• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Kvikilsprang

 

A.

 

CCF 108-II Aa-II

TSB E 82

 

1 Tey vóru ikki leingi saman,

til tess tey gótu svein,

hann var á góðum stundum gitin,

so varð hann borin í heim.

 

2 Frúgvin læt seg við barni ganga,

níggju mánar taldar,

til at hennara stundum leið,

hon føddi ein svein so baldan.

 

3 Frúgvin læt seg við barni ganga

níggju mánar sínar,

til at hennara stundum leið,

hon føddi ein svein so fínan.

 

4 Tað var tá, sum ofta er enn,

dult er døpult mein,

frúgvin er gingin í høgaloft

og føddi ein ungan svein.

 

5 Sveipar hon hann í klæði væl,

væl skal ríkum falla,

síðan læt hon presti bera,

Ívint bað hon kalla.

 

6 Nevndur var teirra annar sonur,

Víðferð nevndi hon hann,

nevndur var teirra triði sonur,

hann æt Kvikilsprang.

 

7 Tað var teirra triði sonur,

ið nevndur var Kvikilspraki,

yngstur var hann av brøðralið,

men fáur var hansara maki.

 

8 Kvikilsprang leyp á gangara sín,

hann vildi tað útinna,

hann kom seg til Girtlanda,

man meg rætt um minna.

 

9 Hann setti seg hjá frúnni niður,

tungan mælir á ljóði,

brádliga varð hann av fótun kiptur,

nakkin small á gólvið.

 

10 Hann setti seg hjá frúnni niður,

tungan mælir av bræði,

brádliga var hann av fótum kiptur,

nakkin small á fjalum.

 

11 Kvikilsprang leyp so leysur á føtur,

skjótt var drongur at reita,

hann var kvikur til handar fúsur,

rendi so mangan sveita.

 

12 Kongurin sprakk úr hásæti,

lættan hevði hann fót,

setti stokkar fyri dyr,

so eingin náddi út.

 

13 Bardust teir tá innanhallar,

eykaðist meiri vandi,

sundur gekk Kvikilsprang góða svørð

ímillum hans beggja handa.

 

14 Kvikilsprang stóð á hallargólvi,

óttast for sínum lívi,

einki var til ráða at taka

uttan ein slíðraknívur.

 

15 Taldist tað av hallini út,

hvat hann vá við knívi,

hundrað heilt og hartil hálvt,

taldist av dreingjalívi.

 

16 Teir settu hann í myrkastovu,

undir ein mann at ráða,

hann hevði so mangan óvinin,

tí stóð hans lív í váða.

 

17 Teir settu hann í myrkastovu,

einum manni at gæta,

hann hevði so mangan óvinin

alt um sítt lív at træta.

 

18 Níggju nætur í myrkastovu,

áðrenn tað var frætt,

tað var frúgvin Rósinreyð,

hon var ikki við tað gladd.

 

19 Tað var frúgvin Rósinreyð,

hon gekk fyri faðir sín,

berføtt í einum náttserki

og undir eitt høvurlín.

 

20 Frúgvin gekk for faðir sín,

reyðargull bar í hendi:

“Ger tað fyri æruna tá,

gev mær riddaran henda!«

 

21 “Ríð frá mær, tú vesælavætti,

eg vil teg ikki hoyra,

sømir ei mínum bitra brandi

at leika í kvinnudroyra.”

 

22 “Setti tú hann í myrkastovu,

verður var hann ei tann háða,

sendi eg sterka Ívinti boð,

tá stendur títt lív í váða.

 

23 Setti tú hann í myrkastovu,

tað man lukkan fresta,

sendi eg sterka Ívinti boð,

tá stendur títt lív ið versta.”

 

24 Frúgvin krevur sín brævasvein,

klæðir hann væl í skrúður:

“Eg havi teg so oftum roynt,

at tú hevur verið trúur.

 

25 Heilir allir mínir sveinar,

drekkið nú allir av minni,

ongan skalt tú tær søtan sova,

fyrr enn tú Ívint finnur!”

 

26 So læt frúnnar brævasvein

síni skipin gera,

allar læt hann streingirnar

av reyðargulli vera.

 

27 So læt frúnnar brævasvein,

síni skipin búgva,

allar læt hann streingirnar

av reyðargulli snúgva.

 

28 Bræddir vóru brandar,

skorin var hvør stokk,

stavn og stýri av reyðargulli,

so var segl í topp.

 

29 Bræddir vóru brandar,

borðini vóru ný,

forgyltir leika veðurringar

høgt í miðjum ský.

 

30 Vant hann upp síni silkisegl,

gull við vovin rand,

strykar ei á bunkan niður

fyrr enn við Húnaland.

 

31 So var veður á sjónum hart,

sandur á tiljum lá,

voldi tað frúnnar brævasvein,

hann bað sær ei Gud til ráð.

 

32 So var veður á sjónum hart,

tað brakar í bondum og bekki,

voldi tað frúnnar brævasvein,

hann bað sær ei Gud til hjálpar.

 

33 So var veður á sjónum hart,

sandur á tiljum breyt,

stýrdi so frúnnar brævasvein,

alt tað, ið knørrur fleyt.

 

34 Higar ið hansara snekkjan

kendi fagurt land,

lótu síni akker falla

á so hvítan sand.

 

35 Læt hann síni akker falla

á so hvítan sand,

fyrst steig frúnnar brævasvein

sínum fótum á land.

 

36 Mitt í miðjum grasagarði

aksla teir síni skinn,

og so búgvin gongur hann

í høgar hallir inn.

 

37 Og so búgvin gongur hann

í høgar hallir inn,

sum Ívint sterki á borði sat

við monnum hundrað fimm.

 

38 “Situr tú, Ívint Herintsson,

so glaður og drekkur vín?

tín situr bróðir á Girtlandi

og tolir so harða pínu.

 

39 Tín situr bróðir á Girtlandi,

staddur í stórum váða,

stendur í veði Girtland alt

og Rósinreyð at fáa.

 

40 Tín situr bróðir á Girtlandi,

staddur í tungari neyð,

stendur í veði Girtland alt

og frúgvin Rósinreyð.”

 

41 Ívint leyp frá borðum fram,

bæði av ilsku og bræði,

nýggju vóru silvurker,

hann breyt sundur í teirri.

 

42 So var Ívint Herintsson

vreiður um hatta mál,

hann breyt yvir sínum borði

forgylta mjøðarskál.

 

43 Tað var Ívint Herintsson,

hann sínum borðum skeyt,

allur tann hin brúni mjøður

á hallargólvi fleyt.

 

44 Ívint upp frá borðum leyp,

so er greint ífrá,

uttarlaga á hallargólvi

komst hann fótum á.

 

45 Vindur upp síni silkisegl,

gull við vovin rand,

strykar ei á bunkan niður

fyrr enn við Girtland.

 

46 Higar ið teirra snekkjan

kendi fagurt land,

lótu síni akker falla

á so hvítan sand.

 

47 Lótu síni akker falla

á so hvítan sand,

fyrst steig Ívint Herintsson

sínum fótum á land.

 

48 Fyrst steig Ívint Herintsson

sínum fótum á land,

so hann frúnnar brævasvein

undir hans høgru hand.

 

49 Svaraði frúnnar brævasvein:

“Eg skal fyri ráða,

mær eru kunnig lokubrøgd

og allir loynistígir.”

 

50 Hann reið við borgini langa stund

fann ikki á at ganga,

klývur upp hurðar av seigum jarni

loysti út reystan fanga.

 

51 Hann kleyv upp hurðar av seigum jarni,

loysti reystan fanga;

“Kom út, Kvikilsprang, bróðir mín,

ert tú førur at ganga!”

 

52 Kvikilsprang leyp av myrkastovu,

til ilsku var hann fús:

“Eg havi av konginum skatt at lúka

fyri tað myrka hús.”

 

53 Kvikilsprang leyp av myrkastovu­durum,

til ilsku var hann baldur:

“Eg havi av konginum skatt at lúka

fyri tað jarnið kalda.”

 

54 Árla var um morgunin,

roðar fyri sól,

tá hevði reystur Girtlands kongur

brynjað út hundrað tólv.

 

55 Tá hevði reysti Girtlands kongur

brynjað út hundrað tólv,

Ívint og Kvikilsprang, brøður tveir,

riðu har ímót.

 

56 Ívint og Kvikilsprang, brøður tveir,

riðu har ímót,

feldu so búkar á jørðina niður,

sum tey varpa grót.

 

57 Løgdu niður liðið alt,

sigst í hesum tátti,

Girtlands kongur við sveinar tólv

stóðu eina eftir.

 

58 Tað var Ívint Herintsson,

sínum svørði brá,

hann kleyv reystan Girtlands kong

sundur í lutir tvá.

 

59 Kvikilsprang ríður á grønum vølli,

sum søgan sigur frá,

allar hansara sveinar tólv

teir legði hann honum hjá.

 

60 Kvikilsprang festi Rósinreyð,

væl hann tað formátti,

settist aftur í stólin tann,

sum Girtlands kongur átti.

Handrit:  Savn Hammershaimbs. AM, Access. 4c I [8].

 

CCF 108-II Aa-II

TSB E 82

 

Útgávur:  

1. Føroya kvæði (N. Djurhuus  greiddi til útgávu, 1968) Band V, s. 203

2. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2003) 26. bind, s. 126.

 

Heimild: Úr Sandoy: Johannes Clemensen, Jóannis í Króki (1794-1869), Sandi 1854.

 

E 81 Viljorms kvæði (Suitor is rejected and killed by maiden’s father)

E 82 Kvikilsprang (Suitor is imprisoned by maiden’s father and rescued by his brother)

Kvikilsprang fer til Girtlands at biðja um kongsdóttrina. Bønarorð hansara verða kveistrað burtur, og eftir harðan bardaga verður hann fastsettur.

Kvikilsprang sendir boðbera til beiggja sín Ívint (F: prinsessan biður pápa sín lata seg giftast við Kvikilsprangi, og tá ið hann sýtir, sendir hon boðbera til beiggja Kvikilsprang, Ívint). Ívint kemur. (N: Hann drepur kong.) Hann sleppir beiggja sínum út úr fongsli, og saman niðurberja teir kongsins menn. (cF: Teir drepa kong, cF: hann verður eirdur.)

Kvikilsprang giftist prinsessuni.

á føroyskum: CCF 108 A: II, B: II, C: II (eisini á norskum). Partur av ”Ívint Herintsson”.

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019