• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Jákimann kongur

 

CCF 108-I B

TSB E 134

 

1 Jákimann kongur í Húnalandi,

søgur ganga frá,

høgrumegin er hann svartur,

vinstru megin blá.

 

Glymur og dansur í høll,

dans sláið ring!

Ríðið glaðir norðmenn

til elvarting!

 

2 Jákimann kongur í Húnalandi,

hann streingir tann váða,

hann skal hava Artans systur,

sjálv skal hon ikki ráða.

 

3 Jákimann kongur í Húnalandi,

hann streingir tað heiti,

hann skal hava Artans systur,

antin hon vil ella ei.

 

4 Svaraði ein av monnum hans,

sum hevði tænt hjá henni:

“Áðrenn tú frúnna neyðgiftur,

tá sveitkast tær um enni.”

 

5 Tá svaraði Jákimann kongur:

“Tegi tú, vándi drongur,

tá skal eg hana neyðgifta,

tá ið tú eftir fótum hongur!”

 

6 Tá svaraði Jákimann kongur:

“Tegi, tú vándi argur,

tá skal eg hana neyðgifta,

tá ið tú ert við lurkum bardur!”

 

7 So letur hann Jákimann kongur

byggja skipin sín,

bæði letur hann í tey laða

virtur og so vín.

 

8 So letur hann Jákimann kongur

byggja skipin stór,

bæði letur hann á tey laða

virtur og so bjór.

 

9 Vindur hann upp síni silkisegl,

gull við vovin brand,

strykar ei á bunkan niður

fyrr enn við Artans land.

 

10 Higar ið teirra snekkja

kendi fagurt land,

kasta sínum akkerum

á so hvítan sand.

 

11 Fyrstur stígur Jákimann kongur

sínum fótum á land,

so var hann á foldini tungur

hann sakk til kníggja í sand.

 

12 Ganga teir frá strondum niðan,

í hørðum vóru klæddir,

reyðargullhjálmar á høvdi bóru,

teir vóru fyri ongum ræddir.

 

13 Jákimann gekk í grasagarði

og inn á hallargólv,

Artan kongur í hallini sat

við hundrað inni tólv.

 

14 Jákimann stendur á hallargólvi

væl í góðan tíma:

“Sit væl, reystur Artan kongur,

tú gev mær systur tína!”

 

15 Tí svaraði Artan kongur:

“Ei skal slíkum spara,

heintið mín[a] systur í hallina inn,

sjálv fyri seg at svara!”

 

16 Frúgvin varð bæði studd og leidd,

hon inn í hallina gekk,

tá ið hon sá tann ljóta mann,

hon ymsar litir fekk.

 

17 Frúgvin gekk í hallina inn,

og fylgismoyggjar allar,

tá ið hon sá tann ljóta mann,

hon mátti í óvit falla.

 

18 Frúgvin gekk í hallina inn,

fylgismoyggjarnar við,

tá ið hon sá tann ljóta mann,

hon seig í óvit niður.

 

19 “Takk havi tann ríka frú,

tú vart mær so kær,

ástin hevur gripið teg,

at óvit gekk at tær.”

 

20 “Hvat skal mær tann ljóti mann?

elv mær ikki hann!

Svartur ert tú og samlittur

at sova á mínum arm.”

 

21 Hetta frætti Herint

suður yvir lond,

frúgvin er í ríkinum,

hon er so biðlavond.

 

22 Herint letur snekkjur smíða,

so er greint fyri mær,

reyðar ringar av reyðargulli

í húnborini var.

 

23 Vindur hann upp síni silkisegl,

gull við reyðan brand,

strykar ei á bunkan niður

fyrr enn við Artans land.

 

24 Higar ið teirra snekkja

kendi fagurt land,

kasta sínum akkerum

á so hvítan sand.

 

25 Kasta sínum akkerum

á so hvítan sand,

fyrstur steig hann Herint

sínum fótum á land.

 

26 Ganga teir frá strondum niðan

í hørðum vóru klæddir,

reyðargullhjálm á høvdi bóru,

teir vóru fyri ongum ræddir.

 

27 Herint gekk úrr grasagarði

inn á hallargólv,

Artan kongur á borði situr

við hundrað inni tólv.

 

28 Herint stendur á hallargólvi,

áður var tann siður,

hevur nú alt í einum orði,

heilsar og hann biður.

 

29 Herint stendur á hallargólvi,

ber upp kvøðu sína:

“Sit væl, reystur Artan kongur,

gev mær systur tína!”

 

30 “Honum vil eg edilingi

mína systur geva,

ið ríður á hólm við Jákimann kong

og skiljur so moyggj við trega.”

 

31 Drekka teir í glæstriborg

fult í dagar tríggjar,

ikki fekk hann Jákimann kongur

Artans systur at síggja.

 

32 Ikki fekk hann Jákimann kongur

Artans systur at sjá,

tað var hin ungi Herint,

hann reið har til og frá.

 

33 Herint ríður at durunum,

sum Jákimann situr inni:

“Ert tú her inni, Jákimann kongur,

eg krevji teg fyrsta sinni?

 

34 Ert tú her inni, Jákimann kongur?

eg krevji teg út at stríða,

á teim somu leikvøllum,

sum riddarar plaga at stríða.”

 

35 “Tú tarvt ei, tín reiðrarungi,

firra meg við elli,

bresti eg fingur í enni á tær,

tá liggur tú deyður á vølli.”

 

36 “Tú tarvt ikki, Jákimann kongur,

tó at tú ert vaksin,

ofta hevur lítil túgva

velt so stórum lassi.”

 

37 Drekka teir í glæstriborg

enn í dagar tríggjar,

ikki fekk hann Jákimann kongur

Artans systur at síggja.

 

38 Ikki fekk hann Jákimann kongur

Artans systur at sjá,

tað var hin ungi Herint,

hann reið har til og frá.

 

39 Herint ríður at durunum,

sum Jákimann situr inni:

“Ert tú her inni, Jákimann kongur?

eg krevji teg annað sinni.”

 

40 Drekka teir í glæstriborg

enn í dagar tríggjar,

ikki fekk hann Jákimann

Artans systur at síggja.

 

41 Herint ríður at durunum,

sum Jákimann situr inni:

Ert tú her inni, Jákimann kongur?

eg krevji teg triðja sinni.”

 

42 Árla var um morgunin,

sólin roðar í fjøll,

løgdu sínum bardaga saman

skamt frá kongsins høll.

 

43 Herint gav tað fyrsta høgg,

ilt var skap at eggja,

ætlaði konginum banasár

sítt svørð í hjálmar leggja.

 

44 Herint gav tað annað høgg,

tað mundi mangur hoyra,

Jákimann kongur kjaftfisk fekk,

tað triðja undir vinstra oyra.

 

45 Teir bardust fullar tógva dagar,

hvørgin sigur fekk,

inntil tann hin triðja

sól til viðar gekk.

 

46 Bardust tógva fullar dagar,

hvørgin sigur vann,

inntil tann hin triðja,

sól til viðar rann.

 

47 Tað var unga Artans systir,

finnur upp á ráð,

í hvørjari kirkjuni,

tað letur hon klokkur slá.

 

48 Í hvørjari kirkjuni

letur hon klokkur ringja,

heiðin rýntur og illa frýntur,

kykur av harmi springa.

 

49 Eg havi verið í 'Sneakasvaj'

og mangari úlva titru,

eg havi ikki á mínari ævi

hoyrt eina verri rytu.”

 

50 Tað var hin ungi Herint,

sínum svørði brá,

hann kleyv sjálvan Jákimann kong

sundur í lutir tvá.

 

51 “Eg havi verið í bardaginum,

har havi eg meg møtt,

skal eg nú festa tað væna vív?

so dýrt havi eg tað keypt.”

 

Glymur og dansur í høll,

dans sláið ring!

Ríðið glaðir norðmenn

til elvarting!

 

CCF 108-I B

TSB E 134

 

Handrit: Svabo's Quarto Manuscript GkS. 2894, 4to, vol. II, nr. 12, s. 821.

 

Útgávur:  

1. Chr. Matras (legði til rættis): Svabos Færøske Visehaandskrifter, 1939 s. 328.

2. Føroya kvæði (N. Djurhuus  greiddi til útgávu, 1968) Band V, s. 219

3. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2002) 26. bind, s. 165.

 

Heimild: Úr Vágum: Jens Christian Svabo  (1746-1824), Miðvági, 1781-82

 

E 134 Jákimann kongur (Church-bells help suitor defeat giant rival)

Jákimann kongur av Húnalondum, ið eru av trøllaslag, ger av at giftast systur Artan kongs. Hann biður um hana, men fær krakk.

Herint frættir um hetta og fer til land Artan kongs. (Frábr. A, B: Hann biður um systur Artan, og hon sigur ja.) Herint bjóðar Jákimanni av í einstaklingsstríð, og teir berjast í nógvar dagar. (Frábr. A, B: Kongsdóttirin fær kirkjuklokkur at ringja, og tað ørkymlar Jákimann.)

Herint drepur Jákimann og giftist við kongsdóttrini.

á føroyskum: CCF 108 A: I, B: I, C: I (bert á føroyskum). Partur av ”Ívint Herintsson”.

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019