 

72 “Meira gull vil eg geva tær,”

hann læt síni orð so fara,

“enn hann gav tær Hugin kongur,

fyrst hann vildi teg hava.

 

73 Meira gull vil eg geva tær,

er mær [ei] á tí hól,

enn hann gav tær Hugin kongur

framman á brúðarstól.”

 

74 Tað var illi Mýlint,

tók sær ker í hand,

so gekk hann í kjallaran,

sum mjøðurin fleyt í bland.

 

75 So skeinkir hann Mýlint

mjøðin út í vín,

og so mikið óminni

læt hann har útí.

 

76 Og so mikið óminni

læt hann har útí,

bar so inn fyri Óluvu,

bað hana drekka til sín.

 

77 Tað var frúgvin Óluva,

ið drukkið hevði av,

tað var mær á sonnum sagt,

sovandi fall hon frá.

 

78 Tað var mær á sonnum sagt,

sovandi fell hon frá,

hann nøktaði hana av hvørjum plaggi,

bar til seingjar svá.

 

79 Tað var illi Mýlint,

ilt gat hann at vinna,

hann fekk ikki skilt tey at,

fyrr enn blámans stræti finna.

 

80 Tað var illi Mýlint,

sveipar at sær skinn,

og so búgvin gongur hann

fyri blámannin inn.

 

81 “Far tú teg til hallar heim,

kjós tær fagurt vív,

frúgvin man ikki móti mæla,

hon er jøvn og blíð!

 

82 Far tú teg til hallar heim,

kjós tær fagurt fljóð,

frúgvin man ikki móti mæla,

hon er jøvn og góð!”

 

83 “Hentari er mær føðsla mín,

hartil nýtur drykkur,

flestallar høviskar moyggjar

tykjast [ei] í mær tykkur.”

 

84 Tað var illi Mýlint,

tók sær ker í hand,

so gekk hann í kjallaran,

sum mjøðurin fleyt í bland.

 

85 So skeinkir hann Mýlint

mjøðin út í vín,

og so mikið óminni

læt hann har útí.

 

86 Og so mikið óminni

læt hann har úti,

bar so inn fyri blámannin,

bað hann drekka til sín.

 

87 Tað var hesin blámaður,

drukkið hevði á,

tað var mær á sonnum sagt,

sovandi fell hann frá.

 

88 Tað var mær á sonnum sagt,

sovandi fell hann frá,

hann nøktaði hana av hvørjum plaggi,

bar til seingjar svá.

 

89 Bláar legði hann armarnar

yvir frúnnar síðu,

frúgvin var blíð og bjørt ímót,

sær til mikla kvíðu.

 

90 Bláar legði hann armarnar

yvir frúnnar háls,

frúgvin var blíð og bjørt ímót,

búði undir fals.

 

91 Bláar legði hann armarnar

yvir frúnnar munn,

frúgvin var blíð og bjørt ímót,

honum vóru svikini kunn.

 

92 Hugin kemur av skógnum heim,

brýtur av bragdartátti,

spyr eftir drotning síni,

hann kemur heim mót náttum.

 

93 “Stígið tær fyrst yvir borð,

veldigur harri mín,

síðan skal eg siga tær frá

Óluvu dóttur tíni!

 

94 Stígið tær fyrst yvir borð,

veldigur harri her,

síðan skal eg siga tær,

hvar Óluva drotning er!”

 

95 Tað var illi Mýlint,

illa gjørdi hann tá,

hann leiddi hann at seingini,

sum Óluva fyri lá.

 

96 Tað var illi Mýlint,

illa gjørdi hann tá,

hann leiddi hann at seingini,

sum Óluva fyri lá.

 

97 Tí svaraði Hugin kongur,

sortnaði sum ein mold:

“Illa hevur tú, Óluva,

spilt títt hvíta hold.”

 

98 Tað var illi Mýlint,

sínum svørði brá,

hann kleyv henda blámannin

sundur í lutir tvá.

 

99 Hann kleyv henda blámannin

sundur í lutir tvá,

so víða sum hans blóðið dreiv,

tá tendraðist ljósum á.

 

100 Tí svaraði Hugin kongur:

“Slíkt er mikil villa,

hví drapst tú hann sakleysan,

tað gjørdi tú illa?”

 

101 “Tegi, kongurin, harra mín,

tala ikki slíkt,

hatta eru frúnnar illgerningar,

tykir mær vera líkt!”

 

102 Óluva klæðist for síni song

eina morgunstund,

síðlan læt hon brævini skriva

sendi yvir lond.

 

103 Síðan læt hon brævini skriva,

sendi yvir lond,

læt hon sínum faðir siga,

vandi var honum á hond.

 

104 Pipping kemur av skógnum heim,

brýtur av bragdartátti,

spyr eftir Óluvu, dóttur síni,

hann kemur heim mót náttum.

 

115 “Stígið tær fyrst yvir borð,

veldigur harri mín,

síðan skal eg siga tær,

frá Óluvu, dóttur tíni!

 

106 Stígið tær fyrst yvir borð,

veldigur harrin her,

síðan skal eg siga tær,

frá Óluvu, dóttur tíni!”

 

107 Tað var illi Mýlint,

illa gjørdi hann har,

hann leiddi hann at seingini,

sum Óluva fyri var.

 

108 Tað var illi Mýlint,

illa gjørdi hann tá,

hann leiddi hann at seingini,

sum Óluva fyri lá.

 

109 Tí svaraði Pipping kongur,

sortnaði sum ein mold:

“llla hevur tú, Óluva,

spilt títt hvíta hold.”

 

110 Ryggilig fell Óluva

inn fyri faðir sín,

berføtt í einum náttserki,

undir eitt høvurlín.

 

111 Ryggilig fell Óluva

sínum faðir til føtur,

snúðist hann av reiði burt,

ei var at snúgva til bøtur.

 

112 Tað var frúgvin Óluva,

sveipar at sær skinn,

og so búgvin gongur hon

fyri Landrus, son sín inn.

 

113 Hon tók upp sín unga son,

legði á armin sín;

“Ligg væl heilur og happadyggur,

minst á móður tín!”

 

114 Hon tók upp sín unga son,

kysti hon so søtan,

eingin hevur so hart í hug,

at hjarta man ikki grøta.

 

115 Hon tók upp sín unga son,

sær á armin legði,

góður dugur gevið ljóð,

hvat hon við hann segði.

 

116 Mýlint legði ørv á strong,

frúnni var til mein,

so skeyt hann í sveinsins pannu,

tað brast í brúnarbein.

 

117 Mýlint gongur for kongin,

frúnni vekir hann:

“Ei er hon í einum ónd,

nú vil hon drepa sítt barn.”

 

118 “Fyrstu 'bajiu' undanførslu,

førið meg út í hav!

Eri eg ei sonn í mínum máli,

søkkið meg niður í kav!”

 

119 Tóku teir frúnna Óluvu,

førdu út í hav,

tá ið teir komu til landanna,

tá var frúgvin har.

 

120 “Øðru 'bajju' undanførsIu,

glógvandi eld at renna:

Eri eg ei sonn í mínum máli,

má mitt likam brenna.”

 

121 Heldur vildi Mýlint seta

hana í kaldan stein,

síðan at varpa gróti á,

sum frúnni var til mein.

 

122 Ikki vildi Hugin kongur

týna so frúnni av lívi,

tí hann hevði um nakrar stundir

unnað so vonum vívi.

 

123 “Triðju 'bajju' undanførsIu,

fjórðu og ikki færri:

“Førið meg høgst á borgartorn

undir svørðsoddar reyðu!”

 

124 Tóku teir frúnna Óluvu,

gjørdu ein snarpan leik,

eingin brá so búgvin brand,

sum frúnni á holdi beit.

 

125 Tað var frúgvin Óluva,

grið vil hon ikki tiggja:

“Setið meg í tað einihús,

sum eitur og paddur byggja!”

 

126 Tóku teir frúnna Óluvu

settu í ormaborg,

kongurin liggur tólv nætur

sjúkur av síni sorg.

 

127 Henni kom føði av himlinum niður,

legðist henni hjá,

hon var seg í ormahúsi

fult í fimtan ár.

 

128 Henni kom føði av himlum niður,

tað var henni betur,

hon var seg í ormahúsi

fult í fimtan vetur.

 

129 Kongurin liggur tólv vintur

sjúkur av sorgum sínum,

Mýlint býður konginum

Galionnu, dóttur sína.

 

130 Tað var reystur Hugin kongur,

tók sær frúgvur at festa,

snarliga læt til brúdleyps ætla,

læt ei longur fresta.

 

131 Drukkið varð teirra brúdleypið,

kátt var teirra lív,

gingu bæði í eina song

Hugin og hans vív.

 

132 Tey vóru ikki leingi saman,

til tey gótu svein,

hann varð á óndum stundum gitin,

so varð hann borin í heim.

 

133 Frúgvin læt seg við barni ganga

níggju mánar taldar,

til at hennara stundum leið,

hon føddi ein son so baldan.

 

134 Tað er enn sum oftum var tá,

dult er døpult mein,

frúgvin er gingin í høgaloft,

hon føðir ein ungan svein.

 

135 Sveipar hon hann í klæði væl,

væl skal ríkum falla,

síðan læt hon presti bera,

Málandrus bað hon kalla.

 

136 Sveipar hon hann í klæði væl,

komin til góðar at evna,

síðan læt hon presti bera,

Málandrus hon nevna.

 

137 Barnið varð borið frá kirkju heim,

aftur for móður sín,

meiri læt hon røkta tað

enn alt sítt gull í skrín.

 

138 Áðrenn hann gat á gólvi gingið,

beit hann mann í fót,

Mýlint og hon Galianna frú,

buðu fyri hann bót.

 

139 Áðrenn hann gat á gólvi ganga,

beit hann mann í føtur,

Mýlint og hon Galianna frú

góvu fyri hann bøtur.

 

140 Vuksu uppi ríkinum

báðir á eini grund,

so mikil var teirra munur,

sum kristin maður og hundur.

 

141 Vuksu uppi ríkinum

báðir á eini høll,

tað var sonur Óluvu,

hirðin unti øll.

 

142 Tað var um ein halgan dag,

søgur ganga frá,

dreingir fóru á leikvøll út,

teir skuldu boltin slá.

 

143 Tað var ungi Landrus,

kinn ber hann so bleik,

tað var um ein halgan dag,

teir skuldu boltin leika.

 

144 Landrus sló tann gullboltin,

honum varð til mein,

so kom hann í sveinsins pannu,

tað brast í brúnarbein.

 

145 Málandrus tapti gullboltin,

tað av tungum jamri,

eg svørji tann eið við mína trúgv,

kykur sprakk hann av harmi.

 

146 Mýlint gongur for kongin:

“Hvør skal tað mál verja

leingi skal tín horkonuson,

títt einkarbarn so berja.”

 

147 Tí svaraði Hugin kongur,

tað var mest av sút:

“Takið ein lurk og lemjið við,

koyrið hann av borgum út!”

 

148 Landrus reið av borgum fram

eina morgunstund,

haðani og yvir um á

á sínar fostru fund.

 

149 Landrus reið av borgum út

eina morguntíð,

haðan yvir til fostru sína,

hon mundi vera honum blíð.

 

150 Tað var ungi Landrus

heim í garðin fór,

úti stendur og fagnar honum

tað ynniliga fljóð.

 

151 Hon gav honum gullborðin klæði,

sligin við silvurknappar:

“Tað er Galianna, tín stjúpmóðir,

hon vil teg háða og happa.”

 

152 Hon gav honum gullborðin klæði,

silvurknappar hon slær:

“Tak tú ikki vanvirði

av ringara manni enn tær!”

 

153 Út reið ungi Landrus

eina morguntíð,

tey sviku av honum klæðini

ígjøgnum grøna líð.

 

154 Út reið ungi Landrus

eina morgunstund,

tey sviku av honum klæðini

ígjøgnum grøna lund.

 

155 Nakin ríður Landrus

aftur á Sivju fund,

úti stendur og fagnar honum

tað ynniliga sprund.

 

56 Hon gav honum gullborðin klæði,

sligin við silvur knappar:

“Tað var Galianna, tín stjúpmóðir,

hon vil teg háða og happa.”

 

157 Hon gav honum gullborðin klæði,

silvurknappar hon slær:

“Tak tú ikki vanvirði

av ringari manni enn tær!”

 

158 Út reið ungi Landrus

eina morguntíð,

tey sviku av honum klæðini

ígjøgnum grøna líð.

 

159 Út reið ungi Landrus

eina morgunstund,

tey sviku av honum klæðini

ígjøgnum grøna lund.

 

160 Nakin ríður Landrus

aftur á Sivju fund,

úti stendur og fagnar honum

tað ynniliga sprund.

 

161 Hon gav honum gullborðin klæði,

sligin við silvurknappar:

“Tað er Galianna, tín stjúpmóðir,

hon vil teg háða og happa.”

 

162 Hon gav honum gullborðin klæði,

silvurknappar hon slær:

“Tak tú ikki vanvirði

av ringari manni enn tær!”

 

163 Tað var Sivja, fostra hans,

hon mundi vera honum blíð,

hon fekk honum ørsið tað,

hann skuldi á skógvin ríða.

 

164 Hon fekk honum ørsið tað,

hann skuldi á skógvin ríða,

visti ikki, fyrr enn hann kom

í sterkan streym og stríðan.

 

165 Visti hann ikki, fyrr enn hann kom

í sterkan streym og stríðan,

ørsið bar hann haðan burt

aftur á flæðir fríðar.

 

166 Landrus reið á skógvin burt

við so frítt eitt mót,

hann kom fram á heyggin tann,

sum tríggir dvørgar sótu.

 

167 Teir høvdu eitt lítið handklæði

ímillum sín at kasta,

tað er frúgvin Óluva,

ið teir háða og lasta.

 

168 Teir høvdu eitt lítið handklæði

ímillum sín at senda,

tað er frúgvin Óluva,

ið teir háða og henda.

 

169 “Tað er frúgvin Óluva,

ið teir hava svølt,

Hugin kongsins drotning

bróðir, tala ei hvølt!”

 

170 Svaraði fyrsti av dvørgunum:

“Væl skal mær tað líka,

latið hann fáa hetta svørð,

vit hava nógvi slíki!”

 

171 Svaraði annar av dvørgunum:

“Væl skal mær um tað vara,

latið hann fáa hetta svørð,

vit hava nógvu øðru!”

 

172 Svaraði triði av dvørgunum,

skortaði hann ei eyð:

“Latið hann fáa tann góða grip,

sína móður frelsir av neyð!”

 

173 “Higar ið kundi hann dvørgamál,

áðrenn hann frá teim gekk,

gripin hevði hann á skógv við sær,

so góðan sigur fekk.

 

174 Hagar ið kundi hann dvørgamál,

enn hann frá teim reið,

gripin hevði hann á skógv við sær,

so góðan sigur beið.

 

175 Landrus reið fyri heygin fram,

hoyrdi sín móður tala,

andaði sum úr hanamunni,

fagrast um náttir gala.

 

176 Landrus legði ørv á strong,

býr seg til at skjóta,

hann sær henni for kníggjum liggja

mangan ormin ljótan.

 

177 “Hoyr tú tað, hin ungi maður,

hvøssu skal eg teg nevna?

fyri hvat skalt tú skjóta meg,

hvat havi eg gjørt til stevna?”

 

178 “Landrus skalt tú nevna meg,

Hugin, kongsins son,

so er mær frá móður sagt,

at drotning væri hon.

 

179 “Ert tú Landrus,

sæli sonur mín,

hvat hevur hann til ráða tikið,

Hugin, faðir tín?”

 

180 “Tað hevur hann til ráða tikið,

Hugin faðir mín,

Mýlint hevur givið honum

Galionnu dóttur sín.

 

181 Tey hava átt ein ungan son,

Málandrus skulu vit nevna,

hann bregður aft í móður ætt,

tikin til ónt at evna.

 

182 Hevur tú hoyrt frá leikinum,

ið Málandrus gjørdi?

hans var hjartað svikafult,

við ilsku fór hann í jørð.

 

183 Sivja eitur fostra mín,

hon býr fyri handan á,

bið hana læna mær klæði góð,

hevur hon hartil ráð!”

 

184 Tað var ungi Landrus,

heim í garðin fór,

úti stendur og fagnar honum

tað ynniliga fljóð.

 

185 “Hoyr tað Sivja, fostra mín,

tú býr fyri handan á,

mín móðir bað teg læna sær klæði góð,

hevur tú hartil ráð.”

 

186 Hoyr tú Sivja, fostra mín,

hav væl tað í akt,

mín móðir bað teg læna sær klæði góð,

hevur tú nakra makt!”

 

187 “Tú gert ikki, Landrus,

at ríva upp míni sár,

hon fór seg í ormahús

fult fyri fimtan ár.

 

188 Tú gert ikki, Landrus,

sorgir vekja mær,

hon fór seg í ormahús,

ormar hava rivið hennara ræ.”

 

189 “Hoyr tú Sivja, fostra mín,

far ikki við so hátt,

eg havi við mína móður talað,

tað skal spyrjast brátt!”

 

190 Sivja snúðist haðan burt,

hon gekk seg burt av breyt,

læsir upp ta kistuna,

full var innan við skreyt.

 

191 Læsir upp tá kistuna,

full er av hvíta lín:

“Hetta skalt tú, Landrus,

bera til móður tín.”

 

192 Landrus reið fyri heygin fram,

hoyrdi sín móður tala,

andaði sum úr hanamunni

fagrasta náttirgala.

 

193 Hann fekk henni tey klæðini,

gjørd við silvuri hvíta:

“Tak nú við, mín sæla móðir,

vita um tú manst nýta!”

 

194 Hann fekk henni tey klæðini,

sum hann hevði borið,

so var bæði vítt og sítt,

sum skapað var og skorið.

 

195 Hann stoytti yvir hana kápuna,

setti hana til sín hest,

so reið hann til hallar heim,

sum hann kundi best.

 

196 Tað var ungi Landrus,

hevði ei fleiri orð,

hann tók sína sæla móður,

setti hana upp um borð.

 

197 Hvørjumegin dyrnar

Landrus gongur inn,

situr fyri Mýlint,

hann kveitir undir skinn.

 

198 “Miskunn, miskunn, Landrus,

vænti eg mær av tær,

fyri eg havi leingi verið

tínum faðir kær.

 

199 Miskunn, miskunn, Landrus,

vænti eg mær frá teg,

fyri eg havi leingi verið

tínum faðir kær.”

 

200 “Tú gert einki vera

mínum faðir kær,

tað visti tú, Galianna frú,

móður átti eg mær.”

 

201 Teir settu Mýlint í ormahús

pá tann sarna dag,

tað var mær á sonnum sagt,

at ormar rivu hans ræ.

 

202 Til hesar somu ormarnar,

ið frúnna høvdu leingi skjólað,

í sama hús fór Mýlint inn,

men skroypin vóru hans ljóð.

 

203 Hugin býður Óluvu

í song hjá sær at liggja,

takk havi frúgvin Óluva,

hon vildi ei tey boð tiggja.

 

204 Hugin biður Óluvu

í song hjá sær at sova,

takk havi frúgvin Óluva,

hon vildi ei tey boð lova.

 

205 Tað er frúgvin Óluva,

hon gav seg í kleystur,

Landrus eitur hennara son,

bæði er hann ríkur og reystur.

 

206 Hon gav seg í nunnukleystur

við so góðari trú,

onga tíð á síni ævi

livir hon betur enn nú.

 

CCF 107 Da

TSB E 105

 

Handrit:  J. Klemmensen: Sandoyarbók. Dansk Folkemindesamling  68, nr. 25, s. 308.

 

Útgávur:  

1. Jóannis í Króki: Sandoyarbók I, Rikard Long samskipaði útgávuna, 1968 s. 166.

2. Føroya kvæði (N. Djurhuus  greiddi til útgávu, 1968) Band V, s. 180.

3. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2003) 26. bind, s. 67.

 

Heimild: Úr Sandoy: Joen Lukassen, Jógvan í Lítlustovu  (1776-1850), Húsavík, 1822.

 

E 105 Óluvu kvæði (Husband believes false accusations against his wife and punishes her, but she is later saved by her son)

Óluva er gift við Hugini kongi, og tey eiga ein son, Landrus.

Meðan kongur er burturstaddur, roynir Mýlint at lokka Óluvu, men hon vísir hann frá sær. Síðani fær hann hana at drekka, til hon sovnar, og leggur hana og ein móra í somu song. Kongur kemur aftur og finnur tey har. Hann trýr Mýlinti og sendir Óluvu út í oyðimørkina. Hann giftist eini skyldkonu Mýlint.

Tá ið Landrus er tilkomin, finnur hann mammu sína á lívi. Hann fer heim við henni og fær Mýlint at viðganga, hvat ið hann hevur gjørt. Hann verður sendur út í oyðimørkina og doyr har. Óluva fer í klostur.

á føroyskum: CCF 107 (bert á føroyskum)

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019