• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Óluvu kvæði

 

CCF 107 E

TSB E 105

 

1 Karlamagnus Pippins son,

Ingibjargar barn,

siga tað prestar og lærdir menn,

í blóði roðar hann jarn.

 

Gyltara sporar er mítt fótaspenni,

so temi eg mín gangara góð, lati renna.

Gyltara sporar er mítt fótaspenni.

 

2 Hugin situr í hásæti,

snakkar við sínar dreingir:

“Hvar vita tit mín javnlíka?

tað havi eg hugsað leingi.”

 

3 Allir drýptu høvdið niður,

eingin tordi tala,

uttan ein av sveinunum,

hann gavst ikki við at svara.

 

4 “Hoyr tað, tú mín veldigi harri,

hví spyrjið tær so?

Best manst tú vita við sjálvum tær,

hvønn tín stár hugur á.

 

5 Best manst tú vita við sjálvum tær,

hvønn tín stár hugur á,

hoyrt hava vær gitið, Pippin kongur

eina dóttur ár.

 

6 Pippin kongur dóttur eigur,

væna og so vísa,

kanst tú hana til ekta fá,

hon kann títt lív væl prísa.

 

7 Pippin kongur dóttur eigur

fagur er hon í eygum,

flættað hár á herðum lá,

við silkibondum reyðum.

 

8 Pippin kongur dóttur eigur,

fagur er hon í brún,

flættað hár á herðum lá,

við silkibondum snúnum.”

 

9 “Er hon so von og tekkilig,

sum tit siga frá,

hagar skal eg streingja míni

bønarorð á.

 

10 Hagar skal eg streingja míni

bønarorð á,

biðja dóttur Pippin kong

tað stendst hvat av, ið má.”

 

11 So letur hann Hugin kongur

sínum skipum búgva,

allar letur hann streingirnar

av reyðargulli snúgva.

 

12 Bræddar hevði hann brandar,

skorin var hvør stokk,

stavnur og stýri av reyðargulli,

og so var segl í topp.

 

13 Bræddar hevði hann brandar,

borðini vóru blá,

forgylta flagg í toppi hekk,

sum søgur ganga frá.

 

14 Vant hann upp síni silkisegl,

gull í ráum brann,

strykar ei á bunkan niður

fyrr enn í Pippins land.

 

15 Tegar ið hansara snekkja

kendi fagurt land,

letur hann síni ankar falla

á tann hvíta sand.

 

16 Letur hann síni ankar falla

á tann hvíta sand,

fyrstur steig tá Hugin kongur

sínum fótum á land.

 

17 Fyrstur steig tá Hugin kongur

fótum á land,

tólv brynjaðir av hans monnum

undir hans høgru hand.

 

18 Úti í miðjum grasagarði

akslar hann sær skinn,

og so búgvin gongur hann

í høgar hallar inn.

 

19 Og so búgvin gongur hann

í høgar hallar inn,

sum Pippin kongur á borði sat

við monnum, hundrað fimm.

 

20 Hugin stendur á hallargólvi

ber fram bønarorð síni:

“Sit væl, reysti Pippin kongur,

gev mær dóttur tína!”

 

21 Leingi tagdi Pippin kongur,

hugsaði um tey ráð,

hvussu hann kundi Hugin kongi

eitt blíðuligt andsvar fá.

 

22 Tí svaraði Pippin kongur,

læt síni orð so fara:

“Leiðið mína dóttur í hallina inn

sjálv for seg at svara!”

 

23 Frúgvin varð bæði studd og leidd,

inn í hallina gekk,

Hugin stóð á hallargólvi,

ymsar litir fekk.

 

24 Frúgvin varð bæði studd og leidd

inn í sín faðirs veldi,

kinnar tóku at lýsa á,

sum ein *tignareldur.

 

25 Frúgvin rættir sína

hondina fram,

fagurt var at lýða á

teirra festnarband.

 

26 Frúgvin rættir sína

hond fram yvir borð,

fagurt var at lýða á

teirra festnarorð.

 

27 Tað var frúgvin Óluva

'Ajns Vide ivir tea minni',

hvørt eitt barn í ríkinum var,

er nú tá frúvu at finna.

 

28 Hvørt eitt barn í ríkinum var,

fylgdu tá frúvu á leið,

faðir hennara og móðir

niður til strandar reið.

 

29 Slki og so perlur

var eftir vegnum breitt,

so varð frúgvin Óluva

inn í hallina leidd.

 

30 Silki og so perlur

var eftir vegnum prangað,

ei skuldi frúgvin Óluva

á berum jørðum ganga.

 

31 Millum báðar stavnarnar

skein so fagur litur,

sum hon frúgvin Óluva

í lyftingini situr.

 

32 Vant hann upp síni silkisegl,

'tajm eer Børin baj'

sigldi so í Hugins land

tá hina longu leið.

 

33 Tegar ið hansara snekkja

kendi fagurt land,

letur hann sínii ankar falla

á tann hvíta sand.

 

34 Letur hann síni ankar falla

á tann hvíta sand,

fyrstur steig tá Hugin kongur

fótum á land.

 

35 Fyrstur steig tá Hugin kongur

sínum fótum á land,

og hon frúgvin Óluva

undir hans høgru hand.

 

36 Tekkilig var Óluva

bæði á brún og brá,

Mýlint hugaði drotningina,

tá hann hana sá.

 

37 Tekkilig var, Óluva

bæði á fót og hand,

Mýlint hugaði drotningina,

tá hon steig á land.

 

38 Silki og so perlur

var eftir vegnum breitt,

so varð frúgvin Óluva

upp í hallina leidd.

 

39 Tað var enntá Hugin kongur,

fell upp á síni knæ,

meðan hann frúnna Óluvu

til ekta festi sær.

 

40 Drukkið varð teirra brýddleypið,

kátt var teirra lív,

gingu so bæði í eina song,

Hugin og hans vív.

 

41 Drukkið varð teirra brádleypið,

hirðin var so fegin,

sum tann fuglur, á viði situr,

væri á ljósum degi.

 

42 Frúgvin læt seg við barni ganga

níggju mánar sínar,

til at teirri stundini leið,

hon føddi ein svein so fríðan.

 

43 Frúgvin læt seg við barni ganga,

níggju mánar taldar,

til at hennara stundum leið,

hon føddi ein svein so baldan.

 

44 Sveipar hon hann í klæði væl,

tá hann kom í heim,

Landrus bað hon nevna tann hin

gævuliga svein.

 

45 Sveipar hon hann í klæði væl,

gott var í honum evni,

síðan læt hon presti bera,

Landrus bað hon nevna.

 

46 Hann varð borin frá kirkju heim

aftur for móður sín,

meira læt hon røkta hann

enn alt sítt gull í skrín.

 

47 Hann varð borin frá kirkju heim,

settur á móðurfang,

meira læt hon røkta hann

enn øll síni ríki og land.

 

48 Hugin situr í hásæti,

kinn ber hann so bleik:

“Hvør skal goyma drotningina,

meðan eg fremji leik?”

 

49 Svaraði frúgvin Óluva,

konginum var so kær:

“Eingilbret meg higar førdi,

hann skal goyma meg.”

 

50 “Eg velji út av mínum monnum

Mýlint riddaran snjalla,

hann skal goyma drotningina,

sum hann goymir allar.”

 

51 “Veljir tú út av tínum monnum

Mýlint, riddaran ríka,

eri eg sonn á hesum máli,

fyrst man hann meg svíkja.”

 

52 Hugin fór á skógvin burt,

skuldi fremja leik,

eftir sat frúgvin Óluva,

hon bar kinn so bleik.

 

53 Óluva sat í kirkju,

sang av síni bók,

har kom Mýlint gangandi,

hendur um frúnna tók.

 

54 “Eg vil geva tær meira gull,

er mær [ei] á tí hól,

enn hann gav tær, Hugin kongur,

fram á brúðarstól.”

 

55 Eg vil onga gávu hava,

Mýlint ríki frá tær,

eg síggi so mangt for mínum eygum,

ið Gud hevur ætlað mær.”

 

56 Tá ið Mýlint hetta sá,

hann einki kundi vinna,

síðan snúðist hann haðan burt

illfúsur at inna.

 

57 Mýlint gár í kjallaran,

blandar mjøð og vín,

og so mikið óminni

tað letur hann har útí.

 

58 Og so mikið óminni

tað letur hann har útí,

ber so inn for Óluvu,

bað hana drekka til sín.

 

59 Óluva tók við kerinum,

risti kross fyri sær:

“Gud og milda Maria moy

tú veri nú við mær.”

 

60 Óluva tók við kerinum,

risti fyri sær kross:

“Gud og milda Maria moy,

hon veri nú við oss.”

 

61 Tá hon hevði drukkið,

greitt aftur ker,

mintist ei til Hugin kong,

ikki hvar hann er.

 

62 Tá hon hevði drukkið,

greitt aftur skál,

mintist ei á Hugin kong,

ei á hansara mál.

 

63 Tá ið Mýlint hetta sá,

at hann mundi vinna,

síðan snúðist hann haðan burt,

hann mundi tann blámann finna.

 

64 “Far tú til hallar heim,

fá tær javngott vív,

hon man ikki nokta tær,

tó hon er alvæl fríð!”

 

65 Mýlint tók tann blámannin,

legði frúnni hjá,

tað var ikki so undarligt,

at frúnni litur brá.

 

66 Bláar legði hann armarnar

tvørtur um frúnnar háls,

hon var blíð og bjørt ímót,

men fátt var teimum til máls.

 

67 Hugin kom av skógnum heim,

bregður um bragdartætti,

spurdi eftir Óluvu, drotning síni,

tað fagrasta hann eftir setti.

 

68 “Stíg tú yvir borðið fram,

veldigi harri mín!

Síðan skal eg siga tær,

frá Óluvu drotning tíni.

 

69 Stíg tú yvir borðið fram,

veldigi harri kær!

Síðan skal eg siga tær,

hvar Óluva drotning er.”

 

70 Hugin stendur á hallargólvi,

upp í seingina sá,

ikki visti hann av fyrr enn tá,

hann sá klæðini av hinum blá.

 

71 Hugin stendur á hallargólvi,

sortnar sum ein mold:

“Illa hevur tú, Óluva,

spilt títt ljósa hold.”

 

72 Høgdi hann høvdið av blámanninum,

kastaði fram á gólv,

so vítt sum hansara blóðið fleyt,

har tendraðust ljósini tólv.

 

73 “Hoyr tað, frúgvin Óluva,

tað er mikil villa,

nú havi eg dripið hann sakleysan,

tað gjørdi eg illa!”

 

74 “Hoyr tað, kongurin, harri mín,

tala ikki slíkt,

tað eru frúnnar illgerningar,

og so tykist líkt!”

 

75 Pippin kom av skógnum heim,

bregður um bragdartætti,

spurdi eftir Óluvu, dóttur síni,

tað fagrasta hann har setti.

 

76 “Stig tú yvir borðið fram,

veldigi harri mín,

síðan skal eg siga tær

frá Óluvu dóttur tín!”

 

77 Ryggilig gekk Óluva

for sín faðir inn,

berføtt og í náttserki,

sum ein fátæk kvinna.

 

78 Ryggilig gekk Óluva,

fell sín faðir til fóta,

hann stoytti hana av ríki burt,

fátt var at leita til bóta.

 

79 Hann gekk sær at vøgguni,

sum ungi Landrus lá,

signi teg Gud, tú sonur mín,

sum alla vørild ár.”

 

80 Mýlint legði ørv á strong

frúnni vildi mein,

skeyt hann í barnsins vøggu,

tað brast í skinnabein.

 

81 Mýlint gár for kongin,

frúnni vildi harm:

“Hon er ikki [í] einum ill,

nú vil hon drepa sítt barn.

 

82 Hon var ikki í mínum ríki,

givin í hesa giftu:

“Tann Gud, alla verðina skapti,

skal millum okkur skifta.

 

83 Eg bjóði fyrstu undanførslu,

føra meg út í hav,

søkkja meg til grunna niður

í tað djúpa kav.

 

84 Eg bjóði aðru undanførslu,

glóðandi eldir brenna,

eri eg sann á hesum sinni,

má mítt lekam brenna.

 

85 Eg bjóði triðju undanførslu,

um enn tað vóru fleiri,

føra meg í høgaloft

eins mans odd at reiða.”

 

86 Teir førdu hana í høgaloft,

mangt var henni ímóti,

ikki beit á hennara hálsi

heldur enn á hørðum gróti.

 

87 Eg bjóði fjórðu undanførslu,

tey boð vil eg tiggja,

føra meg í oyðimark,

sum ormar og paddur liggja.”

 

88 Hon fór seg á skógvin burt

væl í fimtan vetur,

henni kom føði av himli niður,

tað man týða betur.

 

89 Hon fór sær á skógvin burt

á tá ormapínu,

Mýlint býður konginum

Galiant, dóttur sína.

 

90 “Eg taki onga aðra drotning,

leggi á mín arm,

eftir Óluvu, drotning mína,

hon vekir mær harm.”

 

91 Tað var enntá Hugin kongur,

fell upp á sini knæ,

meðan hann frúnna Galiant

til ekta festi sær.

 

92 Drukkið varð teirra brúdleypið,

kátt var teirra lív,

gingu so bæði í eina song,

Hugin og hans vív.

 

93 Drukkið varð teirra brúdleypið,

hirðin var so fegin,

sum tann fuglur, á viði situr,

væri á ljósum degi.

 

94 Frúgvin læt seg við barni ganga

níggju mánar taldar,

til at teirri stundini leið,

hon føddi ein svein so baldan.

 

95 Frúgvin læt seg við barni ganga

níggju mánar sínar,

til at teirri stundini leið,

hon føddi ein svein so fríðan.

 

96 Sveipar hon hann í klæði væl,

væl skal ríkum falla,

síðan læt hon presti bera,

Málandrus bað hon kalla.

 

97 Hann var borin frá kirkju heim,

aftur for móður sín,

meira læt hon røkta hann

enn alt sítt gull í skrín.

 

98 Hann var borin frá kirkju heim,

aftur for móður knæ,

meira læt hon røkta hann

enn alt sítt gull og fæ.

 

99 Vuksu upp teir sveinarnir,

báðir í eini lund,

teir líktust ikki meiri saman,

enn kristin mann og hund.

 

100 Vuksu upp teir sveinarnir,

báðir í eini høll,

tað var sonur Óluvu,

ið hirðin unti øll.

 

101 Mýlint gár for kongin:

“Hetta er mikil herja,

at tú letur horkonu son

onkabarnið berja.”

 

102 Mýlint gár for kongin,

sveininum vildi sút,

kongurin læt hin unga Landrus

lemja við lurkum út.

 

103 Fyrstu nátt hann úti svav

tykist 'a færa' frætt,

gisti hann heima ta gomlu konu,

hans var móður í ætt.

 

104 Fyrstu nátt hann úti svav,

vil eg fyri tær greiða,

gisti hann heima ta gomlu konu,

vaks har heima hjá teimum.

 

105 Hon skar honum gullborin klæði,

maðurin er hann fríður:

“Far væl Landrus, sonur mín,

hvat veg sum tú ríður!”

 

106 Hon skar honum gullborðin klæði,

hartil horsið sterka:

“Møtir tú tíni stjúkmóður,

tú lat hana heimboð verka!”

 

107 Tað var pá ein halgan dag,

hann skuldi frændur vitja,

tá hann kom í skógvin fram,

hann sá ein pílagrím sitja.

 

108     [Í handritinum er her ørindi,

            sum er útstrikað = 113.]

 

109 Nakin ríður Landrus ungi

aftur á Sivju fund,

úti stóð hon og fagnaði honum,

tað unniliga sprund.

 

110 Hon skar honum gullborðin klæði,

maðurin er hann fríður:

“Far væl, Landrus, sonur mín,

hvat veg sum tú ríður!”

 

111 Hon skar honum gullborðin klæði,

hartil horsið sterka:

“Møtir tú tíni stjúkmóður,

tú lær henni heimboð verka!”

 

112 Tað var pá ein halgan dag,

hann skuldi frændur vitja,

tá hann kom í skógvin fram,

hann sá tveir dvørgar sitja.

 

113 Undirstóð hann dvørgamál,

áðrenn teir høvdu svølt:

“Hugin kongsins drotning,

mín bróðir tala hvølt!”

 

114 Landrus reið frá húsi tí,

hans svav móðir í dvala,

har sang ein so lítil fuglur

fagrari enn náttargal.

 

115 Landrus legði á ørvastrong,

beyð sær til at skjóta,

hann sá fyri fótum liggja

mangar ormar ljótar.

 

116 “Hoyr tað, tú hin ungi maður,

hvøssu skal eg teg nevna?

hvarfor vilt tú deyða mín,

hvat havi eg gjørt til evna?”

 

117 “Landrus skalt tú nevna meg,

Hugin, kongsins son,

tað var frúgvin Óluva,

móðir nevnd er hon.”

 

118 “Gudi veri tú gøvgaður,

Landrus, sonur mín,

hvat hevur hann til ráða tikið,

Hugin, faðir tín?”

 

119 “Hann hevur tikið sær aðra drot­ning,

Galiant hon eitur,

Mýlint hennara faðir,

so mikið ilt hann veitir.

 

120 Mýlint hennara faðir,

so mikið ilt hann veitir,

hon hevur átt sær ungan son,

Málandrus hann eitur.

 

121 Áðrenn hann gat á gólvi gingið,

beit hann mann í føtur,

Mýlint og hon Galiant,

tey bóru fyri hann bøtur.”

 

122 “Tú heilsa tíni fostru heim,

ið býr forhandan á,

bið hana senda mær klæði góð,

hevur hon til tað ráð!”

 

123 Bæði mat og drekka væl,

væl var takt við skreyt,

bar hann síni sælu móður,

áðrenn hann reið á breyt.

 

124 Nakin ríður Landrus ungi

aftur á Sivju fund,

úti stóð hon og fagnaði honum,

tað unniliga sprund.

 

125 Hon hevði upp sína høgru hond

undir kinn hann sló:

“Tak tær ikki mannminkan

av minni manni enn tær!”

 

126 “Gud forláti tær, móðir mín,

av Gudi fái tú smátt,

talt havi eg við míni móður,

tað man frættast brátt.”

 

127 Tí svaraði fostra hans,

tekur so høgt at gráta:

“Hon hevur longu sítt unga lív

fyri fimtan árini látið.”

 

128 Hon skar honum gullborðin klæði,

maðurin er hann fríður:

“Ver væl um teg, Landrus ungi,

hvat veg sum tú ríður!”

 

129 Hon skar honum gullborðin klæði,

hartil horsið sterka:

“Møtir tú tíni stjúkmóðir,

tú lova henni heimboð‑verki!”

 

130 Tað var pá ein halgan dag,

hann skuldi til kirkju ríða,

visti hann ikki, fyrr enn hann var

á sterkum streymi og stríðum.

 

131 Visti hann ikki, fyrr enn hann var

á sterkum streymi og stríða,

horsið bar hann aftur á land

á slættar fløtur og fríðar.

 

132 Skapti hon seg í drekalík,

eitur vildi hon spýggja,

horsið tá var henni á baki,

fátt er at taka til víggja.

 

133 Tað var pá ein halgan dag,

dreingir drukku jól,

drotning fell úr hásæti

niður á hallargólv.

 

134 Landrus gekk í hallina inn,

slíkt er mikil undur,

við aðrari síni hondini

tá reiv hann Málandrus sundur.

 

135 Við aðrari síni hondini

reiv hann Málandrus sundur,

Mýlint er á hondum tikin,

slíkt er mikil undur.

 

136 Landrus gekk í hallina inn,

faðirs síns skegg hann ristir,

eingin tordi tala eitt orð,

teir sótu allir so tvistir.

 

137 “Miskunn, miskunn, Landrus ungi,

vænti eg mær av tær,

eg havi leingi í hesum ríki

tín faðir verið kær.”

 

138 “Hevur tú leingi í hesum ríki

mín faðir verið kær,

best manst tú vita við sjálvum tær,

at móður átti eg mær.”

 

139 Landrus gekk í hallina inn,

Gud gav honum tann sóma,

leiddi sína móður í hallina inn,

fagur sum nøkur blóma.

 

140 Hugin situr í hásæti,

ymsar litir fekk,

tá hann sá tað væna vív

eftir hallargólvi gekk.

 

141 Hugin býður síni drotning

í song hjá sær at liggja,

hon gav seg í nunnuklostur,

hon vildi ikki tey boð tiggja.

 

142 Hugin býður síni drotning

í song hjá sær at sova,

hon gav seg í nunnuklostur,

hon vildi ikki tey boð lova.

 

143 Hesir somu ljótu ormar,

sum frúnni vóru til skjól,

harí var Mýlint førdur,

so skroypilig vóru hans jól.

 

Gyltara sporar er mítt fótaspenni,

so temi eg mín gangara góð, lati renna.

Gyltara sporar er mítt fótaspenni.

 

CCF 107 E

TSB E 105

 

Handrit:  Kvæðasavn úr Sandvík. Føroyamálsdeildin. Vol. I, nr. 2. s. 34.

 

Útgávur:  

1. Føroya kvæði (N. Djurhuus  greiddi til útgávu, 1968) Band V, s. 191.

2. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2003) 26. bind, s. 93.

 

Heimild: Úr Suðuroy: Hans Pauli Johan-Petersen, Hanus í Lopra (um 1814-1886), Sandvík, 1837.

 

E 105 Óluvu kvæði (Husband believes false accusations against his wife and punishes her, but she is later saved by her son)

Óluva er gift við Hugini kongi, og tey eiga ein son, Landrus.

Meðan kongur er burturstaddur, roynir Mýlint at lokka Óluvu, men hon vísir hann frá sær. Síðani fær hann hana at drekka, til hon sovnar, og leggur hana og ein móra í somu song. Kongur kemur aftur og finnur tey har. Hann trýr Mýlinti og sendir Óluvu út í oyðimørkina. Hann giftist eini skyldkonu Mýlint.

Tá ið Landrus er tilkomin, finnur hann mammu sína á lívi. Hann fer heim við henni og fær Mýlint at viðganga, hvat ið hann hevur gjørt. Hann verður sendur út í oyðimørkina og doyr har. Óluva fer í klostur.

á føroyskum: CCF 107 (bert á føroyskum)

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019